Ein av hesum myrku døgunum í novembur 2014 stakk eg inn á gólvið hjá Erlingi. Ørindini vóru serliga at fáa hann at fortelja mær eitt sindur um sítt langa lív á sjónum. Hann hevur siglt í samfull 53 ár uttan at leggja nakað ár burturúr - tað man vera fáum beskorið. Men hann hevði eisini mangt annað at fortelja.

Erling í Nýggjustovu (Erling Joensen) er føddur í 1935. Foreldur hansara vóru Oluffa f. Joensen, 1894, á Bø, og Christian Jacob Joensen, f. 1887, í Nýggjustovu. Erling er yngstur av fýra systkjum: Jóhan, f. 1917, búði í Havn, Pætur, f. 1920, Gjógv, Ingibjørg, f. 1923, Gjógv og Erling, f. 1935, Gjógv. Erling giftist í 1963 við Hannelinu (Johanna Louisa Berlina Sofía, f. Debes 1937). Tey eiga dóttrina Odu, ið býr í Havn. Nú fær Erling orðið:

erl.jpg Medium

Erling - desembur 2014

Tað var lívligt í bygdini, tá ið eg var smádrongur.  Eg hevði nógvar javnaldrar og so eisini fleiri onnur, ið vóru eitt sindur eldri ella eitt sindur yngri enn eg. Vit børn spældu nógv saman úti tá, men mest spældi eg við Sigurd í Bíggjarlagnum, og Bjarni á Fløtti var nógv saman við okkkum, sjálvt um hann var eitt sindur yngri. Tá ið eg fór í skúla, vóru yvir 50 skúlabørn. Spølini vóru eitt sindur eftir, hvør árstíðin var - heilt nógv ymisk spøl -  sparking, lakking, blunda og krógva og tílíkt. Vit dansaðu á Brúnni um kvøldarnar - ella Heimi á Rættini. Vit dansaðu í runding - ein genta var t.d. inni í ringinum, so sungu vit eitt vers, og hon tók so ein drong inn í ringin, og soleiðis skiftust vit. Tá sungu vit mest "kjerligheitssangir".

Um summarið hevði næstan hvør drongur pisu - fyri tað mesta kjóapisu ella skurapisu. Tær fingu vit Norðan av Dal (Ambadali). Pisurnar fingu síl ella lítlimurtar, so vit vóru nógv upptiknir um summarið. Vit plagdu at fiska lítlimurtar í Gjónni ella í Fjøruni. Tá ið pisurnar vóru floygdar, plagdu vit at seta tær upp á hjallin. Kjóapisurnar komu aftur at fáa sær tað fyrsta summarið, men so sóust tær ikki aftur. Øðrvísi var við skurapisunum, tí tær kundu koma aftur ár um ár. Onkur hevði lundapisu, men tær vóru ikki so lættar at fáa at eta. Til dømis hevði Monrad í Jákupsstovu lundapisu, og hann hevði gjørt henni eina holu niðan fyri Jákupsstovu, og vit plagdu at síggja hana ganga út og inn har. Tá ið hon var floygd, slapp hon í Ánna, men hon endaði á sjónum og sást ikki aftur. Lundapisur vóru ikki so lættar at fáa at eta. Øðrvísi var við kjóapisum og skurapisum. Stóð illa til, so kundu tær fáa ein breyðbita. Mamma var altíð so bangin um meg, henni dámdi einki, at eg var í Gjónni - frægari í Fjøruni. og ofta tók hon meg við sær til neyta seinnapartar, so hon visti, hvar eg var. Nei, sum eg tímdi illa at fara til neyta við mammu, tí javnaldrarnir róptu "neytakona" eftir mær, tá ið eg kom aftur. Tú kanst ætla, hvussu ringt tað var hjá mær at fara av stað aftur, men tað hjálpti, at eisini aðrir dreingir gingu við mammum sínum.  Ella Niðri í Geil, Lena mostir á Bø, Elspa á Skipinum og mamma gingu saman, og so gingu tær eisini fyri Jóhonnu mostur í Stólpa, sum hevði fingið skaða av eini aluminiumskúlu, sum sprongdist á komfýrinum hjá teimum. Vit høvdu tvær kýr viðhvørt, og so høvdu vit eisini ein vetring at selja -  serliga tá tað var kvígukálvur .  - Um heystið vóru tað hornini. Vit fóru niðan á Heygg við hornunum, og so kastaðu vit tey oman - vit róku sum á fjalli, Tá ið komið var í "rætt", bundu vit tey niður, og so fóru vit at býta í fimtingar - apaðu okkum eftir teimum vaksnu. -  Eg tímdi illa at vera í torvi, men væl at fara á villan (at leita eftir lesull). Tað vóru bæði børn og vaksin, ið leitaðu eftir lesull. Vit kundu ganga allastaðni, men tað vóru bara vaksnir menn, sum leitaðu í Líðini, tí har er so bratt. Eg má leggja aftrat, at tá í tíðini kom øll ullin til sættis. - Eg havi eisini gingið grýla - tað var stuttligt. Vit brúktu heimagjørdar gekkaskortar - gjørdar av pappi og málaðir. Nei, sum Pól Jóhannes hjá Onnu Malenu dugdi væl at gera gekkaskortar og at lata seg í. Eg síggi hann fyri mær, einaferð hann hevði stappað seg út við hoyggi, og so var hann í koti og knæbuksum. Hevði tú sæð, hvussu væl hann riggaði. Ein stórur riðil gekk aftan á honum inn í húsini, og so plagdu tey at standa upp gjøgnum trappurnar upp á loftið  - tað var ikki væl dámt, dálking. - Onkra skálkagerð kundu vit finna uppá - sum t.d. at seta fast. Vit festu ein svartan trillutráð undir okkurt køksvindeyga, og so krógvaðu vit okkum onkrastaðni. So høvdu vit ein klút, sum vit vættu við petroleum og gníggjaðu hann aftur og fram eftir tráðnum, so tað fór at hvína so illa inni í húsunum. So sóu vit onkran koyra gardinurnar frá, men tá ið hurðin fór upp, og onkur kom út, slitu vit tráðin, so einki var ar at síggja. Hatta var so óskyldugt, haldi eg, men verri var við einari aðrari gerð, sum var ein beistagerð og illa umhugsað. Vit stóðu - ein rúgva av dreingjum - Uppi í Túni, nú kemur Dia í Jákupsstovu leiðandi úr Sjúrðarstovuhoyggjhúsinum við eini kenningarær og sleppir henni inn í hoyggjhúsið hjá sær - við Brúgvasporan. (Tað hoyggjhúsið er niðurtikið). Ærin var Innan úr Haga í Funningi, og hon var komin til at lemba. Tá høvdu teir ikki veðragjólingarnar inni um heystið. Eyolvur á Skipinum plagdi at hjálpa til hjá Sofus Debesi viðhvørt, og so var tað ein dagin fyrst í apríl, at hann hevði flett ein deyðseyða - eina ær - heimi í Stovugili, og hann hevði goymt lambið, tá ið hann kom at hugsa um ærina hjá Dia. So tosaðu vit kúllarnir um at leggja tað deyða lambið inn í hoyggjhúsið hjá Dia, og tað bleiv eisini gjørt. Allir skuldu nerta við lambið, so at allir vóru skyldugir. Tá ið eg kom upp aftur morgunin eftir, fortelur pápi, at tað sendur einki til hjá Dia í morgun, tí ærin Innan úr Haga hevur lembt deytt, og tað verður ringt at fáa nakran burð, tí hetta er so tíðliga upp á árið. Eg mundi sett í hálsin, so illa bleiv eg við. So fór eg út og yvir í Tún. Har møtti eg tveimum dreingjum. Teir grýna og siga, at nú er hetta um lambið blivið handilstos. So samlaðust vit allir saman, og vit vóru samdir um, at nú høvdu vit gjørt for nógv av - vit máttu fara at biðja um forlátilsi. Vit fóru so yvir í Jákupsstovu og upp í gjøgnum trappurnar, og tá letur í einum: "Ikki lata hurðina aftur!" Vit fara so inn og nevna hetta og biðja um forlátilsi. Dia svaraði: "Tað var pent av tykkum at koma at biðja um forlátilsi!" Samstundis læt í Biritu - mammu Dia: "Ikki mugu tit gera fortreð, staklarnir, og Jesus pápi fylgi tykkum!" Vit fóru út aftur við góðari samvitsku. Hetta var ein stór beistagerð, ið endaði væl, og ærin lembdi í øllum góðum eina viku seinni. Ja, mangt kundi man finna uppá sum smádrongur. Eg haldi, at eg taki eina søgu aftrat. Pól Jóhannes hjá Onnu Malenu hevði bestilt sær okkurt úr príslistanum hjá ´"Candor" í Danmark, og samstundis hevði hann eisini bestilt nakrar stinkbumbur. Tær vóru gular á liti og líktust seyðabollum. Í frágreiðingini, sum fylgdi vð, stóð, at tær skuldu leggjast á eitt turt stað og so fáast hol á tær. Avgjørt varð so, at vit skuldu leggja eina inn undir bonkin í Sofusa handli. Onkrir menn vóru í handlinum, og tveir eldri menn - Per í Heiðriksstovu og Jákup Pauli í Ólastovu - sótu á bonkinum. Bumban bleiv so løgd inn undir bonkin, og onkur traðkaði á hana. Ikki trýrt tú, tann luktur. Per og Jákup Pauli sótu og hugdu hvør upp á annan og søgdu: "Nei, her er ikki verandi!" Teir reistu seg upp - og út. Sofusi dámdi hetta væl í fyrstani, men tá ið hann føldi allan luktin, bleiv hann illur og rendi okkum á dyr. Ná, men hetta skuldi eisini prøvast í handlinum hjá Petur Kristiani. Dánjal í Gortru hevði hoyrt um hetta her, og tá hann sær okkum, letur í honum: "Nú er okkurt!" Vit fóru inn - einir tveir á gangin - og Petur Kristian visti einki um hetta. Vit vistu ikki, hvar vit skuldu leggja bumbuna, men tað endaði við, at vit løgdu hana í vindeygað og kroystu hana. Upp á sama máta, tú trýrt bara ikki tann luktur. Dánjal í Gortru fer út og sigur: "Her kemur ikki eitt menniskja aftur at keypa!"  Nù følir Petur Kristian luktin - hann rýkur upp og tekur ein tóman mjølsekk og slær hann eftir okkum - og vit hildu á dyr. Soleiðis var hatta við stinkbumbunum, men eg minnist einki til, at tær blivu brúktar aðrastaðni enn í handlunum.

 Um veturin plagdi ungmannafelagið "Norðstjørnan" at skipa fyri kurvaballi, og eg havi verið til tvey kurvaball.  Tað gekk soleiðis fyri seg, at genturnar gjørdu hvør sína kurv. Kurvarnar vóru sera vakrar, og viðhvørt fingu genturnar hjálp frá onkrum drongi. Kjartan á Heygnum var so fittur í hondunum, so hann plagdi at hjálpa teimum. Eg minnist eina kurv, sum líktist einum flúgvara, sum hevði tvær ølfløskur undir veingjunum. Kurvarnar blivu seldar á uppboði, men dreingirnir vistu ikki, hvør genta ið átti ta ávísu kurvina. Dreingirnir bjóðaðu so upp á kurvarnar, og tann gentan, ið hevði latið ta kurvina, ið tú keypti, bleiv so tín borðdama tín fyri kvøldið. Onkur drongur kundi vita, hvør ið hevði latið kurvina, tí tað sást so væl undir bjóðingini - hann royndi at fáa ta kurvina, og tá kundi onkur annar finna uppá at bjóða ímóti bara fyri at arga. Annars var tað soleiðis, at tað lá ein seðil í hvørjari kurv við navninum á tí gentuni, ið hevði latið kurvina. Matur var í kurvunum, og tá ið tú hevði keypt eina kurv, so bjóðaði tú gentuni til borðs, og so ótu tit bæði matin úr kurvini, og seinni varð so føroyskur dansur til langt út á náttina. Pætur, bróðir, fortaldi einaferð um eitt stuttligt kurvaball, sum hann hevði verið til. Ta ferðina hevði Anna í Fornanum lagt eitt seyðarhøvd í sína kurv, og tað hildu tey vera serliga stuttligt. Meðan tey sótu og ótu, skar annað av teimum eygað úr høvdinum og rætti tað yvir um borðið - til onkran, ið sat hinumegin - men tað var so óheppið, at eygað datt beint niður í fløtakrússið, ið stóð á borðinum. Jákup Bernhard - Bernhard Brim - var formaður í Ungmannafelagnum, og hann reisti seg upp at halda talu. M. a. byrjaði hann nakað soleiðis: "Nú hava fleiri gramt seg um, at einki høvd hevur staðið fyri hesum kurvaballinum, men her kann eg so boða tykkum frá, at nú loypur eitt høvd av." -- Klapp og látur.

3 Medium

Nýggjustovusystkini. Frá vinstru: Jóhan, Ingibjørg, Pætur og Erling.

Húsini í Nýggjustovu - barnaheimið hjá mær - eru stór við stórum hoyggjhúsi í heimara enda. Abbi - Jóhan í Nýggjustovu - bygdi tey, og eg haldi, at hann ætlaði at byggja tvinni hús saman: eini til pápa og eini til Jógvan, farbróður. Niðarlaga á norðursíðuni sæst ein onnur úthurð, ið ongatíð hevur verið brúkt, tí Jógvan farbróðir og Lena mostir búsettust heimi á Bø. Ikki dugi eg at síggja, at húsini eru innrættað til tvær familjur, men køkurin er óvanliga stórur, tá ið tú hugsar um eina familju. 

Hundur man altíð hava verið í Nýggjustovu, og navnið hevur verið Snar. Hundur var ikki til nakra serliga nyttu tá, men hann var góður at akta við, men aktingarhundur nyttar einki til nakað annað. Aktingarmaður var í Nýggjustovu, og hann fekk tað besta lambið, tá ið veðragjólingarnir vóru tiknir burturúr, og tað bleiv kallað aktingarlamb. Ájú, mangt er at minnast á. Deyðseyður bleiv eisini býttur millum eigararnar. Kristian í Hoygarðinum var formaður í hagastýrinum á Suðurhelvt, og tá ið deyðseyður var funnin, so vóru boð send eftir Kristiani, tí hann skuldi gera av, um deyðseyðin skuldi býtast ella ikki. Tað gjørdi ongan mun, um seyðurin var deyður av bráðssótt - kjøtið bleiv bara sett á saltvatn. Deyðseyðin plagdu røktingarmenninir at fletta úti í haganum, og so løgdu teir skinnið upp á onkra krógv at torna. Skinnið bleiv so býtt saman við várullini - undir húsunum hjá Juliusi í Hoygarðinum.  Teir býttu í leypi, og so nær gingu teir í býtinum, at knívur bleiv settur á skinnið viðhvørt. Nisparnar - tað leysa, ið lá eftir í túninum - tóku teir upp í hondina og rullaðu teir saman niður eftir lærinum. Jú, skil skuldi vera í.  Eisini gjørdu teir mun á litinum á ullini. At fáa lit til mynstur var væl dámt. Um heystið royndu teir eisini at býta skurðin soleiðis, at tey tey svørtu lombini ikki lógu saman. Tað verður einki hugsað um sovorðið í dag. - Eg gekk ofta í haganum saman við pápa, og mær hevur altíð dámt væl at fingist við seyð. Eg varð valdur til røktingarmann í 1963, so eg kom at røkta  saman við Sigurdi og Pæturi, og røktingarlønin var 5 ær og eitt lamb av haganum - tað besta lambið, tá ið veðragjólingarnir vóru uppgjørdir. Best dámar mær at ganga í haganum í lembingini, og tá verður hvørt lamb havt á hondum, og merkið sett í oyrað. Men fyri at siga sum er, so ætli eg mær nú at gevast at røkta og lata yngri og betri kreftir sleppa framat. 

.koyggjurn Medium

Erling, Hannelina og lítli Erling.

Eg skal siga tær tað, at sum tær sær út fyri mær, so fer hoyggingin at halda uppat. Eg veit ikki, hvat eg skal siga um tað, men tíðir broytast, og nú skal alt gerast upp á lættasta mátan. Tað var ikki sum at siga tað at hoyggja til eina - og viðhvørt tvær kýr og vetring - og nógvar kenningarseyðir - við líggja, turkiløgum, línutrogum, byrðum - og so renna stykki av stykki um allan bøin, tí vit mundu hava oman fyri 50 stykkir spjadd um alla innmarkina. Eg sigi ikki tey ungu ring fyri tað, at tey ikki tíma tað knossið. Torvið og neytini fóru í mínari tíð, og nú stendur nógv á hoynum, og hvussu man tað fara at vera við seyðinum? 

Vit í Nýggjustovu, teir Niðri í Geil og Jógvan pápabeiggi, Heimi á Bø, gingu nógv í Fjøruna og leitaðu eftir reka. Tað var nógvur reki undir Krígnum, og ta einu náttina fann Pætur, bróðir, tríggjar gummiballur. Tær vóru brúnar á liti og fýrakantaðar - einar 50 cm breiðar og 40 cm høgar, og fláirnar vóru klistraðar saman, so tær vóru ikki so lættar at fáa sundur. Vit plagdu at leggja tær í sólina eystan fyri húsini, og tað plagdi at hjálpa. Pætur gjørdi skógvar burtur úr teimum. Hann brúkti ein træleist, og so laðaði hann botnin og hælin upp. Skógvarnir riggaðu bara væl, og eg havi gingið í teimum. Tað var hildið at vera kupp at finna gummiballur, men tað var so nógv gummi í teimum, at vit lótu fleiri hús fáa burturav. Men ikki veit eg - hetta við ballunum var ikki so dámt  av øllum, tí Pætur bleiv meldaður og mátti lata eina ballu í bót til sýslumannin í Fuglafirði. Men nú var tað tað, at Sivert Martin á Fløtti hevði eisini funnið eina gummiballu, men hon var trillrund og vavd saman í ein hurlivasa og fekst tí ikki sundur. Tað endaði so við tí, at tann ballan bleiv latin sum bót til sýslumannin, og Sivert fekk eina av teimum trimum ballunum hjá Pæturi. Ballan fór so til Fuglafirðar við einum báti, ið fór við fiski, men teir søgdu tað, at ballan bleiv liggjandi á keiuni - teir kendu hana aftur, tá ið teir vóru við fiski. Sivert á Fløtti gjørdi nógvar skógvar av gummuballum

IMG 5733 copy Medium

Erling og abbasonurin, Erling, hava funnið fløskupost í Taravíkini í januar mánað 2007 

Og so var tað ein dagin - tá gekk eg í skúla - at Kristian Jóhannus hevði funnið ein stóran flaka eysturi í Taravíkini.  Nýggjustovumenninir munu hava verið ov seinir tann morgunin. Flakin var fjaraður uppi í Taravíkini, og tá ið Kristian Jóhannus kom eystur og hugdi oman av bakkanum, bleiv hann so kløkkur, tí hann helt hetta vera eini hús - so stórur var flakin. Menninir royndu so at skunda sær at taka flakan sundur, áðrenn tað fløddi aftur. Teir, sum hjálptu Kristian Jóhannusi, vóru Pætur, pápi, Jógvan Gubbi, á Bø, og Klæmint Niðri í Geil, og tá ið liðugt var, býttu teir fongin millum sín. Hetta var ein timburflaki, sum hevði jarntangar til flot, og so var ein annar tangi, og í honum var sjokoláta, mjólkatablettir og aðrar tablettir at styrkja seg við. Sjokolátapláturnar vóru í smáum dósum, sum vóru loddaðar til, og ein uppskerari lá eisini har - til at skera dósirnar upp við. Har var nógv sjokoláta til samans, og eg minnist, at onkur kom úr skúlanum og fylgdist til hús við mær fyri at vænta sær sjokolátu, og tað fingu tey. Annars var einki av týdningini í flakanum uttan ein lummalykt av messingi - við neti fyri glasið. Lummalyktin er til enn, og hon er eysturi hjá Pæturi. Teir blivu eisini meldaðir fyri flakan, men tann bótin var lagalig -  30 krónur.  Ein mina brast í Taravíkini - ella á Ìslandi - undir krígnum, og tað minnist eg væl. Hon gjørdi stóran skaða í bygdini. Nógvir rútar og nógvir skorsteinar fóru. Hjá okkum fóru næstan allir rútarnir og eisini kamin. Kamin mundi fara, tí húsini ristust so illa. Eg minnist, at abbi kom berandi við mær gjøgnum øll splintrini og segði: "Drongurin hevur ongan skaða fingið!" Mamma segði, at abbi kom berandi gjøgnum glassplintrini við mær í tuflum, og at hetta hendi beint fyri midnátt. So var tað ein onnur mina, men tað var aftan á Kríggið. Eg var í skúla tann dagin, og ein mina hevði rikið aftur og fram út fyri Malinikletti allan dagin. Kommunan hevði fingið eina riflu at skjóta eftir teimum minum við, sum róku fram við landi. Tað ráddi um at fáa hol á minuna, so hon drakk sjógv og sakk.  Abbi á Bø - Gamli Pætur (Pætur Joensen) - var formaður í kommununi, og hann var farin eystur undir Hamar - eystur undir tann stóra steinin har niðri á bakkanum við Seyðabólsánna - við byrsuni. Børn og vaksin vóru eisini komin har eystur at forvitnast. Abbi skeyt, men tað hendi einki við minuni, og so letur í Jákup Bernhardi (Bernhard Brim): "Gubbi, lat meg fáa rifluna!" Jákup Bernhard fekk rifluna, og hann rakti beinan vegin - helst í ein pinn - tí minan sprongdist í einum ordiligum bresti og sjóroki . Tá ið alt var yvirstaðið, flotnaðu brosmur og reyðfiskar upp av øllum trýstinum.  - Í mínari tíð var eingin serligur reki at finna, tað vóru mest russaraboyur, russaratundur og tunnustavir, tí tá royndu russarar eftir sild norðanfyri saman við føroyingum. Tær rundu russaraboyurnar vóru so lættar, at tær kundu fúka langan veg niðan í bøin - ja, líka heim undir Leitið ella longri. Tær avlongu, sum smádreingirnir nevndu brugdur, vóru tyngri, men tær vóru serliga nógv avhildnar, tí tær vóru væl egnaðar at rógva á á Lítlafløtti. 

IMG 0456 Medium

Hannelina og Erling í 2005

Eg giftist við Hannelinu í 1963, og vit eiga eina dóttur, Odu. Hon býr í Havn og er gift við Jørgini Mørkøre, úr Klaksvík. Tey eiga trý børn: Hannelina (1990), Elsa (1993) og Erling (1999). Í summar bleiv eg so langabbi, tá ið Hannelina fekk eina dóttur, ið kallast Lín. Ta fyrstu tíðina aftan á at vit giftust, búðu vit í Nýggjustovu. Húsini bygdu vit í 1964, og smiðirnir vóru Esbern Anthoniussen, úr Oyndarfirði, og Svend Joensen, frá Gjógv. Grundstykkið fingu vit frá Kristiani í Hoygarðinum. Vit býttu um stykkir - vit fingu hetta, og hann fekk eitt frá okkkum eysturi á Lutastað. Bygt var fyri tímaløn, og eg minnist, at tá var tímalønin 5 krónur, og cementsekkurin kostaði 7,20 kr. Eg var burtur tá, og vit gjørdu ein so góðan túr, at eg fekk fyri alla arbeiðslønina. Eg sigldi hjá Kjølbro, og sjálvandi keypti eg alt tilfarið frá teimum. Tað komu so nógvar rokningar, at ein dagin fór eg inn á skrivstovuna hjá Kjølbro at spyrja, um teir ikki kundu leggja allar rokningarnar saman og senda mær tær. "Hvat? Ætlar tú tær at rýma úr reiðarínum?" spurdu teir. "Nei, tað havi eg ongar ætlanir um," svaraði eg teimum. So søgdu teir, at um eg gekk inn upp á tað, so kundi eg bara sigla fyri rokningar. Eg betalti so einki, men tók av tilboðnum, og tað gekst so mikið væl, at innan fyri eitt ár var eg skuldafríur, so tað var ikki smávegis. 

Sum fyrr nevnt, hevur Erling verið 53 ár á sjónum, og hevur hann verið so skynsamur, at hann m.a. hevur fest niður á blað, hvørjum skipum hann hevur verið við frá 1950, til hann legðist uppi í 2003. Erling hevur orðið: Ja, eg havi skrivað mær niður hvørjum skipum, ið eg havi verið við, hvørjir skipararnir vóru, og so havi eg eisini nevnt okkurt annað. Yvirlitið kemur her:

1950: "Polo"

polo

"Polo"

Mín fyrsti túrur: Eg konfirmeraðist á Eiði um heystið 1949, og hóast eg átti nógvar javnaldrar, so var eg einasti konfirmantur frá Gjógv. Eftir hetta tráaði eg eftir at sleppa til skips. Eg minnist væl, at eg stóð undir húsunum hjá Oliveri, og nú kemur Svend har og sigur, at "Polo" manglar ein kokkadrong. Hann spyr so meg, um eg hevði hug at koma við. Eg segði ja beinan vegin og so yvir til okkara at fortelja. Ikki var tað væl dámt, men eg segði, at eg hevði játtað meg. Tá segði Pætur, bróðir: "Skal hann til skips, so er eingin betri kjansur, og eg eri við eisini." So var bara at fara at rigga meg til. Eg mynstraði sum kokkadrongur við "Polo" 15. mars í 1950. Tá var eg júst blivin 15 ár. Eg fylti 5. mars, meðan vit riggaðu til á Klaksvík. Vit fóru á Suðurlandið við snøri, og veiðuhátturin var sjálvdráttur. Tað várið var ikki nógvur fiskur. Vit fingu 500 skippund tann túrin. Edvard Jacobsen, í Svínoy, var skipari.

Tann fyrsti túrurin gekk væl hjá mær, eg hevði góða sjónátúr. Vit høvdu siglt leingi og nærkaðust Vestmannaoyggjunum. Nú, meðan vit sita og eta, letur í einum svínoyingi: "Hann er tættur sum tunnan!" "Nú haldi eg, at eg vil spýggja," svaraði eg. Tað var sjaskveður, og eg spýði. Eg haldi, at hetta er einastu ferð, eg havi spýð, so góða sjónátur hevði eg. Vit vóru 30 mans við hendan túrin, eg fekk hálvan part, og mítt arbeiði var at ganga kokkinum til handa: vaska upp, seta á borðið, vaska eplir og rudda. Til døgurða fingu vit ofta fiskamat, t.d. knettir, saltkjøt og grind. Upp á breyð var serliga margarin og "russarareyv" - hesar stóra reyðu pylsurnar. Viðhvørt bakaðu vit skuffukaku við rosinum, og sunnudag var altíð budingur á skránni. Leygardag plagdu teir at taka til: "Nú er budingsaftan!" -- Eg var eitt sindur errin, tá ið eg kom aftur av mínum fyrsta túri. Benadikt hevði keypt bil, meðan eg var burtur. Hetta var fyrsti bilurin, ið kom til Gjáar. Vit hildu hann vera stóran, men hann tók bara 1½ tons. Eg var ikki meir enn komin inn til okkara, nú koma dreingirnir eftir mær og biðja meg koma við biltúr heim undir Skarð - vegurin var ikki komin longri tá. Hetta læt eg mær ikki siga tvær ferðir. So koyrdu vit av stað - fulla last - bæði dreingir og gentur - og vit sótu á beinkjum. Vit høvdu leigað bilin, og tað kostaði eina krónu í part. Vit sungu og stuttleikaðu okkum, so tað var lív í og nógvur látur. Hetta gjørdist ein vani: at leiga Benadikt sunnudagstúr við okkum heim undir Skarð. Onkrir av teimum eldru vóru eisini við viðhvørt. Eg minnist væl til Pætur á Bø og Jóan Petur í Horni.

Seinast í mai mánað fóru vit til Grønlands, og eg var framvegis kokkadrongur. "Polo" lá uppankrað inni á ymiskum firðum - mest á Streymfjørðinum. Vit royndu við fýra bátum av skipinum. Bátarnir kallaðust "Sildin", "Jaktin", "Killarin" og "Smoking". Hendan túrin var Símun Poulsen, í Svínoy, skipari.

1951: "Polo"

Vit fóru í mars mánað á Suðurlandið við snøri og sjálvdráttri, og var eg framvegis kokkadrongur. Edvard Jacobsen, í Svínoy, var skipari hendan túrin.

Síðst í mai mánað fóru vit so til Grønlands, og nú var eg dekkari. Sum vant royndu vit inni á firðunum við línu og snøri. Símun Poulsen, í Svínoy, var skipari. Hetta var seinasts árið, ið "Polo" var til fiskiskap. Eftir hetta fór hon at sigla við frakt. Tað plagdu at vera 30 mans við "Polo". Tað mesta vóru svínoyingar, men hendan túrin vóru 11 gjáarmenn, og eg minnist, at ein svínoyingur tók nakað soleiðis til: "Nú dámar mær einki, nú hevur gjáarmaðurin yvirmaktina!" Tað er nógv broytt síðani tá, tí nú er bara ein fiskimaður í bygdini. Gjáarmenninir hendan túrin vóru: Pól Jóhannes í Bíggjarlagnum, Pól Erik, Svend, Karl Meinhard, Petur á Teigunum, Gordon, Jóhan í Stólpa, Jákup í Stólpa, Pætur í Nýggjustovu, Karl Anton og so eg sjálvur. Væl bleiv hugt eftir grind á reisuni - bæði yvir og heim.  Báðir Grønlandstúrarnar, ið  eg var við, vóru einki undantak. Vit vóru "í grind" bæði á reisuni yvir og heim. Tað bleiv skotið og skutlað av skipinum, og ein ella tveir bátar settir út. Settu boyu á og hivaðu hvalirnar upp á dekkið. So var farið at skera upp og salta grindina. Tað, sum leyp av, var býtt í triðingar á heimreisuni: svínoyingar ein triðing, gjáarmenn ein og klaksvíkingar og aðrir ein. - WC var einki. Ein oljudunkur var bukka. Ein honk var í, so var ein sprett slanga smoygd í ein runding, sum gloppaði eina sponn - fyri tøming. Slangan var klinkað uppá og var hildin at vera góð at sita á. Ein stertapøs hoyrdi til bukkuna, og treytin var at hála sjógv í bukkuna, so hon var klár til næsta mann. 

1952: "Eyðbjørg"

ey2

"Eyðbjørg"

Hetta árið gjørdu vit tveir saltfiskatúrar til Íslands. Tað var sjálvdráttur. Ingvald Johannesen, í Miðvági, var skipari, og beiggi hansara, Alfred Johannesen, Tórshavn, var reiðari.

1953 - 1954: "Gudrun Zõega" (útt. Gurun Søka)

Gudrunz

"Gudrun Zõega"

Vit vóru tveir saltfiskatúrar hvørt árið undir Íslandi, og tað var sjálvdráttur. Petur Egholm (vanliga nevndur "Dess"), Tórshavn, var skipari, og Petur Dahl, Tórshavn, var reiðari.

1955 - 1956: "Grundick"

grundick

"Grundick"

Vit vóru tveir saltfiskatúrar undir Íslandi hvørt árið, og tað var sjálvdráttur. Sofus Hilduberg, Tórshavn, var skipari. Vanliga var hann kallaður Gjáar-Sofus, men gjáarfólk kallaðu hann Sofus hjá Siggu. Mamma hansara æt Sigga. Í august mánað fóru vit á sild, og tá bleiv eg kokkur. Reiðari var Jógvan Kristiansen. Tann seinasta snøristúrin við "Grundick" gjørdi eg av, at eg fór ikki aftur til sjálvdrátt, men fór heldur at royna okkurt annað. Eg skrivaði eitt bræv til Sigmund Heinesen, skipara, at spyrja, um eg kundi sleppa við "Lillie", og tað slapp eg. "Lillie" var vanliga kallað "Liljan", og J.F. Kjølbro var reiðari.

1957 - 1958 - 1959 - 1960: "Liljan"

liljan

"Lillie"  ("Liljan")

Í 1957 fóru vit fyrst á Suðurlandið við toskagørnum. Sigmund Heinesen var skipari. Har var einki fiskarí tað várið, so vit fóru heim fyri fiskaloysi, og ikki haldi eg, at nakar fór við gørnum árið eftir. Tá bleiv eg kokkur. Tað var stórur munur á útgerðini hjá kokkinum frá mínum fyrsta kokkatúri í 1957 til mín seinasta 2003. Í byrjanini var tað tað bera kol og fýring. Kolið varð goymt í kolkjallaranum - undir dúrkinum - og tað skuldi so fyllast í kolkassan hvørt kvøld, áðrenn tørnað bleiv inn. Grýturnar máttu surrast í gelandaran, men nú hava tær slættan botn og skott ímillum í kabússini, og so kunnu tær eisini stillast í ymisk hakk, soleiðis sum tú vilt. Eg plagdi at baka 4 rugbreyð um dagin - knoðað við hond upp á tann gamla mátan. Nú koma breyðini frá bakaranum. Øll skipini hava nú frystirúm, og har kann alt slags matur goymast, so nú kanst tú velja, hvat tú vilt hava. Fyrr var tað mest saltkjøt, grind, knettir og feskur fiskur, og páleggið var sum oftast russarareyv (reyðapylsa), tí hon helt sær so væl. Tað skuldi nógvur matur, tí manningin var onkuntíð 27 - og so kom uppvaskið. Fyri tað mesta hevði eg kokkadrong, men eg var eisini einsamallur viðhvørt. Eg plagdi at fara upp klokkan 5, og so var morgunmatur klokkan 6, kaffi klokkan 10 - men tey seinnu árini var altíð kaffi í kannuni - døgurði á middegi, kaffi klokkan 3, nátturði klokkan 6, kaffi um kvøldið, og so var kokkurin fríur. Galluna og borðið skuldi kokkurin halda, og tey fyrstu árini høvdu teir eisini dúrktørn - tveir og tveir av manningin skiftust um at vaska dúrkið. Tveir av deksvaktini ruddaðu borðið, so tað var reint, tá ið teir purraðu kokkin út - og viðhvørt hjálptu teir eisini til við uppvaskinum. Lønin hjá kokkinum var ein og ein fjórðings partur og so 50 kr eyka um dagin. Hevði kokkurin ongan mess, so fekk hann ein og tríggjar fjórðings partar, t.v.s. at hann fekk tann hálva partin hjá messinum eyka.

Hesar myndirnar eru tiknar í Bonavista í New Foundlandi í 1957:

6 Medium2 Medium 

Fv. Høgni Joensen, Funningsfirði, Leivur á Heygnum og Neli í Gortru                                          Fv. Hans Jacob Heinesen, Kunoy, Erling og Páll Kunoy, Kunoy

Seinni hetta árið fóru vit til Grønlands, men tað ljóðaði illa frá fiski, so vit fóru inn í Føroyingahavnina at gera klárt at fara til New Foundlands. Ongan frystara høvdu vit umborð, men vit høvdu agn til nakrar setur, og sildina goymdu vit í saguspønum í lastini. Vit royndu nakrar dagar á Flemmish Cap, og tað var stórur toskur á hvørjum húki. Vit máttu inn til Bonavista eftir agni, og eftir tað royndu vit bara einar 30 fjórðingar úr Bonavista og máttu inn hagar fimta hvønn dag eftir agni. Áh, sum har var nógvur fiskur, og sum har var heitt. Vit royndu stutt, so var skipið fult, og vit fóru heim. -Tá ið vit komu heim aftur, varð riggað til at fara á sild. Vit fingu nógva sild, og umstøðurnar vóru góðar - stórt dekk og stóra last. Um veturin og út á várið róðu vit út av Klaksvík - avreiddu á Stongunum og sigldu eisini niður til Skotlands við  fiski.

Árið 1958 byrjaði við úróðri - ísfiski. Seinni fóru vit til Grønlands við línu og snellu, og so aftur á sild - so ísfisk.

Í 1959 fylgdu vit tí sama mynstrinum sum í 1958: Byrjaðu árið við útróðri - ísfiski. Síðani til Grønlands við línu og snellu, so á sild, og so aftur í ísfisk.

Í 1960 róðu vit út og avreiddu á Stongunum, til vit fóru til Grønlands við línu. Royndu á ringum botni - fýra stampar í stubbanum og lodd á endunum. Har var væl av fiski, men línan gekk undan. Fingu 160 tons hendan túrin. - Síðani fóru vit aftur til Grønlands, og endaðu í Eysturgrønlandi við snellu. Har var eingin ísur, men brutu túrin av, tí Sigmund Heinesen skuldu føra "Jákup B" - í ísfisk. Sigmund førdi "Jákup B" ein ísfiskatúr hetta árið.

1961 - 1962: "Jákup B"

Jákup B 1 Medium

"Jákup B"

Vit vóru fimm saltfiskatúrar við línu og snellu í Grønlandi hesi bæði árini - og eisini nakrar ísfiskatúrar. Nú var stór broyting komin í alt: frystarí til agn og proviant, heitt vatn og brúsur - og alt annað. Trý wc - bukkan avloyst. Sigmund Heinesen var skipari.

Eg má siga nøkur orð um tann eina saltfiskatúrin 1962 í Grønlandi. Vit fóru av Klaksvík tann 19. septembur og vóru heima aftur 12. desembur, og messurin hjá mær hendan túrin var tann bert 16 ára gamla gentan Johnvá Josephsen, úr Klaksvík. Hetta var nakað heilt serligt og óvanligt, tí Johnvá er ein tann fyrsta kvinnan - um ikki tann fyrsta - sum hevur verið til skips við føroyskum skipi. Eg má beinan vegin siga tað, at hon kláraði seg stak væl upp á allar mátar og royndi seg eisini í øllum tí, ið gekk fyri seg umborð, og sjónátúr hevði hon góða. Í sambandi við Sjómannadagin í Klaksvík hevur Sosialurin tann 18.08.2010 eina fitta samrøðu við Johnvá, har hon fortelur um túrin. - Jú, Johnvá var ófør, og mangt er at minnast afturá. Ein dagin lógu vit uttan fyri Nuuk, men skiparin vildi ikki fara inn ella lova nøkrum í land, tí hann visti, sum var, at summir av teimum yngru kundu verða í villara lagi, og kanska hugsaði hann eisini um tann kvinnuliga messin. Men so var tað ein av hesum yngru kúllunum - hann dugdi so væl at bera tað fram - hann fer til skiparan og sigur við hann: "Ofta hava vit tosað um at gjørt onkrar venjingar við bjargingarbátinum, nú hevði ligið væl fyri!" Jú, tað helt skiparin eisini. Teir settu so bátin á sjógvin - tóku hann uppaftur og flotaðu hann aftur, meðan ein sat í honum og helt hann frá skipinum. Har gekk so ein løta, og so rýmdi skiparin. Tá ið hann var farin, stungu teir av til lands við bátinum. Ein grønlendsk jolla kom út aftur við bátinum, men teir ungu vóru eftir í landi. Johnvá var so øgiliga kedd, tí hon ikki eisini slapp í land - hon mestsum hálvgræt. Skiparin kom so og spurdi meg, um eg ikki kundi fara í land við messinum. Jú, tað  vildi eg gera. Tað var ræðuliga kalt, og skiparin spurdi meg, hvar eg ætlaði at fara við henni í øllum kuldanum. Eg svaraði, at eg visti bara eitt stað, ið vit kundu fara inn. "Hvat er tað?" spurdi skiparin. Eg segði, at tað kallaðist "Kristinemut" - har fekst kaffi, sodavatn og øl, og dansur plagdi eisini at vera har. "Er tað nakað at fara til?", tók skiparin uppaftur. Ná, men líkamikið, har endaðu vit so, og sum sagt, var tað so ísakalt - hetta var í novembur mánað - at vit vóru nakrir, ið vildu sleppa okkum umborð aftur, meðan aðrir steðgaðu longri. Johnvá var sera glað fyri túrin. 

1963 - 1964 - 1965 - 1966 - 1967 - 1968 - 1969 - 1970 - 1971 - 1972 - 1973 - 1974 - 1975: "Klakkur"

Klakkur í gongini

"Klakkur"

Í 1963 var Poul Adrian Andreasen skipari. Vit vóru ein saltfiskatúr undir Íslandi og fingu 167 tons - mest brosmu og longu. Tveir túrar vóru vit í New Foundlandi.  Hetta árið var Pætur í Ólastovu (Pætur Debes) messur hjá mær. Tann fyrra túrin fingu vit 225 tons á 48 setum, og tann seinna 227 tons á 53 setum, og vit hildu hvønn sunnudag. Um veturin vóru vit tveir túrar í ísfiski.7 Medium

Erling og Heini. Heini var messudrongur við "Klakki" í 1965

Í 1964 og 1965 var Ísak Matras skipari, og tað var tað vanliga: Fyrst í ísfisk, so ein saltfiskatúr til Grønlands og ein til New Foundlands. So aftur í ísfisk og ein saltfiskatúr til Grønlands. Í 1964 var Jákup hjá Mariu (Jákup Matras) messur hjá mær, og í 1965 var Heini í Horni (Heini Festirstein) messur.

Í 1966 og 1967 var Eirikur Justinusssen, úr Leirvík, skipari. Framvegis tað sama: Fyrst ísfisk, so tveir saltfiskatúrar til Grønlands - nakrar ísfiskatúrar og ein saltfiskatúr til New Foundlands.

Árini 1968 - 1969 - 1970 - 1971 - 1972 - 1973 og 1974 var Símun Mikkelsen skipari. Eg haldi, at í 1969 var seinasti túrur, ið "Klakkur" var í saltfiski, og tað var í New Foundlandi. Kósavirkið í Klaksvík læt upp í 1965, so tað bleiv mest ísfiskur. Roynt var undir Íslandi, Eysturgrønlandi, Føroyum og við Rock All. Vit avreiddu á Kósini og sigldu eisini niður at selja.

11 Medium

Erling: "Knettir havi eg gjørt nógv!"

Í 1975 var Jóhannes Bjørgheim Rasmussen skipari. Tað var ísfiskur- avreiddu á Kósini og sigldu eisini niður. Tann eina túrin um várið høvdu vit eina sera ringa heimferð undan Íslandi. Vit fóru at sigla heim fríggjadagin 14. februar, og 21. februar stóð hetta at lesa í bløðunum:

RING HEIMFERÐ HJÁ KLAKKI

Klakkur hevði í einar 14 dagar roynt vestur úr Snæfellisjøklinum, tá hann fríggjadagin fór undir heimferðina. Fiskiskapurin var í fyrstani einki serligur, og veðrið var ikki til vildar, men tó vóru 5 teir seinastu dagarnir góðir, og teir høvdu rundað 200.000 pund, tá teir endaðu túr. - Veðrið var keðiligt, tá teir fóru at sigla, men sunnudagin øtlaði hann rættuliga veðrið við nógvum vindi av útsynningi. Staddir einar 135 fjórðingar vestur úr Føroyum fekk Klakkur um 5-tíðina sunnudagin 2 stórar sjógvar, sum raktu skipið aftan tvørs í stýriborð. Hurðin til brúnna gekk fyri eins og rútarnir til bestikkrúmið og skiparakamarið. Einir 5 - 6 mans vóru staddir á brúnni, tá vanlukkan hendi, og brúgvin fyltist við sjógv eins og kokkahúsið og messan. Eitt sindur av sjógvi kom eisini niður í maskinrúmið. Til alla lukku helt hurðin í bakborðssíðu á brúnni - annars kundu menn verið skolaðir út av brotunum. Skipið legði seg heilt nógv av sjógvunum, og bjargingarbáturin varð skræddur leysur og hvarv afturút, meðan tað eydnaðist teimum at fáa ein gummibát aftur, sum eisini var um at fara. Teir mistu annars bæði proviant og nógvar boyur. - Fleiri stúttur í lúnningini í bakborðssíðu brotnaðu saman við nøkrum í stýriborðssíðu. Ongin fólkaskaði hendi av tilburðinum, hóast brotið gav teimum so dygt, at t.d. ein eldsløkkjari, sum stóð niðri í maskinrúminum, endaði uppi á dekkinum. Øll tann nautiska og tekniska útgerðin á brúnni gekk fyri saman við tí elektroniska. Tað eydnaðist maskinmanninum tó at bøta um, soleiðis at siglingarljósini riggaðu aftur. Vanliga stýringin riggaði, og sjálv maskinan hevði ongan skaða fingið. Klakkur varð liggjandi einar 4 tímar og andøvdi, meðan kannað varð um, hvussu stórur skaðin var, og roynt varð at bøta um tað ringasta. Tá var vindurin linkaður til vindmegi 5 - 6, og farið varð so aftur at sigla móti Klaksvíkini, hagar skipið kom í øllum góðum um middagsleitið mánadagin.

Eg kann leggja aftrat, at hetta hendi um skaffitíð - eg hevði akkurát sett á borðið. Alt endavendist, og sjógvurin fleyt upp um beinkirnar í messuni.

1976: "Núpur´

oda011skan Medium

"Núpur"

Vóru í ísfiski og avreiddu á Kósini. Símun Mikkelsen var skipari.

1977: "Jákup B"

Vóru í ísfiski og avreiddu á Kósini. Sámal Jákup Olsen var skipari.

1978 - 1979 - 1980 - 1981 - 1982: "KLakkur"

Vóru í ísfiski. Royndu undir Íslandi, Føroyum og Eysturgrønlandi. Avreiddu til Kósina og sigldu eisini niður at selja. Jóhannes Bjørgheim Rasmussen var skipari.

1983: "Sjúrðarberg"

Sjúrðarberg

"Sjúrðarberg"

Jóhannes Bjørgheim Rasmussen var skipari. Vit royndu á Fugloyarbankanum og høvdu trolið úti í ein tíma, og heilt nógv var í. Hetta var tað árið, ið upsarokið var Eysturi í Holinum. Rokið bleiv bara við, og vit kláraðu ikki at arbeiða undan, tá ið vit høvdu vakt í eitt samdøgur. Vit fingu eitt slang í tveir tímar, so hetta var strævið, og tað vóru fleiri við mær, ið ynsktu, at einki skuldi verða í. Vit royndu í tvey samdøgur og avreiddu 262 túsund pund til Kósina. Vit vóru ikki lidnir at kryvja, tá ið vit komu til lands, so Kósamenninir máttu taka um endan.

1984 - 1985 - 1986: "Sjúrðarberg" og "Skoraberg"

Skoraberg 1 Medium

"Skoraberg"

Jóhannes Bjørgheim Rasmussen var skipari, og nú partrolaðu "Sjúrðarberg" og "Skoraberg". Hetta var annað og betri lív - høvdu trolið úti í fýra tímar og reinsaðu aðru hvørja ferð.

1987 - 1988 - 1989 - 1990 - 1991 - 1992 - 1993 - 1994 - 1995 - 1996 - 1997 - 1998 - 199´9 - 2000 - 2001 - 2002 og 2003: "Pison"

Pison 3 Medium

"Pison"

Í 1987 - 1988 - 1989 - 1990 - 1991 og 1992 var Joensen&Olsen reiðari og Jóhannes Bjørgheim Rasmussen skipari. Tað var ísfiskur. Vit royndu undir Føroyum, avreiddu á Kósini og Dávavirkinum og eisini niður at selja viðhvørt.

Í 1993 gjørdist Thorleif Sigurdsson reiðari, og tað var hann, til eg fór av í 2003Jóhannes Bjørgheim Rasmussen var skipari í 1993 og 1994. Vit vóru í ísfiski - avreiddu á Kósini og sigldu eisini niður til Skotlands at selja. Heilsan fór at bila Jóhannesi í 1994, og tá legðist hann uppi.

Í 1995 var Poul Juul Rasmussen skipari. Hann er sonur Jóhannes Bjørgheim Rasmussen. Vit vóru í ísfiski undir Føroyum og ein túr í Barentshavinum, og tann túrin fingu vit 190.000 pund.

Øll árini frá 1996 til eg legðist uppi í 2003 var Petur Eliasen skipari. Tað var ísfiskur - avreiddu á Kósini og sigldu niður upp ímillum. Ja, og so er tað tað. Tann 15. mars 2003 vóru 53 ár síðani eg fór mín fyrsta túr til skips, og mangt er at minnast afturá. Tá ið eg hugsi meg um, so hava tað verið nógvar góðar løtur og sjálvandi eisini onkur minni góð. Eg má leggja aftrat, at eg havi verið saman við monnum úr øllum bygdum í Norðoyggjum, og tað skulu teir hava, at teir hava verið stak umgangiligir og fittir menn at verið saman við - og mangar skemtiligar løtur. Síðani eg legðist uppi, havi eg bara fingist við okkurt fyrifallandi. Eg royni altíð at gera okkurt hvønn dag. Hagin og seyðurin taka sína tíð, og mær dámar eisini væl at fjasast í bønum og heima við hús. 

Stóra takk fyri prátið, Erling --- og teir góðu kaffimunnarnar.


.

Húsini í Nýggjustovu - barnaheimið hjá mær - eru stór við stórum hoyggjhúsi í heimara enda. Eg haldi, at abbi ætlaði at byggja tvinni hús saman: eini til pápa og eini til Jógvan, farbróður. Niðarlaga á norðursíðuni sæst ein onnur úthurð, ið ongatíð hevur verið brúkt, tí Jógvan, farbróðir, og Lena búsettust heimi á Bø. Ikki dugi eg at síggja, at húsini eru innrættað til tvær familjur, men køkurin er óvanliga stórur, tá ið tú hugsar um eina familju.
Kategori: Frásagnir

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna