Tann 14.11.12 hevði eg eitt áhugavert prát við Jens hjá Dalberg. Jens og konan, Solveig, eru blídlig fólk, so tað var ein hugnalig løta við tí góða drekkamuðinum í snotiliga heimi teirra, Geilartúni 16, í Havn.

Her fáa vit ein part av samrøðuni við Jens

Eg eri føddur við Gjógv 08.07.1921 og eri giftur við Solveig f. Andreasen, úr Vík. Vit eiga fýra børn: Nora, Elin, Berghild og Egil.

IMG 2740

Jens - í Geilartúni 16 í 2012.

Eg fór mín fyrsta túr til skips í 1936 við "Egeriu". "Egeria" var ein lítil slupp, ið Kristian á Fløtti hevði keypt av Tvøroyri fyri 7000 krónur. Kristian førdi hana sjálvur, og fleiri gjáarmenn vóru við. Ikki minnist eg hvørjir, men pápi, Kristian Johannes, var so ein. Seinni fór eg við Sofusi hjá Siggu, sum førdi "Fame" - hjá Haraldsen, í Fuglafirði. Eg minnist serliga tann eina túrin, vit sigldu niður við fiski undir Krígnum - hetta var í  juli mánaði 1942, og tá førdi Meinhard Jacobsen, úr Fuglafirði, "Fame". Vit lógu á Fuglafirði og tóku ímóti fiski, og so eitt kvøldið fóru vit av stað - Karl Jacob var motorpassari. Hetta var ein sjáldsamur túrur. Tá ið vit komu í Lorvíksfjørð, slakkaði motorurin knappliga av, og so steðgaði hann. Teir lupu niður at hyggja, men har var eingin feilur at síggja, og so varð roynt at starta hann aftur. Hetta tók sína tíð, tí hann skuldi gløðast, og so tá ið hann endiliga fór í gongd, vóru vit riknir við streyminum  inn aftur á Fuglafjørð. So hildu vit av stað aftur, og eystan fyri Nólsoynna komu vit fram á eina minu, ið vit skutu hol á, áðrenn vit fóru víðari út á Hornið, haðani kósin skuldi setast móti Onglandi.

Seinni hoyrdu vit tað, at hetta sama kvøldið varð"Sanna" av Glyvrum  søkt av einum flúgvara á Horninum - eystur úr Fugloynni  (eitt stað, ið hevði samaband við kósir og minubeltið). Manningin á "Sannu" kom rógvandi inn á Fuglafj'ørð.  Løgið er at hugsa sær, at hevði motorurin ikki steðgað - og minan ikki hindrað okkum - so høvdu vit verið á Horninum um somu tíð sum tann týski flúgvarin, ið søkti "Sannu".. - Vit komu so niður í øllum góðum - seldu og sigldu so upp aftur. Eg minnist, at eg stýrdi, veðrið var gott - mjørkaflólkar og klárt ímillum. Knappliga síggi eg ein flúgvara koma so beint ímóti okkum, og eg skundi mær at rópa menninar upp. Skiparin og ein annar maður komu so inn í stýrihúsið, og vit gjørdu okkum klárar at skjóta, Flúgvarin fleyg aftur um okkum, snarar so á og kemur so fram ímóti okkum, tætt niðri við sjógvin. Skiparin stóð klárur at skjóta, men hann bíðaði, til hann sá pilotin, tí hann ætlaði at skjóta pilotin. Men í tí hann skal trekkja av, snarar flúgvarin frá okkum og hvørvur - tað var ein týskur flúgvari. Eg haldi, at hatta var tann ringasta løtan, ið eg havi upplivað nakrantíð. Vit komu so aftur í øllum góðum, men heimafólkið var blivið bangið um okkum. Skipini sendu altíð telegramm heim, tá ið tey vóru komin niður, og tað gjørdu vit eisini, men upp á onkran máta kom telegrammið ikki fram, so tað var ikki so løgið, um fólk vóru bangin.

Eg búði við Gjógv til 1949, tá giftist eg við Solveig og flutti til Víkar. Har búðu vit í 3 ár, og síðani fluttu vit higar til Havnar. Eg var sjómaður til 1970, og í 1973 gjørdist eg fastur vrakari á Bacalao. Ta fyrstu tíðina var tað mest saltfiskur, ið vit vrakaðu. Vit vóru fleiri, ið stóðu við eitt borð, so tað var ikki so galið. Men so kom góðskumetingin av feskum  fiski, og tað gjørdist meira trupult. Skiparunum, teimum, ið avreiddu feskan fisk, dámdi ikki hetta, ið vit kallaðu B-fisk, sum var nummar 2 feskur fiskur, sum altso ikki var nóg feskur. Tað var fittur prísmunur á A og B-fiski, og har skuldi eg vera dómari. Tað var ikki altíð so tespiligt - mann kundi fáa okkurt orðið og væl tað. Í fyrstani kendi eg hetta rættuliga beiskt, men mann venist við alt - eisini tað. Men tað gekk ikki long tíð, so sannaðu allir tað, at tað mátti bara vera so við góðskumetingini, og so gekk tað heila lættari.

IMG 2918 copy

Jens Eysturi undir Hamri - í mai 2006.

Tað var stuttligt at leita eftir reka, rekamenn vóru allastaðni, og teir vóru eisini við Gjógv, tí Gjógv er rekapláss. Nýggjustovumenninir mundu vera teir, ið gingu mest í fjøruni. Tað gjørdist mestsum ein sportur hjá okkum ungu at leyp út í brotini eftir reka, og reglan var hon, at tann, ið fyrst fekk fatur á rekanum, hann átti hann.Tað kom ofta nógvur reki, og eg minnist, at einaferð hevði eitt skip mist dekslastina, og tá rak ein rúgva av "tvey ganga fýra" plankum inn í fjøruna.  Eg minnist tað, at eg fekk 15 sovorðnar plankar, og teir komu serliga væl við, tí  2. mars 1938 kom eitt sovorðið ódnarveður, ið fór við tekjuni á aðrari síðuni hjá okkum, so plankarnir blivu brúktir til at leggja undir ta nýggju tekjuna. Tað var í hesi somu ódnini, at "Fossanes" gekk burtur undir Íslandi. Hetta var ein ring nátt hjá okkum. Leivur, bróðir, var akkurát føddur hesa náttina, og omma lá sjúk og gomul á loftinum, tá ið takið fór, so pápi mátti bera hana í kneppinum niðurundir. Sjálvur hevði eg verið í Havn, og lá tá veðurfastur í Klaksvík - gisti hjá Peturi í Jákupsstovu. Plankarnir hjá mær blivu brúktir til undirsløg, og Anton á Klá fór heim í Dal og tók takið av einum húsi, ið vegmenninir brúktu, og tað takið bleiv so lagt á ta náttina. - Eitt høgættarkvøld fór pápi (Christian Johannes Jacobsen) í myrkrinum  Eystur í Fjøru at leita eftir reka, og tá ið hann kom eystur, helt hann seg síggja okkurt í urðini, men hann sá ikki, hvat tað var. Hann fer so til hetta, nertir við tað og følir, at tað er logið, so hann hvakk við. Tá var tað ein ær, ið var omandottin í Kalsoynni. Ærin var heil og var nýliga dottin, tí hon var frísk. Hon bleiv so flett, og kjøtið bleiv saltað og brúkt til matna, og tað riggaði fínt. - Einaferð var ein sildreki komin upp á land innan fyri Ustangan, og tað var pápi, sum fann hann. Pápi var stórur smádrongur tá, so Jóhan í Nýggjustovu kom við einum enda og sóknarongli og tjóðraði sildrekan fastan. Sum finningarløn fekk pápi ein fót av stødd - mitt um hvalin -  so tað var ikki smávegis, tí sildrekatvøst er gott, men spikið nyttar einki, tí tað er for feitt og rennur so nógv.

Eg haldi tað, at eg man vera tann yngsti, sum nakrantíð hevur verið í Búgvanum. Hetta var í 1938 - eg var 16 ára gamal, hevði havt tuberklasmittuna og var júst afturkomin av Sanatorii fyrst í juli mánað. Tað var Rasmus í Bíggjarlagnum, ið spann hetta i. Við vóru Jógvan hjá Klæminti, Sigurð í Hoygarðinum, Símun í Sámalsstovu, Jákup í Stólpa, Rasmus í Bíggjarlagnum og ein ella tveir aðrir, sum eg ikki minnist beint nú. Vit fóru sum vant upp á Smørklett og haðani upp á tað Gula Høvdið og settu strangan upp har. So var tað at sleppa upp á kantin á Rókini, ið gongur eftir allari eystursíðuni. Vit høvdu eina fleygastong, og so smoygdu vit netið av niður móti horninum. So setti Símun í Sámalsstovu seg á hornið - millum armarnar -  og Sigurð trýsti hann so upp eftir berginum, so langt sum stongin rakk. Símun hevði eina tráðu hjá sær, sum var einar 6 alin long. Tráðan hevði eitt band í endanum, og hann rakk akkurát at leggja á kongin uppi á kantinum. Síðani gingu vit alla eystursíðuna eftir Rókini - líka í Letkatl. Eystursíðan hevur ongan fugl, so vit fóru á Royðurókina, sum er á vestursíðuni - um miðjan Búgvan. Vit vóru har lítið meir enn ein dag og fingu einar 4000 fuglar. Tað bleiv so grúiliga keðiligt veður, at vit noyddust at gevast. Vit høvdu ein sera ringan túr niður aftur, tí tað regnaði so illa, at tað bleiv so øgiliga hált.

Undir Krígnum - tá vit gjørdu trappurnar í Gjónni - funnu vit ungu uppá at fara í Lundatorvu í Búgvanum eftir lunda. Við vóru m.a. Jógvan á Rætt, Hans á Rætt og  Petur á Fløtti. Tað ringasta var at sleppa á land í Búgvanum. Tað er eitt ávíst stað - eitt spor - niðri í sjóvarmálanum at seta strangan í. Smørklettur liggur so út og sneiðir á skák niðureftir, so har er einki undirlendi. Eingin vildi koma við at vísa okkum á hetta sporið, men so fingu vit Pól Jóhannes á Bø, og hann vísti okkum, hvar strangin skuldi setast. Strangin var henda bambusstongin, sum teir funnu við "Gudrun Zoegu" millum londini. Kristian á Fløtti var skipari, og stongin var 18 alin long. Eg fór so upp eftir stranganum, men tað var ikki so lætt, tí stongin var so hál eftir at vera sleipað allan vegin vestur, men tað gekst væl kortini. Hetta var ein góður túrur, og vit fingu 415 lundar.

Einaferð var eg við "Føroyinginum" eysturi í Hvannasundi eftir øðu. Vít róðu, og eg minnist, at m.a.  Sjúrður á Rætt, Kristian á Rætt og Petur Julius vóru við. Vit kastaðu dregg út í báðum skutunum og lógu tvørt fyri streyminum, so at steymurin tók bátin, soleiðis dreggjaðu vit øðu. Kom dreggið fast í  botn í øðrum endanum, so máttu vit geva út í hinum fyri at snara bátin upp móti streyminum, og upp á tann mátan fingu vit leyst aftur. Tá ið vit høvdu fylt báðar skutarnar fullar, róðu vit vestur aftur, og tá ið vit vóru komnir beint út úr Kunoyarnakki, hoyrdu vit eitt so andskræmilgt róp, og allir tóku árarnar uppúr. Vit lógu so stillir og tosaðu um, hvat hetta mundi vera, men har hoyrdist einki aftur. Tað var alljósur dagur, og har var einki óvanligt at síggja. Vit vóru samdir um, at hetta var ikki nakar kópur ella annað djór, tí hetta var reint og klárt mannamál. Vit róðu so vestur aftur til Gjáar, og so dagin eftir ella annan dagin eftir hoyrdu vit tað, at eitt lík var funnið undir Kunoyarnakki. Hetta var undir Krígnum, og líkið var so mikið illa farið, at tað hevði í øllum førum ligið har í nakrar dagar. Soleiðis endaði øðutúrur okkara í Hvannasundi -  á ein løgnan hátt.

Sjálvur havi eg sæð okkurt, sum ikki var til. Eg helt nógv til í Fjøruni sum smádrongur, og ein dagin, eg komi oman á Bakka, síggi eg ein bát koma rógvandi inn eftir Buginum sunnanífrá og inn móti Kósini, so eg fór oman ímóti honum. Tá ið eg kom oman móti Lítlukós, undraði tað meg eitt sindur, at báturin legði at inn ímóti Jógvinihyli. Eg leyp so tvørtur um Lopið í Lítlukós og hugdi sjálvsagt niður fyri meg, tá ið eg leyp, men tá ið eg hugdi upp aftur, var eingin bátur. Hetta havi eg hugsað nógv um seinni, tí hetta var ikki nakað, sum eg sá fyri mær. Eg sá bátin allan vegin eftir Buginum, og tá hann nærkaðist landi, reisti ein maður seg upp og fór fram at taka ímóti, soleiðis sum tað var vanligt at gera.

SDC17385 copy

Jens bøtir vindskaða í novembur 2009.

Eina aðra ferð var eg út fyri nøkrum, ið minti um hatta. Eg var á veg til Havnar, men slapp ikki longri enn til Fuglafirðar tann dagin. Eg svav ta náttina hjá Sofusi hjá Siggu  (Sofusi Hilduberg) og lá á eini divan inni í stovuni hjá honum. Út ímóti morgni vaknaði eg við, at eg hoyrdi okkurt uttanfyri, og so síggi eg, at hurðin fer upp út í gongina, og inn kemur ein maður í hvítum kjóla. Eg kenni mannin beinan vegin, tað er Jóan Jacob Olsen - vanliga nevndur Olsen, ið var gubbi mín. Hann kemur inn í stovuna og fram við divanini, har eg liggi - steðgar á beint framman fyri mær og hyggur niður á meg, men sigur einki, og eg segði heldur einki. So vendir hann sær við og fer út aftur, og hurðin fer eisini aftur. Um hetta var ein so klárur dreymur ella ikki, tað veit eg ikki, men eg veit bara tað, at eg sá bilarnar koyra úr Fuglafirði og úteftir. Síðani fór eg til Havnar, og tá ið eg kom upp á land í Vágsbotni, var Kristianna Kallsoy akkurát komin upp á land har eisini - hon kom við "Streymi" gjøgnum Sundalagið. Hon sigur so við meg, at nú fór Olsen í morgun. So spyrji eg hana, nær hann doyði, og hon svarar mær aftur, at hann fór um 5 tíðina í morgun - júst um ta tíðina, tá ið eg sá hann fyri mær. - Ein sjáldsamur tilburður. -  Jóan Jacob Olsen var ættaður úr Havn og var giftur við ommusystur míni. Hon doyði í barsilssong, so tey fingu eingi børn. Eftir tað kom ein genta av Hvítanesi at halda hús hjá honum, og hon kallaðist Mikkulina.

Frá barni av hevur mær dámað so væl at kvøða. Vit kvóðu ofta í gongini í skúlanum í fríkorterinum, og Kallsoy var lærari tá. Fastalávintssunnukvøld kom Kallsoy við okkum í dansistovuna at telja jólini.  Tá var dansistovan heiman fyri húsini hjá Klæmint Juul. Tað kom fult av fólki inn í dansistovuna, meðan barnadansurin fór fram, og teir eldru menninir stóðu uttan fyri skivuna, ið har var. Tá ið tað var liðugt at telja jólini, fann eg uppá at fara at beginna sangin  "Tá eg verði stórur, tá verður tað gott". Tað riggaði fínt at skipa, og fleiri av teimum eldru komu uppí at dansa við. Eg var eini 12 - 13 ár tá, og hetta var fyrstu ferð, ið eg skipaði nakað á gólvi. Øll kvóðu við, tí vit dugdu teir flestu sangirnar í "Føroya fólks" uttanat. Vit høvdu altíð vers uttanat og sungu nógv hjá Kallsoy; hann hevði violin, og ofta spældi hann eisini danstónleik.

Vit dansaðu ikki so leingi í dansistovuni sunnan fyri Ánna, men fóru at dansa uppi á Gjógv - í handlinum hjá Dánjali Klein. Leivur á Heygnum, Petur á Fløtti og eg tóku okkum saman og skipaðu fyri dansinum, og ofta lósu vitt nógv kvæðir saman. Peturi dámdi einki at skipa - og Leivi heldur ikki - so tað fall fyri tað mesta á meg at skipa. Tað var tað nógva ungdómurin, ið dansaði, men høgtíðskvøldini komu tey eldru eisini í dans, og vit kvóðu bæði danskar vísur og føroysk kvæðir. Jákup Sofus, pápbeiggi, keypti allar tær føroysku bøkur, ið komu út, so vit høvdu nógvar bøkur, sum t.d. Karlamagnusar kvæðini  og øll tey, so tað var bara at læra seg. Ikki at gloyma "Danske Folke- og Kæmpeviser" - eg dugdi tað mesta av teimum. "Axelsvísu", ið er eini 200 ørindir, hana kvað eg við Gjógv. Eg plagdi at læra meg kvæðini upp á tann mátan, at eg lærdi meg tey 10 fyrstu ørindini fyrst, og so tók eg 10 aftrat, men eg kvóð samstundis tey fyrstu 10 umaftur og legði so 10 aftrat. Soleiðis kundi eg halda fram, til eg dugdi alt kvæðið, so hesin mátin riggaði væl hjá mær. Annars kvóðu vit eisini saman - Heimi á Fløtti, Uppi á Heygnum og hjá okkum. Eg plagdi at kvøða allar tríggjar tættirnar av "Sjúrðarkvæðnum", men tað merkiliga var, at tað, sum bilaði hjá mær, var at minnast byrjanina á hesum ymisku kvæðunum. Tá ið so gongd var komin á, og søgan byrjaði, so gekk tað bara mestsum av sær sjálvum.

Tá ið eg kom til, var dansurin at kalla dottin niðurfyri, tað var eingin dansur. Dansistovan var niðurløgd, og einki kom ístaðinfyri, fyrr enn vit sluppu at dansa uppi á Gjógv. Har hildu vit til eina tíð, men tá ið Petur Julius gavst at handla heiman fyri Lonarhúsini, so sluppu vit at dansa har, og har dansaði eg so leingi, sum eg búði við Gjógv. Jóhan í Blásastovu var fastur brúðarvísuskipari, men tá ið Oliver og Hansina giftust, tá skipaði eg brúðarvísuna fyri teimum. og tað var í stovuni hjá teimum. Eg mundi vera eini 15 ár tá, og eg minnist, at pápi hjálpti mær. Vit kallaðu tað "at syngja brúðarvísuna". Eisini havi eg skipað brúðarvísuna fyri Tummasi og Fridu í Ólastovu. og tað var í handlinum hjá Petur Juliusi. Fari eg ikki skeivur, so haldi eg meg eisini hava skipað brúðarvísuna fyri øllum trimum døtrunum hjá teimum - Magnhild, Halljónu og Fríðgerð. Teir gomlu menninir við Gjógv dugdu væl at kvøða, tá ið eg var ungur, og fleiri av teimum áttu sítt fasta kvæði og kvóðu tað bara eina ferð hvønn vetur, og eingin annar tók kvæðið hjá einum øðrum. Av konufólkunum minnist eg best Onnu í Lon - dóttir Kvívíks-Jógvan - hon kvað altíð "Det er i nat en vågenat", tað var fast hjá henni. Tann vísan var ongastaðni skrivað, og hana lærdi eg - eg kann gott siga - eitt kvøld, meðan hon kvað hana, kanska eini 40-50 ørindir.  

Vanliga var tað tann føroyska brúðarvísan, men tá ið Sanna á Klá og Valdemar Djurhuus giftust, tá skipaði eg bæði ta føroysku og ta donsku. Aftan á sjálva brúðarvísuna var vanligt at taka "Kong Hans" og "Fisken tager sin føde i vand".  - Petur á Fløtti fór til Hósvíkar, og Leivur var eftir við Gjógv. Teir doyðu báðir ungir: Petur druknaði í Grønlandi, og Leivur doyði av sjúku. So vítt sum eg veit, doyði dansurin við Gjógv mestsum út, tá ið vit góvust. Hákun, bróðir, er góður kvøðari, men hann hevur ikki lært seg við Gjógv, og eg ivist ikki í tí, at hann er tann í Føroyum, ið dugir mest at kvøða - hann dugir alt. Hann eigur mestsum allar kvæðabøkur, ið til eru, og eg haldi, at hann lesur lítið annað enn kvæðir.

Tað er altíð ójavnt, hvussu menn fáa dans at ganga, og skiparin hevur alt at siga. Fyrst og fremst er tað stevið - og at fáa kvæðalagið at passa saman - hetta, at fáa tað undir fót. Tað er ikki alt, sum fæst at ganga líka væl, so mann følir á sær, um  hetta var ein góður ella vánaligur dansur. Ein, ið kemur uppí hjá honum, ið skipar, kann gott oyðileggja dansin, bara av tí at hansara tónalag er eitt annað. Hann kann duga væl at kvøða kortini, men hann kann fáa lagið av lagi. Tað ger ikki so nógv, um tey sum dansa, ikki duga kvæðið, bara tey kvøða niðurlagið. Eru tað eini tvey trý, sum kvøða, so er alt í lagi. Tann, ið skipar, kvøður vanliga ikki alt niðurlagið, men hann byrjar og endar tað. At dansa føroyskan dans er veruliga at spæla sjónleik. Tú skalt liva við í kvæðinum, um tað skal fáast at ganga væl, og hetta dugdi Sigmundur í Hoyvík so sera væl. Hann dugdi væl at skifta lagið, soleiðis sum hendingarnar í kvæðnum fóru fram. Okkurt ørindi kundi kanska vera ógvusligt, og tað dugdi Sigmundur væl at fáa við - og so slakka av aftur.

Jens jacobsen copy

Jens skipar eitt kvæði í einum føðingardegi 2009.

Eg eri ikki bangin fyri, at dansurin fer at doyggja út, men vóru dansifeløgini ikki, so hevði staðið illa til. Tá ið eitt kvæði verður kvøðið ov nógv upp í saman - kvøld eftir kvøld  - gerst tað fótatraðk, og tað kemur tíverri fyri hjá einstøkum dansifeløgum. Eg kann t.d. nevna "Sigmundskvæðini"  - tey tola ikki at verða kvøðin ov nógv, so mann skal vera eitt sindur varðin. Og so er tað "Ormurin Langi"  - hann er allastaðni at hoyra, so tað er ikki so gott

Kategori: Frásagnir

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna