- 28 januar 2020
Jógvan á Fløtti
Jógvan Nónsgjógv, er føddur í 1931 sum Jógvan Joensen. Uttanbíggja verður hann nevndur Jógvan Nónsgjógv, men av bygdarfólkinum verður hann kallaður Jógvan á Fløtti. Jógvan er best kendur fyri sínar góðu hendur. Hann hevur verið ein fongur fyri Gjáar bygd við øllum tí, ið hann hevur lagt úr hondum og fingið í lag. Fríløturnar í "Sjúrðabáti" elskaði hann, og mangan kalva hevur hann drigið av grunni. Alt hatta kundi verið ein longri søga - lat tað fara. Bjargamaður var hann eisini av teimum allar bestu, ja, fleiri hildu, at tað var ov mikið av tí góða. Á einum bandi hevur hann fortalt mær eitt sindur um bjargaferðir. Í Fløttum eftir lunda, at fleyga havhest og taka nátaungar í berginum og um bjargaferð í Búgvanum eftir lomviga.
Upp í gjøgnum tíðirnar hevur Búgvin verið ein av grundsúlunum undir Gjáar bygd, tá ið hugsað verður um at fáa mat á borðið. Ár um ár hevur Búgvin verið søktur, og eftir føstum reglum hevur fongurin verður býttur á ein slíkan hátt, at hann kom hvørjum einstaklingi til góða. Tann seinasta regluliga bjargaferðin var í 1943. Hví teir ikki fóru aftur í Búgvan eftir ta ferðina, hevur ikki eydnast mær at fáa nøktandi greiði á. Pætur í Nýggjustovu var ein av teimum, ið var við ta bjargaferðina, og hansara frásøgn kemur seinni á skrift.
Tann síðsta bjargaferðin higartil í Búgvan var í 1972, og tí ferðini stóð Jógvan á Fløtti fyri. Ein dagin stakk eg inn á gólvið hjá honum á Fløtti og fekk hann at fortelja mær um ta ferðina og ymiskt annað, og eitt sindur av tí er hetta:
Vit smádreingirnir vóru so óreinir at klúgva í Gjónni, úti á Ovara Nasa og uppi á Barmi, og eg haldi so avgjørt, at hetta kom okkum til góðar, tá ið vit blivu vaksnir og fóru bjargaferðir, tí vit høvdu upp á ein ella annan máta vant okkum við bjørgini, og tað hevur nógv at siga.
Eg havi altíð verið so hugtikin av Búgvanum og bjørgunum sum heild, og eg var so ungur, tá ið teir góvust at fara í Búgvan, at eg kendi hann best frá teimum gomlu, sum plagdu at sita í handlunum og fortelja um bjargaferðir. Eg minnist eisini væl bjargaferðina 1943, tí tá slapp eg vesturundir at síggja, hvar menninir vóru. Mær dámdi so væl at lurta, og tá ið eg mangar ferðir seinni var við báti vestan fyri Riv (Rivtangan) saman við onkrum av teimum gomlu, so fekk eg meir og meir at vita um tað heila og slepti ongantíð tankanum um at royna at søkja Búgvan, men árini gingu, og tað blivu bara tankar. Øll tey bestu fuglaplássini eru á vestursíðuni, og tí havi eg altíð hildið tað verið so undarligt at fara upp á land heilt úti á Tanganum á eystursíðuni og so stríða seg inn eftir allari eystursíðuni, til tú kemur í Letkatl, vestan fyri røðina, har teir plagdu at halda til, hvíla seg og sova. Ja, teir arbeiddu út frá Letikatli og søktu tey ymisku fuglaplássini haðani um dagin og so aftur í Letikatl um kvøldið. Soleiðis kundi tað ganga í fleiri dagar, so hetta var ein so umfatandi bjargaferð. Eg havi altíð verið so spentur uppá at royna okkurt nýtt - um hitt ella hatta kundi gerast upp á ein annan og lættari máta. Tað, sum eg her droymdi um, var í fyrsta lagi at gera ein túr og royna at taka Royðurókina frá sjónum av og beint uppeftir. Royðurókin á vestursíðuni er nógv tað besta fuglaplássið í øllum Búgvanum, og teir, ið hava verið á henni, siga hana vera so breiða, at eitt 8-mannafar kann standa út og inn á henni. Tað ljóðar ótrúligt, tá ið tú sært rókina av Ambadali ella av sjónum, men eg mótsigi tí ikki, tí alt roynist so grúuliga væl , tá ið tú kemur í tað. Búgvin er 188 metrar høgur, so Royðurókin man vera einar 60 metrar frá sjónum.
Tað reyða 1-talið er á Royðurókini
Tað var soleiðis, at eg kendi so væl Árna Brattaberg, úr Vági. Hann er sonur Arna Brattaberg, sum var vegformaður her, tá ið vegurin var gjørdur millum Eiði, Gjógv og Funning. Árni arbeiddi nógv í vegnum, og vit høvdu eisini verið saman í bjørgunum fyrr. Eg skal eisini fortelja tær eitt sindur um tað um eina løtu.
Lat okkum nú fyrst taka bjargaferðina í Búgvan. Hetta var í 1972 - 29 ár eftir ta seinastu bjargaferðina. Árni var við upp á tað beinan vegin og fekk ein annan vágbing aftrat sær, ið kallaðist Sigurd Magnussen. Sjálvur fekk eg Helga Tórgarð, mannin hjá Ann Lis, dóttir systur mína, Monu, at koma við. Helgi datt oman á fjalli í Líðini fyrst í 1990unum og doyði, so tað endaði so syrgiliga við honum. Mads og Kristian í Gamla Pakkhúsi førdu okkum vestur við "Venusi", sum var undirløgubátur. Hetta var manningin. Vit fyrireikaðu okkum væl og høvdu nógva útgerð við, tí vit ætlaðu at vera nakrar dagar í Búgvanum, so mat og okkurt at sova í høvdu vit eisini. Tveir stigar og ein langan stranga høvdu vit tikið við. Strangan hevði eg riggað til við einum blokki í endanum, so tað bar til at lesa seg upp. Høvuðsamboðini vóru so teir tveir longu stigarnir, sum til bar at bolta saman. Mads og Kristian í Gamla Pakkhúsi førdu okkum, sum sagt, vestur við "Venusi", og teir skuldu vera í undirløgubátinum, sum vanligur siður altíð hevur verið. Vit sigldu so vestur og fóru upp á land á vestursíðuni á Búgvanum - beint undir Royðurókini. So boltaðu vit stigarnar saman og brúktu eisini strangan. Tá ið vit høvdu reist stigarnar, so hondboraði eg tvey festir niður í helluna - eitt við fótin á stiganum og eitt á miðjuna - fyri at halda stigunum inn ímóti berginum, tí teir stóðu so steyrrættir, beint upp og niður. Við stranganum og stigunum fingu vit arbeitt okkum upp undir rókina undir Royðurókini. Tað gekst mær væl at koma upp við stranganum og í gjøgnum stigarnar, og av ovasta trini fekk eg klórað meg upp á rókina undir Royðurókini. Stuðlaður av einum enda, sum eg blakaði niður, kom tann næsti maðurin so upp á rókina. Teir gomlu høvdu fortalt mær, at teir høvdu hongt eina ketu av Royðurókini og niður á ta rókina, ið vit nú vóru komnir á, men vit funnu tíverri onga ketu, tí hon var rustað burtur. Higartil hevði tað gingist bara heilt væl, men so kom stígur í, tí nervarnar á tí eina manninum tóku at svíkja, sjálvt um hann var góður bjargamaður. Hesin var bara vanur við at síga niðureftir, so hetta var so fremmant fyri honum, at hann noyddist aftur í bátin í fylgi við einum av okkum. Nú vóru góð ráð dýr, men vit báðir á rókini blivu beinan vegin samdir um, at tveireinir bar okkum ikki til at taka Royðurókina. Bara ein maður at sita við - ógjørligt. Sjálvandi blivu vit eitt sindur keddir, tí vit sóu, at tað hevði borið væl til at komið á Royðurókina við teirri útgerð, ið vit høvdu. Ná, men her á rókini var eisini fitt av lomviga, sum var lættur at taka við pilkinum. Jú, vit noyddust bara at fara niður aftur, men eg hevði lagt til merkis, at tað møguliga var lættari at taka Royðurókina, um vit fóru upp Inni á Hálsi, men har møttu vit einum trupulleika. Beint uttan fyri Háls komu vit til eina gjótu, sum vit hildu vera nóg so vandamikla at fara tvørturum við bert einum manni at sita við. Vit høvdu ikki langa roynd, men fingu væl av fugli - einar 100-200 lomvigar. Vit hildu okkum vera væl útgjørdar, og tað vóru vit eisini eftir tátíðar umstøðum. Nú (2007) hevur Herman hjá Marnu hjá Oliveri verið sjálvur fimti uppi á toppinum á Búgvanum, og vísti hann mær, hvørja útgerð teir høvdu. Eg haldi ikki, at eg segði nakað, men eg hugsaði mítt: høvdu vit havt hasar greiurnar á okkara ferð í 1972, so komu vit so spælandi á Royðurókina. Men nú kann alt gera tað sama, tí nú verður einki uttan dreymar.
Undirløgubátur var "Venus" við Mads og Kristian Joensen. Strangar og blokkur
Sum øll her á leið vita, so eiga funningsmenn øll fuglabjørgini her vestanfyri uttan Búgvan og Torvu. Búgvin og Torva blivu býtt ímóti restini av bjørgunum, og gjáarmenn skuldu taka, og teir tóku Búgvan og Torvu. Eingir trupulleikar hava staðist av hesum býtinum. Funningsmenn hava verið í Búgvanum við gjáarmonnum, og gjáarmenn hava verið í bjørgunum við funningsmonnum, og tað hevur ongatíð verið nakað sum helst at sett fingurin á. Fløttir eru tað besta lundalandið í Funningsbjørgunum, og har havi eg bæði verið eftir lunda og havhesti.
Ovasti Fløttur (1), Miðfløttur (2) og Niðasti Fløttur (3)
Tað kom seg soleiðis, at eg haldi, at tað var í 1962, at Árni hevði verið í Ovasta Fløtti. Aðrir, ið vóru við ta ferðina, vóru Knút á Geil (Knút Højsted), Funningi, Herluf Joensen, Hvalvík, Kjartan á Heygnum (Kjartan Klein), og í erva var pápi, Sivert Martin Joensen. Tað var ein rimmar túrur, tí teir drógu einar 800 lundar. Árið eftir, í 1963, var eg so í Fløttum, og tá vóru hesir við: Árni Brattaberg, Poul Johannes í Lon (Poul Johs. Thomsen), formaður, Petur Andrew Bláberg og Petur Eivind Petersen, úr Funningi. Í erva vóru pápi, Sivert Martin Joensen og Jóan Petur á Reyninum (Joen P. Johannesen), Funningi. Árni og eg fóru eisini niður í Miðfløtt ta ferðina, men samanlagt fingu vit ikki meir enn 250 lundar - bara ein lítlan triðing av tí, ið teir fingu árið fyri, tí nú var rotta komin í Fløttir. Eg minnist, at vit sóu eina øgiliga stóra rottu. Ja, rottan gjørdi enda á lundanum í Fløttum.
Eg havi eisini liggjandi her eina frágreiðing frá einum túri í Fløttum í 1994, men tá var eg ikki við, men tú kanst fáa ta frágreiðingina frá mær. Her er hon:
Men so í 1994 varð aftur ein roynd gjørd at fara í Fløttir. Við vóru Jóhannes Køtlum, Funningi, Petur P. Dahl, Hoyvík, Wentzel Andreasen, Jóannes Erik Køtlum, Jón Højsted og Kristian Dahl. Teir høvdu fingið loyvi frá Náttúrugripasavninum at draga lunda, men bara pisur - tí fóru teir um dagin. Vanligt var fyrr at fara um náttina, tá tann gamli lundin lá inni, so tóku teir báðar.
Bjargamenninir høvdu lovað Náttúrusavninum frágreiðing frá túrinum, og hon ljóðaði soleiðis:
Tann 9. august 1994 kannaðu vit lundalandið Ovasta Fløtt og Miðfløtt, í Funningi. Eingin hevur verið har síðani 1963, tað vit vita, og tá fingu teir 250 lundar - pisur og gamlan lunda - allan í Miðfløtti. Nú var eingin lundi har. Út fyri hvørjari einastu lundaholu sat ein havhestaungi. Vit kannaðu gjølla tað økið, har sum lundin bygdi fyrr, og gjørdu stakroyndir ymsastaðni í upsini - alt við sama úrsliti. Havhesturin sat so tættur um báðar fløttirnar - eisini á teimum økjum hvar lundi ikki hevur átt. Viðmerkjast skal, at í 1963 var rotta sædd í Ovasta Fløtti. Tað verður helst ikki í bræði, at tað aftur verður søkt um loyvi at draga lunda har, ella er nakað at gera fyri at fáa lundan at koma aftur?, endaðu teir bjargamenninir frágreiðingina.
Hvannarókin (nr 1) og Bergstokkurin (nr 2)
Tú vilt hava meg at fortelja tær meir um havhestin, og tað er gamaní, men lat meg fyrst nevna tær teir kendastu fleygasessirnar, og eg begynni har vesturi.Tann vestasti sessurin hjá gjáarmonnum mundi vera á Hvannarókini – stutt niðri vestan fyri Bergstokkin (sjá mynd) - tað var ein grúiliga góður fleygingarsessur, men hann var so reystur, so mann fekk ikki havt so nógvar havhestar hjá sær í senn, at tá ið mann hevði kipt nakrar, so mátti mann stútt vekk upp á Bergstokkin við teimum. Av Bergstokkinum (sjá mynd) upp á eggina er eisini bæði langt og tungt. Beiggjarnir Meinhard og Jóhannes á Skipinum plagdu ofta at sita har.
Tann næsti ordiligi sessurin var so ikki fyrr enn nokkso væl niðari – niðri við Gjógv – niðan fyri hegnið – ja, beint niðan fyri tað høga, ið stingur seg út ímóti Búgvanum. Hetta var ein fínur sessur, tí hann var so høgligur, at tá ið mann sat í honum, so rakk fyritráðurin á fleygastongini upp á eggina. Síðan koma vit oman á sjálvt Rivið, og har var sessur báðumegin við, men best av øllum har var sjálv Bakatorvan. Bakatorvan var strævin, tí tað var so langt at ganga í hana og úr henni. Í Píningarrókum á Flatinum var ein sessur, sum ikki var hildin at vera nakað serliga góður, men Sofus í Fornanum var altíð har, so hann man hava verið fornøjaður. Onkur túrur bleiv gjørdur norð í Urð, men tað var meira sjáldsamt, so har man ikki hava hildnast. Uppi á Barmi var høgligt, og har vóru nakrir sessir. Eystan fyri røðina – oman fyri Hildubergsrók – var ein sessur, og so var ein annar í bøkkunum upp av Remputorvu. Tað var ein ávís kapping um hesar ymisku sessirnar, men teir, ið vanligu plagdu at sita í einum sessi, hildu seg hava ein forrætt, tað merkti mann væl. So koma vit til ein sess Millum Hornini, sum teir góvu navnið Duldi. Tað var mestsum av tilvild, at eg rakti við tann sessin, og hann var øgiliga góður, og eg fekk so nógvan havhest har, sum eg vildi. Eingin annar visti um hendan sessin, so tað ráddi um hjá mær at dylja, hvar ið eg hevði verið. Sjálvt um eg var tættur sum tunnan, so gingu tað ikki meir enn einir tveir ella tríggir dagar, so bleiv eg uppdagaður, men tað vísti seg sum, at eingin vildi taka sessin frá mær. Teir mundu halda, at eg átti fyrsta rætt til sessin. Men eitt fingu teir burtur úr hesum, Onkur fann uppá, at geva sessinum navnið Duldi, og eg haldi, at tað er tann einasti fleygasessurin, ið hevur navn. Jú, hetta var ein fínur sessur, tí hann lá so væl afturundir og stutt sig, so har fekk eg eina grúuliga rúgvu.
Nú ljóðar tað sum, at tað bara var eg, sum fleygaði havhest.
Jóhannes á Skipinum og Jákup í Stólpa høvdu verið í Sandvík og vitjað skyldfólk. Josefina, mostir teirra, var gift til Sandvíkar. Sandvíkingar vóru so óførir at fleyga havhest, og teir høvdu so bjóðað Jóhannesi og Jákupi at koma ein túr við. Teir mundu vera hugtiknir av túrinum, tí tá ið teir komu aftur til Havnar, keypti Jóhannes sær eina nokkso tjúkka bambusstong at brúka til stangartræ, og eisin keypti hann eitt kvíslaskaft. Pápa fekk hann so at klúgva kvíslaskaftið, soleiðs at tað kundi brúkast til stangararmar, og stangarhornið var av einum veðrahorni. Tann fyrsta túrin gjørdu Jóhannes og Meinhard, brøðurnir, í Krávurók, og fingu nakrar fáar havhestar. Eftir tað fóru teir norð í Urð, og har fingu teir væl av fugli, men best royndist norð á Dal hjá teimum, tí har fingu teir næstan 200 havhestar. Hetta var í 1946. Árið eftir - í 1947 - fóru brøðurnir í Horni, Jóan Petur og Gubbi (Hans Edvard) so eisini at rigga seg til, og teir fingu eisini pápa at gera stangararmar av kvíslaskafti.Teir báðir komu at sláa rekordina tað árið, tí tann eina dagin fingu teir 220 havhestar. Karl Meinhard, Meinhard hjá Dalberg, Sigurd í Bíggjarlagnum og Pól Sigurd fleygaðu eisini, og tað var helst onkur annar eisini. - Tað mundi endað galið, einaferð Meinhard á Skipinum og eg vóru saman á Ambadali. Tað hevur einki verið tosað um tað. Vit vóru á veg niður í gjøgnum upsina. Meinhard gekk undan, og eg hevði ein enda á honum, men knappliga glíður hann og fer út av upsini, men dekan fari fekk eg steðgað honum og drigið hann uppaftur. Tann hendingin kemur nokkso ofta fram fyri meg, Tá stóð nógv á, og vit vóru heitir um skallan, men vit vildu ikki fortelja tað fyri nøkrum. Havhesturin var nokkso populerur ta tíðina. Prestur helt til í Sámalsstovu, og onkuntíð fór Louisa niðan á Skipið at biðja um nakrar havhestar til prestadøgurða.
"Sjúrðabátur" (1992) "Sjúrðabátur" (2009)
Nú kann eg siga eitt sindur um mína havhestatíð. Hetta hevur verið fyrst í 1950unum. Hjá mær var tað soleiðis, at eg mundi vera tann fyrsti, ið fann uppá at fleyga havhest og selja hann av bygdini. Eg hevði arbeitt sum portørur á Hospitalinum, og har hevði eg lagt til merkis, at vit nokkso ofta fingu gamlan havhest til døgurða. Eg spurdi meg fyri har og fekk at vita, at tey kundu keypa væl hagreiddan havhest frá mær fyri eina krónu stykkið, og um gjáarfólk vildu hava, so fingu tey havhestin fyri 80 oyru stykkið. Seinni fekk eg eisini tað sama tilboðið frá Klaksvíkar sjúkrahúsi. Vit høvdu eitt vaskirúm oman fyri hjallin - heiman fyri húsini - og tað riggaði pápi til, so har skuldi havhesturin skáldast og reinsast. Pápi og Bjarni, bróðir, sum tá var hálvvaksin, skuldu taka sær av tí, og mín uppgáva var so at fleyga havhestin, og tað má eg bara siga, at tað gekk óalmindiliga væl. Eg var ta fyrstu tíðina fyri tað mesta uppi á Barmi og her á leið, tí tað var so nógv høgligari at fáa alt til hús, enn tá ið mann var á Dalinum. Viðhvørt kundi eg fáa einar 400 til 500 havhestar, so tað ráddi um at hava so stutta leið til hús sum gjørligt. Bjarni var óføra raskur at hjálpa mær at bera, og tá ið eg var her uppi á leiðini, so plagdi hann eisini at koma við drekka til mín. Hann gjørdi eini tvey ella trý rykk í línuna, og so visti eg, at drekkamuðurin var komin. Norð á Dal (Ambadali) var alt so nógv strævnari. Fyri tað fyrsta so vóru tey flestu sigini longri ella verri at koma til, og tí var tað strævið bara at fáa veiðuna upp á eggina, og fyri tað næsta so var langt til hús. So funnu vit uppá at læna "Odd" (hestin) frá Stóra-Peturi, og tað var ein stórur lætti, tí tá kundu vit koma aftur til hús við gott 300 hundrað havhestum í senn. Hagreiðingin hjá pápa og Bjarna vísti seg at rigga heilt væl. Teir skáldaðu fýra havhestar í senn. Bjarni koyrdi í og úr, og pápi streyk fjaðrarnar av. Teir kláraðu eina 200 havhestar um dagin. Hetta loysti seg heilt væl, ja, fortjenastan var góð. Ein dagløn tá í tíðini lá um tretivu krónur, so kanst tú sjálvur rokna. Ja, sum eg segði í áðni, so kallaðu teir mín besta fleygasess "Duldi", og vaskirúminum hjá okkum - oman fyri hjallin - góvu teir navnið "Nátastovan".
Kirkjurókin (nr 1)
Havhestaungar havi eg eisini tikið nógvar. Árni Brattaberg, úr Vági, og eg vóru einaferð ein rimmar túr eftir havhestaungum. Lat meg sleppa at fortelja tær um tað eisini. Eg hevði orðað við Árna, at vit áttu at farið ein túr á Kirkjurókina eftir havhestaungum. Kirkjurókin gongur, sum tú veitst, allan vegin úr Gjónni og vestur á Heimara Barm. Rókin er góð at ganga, men tað er ein mjóvi mitt um hana, og eg hevði tikið amboð við mær, so eg fekk sett ein kong fastan, so tað bleiv lættari hjá okkum at koma um mjóvan. Vit gingu alla rókina - líka vestur á Barmin. Eg hevði riggað eina tráðu til við pilki, so tað gekst væl at taka, men høvdu vit ikki tráðu og pilk, so fingu vit ongan. Tann túrin fingu vit 172 havhestaungar, og tað var so nógv nógv meir enn væntað. Tað var eitt grúuligt baks hjá okkum at draga alla veiðuna heim aftur eftir rókini, upp á Nasan og so til hús.
Nú vit bara hava tosað um fugl, so haldi eg, at eg fari at fortelja tær eitt, sum eg bara havi fortalt nøkrum fáum, tí tað var betur ógjørt. Tað bleiv nógvur fuglur skotin í mínum ungu árum, og pápa dámdi væl at skjóta, og eg var ofta við honum, og tað var so spennandi. Tað var tann tíðin, tá ið tað mesta var loyvt, og vit ungu hugsaðu ikki um nakran stovn, so tað kom fyri, at farið bleiv upp á land at skjóta frá landi av, men tað gjørdi pápi ikki. Verri var við okkum yngru. Eg haldi ikki, at eg var komin í skjótialdur, men líkamikið, Gordon á Teigunum og eg høvdu lænt "Búgvan" - bátin hjá teimum Heimi í Horni - og høvdu verið og skotið í einar tveir dagar, har vit ikki áttu at verið, tað vistu vit væl. Vit fingu nógvan fugl, lomviga.
"Búgvin" (tann fremri) og "Tyril"
Tann triðja dagin kom Gubbi við, og Guttorm á Heygnum kom í staðin fyri Gordon. Eg bleiv settur upp á land einastaðni í Funningsbjørgunum við byrsu og fullum lummum av patrónum. Eg var ikki meir enn komin upp á land og hevði skotið eini tvey skot, nú blívur knappliga so óslætt, og tað koma stórar fyllingar tvørtur undir har, so teir rópa á meg at koma í bátin. Eg fari so oman beinan vegin, men knappliga kemur ein fylling og tekur meg út, og eg sakk sum steinurin niður á botn við byrsu og fullum lummum av patrónum. Har var eisini so atdjúpt. Tá ið tú fert soleiðis, so plagdu tey at siga, at tú sleppir ikki tí, sum tú hevur í hondini, men so var ikki hjá mær. Eg misti byrsuna, men eg misti ikki vitið, og eg vildi hava byrsuna upp aftur við mær. Merkiligt, at eg hugsaði meir um byrsuna enn um meg sjálvan, tí har ráddi jú bara um at bjarga sær sjálvum. Har sást púra einki, tí tað var so óróligt, at tari og tað heila alt livdi so illa. Ikki kann tað hava staðið leingi uppá, men tá ið eg kom upp undan aftur, var eg uttan fyri bátin, og teir vóru skjótir at koma til og fáa meg inn. Sjálvandi vóru teir forskrektir, men eg bleiv við at hugsa meir um byrsuna enn um meg sjálvan. Tá ið eg hevði summað meg eitt sindur og hugsað meg um, bað eg teir rógva meg heim á Gulaklett, so skuldi eg fara til hús eftir greiðum og royna at dreggja byrsuna upp aftur. Teir so gjørdu - og vit so at rógva vestur aftur at dreggja, men har kom einki burturúr. Tá ið vit so um kvøldið koma aftur í Gjónna, kemur pápi oman at hjálpa okkum at draga, og sjálvt um hann sá, at eingin byrsa var í bátinum, so talaði hann ikki eitt orð um tað, nei, hann nevndi ongantíð byrsuna við einum orði. Hann man hava vitað skilið, tí hetta var ikki fyrstu ferð, at menn vóru farnir í havið við byrsu og fullum lummum av patrónum. Eg veit, at einaferð høvdu pápi og teir úr Sámalsstovu verið uppi á landi vesturi undir Spónblaðnum - eystan fyri Svøltutá, og tá endaði onkur á botni við byrsu og patrónum. Eg havi ikki skotið av landi síðani handan dagin, og so við og við lærdu vit at lata fuglin fáa frið undir landi, og tað var gott og tiltrongt at fáa ta lógina, ið setti forboð fyri at skjóta innan fyri eitt ávíst mark úr landi. Nei, sum tað var nógv skotið ta tíðina, og tá var eisini nógvur fuglur, og nú verður einki skotið, og nú er eingin fuglur - ringt at skilja.
Takk, Jógvan!