Rólant hjá Hjørdis á Heygnum

Vit kallaðu hann Rólant, men í dópsbrævinum eitur hann Roland Klein og er føddur 22.10.1948. Tveir yngrir brøður eigur Rólant, og tað eru tvíburarnir Lasse og Dan Klein, føddir 08.10.1950. Mamma teirra var Hjørdis á Heygnum (Hjørdis Klein). Hjørdis var fødd 12.03.1922 og doyði 16.02.2001, og tey búðu í Klaksvík.

Rólant, sum nú býr í Kanada ella neyvari sagt í New Foundlandi, sum langfarasjómenn okkara kenna so væl, var í Føroyum í summar. Tey, sum upp á ein ella annan máta hava tilknýti til húsini Uppi á Heygnum við Gjógv, høvdu skipað fyri einari ættarstevnu har, og tað var nokk í sambandi við stevnuna, at Rólant við familju stevndi aftur á kendar steinar nú seinast í juli mánaði í ár (2019).

       

Rólant, Erik, Merab, Torunn, Julia og Gail                     Familjudagurin á Heygnum í 2019

Gjáarfólk, ið eru á mínum aldri og nakað yngri, kenna væl Rólant frá yngri árum, og tí var hugnaligt, at hann tann eina dagin gloppaði hurðina hjá okkum her Yviri á Bø. Vit fingu eina hugnaliga løtu, har Rólant mintist aftur á tær mongu løturnar við Gjógv í 1950unum og frameftir.

Eg festi minnini á band, so nú kunnu vit hoyra tað av hansara munni: "Eg var fýra ára gamal, tá ið mamma sendi meg norður til Gjáar at vera hjá Jóhonnu og Sofus Debusi. Mamma og Jóhanna vóru so grúuliga væl. Hon var altíð so blíð og góð við meg, ja, hon var eitt stásfólk. Sofus segði ikki tað nógva, men hann visti alt og fylgdi væl við øllum og lurtaði altíð í radio eftir "íslendaranum" og "norðmanninum" - og so í handilin at fortelja. Hetta - at eg fór til Gjáar - lætti sjálvandi væl um hjá mammu, sum hevði tríggjar smáar og so javnar dreingir at taka sær av. Eg kann næstan siga, at eg eri vaksin upp við Gjógv, men tá ið eg kom til skúlaaldur fór eg til Klaksvíkar í skúla og kom norður aftur so skjótt, sum eg fekk summarferiu - líka til eg sum 17 ára gamal fór í læru sum elektrikari. Mær dámdi so væl her við Gjógv, og so hvørt sum eg mentist, sá Sofus, at hesin lítli smádrongurin kundi gera mun bæði her og har. Tað var so nógv at gera hjá teimum: tey høvdu telefonstøðina og handil, og nógv jørð var í húsinum, so har var hoygging,  at fáast við eplir, ganga á fjall, ganga við telefonboðum og telegrammum. Tvær kýr vóru í húsunum, og var tað mítt jobb at reka tær í hagan um morgunin og at fara eftir teimum um kvøldið, og tað dámdi mær heilt væl. Eg haldi, at Óla dámdi væl, at eg tók eina hond í, tí so hevði hann tað lættari.

      

Oddvør, Jóhanna, Sofus og Hannelina           Oddvør, Óli og Hannelina

Hannelina og Oddvør vóru sum tvær systrar hjá mær. Í handlinum gjørdi eg einki, tí har sat Sofus. Kongurin skuldi sita har - tað var hansara kongaríki. Tað var ein heilt onnur ver at liva í. Eg ferðaðist aftur og fram við "Imanuel" ella "Britons Pride", so tað var nakað tað sama sum at fara til Fugloyar í dag. Eg minnist eina ferð, eg fór norð, at petroliumstunnur stóðu á dekkinum, og tær skuldu til Gjáar. Tá ið vit komu norð, legði "Pride" seg í Gjáarkjaftin, tunnurnar blivu bundnar saman - eitt sindur í millum hvørja - og so blivu tær rullaðar fyri borð. Stóri Petur hevði lossingina við "Lítla Hvíta". Tá ið fólk og farmur vóru komin í bátin, sigldu vit inn í Gjónna - sleipandi tunnurnar. Tað gekk seint inneftir, og tað var eisini eitt øgiligt baks at fáa tunnurnar upp á land og niðan úr Gjónni. Hetta var ein serlig tíð við nógvum stríði, men tað hugsaði neyvan nakar um tá, tí tey tóku umstøðurnar, sum tær vóru. Einki elektrisitet var heldur í bygdini, og tey "hjá Sofusi" høvdu eina petroliumslampu, sum ikki bleiv tendrað, fyrr enn tað var kolmyrkt.

Eg hevði fleiri javnaldrar við Gjógv: beiggjarnar Dánjal og Heina í Horni, Jákup hjá Mariu, Pætur í Ólastovu, Heðin og Ólav hjá Gunhild. Georg í Sámalsstovu, sum doyði av einari syndarligari vanlukku í Gjónni í 1954, var eisini javngamal við meg, og hann spældi eg nógv við. Vit búðu so mikið nær, at vit spældu dagliga saman. Tveir dagar aftan á vanlukkuna í Gjónni kom eg til Gjáar úr Klaksvík. Eg fekk einki at vita um, at Georg var deyður. Sjálvt um eg spurdi eftir honum í heilum, so fekk eg einki svar. Tað gingu ár, til eg fekk at vita, at hann var deyður. Soleiðis var tað tá. Tað bleiv ikki tosað um tey, ið farin vóru, og kanska vildu tey spara meg, tí eg var so lítil. Eg hevði ikki fylt 6 ár tá. Eisini vóru onkrar gentur javngamlar við meg: Fríðgerð í Ólastovu og Oda hjá Oliveri búðu tætt við, og so var tað Sólklár á Teigunum. Eg minnist væl til tann fyrsta mussin, sum eg fekk frá einari gentu. Tað var við Gjógv, men ikki minnist eg navnið á henni, og eg mundi vera ein 12 ella 13 ára gamal tá. Vit - dreingirnir - spældu nógv úti, og eg minnist væl, at vit sparkaðu ofta eystan fyri kirkjuna - Eysturi á Fløtum. Nei, sum har var knortlut, men stuttligt var tað. Annars spældu vit í Fjøruni og í Gjónni og ikki at gloyma í Ánni. Vit róðu á russaraboyum á Lítlafløtti. Tá royndu serliga nógvir russarar undir Føroyum við gørnum. Teir mistu nógvar boyur, og fleiri róku upp á land í Fjøruni. Mær dámdi so væl at veiða síl, og einaferð hevði eg eina lundapisu, so tá hevði eg úr at gera í Ánni, tí tey vildu ikki lova mær oman í Gjógv at veiða lítlimurtar. Um eg var einsamallur í Ánni, tað løgdu tey einki í. Viðhvørt fann eg uppá at fara til gongu heilt heim undir Skarð og veiða allan vegin úteftir, og eg fekk fult av sílum. Mær dámar líka væl enn at veiða síl, men nú er tað í Kanada. Tað er einki, sum mær dámar betur enn at sita ein góðan summardag við tráðuni. Har veiði eg í einum vatni, og tað eru sama slag síl har sum í Ánni her, men tey eru bara væl størri enn hesi.

Eina hending Uppi á Gjógv minnist eg væl. Tað var, tá ið Stóri-Petur skuldi skjóta tann gamla svarta tarvin. Tarvurin var bundin har við vognin, og so hevði hann  eisini endar um beinini. Menn hildu í endarnar, og tá ið Stóri-Petur hevði skotið, so skuldu teir toga í endarnar, so at tarvurin datt á síðuna. Hanni í Gortru var ein av teimum, ið helt í ein enda. Stóri-Petur skjýtur, men hvat hendir? Tarvurin doyði ikki, so Stóri-Petur mátti løða umaftur og skjóta eina ferð aftrat, og tá bar til. Hatta gloymi eg ikki. So bleiv tarvurin opaður, innvølurin tikin úr, og tarvurin sendur við "Pride" til Klaksvíkar. Nakað seigur man hann hava verið at etið. - Hervør hjá Sandru (ALeksandru) var smágenta tá, og Hanni í Gortru fortaldi fyri mær, at Christian á Rætt var so góður við hana og dámdi eisini so væl at arga hana. Teir vóru á fjalli á Fløtum henda sama dagin (tarvdagin), og Hervør var á rættini. Tá spyr Christian: "Nú góða, hvat gera tit í dag?" "Gubbi hevur skotið tarvin", svarar Hervør. "So góða! Og tá ið mann skjýtur tarv, skjýtur mann so tvær ferðir?" spyr Christian. Tað dámdi teimum á rættini.

Tað búði eingin á Heygnum ta tíðina, eg var við Gjógv, men mamma kom ofta norð við Lassa og Dan, og tá búðu tey á Heygnum. Sum sagt gekk eg í skúla í Klaksvík, og tað tók so10 ár. Sum 17 ára gamal fór eg at læra til elektrikara hjá Einar Mortensen, í Klaksvík. Eg byrjaði á Bedingini, og var tað Guttormur, mammubeiggi, ið legði eitt gott orð inn fyri meg. Tað sama hevði hann gjørt fyri Helga (Helgi Klein, 1944 - 1998), ið lærdi til elektrikara í Havn. Tá ið eg var liðugur at læra, fór eg til skips, men mín fyrsti túrur á sjónum var sum messudrongur við "Karin K". Vit sigldu útróðrarmenn og bátar til Grønlands og fóru aftur eftir teimum um heystið. Tað var nógv at gera umborð, tí skipið var fult av fólki. Tá ið eg var liðugur at lesa, fór eg ein túr sum annar meistari við "Borðoyarnesi" til Grønlands við snellu. Seinni fór eg so við "Stellu Mariu". Hetta var eitt gott skip, men tað var ein opin línubátur, og tað var ikki stuttligt. Hetta var í 1960unum, og vit vóru í Grønlandi tann túrin, og tað var tann túrurin, sum gjørdi tað, at eg aldri skuldi fara við nøkrum línubáti aftur. Tað var so ísakalt, at dýnan frysti føst í skrokkin, og vit máttu bróta ís hvønn einasta dag. Eftir hetta hugsaði eg meg eitt sindur um, og so setti eg mær fyri at royna okkurt nýtt uttanlands. Fyrst gekk leiðin til Gøteborg í Svøríki, har eg arbeiddi sum elektrikari á eini skipasmiðju í tvey ár. Mær dámdi einki serligt í Svøríki, og so fór eg ein túr við einum fraktskipi, men endaði so kortini aftur í Gøteborg. Ein dagin sá eg eina lýsing í einum blaði, sum søkti eftir einum elektrikara í Kanada - til "Erving Oil". Eg søkti starvið, og í gjøgnum telefonina fekk eg starvið. Hetta var í 1972. Ná, eg pakkaði so alt saman og legði leiðina vestur um hav. Eg fór so við einum oljutangaskipi frá Seinna heimsbardaga, og tað hevði stýrihúsið framman. Tann fyrsta túrin hjá mær gjørdu vit til Venezuela eftir olju. Oljan bleiv førd til eitt reinsiverk í Kanada. Eg dugdi ikki so væl enskt tá, so eg hevði altíð eina lítla orðabók uppi á mær, og tað hjálpti væl. Eg gjørdi tveir túrar til Venezuela, og so fór eg at arbeiða í landi í Kanada. Eg fór upp í húsabygging og arbeiddi sum elektrikari og fekk kanadiskt pass - gjørdist kanadiskur borgari. Eina gentu fekk eg eisini har yviri, og vit bæði giftust og fingu ein son, sum eitur Erik. Ta fyrstu tíðina búði eg í Saint John - í landspartinum New Brunswick í tí eystara partinum av Kanada. Har var ikki so heilt gott, so eg flutti til Halifax og fór at sigla við einum havrannsóknarskipi har í nøkur ár, men so var tað tað, at konan og eg fóru frá hvørjum øðrum, eftir at hava verið saman í 10 ár. Eg var mestsum altíð burtur, so sonurin búði mest hjá ommu og abba sínum. 

Tað var um hesa tíðina, at teir fóru undir at leita eftir olju á eysturstrondini, og tað var í tí sambandinum, at eg fyrstu ferð kom til New Foundlands. So arbeiddi eg í oljuvinnuni, til eg fór í skúla at læra, hvussu teldur stýra skipum og boripallum. Hetta hevur verið í fyrru helvt av 1980unum, og var eg tá eisini á skeiðum bæði í Onglandi og Noregi. Síðani fór eg at arbeiða sum trygdarverkfrøðingur umborð á skipum og boripallum, og tá flutti eg eisini til St Johns í New Foundlandi at búgva, og har búgvi eg enn saman við eini fittari damu, men vit eiga eingi børn saman. New Foundland er ein stór oyggj, og har býr ein hálv millión av fólki. Tey fyrstu árini búði eg sum sagt í Saint Johns, men tá eg bleiv pensionistur seldi eg húsini og flutti inn í landið í New Foundlandi.

             

Saint Johns í New Foundlandi                                                      Her býr Rólant

Nú búgvi eg so í einum friðarligum plássi, ið liggur 65 km frá Saint Johns, og har eru vit eini 500 fólk tilsamans, so mann kennir ein stóran part av teimum, nú eg havi verið har í eini 10/12 ár. Hetta er sum ein føroysk bygd, og vit búgva í einum púra vanligum sethúsum, og tað gera tey flestu har eisini. Í 1987 keypti eg mær eina smáttu inni í skóginum, og har var eg nógv og treivst væl har, tí har var so friðarligt. Eg havi ofta hugsað um, um hetta er komið frá Gjógv, men eitt er so sikkurt: mær hevur altíð dámt, og mær dámar framvegis so sera væl at veiða síl, og sílahugin havi eg frá Gjógv. Eg búgvi tætt við sjógvin, og har rógva menn eisini út og royna eftir toski og krabba. Eg eigi bát saman við einum vinmanni mínum, so vit flóta av og á. Vit keyptu okkum eisini eini hús í eini lítari bygd (sum Gjógv) har nærhendis. Hagar fari eg eisini at veiða síl. Tað er grúuligt, tá ið eg hugsi um tað, hvussu nógv eg havi modulerað frá Gjógv. Eg havi keypt mær eina 4-hjólaða súkklu (ATV), og so koyri eg ímillum við henni.

Nú hoyrir tú meg tosa nógv meir um Gjógv enn um Klaksvík. Eg veit ikki hví, men eg treivst nógv betur við Gjógv enn í Klaksvík. Klaksvík er og var nógv størri enn Gjógv, so kanska livdi mann nærri hvørjum øðrum við Gjógv. Tá ið eg verði spurdur, hvaðani eg eri, so svari eg, at eg eri úr Klaksvík, men eg eri uppvaksin við Gjógv. Er tað munur á at búgva við Gjógv enn í Klaksvík, so er tað sjálvsagt uppaftur størri munur á at búgva í Kanada enn við Gjógv, men tó so, her í New Foundlandi er munurin minni. Vetrarnir kunnu vera harðir og kaldir, og viðhvørt kann tað vera nógvur kavi. Summarið er stutt - juni, juli, august - tá kann hitin liggja um eini 20 stig. Várið er kalt og ófýsið við vindi og regni, og tað sama kann sigast um heystið.

               

Frá vinstru: Lasse, Hjørdis, Rólant og Dan                 Frá vinstru: Dan, Rólant og Lasse

Eg havi ofta hugsað um mammu, sum sat einsamøll við trimum jøvnum dreingjum. Hon hevur alt rós uppiborið fyri tað, ið hon gjørdi fyri okkum. Tað var smáligt hjá okkum, og mamma hevði tað hart. Hon arbeiddi hvønn dag á telefonstøðini og skuldi haraftrat fáa alt annað at hanga saman. Í fyrstuni leigaðu vit fleiri staðni, m.a. á Selheygnum og norð í Gørðum, men so keypti hon eini hús í Víkunum. Tey húsini mintu nógv um húsini á Heygnum. Mann hugsaði ikki um tað tá, hvussu fátæksligt tað var, men nú mann hugsar afturáaftur, so sær mann tað so týðuliga. Mamma arbeiddi alla tíðina, og um dagin passaði ein kona okkum. Mamma mestsum "búði" á telefonstøðini og varð kallað Hjørdis á Støðini. Hon var Hjørdis á Støðini. At hon sum einsamøll kvinna skuldi klára hatta, tað var gott gjørt. Tá ið hon hevði gjørt okkum døgurða, og tær ikki dámdi, so fekst tú einki annað enn breyð og sukur. - Hon livdi ikki væl ta síðstu tíðina og doyði útslitin, 78 ára gomul.

    

Guttormur og Maria (2007)                     Kanadiskt flagg á Heygnum familjudagin 2019

Eg má siga nøkur góð orð um Guttorm, mammubeiggja mín, sum búði í Klaksvík. Fyrst og fremst var hann eitt gott menniskja, og hann hjálpti mammu og okkum beiggjunum so nógv, at vit hava honum nógv at takka fyri, at vit komu so væl undan í barnaárum okkara.

Sjálvt um eg havi tey flestu barnaminnini frá Gjógv, so havi eg sjálvsagt eisini mong góð minnir úr Klaksvík - serliga á Gørðunum - Olaf á Stongunum, Eliesar, Dánjal og synirnar hjá Torgerð, mostur míni. Eisini havi eg nøkur minni góð minnir haðani. Tú minnist kanska, tá ið eg vaks upp, at eg hevði so nógvar frøknur og so blóðreytt hár, at tað kundi ikki vera reyðari. Eg bleiv eisini nógv argaður - bæði av børnum, lærarum og øðrum vaksnum fólki. Rætt skal vera rætt, eg haldi, at eg var eitt sindur sálarliga merktur av hesum.

 

 Systkinabarnabólkur                                                             Trímenningar og annað gott fólk

Síðani eg fór úr Føroyum, havi eg ikki verið aftur her so ofta, sum eg átti at verið. Hetta var nú ein framúr góður túrur, nú øll familjan kundi vera saman á Heygnum. Ta fyrstu ferðina eftir, at eg fór av stað, var eg ikki heima aftur í eini 10-12 ár. Eg sigi ikki, at eg ikki komi aftur higar, men eg hopi at eg komi, um lív og heilsa verður.

-----------

ps. Meðan vit báðir Rólant sótu og prátaðu, kom Pól Jóhannes (Hanni í Gortru) inn á gólvið, og hann kom við hesi fittu søguni um Rólant: "Eg minnist, at vit vóru í torvi Heimi undir Sondum, og Rólant, sum tá mundi vera eini 7-8 ár, var við teimum "hjá Sofusi". Rólant tímdi ikki at vera har meira, og hann vildi sleppa til hús, men tey "hjá Sofusi" tordu ikki at lata hann fara einsamallan til gongu. Tað bar so á, at eg skuldi fara til hús, og so bóðu tey meg hava hann við mær. Tá var hann glaður, so hann man hava verið nakað dovin í torvi."

 

 

Kategori: Frásagnir