Anna í Fornanum er dóttir Andreu í Jákupsstovu og Kristian á Fløtti. Anna býr í Vestmanna og giftist við Jógvani Mikkelsen. Tey eiga tveir synir, sum eita Tórálvur og Kristian.

Anna vitjar av og á í Fornanum, og ein dagin var eg inni á gólvinum hjá henni og bað hana fortelja mær okkurt gamalt úr bygdini. Tað hevði hon púrt einki ímóti, og her er eitt kut úr prátinum:

IMG 1682 Medium

Anna í Fornanum

Eg eri fødd 13.07.1925, og mamma segði, at tann dagin vóru pápi og Akku við kalvalínu, men teir fingu ongan kalva. Tá fór Petur Christian oman í Gjógv og segði við pápa: "Tú hevur fingið meir enn ein kalva í dag - tú hevur fingið eina dóttur - og hon er betri enn nakar kalvi."

Eg fór í skúla sum 6 ára gomul hjá Jóhan Kallsoy. Eingin kom við mær í skúla, eg fór bara av mínum eintingum - Maria hjá Trinu og eg - beint fyri páskir. Tað tori eg ikki at fortelja, tí eg varð sett í skammkrók tann fyrsta dagin. Eg fór fram til pultin hjá honum at fáa fyri, og hann bleiv við at sita við griflinum hjá mær í hondini. Eg skrykti bara griffilin av honum, tí eg var so bráð at sleppa at skriva, og so hann við mær eftir gólvinum í ein krók. Men, tvætl, vit vóru væl álíkavæl. Tað var so ofta, at vit fóru í skammkrók ella blivu eftirsett, tí eg haldi, at vit vóru gabbar. Ikki fortaldu vit tað fyri mammunum, at vit vóru eftirsett, tí eingin tók okkum í forsvar. Eina ferð varð ein genta eftirsett, ið ikki hevði verið eftirsett fyrr. Vit vóru so glaðar - fylgdu henni til hús - men hevði tú vitað, hvussu óð mamman at hesi gentuni bleiv - og tað dámdi okkum.  Av bókum høvdu vit í fyrstuni bara ABC-bókina og bíbilsøgu og lærubók. Seinni fingu vit geografi og Danmarks historie og mállæru. Sálmavers høvdu vit eisini, og tað vóru føroyskir sálmar. Eg veit einki um, at vit sungu nakað danskt í Gjáar skúla, uttan tá ið onkrir næmingar fóru til Danmarkar saman við øðrum næmingum. Tá sungu vit "Det er et yndigt land" og "Kong Christian". Vit sungu jú danskt í kirkjuni. Var tað ikki nokk? Tað var so nógv danskt. Eg las eina heila síðu í lærubókini uttanat á kirkjugólvinum, tá ið eg bleiv konfirmerað, og eg minnist eisini væl sálmaversið, sum eg las:

Gud give mig det at lære,
som jeg det lære kan,
hvor højlig hæder og ære
dig bør af kvinde og mand;
Gud give mig det i sinde
at love min Herre god,
om ude jeg er eller inde,
Gud læske mit angerfuld mod!

Børnini spældu tað, sum tey vaksnu gjørdu. Vit gingu við mjólkarblikkum á rygginum og vóru neytakonur. Vit spældu við leikur, vit spældu eld í húsi, og vit høvdu handil í Barmsbrekkugili. Tinnur vóru pengar, og brún mold var putursukur. Niels hjá Dalberg fór til Sandoyar, og John, bróðir, keypti handilin frá honum og gav mær hann. Vit gentur gingu í kjóla og rotuskóm við reyðum tveingjum - og dreingirnir í hvítum tveingjum. Eg var ung, tá eg dugdi at flætta tveingir, tá var mamma so glað. Vit fingu ikki altíð nýggjar rotuskógvar - oh, nei, oh nei - kom hol á rotuskógvin, bleiv bara ein roðbjóri lagdur innaní. Dreingirnir gingu í buksum við ongum lummum  - teir fingu ikki lummar, fyri enn teir vóru nokkso stórir, tí tey søgdu, at teir brúktu bara lummarnar til at stjala uppí. Áðrenn mína tíð gingu dreingirnir eisini í kjóla. Eg minnist, at Sjúrður á Fløtti plagdi at taka til, hvussu glaður hann var, tá ið hann fekk buksur at ganga í.

Børnini vóru uppi í øllum arbeiði, og í nógvum førum vóru tey álitið, tí mannfólkið var til skips. Eg var so røsk. Tá ið eg var 10 ár, mjólkaði eg Kollu  - kúnni hjá okkum - og knoðaði breyðini. Dreingirnir skuldu gera mannfólkaarbeiði, so teir fingu alt upp í hondina - drekka og alt møguligt. Teir vaskaðu heldur einki - nóg illa gummiskógvarnar og stivlarnar. Aftan á skúlatíð vóru John, bróðir, og eg mangan heimi undir Hjallanum og saksaðu og breiddu tøð, tí pápi var altíð burtur. So var tað torv, eplir og hoyggj - snakka ikki. Bæði konufólk og mannfólk vóru eftir torvi, og eg havi eisini verið uppi í Middagsfjalli eftir kava fyri pápa, sum skuldi frysta sær sild til agn.

IMG 8569 copy Medium

Anna í Fornanum og tann eldri sonurin - Tórálvur.

Eg var ikki meir enn 6 ár, tá ið eg dugdi at binda. Eg konfirmeraðist í 1939, og tá - undir Krígnum - kom troyggjulívið - at binda skipstroyggjur. Øll í bygdini tøttu og seldu troyggjurnar í handlunum og fingu 45 kr. fyri troyggjuna - tað loysti seg væl. Vit fingu ikki kontantar pengar, men ein seðil, ið vit so keyptu burturav. Troyggjurnar høvdu vaksnamannastødd, og mamma og eg kundu klára einar 4 til 5 um vikuna. Pápi karðaði, og Sofus, beiggi, var so óførur at spinna. Tey, ið ikki áttu nógva jørð, spunnu fyri onnur, men tey fingu lítið afturfyri. Eg minnist, at onkuntíð spann Olsen fyri okkum og fekk eina krónu fyri mørkina - tað var alt. Tað var mest til av hvítari ull, so tað manglaði altíð litur, og tí vóru tey so glað, um tey fingu litaðan seyð úr býtinum. Og so var tað lesullin - vit plagdu at fara á villan. Niðri á Rivinum - á Ambadali - var altíð fult av nispum, og so hekk ull í hegninum eisini. Tað var góður prísur fyri ull fyri Kríggið. Tað eina árið fingu vit 600 kr. fyri okkara ull. Nógv vóru á villanum, og eg minnist, at Dia, mammubeiggi, plagdi at vera í Líðini, og eina ferð hentaði hann upp í tveir fullar posar. So kom tann tíðin, at ull bleiv send til Havnar at spinna. Eg veit ikki hví, men tað var vanligt at senda  ullina saman - kanska var tað bíligari. Lena mostir á Rætt hevði 20 merkur - omma (Birita í Jákupsstovu) 20 - Trina mostir 20 - og mamma 20 - tilsamans 80 merkur. Allir posarnir blivu bornir eystur til Trinu, mostur, og so blivu posarnir stoyttir á gólvið, og so skuldi alt hoyggjast runt. Síðani bleiv øll ullin stappað upp í ein veldiga stóran sekk, sum eg haldi var samanseymaður. Men, veitst tú hvat? Nú vildi eingin fara við posanum á posthúsið. Jú, sigi eg við Mariu (hjá Trinu), vit báðar skulu fara við posanum. Men, tað skal eg siga tær, at Petur Christian var ikki blíður, tá ið hann sá stóraposa - hetta bar ikki til, segði hann. Tá læt í mær ella Mariu, at tað var eitt neyðarsligt posthús, ið ikki kundi taka ímóti hesum. Sama ger, hann mátti oman á fiskavektina við stóraposa, og tað var góðalag, tá ið vit koma eystur aftur til mostur.  

Eg haldi, at fólkini vóru meira nøjsom fyrr. Tey eru einki neyðsom í dag - tey vita einki um, hvat tað er at liva. Tey komu hvørjum øðrum við, men tað var ringt, um nakar upplat seg fyri øðrum, at teimum manglaði nakað. Tað vildu tey ikki, og at skylda nøkrum nakað - tað var skomm. Til dømis nýggjársaftan - nú stríðast tey so nógv við at skjóta og alt møguligt. Tað var ikki tað, tað gekk út uppá tá - nei, tað var at fáa allar rokningar goldnar - og kjøtið og skinn skuldu býtast. Jóan Pauli í Lon kom heim til okkara við einum bógvi hvørt ár, og Karl á Bø við einum hálvum krovi - og so pettaðu teir skinnini í lepar, tá ið teir,  býttu - er tað ikki nógv fyri, at nú verður tað mesta koyrt burtur? - Og nú reypa tey um, hvussu stórt lán tey hava .... !!!!

Anna! -  takk fyri ta hugnaligu løtuna!!

Kategori: Frásagnir

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna