Á Toppi (2008)

 

Theodor á Toppi (Theodor Hansen, f. 1935) hevur aftur verið so fittur at senda okkum eina av sínum mongu hugnaligu  hugleiðingum um heimbygdina: 

ÁRSTÍÐIR Í HEIMBYGDINI 

Eg má ásanna, at allar árstíðirnar í heimbygdini vóru líka áhugaverdar og spennandi. Hvør árstíð hevði sítt, sum hugtók børnini. Staðurin, har spælt varð, varð bara fluttur millum fjals og fjøru. Veturin bar sítt, sum nam við Kríggið. Teir góðu kavadagarnir vóru minniligir. Vit akaðu skíð og stóðu á skoytum; men hvørki skíðifjøl ella skoytur vórðu keyptar í handlinum. Alt varð heimagjørt. Eftir Kríggið fekk eg eina jarnsleðu úr Danmark. Mamma hevði, síðan hon var tólv ára gomul, skrivað saman við tveimum donskum gentum og einari gentu í Íslandi. Soleiðis læt Jóhan Kallsoy eisini børnini læra mál. 

Tað var ein sjáldsom sjón, tá ið vit litu út á Norðhavið. Á vetrardegi mundi mangan vera hirðisligt hjá enskum trolarunum og krígsskipum at liggja har. Tá var Norðhavið átókt eini bygd um kvøldið. Annars plagdu hesi skipini mangan at fara inn á Funningsfjørð at kroka. Henda krígstíðin ávirkaði ikki nógv okkum børn. Vit spældu frá morgni til myrkurs, eins og einki var á vási. 

Stuttligt var at aka skíð og skoyta. Vit gjørdu eisini kavahús og kavaskip, serliga úti í Lágni. Tá ið toyaði, ella bara var frostherðingur, kom blot í kavan, og nú tók uppá. Tá fóru vit at rulla kavabløk og gera kavaskip og kavahús. Kavaskipini hildu vit óvitar vera stór, og væl gróvu vit lastina, so rúmligt var. So í myrkrinum um kvøldið, kanska ein mánaslintra og bjartar stjørnur í erva, sótu vit í lastini við einum kertustubba, mjólkarfløsku og breyðflís og hugnaðu okkum. Vit kendu okkum tryggar, tó at tekin um kríggj vóru á Norðhavinum. Kavaskipini itu eftir krígskipunum hjá Bretum og Týskarum. Til dømis itu kavaskipini Nordfolk, Hood, Tirpitz og Bismarck. Men úti í Lágni var friður og eingin samanbestur. Onkuntíð kríggjaðust vit við kavabløkum móti Handaádreingjum. Okkum dámdi eisini væl at leypa skalv, serliga Eysturi á Bakka. 

Bismarck

Barnaspølini lagaðu seg eftir arbeiðinum hvørja árstíðina. Serliga eftir 1940 var nógvur fiskur at fáa Vesturi á Sondum. Tó at óvitin var bara 6-7 ára gamalur, minnist hann, tá ið bátarnir komu aftur av útiróðri. Ein dagin kom Venus spakuliga siglandi inn gjøgnum Gjónna. Tann dagin var logn. Báturin dró rimina, og línutrog og kíkar hingu uttanborðs, so nógv høvdu teir fiskað. Tá var nógvur fiskur at síggja á Helluni. Teir stóru dreingirnir arbeiddu eisini í Gjónni. So komu Fuglafjarðarbátar eftir fiskinum. Tá hildu vit tað vera sjáldsamt at síggja deksbát í Gjónni, og upp aftur sjáldsamari var at síggja slupp leggja at við Gulaklett. 

  

Venus                                                                                                       Thomas og Jógvan Sofus

Vit smádreingir róðu eisini dúgliga út. Okkara Norðhav var vegurin sunnan fyri Ánna. Allir áttu vit bát, sum mangan varð gjørdur undir Grønlandi og Íslandi. Umframt berjafløsku var bátur vanligt tinganest, tá ið skipsmenn komu heim undan Grønlandi og Íslandi. Smádreingirnir róðu út sum aðrir menn. Ein smádrongur var so heppin, at hann hevði fingið eitt vakurt, grátt krígskip. Hetta skipið gjørdist verjuskip okkara og skuldi ansa eftir fiskimarkinum, sum var Nýggigarður. Drongurin, sum átti verjuskipið, var errin um tað, og hann røkti arbeiði sítt út í æsir. 

Heiman fyri garðin, sum var fiskimarkið, settu vit línurnar: vit strektu ein snørisstubba eftir vegnum og løgdu smásteinar oman á hann. Vanligir steinar vóru hýsa og smáfiskur, men royðugrót var reyðfiskur. So sigldu vit til lands, og tað var eystur í kjallaran hjá Kallsoy. Sonur hansara, Herman, keypti allan fiskin frá okkum, og vit fóru væl nøgdir heim til hús við tirnum fyri fiskin. Herman hevði hentað tirnurnar Eysturi á Sandinum. Hesin fiskiskapur var púra livandi fyri okkum. Eitt dømi um hetta er tann dagurin, tá ið verjuskipið fekk maskinskaða. Dagurin leið at kvøldi. Allir bátarnir vóru komnir uttan verjuskipið. Í skýmingini varð farið at sóknast eftir dronginum. Tá lá verjuskipið stilt heiman fyri garðin við maskinskaða og bíðaði eftir, at onkur kom og sleipaði tað í havn - til hús. 

Tíðliga visti eg um Búgvan. Í kjallaranum hjá Jákupi abba lógu bjargaamboð, og abba líkt, dámdi honum væl at siga frá øllum. Seinastu ferð, teir vóru til bjarga í Búgvanum, minnist eg. Abbi var eisini við. Serliga minnist eg teir ungu bjargamenninar. Teir mundu vera ógvuliga spentir, tá ið farið varð frá landi – eg sá, hvussu teir ristust á hondunum. Tá ið so bjargaferðin var av í øllum góðum, lá lomvigin og tornaði niðri í fjøru. Ein vøkur sjón – fjøran hvít av lundabringum og lomvigabringum. 

 

Men vit smádreingir vóru eisini til bjarga. Vit høvdu smíðað okkum stong sjálvir og dugdu eisini at riða net. Gomul lomvigabein og lundabein vóru okkara bjargafuglar. Har sótu vit so hugagóðir í bakkanum Úti á Nasa ella Eysturi í Fjøru og fyglaðu. Og so minnast vit á, hvussu forkunnugt tað var at fáa feskan ella saltaðan lomviga til døgurða. Hetta var gott fráber, tí annars lógu vit altíð á fiskinum. 

Tá ið harutíðin kom, vóru vit smádreingir eisini eftir harum. Vit kendu væl harur, tí hesar hørðu vetrarnar plagdu tær at koma oman í bygdina av berari svongd. Tá hugsaðu vit eisini um at lívga tær, og so spakar kundu tær vera, at vit kundu taka tær á hondum. Vit hugsaðu eisini um smáfuglarnar. Vit høvdu smíðað okkum træbyrsu til harutíðina. So fóru vit eftir harum og høvdu sjálvandi mat við okkum. Vit fóru um allan bøin. Harurnar vóru hømiliuveðrar, sum vit skutu. So bundu vit fetil á harurnar og fóru sum vanligir harumenn til hús við harunum á bakinum lættir í huga. 

Stórkavi í Trandali

Mangan var veturin harður og tungur, serliga í 1947. Illa viðraði og ókyrt, so veður var ikki hjá postskipinum at koma. Tá varð farið til Funnings við posti, og pápi var ein teirra, ið bar post. Onkuntíð treyt eisini vøra og enntá petroleum. Tá fór maður av húsi við dunki millum herðarnar til Funnings at keypa. Pápi plagdi at siga frá, at einaferð bóðu vinfólk hansara í Funningi hann keypa sukur við Gjógv. Tá treyt sukur har í bygdini. Tey góvu honum sukurkort at hava við. Tá ið pápi var komin til Gjáar og hevði etið og skift klæði, fór hann oman í handilin. Onkur kom at keypa sukur, og tá mintist hann sukurkortið og skundaði sær til hús. Men sukurkort fann hann einki. 

Hetta var í skýmingini. So skifti hann klæði og fór til gongu heim á Skarð. Hann ørmintist, hvar hann hevði mist sukurkortið. Og so sanniliga fann hann tað á Skarðinum í hinum djúpu sporunum í kavanum. So aftur til gongu og oman í handil at keypa vinfólkunum í Funningi sukrið. Ja, mangt var hesi Krígsárini! Hvørja ferð, súrepli, appelsinur, fikur og dallur komu í handilin, varð dúgliga keypt, tí hesar fruktirnar vóru forkunnigar. Handilsmenninir royndu at býta tað javnt millum bygdarfólkið. Vit vóru trý fólk í húsi. Okkara partur var um leið ein hálv, lítil spann. Eg nenti mær ikki at eta hesar sjáldsomu fruktir, men setti spannina framman fyri songina bara at síggja tær, áðrenn eg sovnaði. 

Vit børn óraðu longu várboð á pálsmessu, tá ið lomvigin kom. Á kyndilsmessu kastaðu vit kráku í ramasta álvara; men blásiusmessa var okkum eisini í huga, tí tá hoyrdu vit onkran siga: “Når blásius er klar, da bliver der altid et blæsende vár. Á kyndilsmessu fingu vit tálgardrýl. Spenningur var á okkum, tá ið grækarismessa nærkaðist. Tá kappaðust vit um, hvør sá hitt fyrsta tjaldrið, og tá skuldu vit hyggja væl niðri í fjøruni. Aftur várboð! 

  

 Mads hevur verið eftir neytum                                        Kúgvin í Gamla Pakkhúsi kálvað tveir

Tá vóru nógv neyt við Gjógv, men ikki øll áttu kúgv. Vit áttu onga, men fjórðing í kúnni hjá abba í Horni. Tí áttu vit ikki mykjukøst. Pápi hugdi væl eftir, nær tarabrúgv legðist Eysturi í Fjøru. Tá fór hann at sanka tara og bera í tarakøst. Í okkara køsti var torvøska. Tá ið eplini skuldu verða niðursett, blandaði pápi torvøsku og tara sum taðfall, og tað bar eisini til. 

Gjógv var kyrruvond bygd. Dúgliga varð velt og eisini brotið upp úr nýggjum. Soleiðis gjørdi pápi í Dalagerðinum og Uppi í Brekkum. Vit settu hálvaaðru tunnu niður og væntaðu okkum um leið seks fold, sum var tað vanliga. Tá ið velturnar so vóru niðursettar, var aftur spennningur á fólki. Nær fóru tær at næla? So æt eitt at hyggja at veltum. Ein góðan sunnudag seinnapartin sást tú hjún og onnur ganga í bønum og hyggja at veltum. Tað var frøi, tá ið hin fyrsta nálin sást! Ongantíð gloymi eg vakrar sunnudagar, tá ið bæði børn og vaksin gingu og spákaðu í sólini eftir kirkjutíð og lestur. Sunnudag lá ein djúpur friður yvir bygdini. Ein sunnudag, minnist eg, sótu eg og Poulina omma niðri í Sandsgarði á klettinum har og nutu útsýnið. Áin spøk, sólin skein, og Víkin spegilssløtt. 

Nú var farið um javndøgur, og sólin stóð hægri á luftini. Nú var skjótt tíð at fara at skera torv. Vit skóru torv Úti á Leiti, Heimi á Bust og Heimi í Dal nærindis Antaránni. So ein fagnaðardag tíðliga um morgunin fóru eg og pápi niðan á Leiti. Brandandi sólskin og stilli. Sjógvurin spegilsslætttur. Vit koma niðan og seta okkum at njóta hesa vøkru sjón. Har niðri lá bygdin í kvirru. Ljósur torvroykur aldaði spakuliga beint upp úr skorsteinunum.  

Úti á Djúpunum fóru sluppirnar til fiskiskap. O, tey vøkru minni! Í góðveðrinum hoyrdu vit motorarnar. “Handa hevur Skandia! Handa Bolinder! Handa Tuxam!” segði pápi hugtikin. Tá fekk eg eisini áhuga fyri motorum. Eg minnist motorarnar í bátunum við Gjógv: Stuart, Solo, Penta, Perfect, Wickman og ØM. Tá ið pápi hevði skorið nakrar torvur, fekk eg eina torvu at skera við borðknívi. So skar eg eisini torv og legði torvurnar sum pápi og bar burtur sum hini fólkini. 

Skjótt vardi okkum, at vit vóru ikki einsamallir á torvheiðunum. Kátar røddir hoyrdust. Glað og eydnurík børn spældu sær. Og yviri í Tjørnudali tosaðu menn um, at Per stóð og skar upp undan eyri. Ein favnur at skera av. Eg minnist hann standa har og skera, tvær torvhæddir. Viðhvørt sást tú royk, tá ið torvfólkið traktaði sær ein kaffimunn. 

Tað eyðkennir børn, at tey spæla ikki leingi sama spælið. Skjótt legði eg borðknívin og fór at leita eftir reiðrum. Eg bað so pápa lova mær heim á Leitið, har Sørin abbi skar torv. Stutt var tó ímillum. Tá ið eg kom, legði abbi torvskeran og segði: “Nú skulu vit báðir fara at ganga okkum heim undir Skridnabrúgv at leita eftir lesull.” Vit til gongu. Har var sama fuglastarv og fuglalát. Tá komu vit fram á eina keldu, har hon spretti upp. Kalt vatn. Vit funnu upp í tveir blusulummar av lesull, og tað helt abbi ikki vera til einkis. 

Tann dagin, tá eg og abbi vóru og leitaðu eftir lesull, køvdi hann av í mjørka. Tað var óhugnaligt at líta oman í Dalin. Eg kendi meg sum í leysari luft millum skýggini. Tá vildi abbi hava meg hjá sær; men hesin forvitni smádrongurin hugsaði um okkurt annað. Hvussu mundi vera, um eg gekk eitt sindur niðan á Middagsfjall? So otaði eg meg spakuliga niðan í fjallið. O, tann sjón! Har var brennandi sólskin! Kanska hugsaði eg ikki tá, at okkurt at pollamjørki. Men henda ferðin var ikki til einkis, tó at pápa og abba hevði dámt betur, at eg ikki fór. 

Burtur úr hesi sjáldsomu ferð spurdist mikil lívsvísdómur. Einaferð, tá ið eg var langt av landi skotin – eg var nakað við aldur – løgdust sorg og vónloysi á meg. Fyri mær var nú køvandi mjørki í dalinum. Hetta kvøldið, mær var hyggjandi út millum trøini, og bilarnir fuku framvið, rann sjónin uppi í Middagsfjalli fram fyri meg: “Meðan tú gongur í køvandi mjørka niðri í dalinum, minst tó til, at uppi á fjøllunum skínur sólin!” 

Ein annan dag fóru pápi og eg heim í Dal at skera torv, og mamma legði okkum í skjáttuna. Hetta gjørdist ein minniligur dagur, tó at eg var bara 4-5 ára gamalur. Krógvin hjá okkum stóð tætt við Antará. Pápi hevði riggað mær eina fitta sílatráðu og segði, at nú skuldu vit báðir fara at veiða síl í ánni. Eg setti niður í ein góðan hyl. Eitt miðalsíl tók beinan vegin. Eg minnist, at eg gjørdist so kløkkur, at eg syfti sílið høgt upp í luftina. Eg fekk eitt síl afturat. Hetta vóru fyrstu sílini, eg fiskaði, og hetta var upprunin til hin mikla sílahug, sum eyðkendi okkum allar samlar. Og mangan var eg við pápa eftir torvi har í nógvum kava, tá ið hini djúpu gilini lógu javntramað. 

Men vit áttu onga jørð. Abbi í Horni átti 5½ gyllin. Tó áttu vit frælsi til eina ær fyri Oman Rætt. Hon gekk norðuri í Urð. Um veturin stóð heimaærin í kjallaranum. Tað var so hugnaligt umframt høsn og kettu at hava eina heimær í kjallaranum – og so eina lomvigapisu, sum hvønn morgun læt. 

Á Omansrætt (Heimi í Lágunum)

Sum smádrongur var eg á áseyðaroyting sum hinir dreingirnir. Ein dagin, tá ið eg var smádrongur, var eg á fjalli við abba í Horni fyri Oman Rætt. Nú rennur fram fyri meg tann dagurin, tá ið abbi og Oliver tóku meg og Jason við sær á Skoragøtu. Eg minnist, at har var smegið, og vit sóu beint niður á sjógvin. Sum onnur børn gleddist eg at bera lomb á marking og síggja fjallmenn klippa og royta. Tá ið gongan var komin í rætt, komu konufólkini á rættina við pannukøkum og drekka, og tey settu okkum ikki eftir. Vit sótu og fingu okkum sum aðrir fjallmenn. 

Og nú er summar og nú er lýtt, og nú er himinin bláur. Tómligt í bygdini, nú ið dreingir og menn eru til skips; men áin og fjøran vóru eftir. 

Theodor Hansen 13/3-2020 

 

Kategori: Frásagnir