IMG 4488 copy

Jacobina 

Eg havi so av og á prátað við Jacobinu um ta farnu tíðina. Hon hevur sjáldsama gott minni, so prátini hava verið gevandi. Eg haldi, at hon er í so lítillátin og trek at lata frá sær:  "Spyr ikki meg um hatta!" - men harafturímóti letur hon einki frá sær, ið  hon ivast í. Tað er ein dygd.

Jacobina í Stólpa - Jacobina á Rætt - hvussu skal eg nevna hana? Áðrenn hon giftist, var einki ivamál: Jacobina í Stólpa. Men síðani hon giftist inn á Rætt, er hon meir ella minni tvínevnd, men eg haldi meg sjálvan fyri tað mesta siga Jacobina í Stólpa. Líkamikið!! Jacobina Kristiansen, f. Matras (1933) er gift við Pól Sigurd Kristiansen, (Pól á Rætt, f. 1928), og tey búgva á Rætt. Jacobina er dóttir Jóhonnu Matras, f. Joensen, á Bø (1902) og Jóhan Matras, f.1902. Jacobina og tey vóru 4 systkin: Jákup, (1929 - 2000) búði við Gjógv, Jacobina (1933) Gjógv, Elin, g. Dam, Norðskála (1937 - 2013) og Pætur (1941) Gjógv.

Jacobina hevur orðið:

 IMG 5454 Medium

Stólpahúsini 

Húsini í Stólpa eru bygd í 1845. Tann, ið bygdi húsini, var Jákup á Rætt (Jacob Hansen, f. 1820), og seinni var hann kanska kallaður Jákup í Stólpa. Abbi (Jacob Matras, f. 1873) segði tað, at navnið "í Stólpa" kom av tí, at tað var so stólput - óslætt - at koma til húsini. Húsini á Klá, ið eru bygd saman við teimum í Stólpa, eru eitt sindur yngri enn Stólpahúsini. Systir áðurnevnda Jákup á Rætt læt húsini á Klá byggja. Hon æt Kristianna (Christiana Hansdatter, f. 1804) - var jarðamóðir  og búði í Funningi. Hon var gift við einum manni, ið æt Niklái ( Nicolai Joensen, f. 1786?), og húsnavnið "á Klá" sigst vera avleitt av navninum Niklái. Sonur teirra, Sámal á Klá (Samuel Nicolaisen, f. 1838) fórst við "Rættarbátinum í 1870. Kona hansara, Anna Kathrina Weihe, f. 1838, var úr Oyndarfirði, og hon flutti aftur til Oyndarfjarðar, tá ið Sámal doyði. Abbi segði tað, at nakað kedd mundi vermamma hennara, Kristianna, jarðamóðirin, vera, tí hon rann líka út á Jarðamóðsskerið aftan á bátinum, tá ið Anna Kathrina fór avstað. (Kanska Jarðamóðsskerið fekk navn tá.) Jákup í Stólpa (Jacob Hansen, f. 1820) fórst eisini við "Rættarbátinum" í 1870.

Pápi var føddur í 1902, og hann plagdi at fortelja tað, at hann mintist, tá ið telefonpelarnir komu til Gjáar. Hann segði, at teir komu upp á land Niðri á Sandinum og blivu so drignir av hestum heim í gjøgnum dalin. Hann helt seg minnast hetta so væl av tí,  at hestarnir stóðu her í Sjúrðastovuhoyggjhúsinum (nú Geilarhoyggjhúsinum), og hann var so upptikin av hesum. Hetta vóru fremmandir hestar, so neyvan hava hestar verið her tá. Sjúrðastovuhoyggjhúsið var so grúiliga stórt, og seinni bleiv tað so býtt í trý: Geil átti tann ytsta partin, Dia (Heine Andrias Joensen, f. 1889)  tann mittasta og tey hjá Sofusi (Sofus Debes, f. 1896) tann heimasta. Sjúrðastova átti ein hjall heimi á Lítlafløtti - og so eisini hendan hjallin undir Lonahúsunum, sum tey í Lon nú eiga heimara part av og Svend (Svend Joensen, f. 1912) ytra part. Tann hjallurin man vera fluttur har niðan, tá ið eg var barn - helst áðrenn teir gjørdu vegin heim frá Gjónni - tí eg minnist, hvussu smalt og skitið tað var at ganga í millum Sjúrðastovuhjallin og hoyggjhúsið hjá Gøtu-Jógvani (Joen Poulsen, f. 1853). Seinni áttu tey Heimi í Horni hoyggjhúsið, sum nú er niðurtikið og gjørt til sólkrók á Klá. Jú, nú er nógv broytt allastaðni - eisini her rundanum. Heiman fyri Sjúrðastovuhjallin vóru tveir køstar - tann í Ytru Lon og tann í Heimaru Lon - og so ein gøta niðan í millum teir. So kom hvanngarðurin í Heimaru Lon. Tað man vera tann kendasti hvanngarðurin í bygdini. Hann var ikki so stórur tá, sum hann er nú. Vit plagdu hvørt ár at biðja hvonn, og Jóhannes í Lon (Johannes Berg, f. 1882) bað okkum bíða, til hann fór at taka. Eg minnist, at hann plagdi at leggja tær á hjalsgólvið, og at vit børn fingu hvør sína. Tað vóru eisini rabarbur í hvanngarðinum í Lon, og eg plagdi at leggja til merkis, at seyðurin át hvannir, men smakkaði ikki rabarburnar. Hvannirnar blivu rótgnagaðar, men tær komu skjótt fyri seg aftur, tá ið seyðurin fór av bønum. Vit høvdu rabarbugarð í gróthústoftini hjá abba heimi á Rættini og høvdu eisini sett nakrar hvannir inn í garðin, men tær spjaddu seg so nógv, at tær høvdu hug at køva rabarburnar. Pápi bað okkum ganga heim so av og á og royta hvannjólarnar niður. Vit so gjørdu, og hvannirnar doyðu út - hvør tann einasta ein. Nakrir aðrir hvanngarðar vóru í bygdini - og smádreingirnir høvdu eisini sínar. Teir tóku hvannir úr Gjónni og settu niður - og væl bar til.

Hesi húsini - á Rætt - eru bygd í 1911. Olrik á Rætt (Olrik Christiansen, f. 1846) tók tey gomlu húsini niður og bygdi so hesi. Tey gomlu vóru størri enn hesi - komu longri út. Her undir Rætthúsunum vóru tríggir køstar, men eg minnist bara tveir. Rætt átti tann heimara hálva, og tann ytri hálvi var koyrdur í helvt millum Stólpa og Klá. Klákøsturin, ið var tann ovari, fór undir vegin, ið varð gjørdur her heimeftir. Fyrr var so bara ein gøta í millum køstin og Rætthúsini. Tað vóru køstar allastaðni - hvørt hús mundi hava sín køst. Úti á Tjørnini til dømis - har vóru bara køstar: Skipskøsturin, køsturin hjá Sofusi og eisini ein Klákøstur. Tey á Skipinum høvdu ein laðaðan rabarbugarð uttan fyri húsini, og í tí garðinum høvdu dreingirnir á Skipinum eisini pisu. Oman fyri Skipshúsini stóðu hoyggjhúsið í Heimaru Lon, handilin hjá Dánjali Klein ( Daniel Klein, f. 1882), sum seinni bleiv brúktur til dansistovu - og hjallurin hjá Debusi. Tann gamla dansistovan, sum tey kallaðu fyri bláu, tí hon var blá innan, stóð heiman fyri húsini hjá Klæmint Juul (Klement Juul Matras, f. 1907). Eg veit, at hon bleiv niðurtikin í 1937, tí at mamma plagdi at siga tað, at tað fyrsta hon sá úr vindeyganum, tá ið hon kom úr seingini - eftir at Elin, systir, var fødd - var, at Anton á Klá (Anton Hansen, f. 1901) tók ta gomlu dansistovuna niður. Húsið heiman fyri Heimaru Lon bygdi Hjalmar á Teigunum í 1933 til handil. Dea á Rætt (Andrea Kristiansen, f. 1931) var so lítil tá, at hon kallaði handilin "Jarmarsa Handil". Hjalmar handlaði har, til hann gavst at handla í seinnu hálvu av 1940unum, og eftir tað var húsið brúkt til dansistovu. Eg minnist, at Petrina í Heiðriksstovu (Petrina Debes, f. 1911) stóð í handlinum - og Petur Julius (Petur Julius Joensen, f. 1876). Hjalmar (Hjalmar Joensen, f. 1908) var sjálvsagt eisini har.   - Uttan fyri Kláhjallin á Gjónni stóð Grótheyggjarhjallurin, og uppi uttan fyri Stólpahjallin stóð Gortruhjallurin. Tá ið teir gjørdu vegin niðan á Gjógv - umleið 1950 - máttu hjallarnir flytast. Grótheyggjarhjallurin bleiv fluttur oman um Grótheyggjarhúsini og stendur har framvegis. Gortruhjallurin bleiv fluttur oman í Tøðuna, men hann er burtur nú. Pápi bygdi okkum nýggjan hjall - Stólpahjallin - á ta gomlu hjalsgrundina um ta somu tíðina og gjørdi ein kjallara undir hjallinum. Tann gamli Stólpahjallurin hevði eisini kjallara, men hann var lægri og mest bara brúktur til torv. Klæmint Juul (Klement Juul Matras, f. 1907), pápabeiggi, og Hans á Skipinum áttu bát saman, og tað var "Báran". Í 1941 bygdu teir "Báruneystið" úti í Lágni. Tá ið tey á Skipinum fluttu til Havnar, keypti pápi partin hjá Hans í ´"Báruni" og í neystinum. Tað neystið, ið stendur har úti á Úttru eitur "Jomfrúneystið". Kristian á Rætt (Christian Christiansen, f. 1883) og Pól Jóhannes í Bíggjarlagnum (Poul Johannes Johannesen, f. 1888) áttu ein bát, ið æt "Jomfrúin", og hann stóð í tí neystinum. Seinni fingu teir sær ein annan bát, sum teir forlongdu til áttamannafar. Tann báturin æt "Føroyingurin", og tá longdu og umbygdu teir neystið, soleiðis sum tað sær út í dag. Seinni keypti Pól Sigurd neystið, og hann eigur tað nú.

Eg havi bara eina ferð verið á fjalli fyri mann, og tað var á Fløtum. Kristian Jacob í Nýggjustovu (Christian Jacob Joensen, f. 1887) kom til okkara at begynna, men tað var eingin heima hjá okkum. So sigur hann við meg: "Íðan, so fert tú bara sjálv!" Jú, eg fór, og hetta var ein stuttligur dagur, tí Hannelina (Johanna Louisa Debes, f. 1937) og Ebba í Bíggjarlagnum (Elsebeth Malena Niclasen, f. 1932)  vóru eisini á fjalli tann dagin fyri mann fyri fyrstu ferð. Onkur tvætlaði við okkum, og vit flentu nógv saman okkaramillum. Nei, konufólk gingu ikki á fjall tá - barasta Súsanna í Jógvansstovu (Susanne Joensen, f. 1895), sum eg minnist. Tó so, Dea á Rætt, Maria í Fornanum og Oddvør (Oddvør Debes, f. 1939) vóru onkuntíð á fjalli Fyri oman Rætt, og eina ferð var Dea eisini í Sáttarenni fyri mann. Tað var í 1950unum. Tá í tíðini var alt býtt upp í mannfólka- og konufólkaarbeiði. Eg havi heldur ongantíð flett, men eg hevði dugað at flett. Vit vóru nógv úti í nátúrini, og eg havi verið á øllum fjøllunum her rundanum uttan á Middagsfjalli. Tað ætlaði eg mær altíð, men ongantíð bleiv tað til nakað. Hvørt ár - tann 5.juli - vóru vit á Varmakeldu heimi á Damm. Vit høvdu kongabomm við okkum, og so bukaðu vit tey sundur á einum steini oman fyri gróthúsið hjá Jóhannesi í Lon og koyrdu grúsið í eina fløsku við vatni, og so drukku vit. So løgdu vit fløskurnar upp á gróthúsið, gjørdu ring rundan um gróthúsið og kvóðu onkra vísu - ella onkran sang. Páskaegg vóru at fáa í handlunum, tá ið eg var barn. Tey vóru hvít og pyntað við onkrum liti - líktust vanligum eggjum og høvdu ein søtan smakk. Best dámdi okkum at rulla páskaegg eysturi í Kinnini, har sum minnisvarðin er nú. Tað er so nógv broytt millum gentur og dreingir - fyri var alt meira uppbýtt -  hatta gera dreingir, og hatta gera gentur - nú er alt líka. Man gekk ikki bara og gjørdi seg vátan, tí tá var ikki so nógv at skifta við sum í dag. Bleiv eg vát um beinini, so læt eg meg bara úr sokkunum og bukaði teir í ein stein og so í teir aftur. Eg minnist eitt árið, ið Hanni (Daniel Johan Joensen, f. 1931) hjá Onnu Malenu (Anna Malena Debes, f. 1897) var her, tá helt hann fyri: "Her er nógv broytt! Nú vaðsa genturnar í ánni, og dreingirnir standa turrir uppi á landi!" Kanska hevur hatta havt okkurt við klædnadraktina at gera. Tað bar ikki so væl til at vaðsa í kjóla, og nú er lítil munur á klædnadraktunum hjá dreingjum og gentum. Vit gentur loftaðu og spældu nógv við dukkur. Eg minnist, at vit rotaðu seyðabein og brúktu kleyvarnar til dukkuskógvar. - Tað var ikki vanligt, at gentur høvdu pisu, men eg havi eina ferð havt pisu. Børnini vóru farin norð á Dal ein góðan dag um jóansøkuna at leita eftir pisum, og tá fann eg eina fitta kjóvapisu niðri á Flatinum. Dreingirnir hildu hana vera ov lítla, men eg tók hana, og teir fóru víðari - men hvat, nú eg eri einsamøll, leggur kjóvin á meg, so eg má rópa eftir hjálp, og so komu teir til. Eg fekk pisuna og bar hana heim og hevði hana eina tíð, men satt at siga, so gekk tað minni væl - hon doyði. - Bara eina ferð havi eg gingið grýla. Eg man hava verið lítil tá, tí mamma leiddi meg, og eg fór bara inn á Klá, Skipið, Nýggjustovu og til ommu á Bø, nei, tað tímdi eg ikki. Eg havi bara eina ferð verið í báti vestan fyri Gjónna. Ein góðan summardag fór Guttorm á Heygnum (Guttorm Klein, f. 1932) ein stimitúr við "Tjaldrinum" (6-mannafar) vestur til Búgvan, og fleiri ung fóru við - m.a. Dea, Hannelina og eg, men illa gekst. Dea fór at duffa við bátinum, og endin var tann, at hann mátti venda aftur við mær og Hannelinu. "Tjaldrið" fór so av stað aftur, og tú kanst ætla, hvussu kyrt tað var, tí tey fortaldu, tá ið tey komu aftur, at tey høvdu nortið við Búgvan. Eina ferð havi eg tó verið vesturi hjá Búgvanum, og tað var við einum motorbáti, ið æt "Immanuel". - Eingilskmenninar undir krígnum minnist eg væl, men eg minnist einki til, at teir góvu okkum sjokolátu, sum teir gjørdu aðrastaðni. Onkur eingilskmaður hevði lagt til merkis, at tað stóðu tvær kýr í kjallaranum á Rætt, og so komu teir inn á gólvið at keypa mjólk. Lena var blíð og bjóðaði teimum mjólk fyri einki, og glaðir vóru teir. Eingilskmennir búðu í skúlanum, og ein dagin, teir gomlu stóðu á Brúnni og sóu eingilskmenninar koma úr skúlanum við sleingitráðu og flugu, tá læt í einum: "Tað er vist, hasir avoyða ikki sílini!" Teir gomlu fingu annað at síggja, tí væl bar til við sleingitráðuni og fluguni. 

Pápi var sjómaður og var burtur hvørt ár - uttan í 1933 - tá ið eg var fødd. Dánjal Rasmus (Daniel Rasmus Joensen, f. 1890) var eisini heima í 1933, tí kona hansara, Anna, doyði tað árið. Pápi plagdi at siga, at tað árið málaðu Dánjal Rasmus og hann takið á kirkjuni.

jac.jpg

Frá vinstru: Elin, Pætur, Jacobina og Pól Sigurd

Tað er so mangt at minnast afturá frá barnaárunum, og ein hending stendur serliga klár í huga mínum. Eg var bara fimm ára gomul, tá ið hendingin fór fram. Hetta var í páskavikuni 1939. Sofus Debes, f. 1896, handilsmaður, keypti aluminiumskúlur fyri fimm oyru stykkið. Vit áttu nakrar kúlur liggjandi í hjallinum, sum pápi ella Jákup  (Jacob Matras, f. 1929) beiggi, høvdu funnið í fjøruni. Abbi tók so hesar kúlurnar og  skuldi lata Jákup, beiggja, fara at selja tær. Hann legði tá til merkis, at tað skvaggaði eitt sindur í einari av teimum. Hesa kúluna tók hann so inn í køkin - tók dekslið av komfýrinum og setti hana  á eldin, so at hon skuldi torna. Mamma var farin við Elini, systur míni,Yvir á Bø at vitja ommu. Hon var í tuflunum hjá abba - og hon var farin um ánna -  og tá ið hon kemur aftur, fer abbi at geva kúnni. Hann sigur so við mammu, at nú er kúlan so mikið heit, at tá ið tú tekur hana av eldinum, so mást tú hava okkurt tvørtur um hondina, so tú ikki brennir teg. Mamma tekur so borðlappan vátan tvørtur um kúluna, brennir seg og missir kúluna á gólvið. Abbi var ikki komin longri enn til spískamarsvindeygað - tá brast. Eg var inni á Klá, og har ristist so illa, at eg datt niður á bonkin. Tey tóku meg burturfrá, men eg sá mammu ganga uttanfyri. Hon var í ørviti, og tey vavdu eitt undirskjúrt runt um armin á henni. Abbi leiddi hana, og jarðarmóðirin, Sigga á Grótheyggi (Sigga Maria Knudsen, f. 1887)kom eisini til - tað minnist eg. Øll hondin hjá mammu brotnaði - allir fingrarnir - hon gjørdist blind í øðrum eyganum - sá ikki dagsljós við tí - fekk splintur í armin og síðuna og eitt í annan fótin og lá á sjúkrahúsinum í Klaksvík til út í juli mánað. Eitt petti av kúluni fór upp í gjøgnum loftið og stóð fast í hurðini uppi á loftinum, og allir rútarnir fóru í køkinum. Pápi var ikki heima, hann var til skips og visti einki. Hann forstóð seg ikki uppá, at hann einki bræv fekk - allir hinir fingu. Hinir vistu um hendingina, men søgdu tað ikki fyri pápa. Ikki minnist eg, hvørjum skipi, ið pápi var við, men teir komu so á Fuglafjørð og fóru so at ringja norður til Gjáar. Pápi var tann seinasti, ið fekk fatt, og tá kom Sofus Debes sjálvur til og fortaldi honum, hvussu skilið var. Pápi fór so beinleiðis úr Fuglafirði til Klaksvíkar at vitja mammu. Húsini vóru so mikið illa farin, at eg fór at vera í Nýggjustovu og Elin, systir, fór til ommu á Bø. Abbi var eftir í Stólpa, og Jákup, beiggi, svav eisini har, men hann fekk eta á Skipinum.

Hetta stóð at lesa í Dimmalætting 12. apríl 1939:

Ejendommelig Ulykke i Gjov 

IMG 5006 copy 

 Ein aluminiumskúla og ein fótbóltur eru nærum líka stór

Skærtorsdag fandt en ung Mand i Gjov paa søen en Aluminiumskugle af dem, man bruger til Trawl. Der var sivet lidt Vand ind i den, og han bragte den derfor hjem og satte den paa Komfuret til Tørring. Den unge Mands Moder, Fru Matras, skulde senere tage den af Komfuret, men brændte sig af den, hvorved hun tabte den paa Gulvet. Der indtraf nu en Eksplosion, hvorved Fru Matras fik alvorlig Skade i det ene Øje samt i højre Haand og Arm. Luftpresset var saa voldsomt, at alle Køkkenruderne sprang. Den tilskadekomne maatte føres til Klaksvig Sygehus.

Fyrst ið eg minnist, høvdu vit kúgv saman við teimum á Skipinum - eina svarta, kolluta kúgv. Abbi gav kúnni, og tey mjólkaðu annanhvønn dag. Vit áttu eitt stykki úti á Nasa. Har fæst ikk skarpt hoyggj, og man tað vera saltið úr sjórámanum, ið ger tað. Abbi plagdi at goyma Nasahoyggið til at geva kúnni, tá ið hon hevði kálvað, tí so fór hon at tysta so illa og drekka meira vatn - og sostatt mjólka betur. Eg minnist so væl, at tað var fyri tað mesta Elspa ( Elsebeth, f. Matras 1899) fastir á Skipinum, ið mjólkaði, tí mamma hevði fingið so stóran skaða. Eisini hoyggjaðu vit saman, men seinni keypti Hans á Skipinum Álina frá teimum í Sámalsstovu. Álin var ógvuliga stór og gekk frá garðinum og oman í ánna heiman fyri Rættina. Símun (Simon Joensen, f. 1886) og Kristoffur í Sámalsstovu (Christoffer Joensen, f. 1904)  høvdu fingið hesa álina aftur fyri arbeiði, ið teir høvdu gjørt í høgunum, og teir báðir veltu álina. Eisini keypti Hans ein gyllin í jørð úr Sámalsstovu, so tey fingu sær eina heila kúgv, sum stóð hjá Sofus Debusi. Jákup, bróðir, fekk í 1950unum eina skotaær frá skyldfólki okkara á Tvøroyri. Vit høvdu hana sum kenningarær fyri Oman Rætt. Tað var ein góð ær, og hon lemdi ofta tvey. Skotaslagið høvdu vit so leingi, sum kenning var fyri Oman Rætt. 

Komediu havi eg eina ferð spælt, og tað millum jól og nýggjár 1955. Tann leikurin æt "Gift teg". Pengarnir, ið komu inn, fóru til at leggja elektricitet í kirkjuna. Hans, lærarin, var nokk forsprákarin til leikin. Hans (Hans Kristiansen, f. 1924) og Maria í Fornanum (Maria f. Sivertsen, 1936)  vóru bóndahjúnini, og Petur Jacob hjá Lisabeth (Petur Jacob Sigvardsen, f. 1932) var sonur teirra. Eg var ein ung, fátækslig genta - dóttur Kristionnu hjá Juliusi (Kristianna f. Joensen, 1937).   Tað var ikki væl dámt av bóndahjúnunum, at Petur Jacob - sonur teirra - og eg fóru at ganga saman. Annfinn (Annfinnur Jacobsen, f. 1932) var húskallur í bóndahúsunum, og hann dugdi framúr væl at spæla. Anna í Bíggjarlagnum (Anna, f. Niclasen, 1935) var ein gomul kona - haldi, at hon var gomul genta. Hetta var ein stuttligur leikur, og vit flentu so illa, meðan vit vandu, at vit vóru liðug at flenna, tá ið vit spældu. Nógv fólk komu til leikin, og eg minnist tað, at Dánjal Klein, f. 1883, var hvørt kvøld. Hann doyði annars 7. januar 1956. Annars komu fólk aðrastaðnis frá: Eiði, Funningi og 6 mans úr Skálafirði.

Tað er løgið at hugsa sær, at einki hegn var út eftir Gjónni, tá ið eg var barn. Menninir stóðu ella sótu í bakkanum har uppi, meðan børnini reikaðu aftur og fram. Ikki minnist eg nakað serligt til, at nógv varð tosað um tað, men eina ferð var Sedea hjá Svend (Sedea Joensen, f. 1944) farin heilt ytst útá úti á Úttru - hon var heilt lítil tá. Eg veit ikki, um tað var hetta, ið førdi til, at kommunan seinni fór at seta hegn upp á Gjónni. Tað er, ið hvussu er, tiltrongt!

Kategori: Frásagnir

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna