Frá vinstru:  Erling (Fuglafirði), Brattaberg (Vági), Laurits (Eiði) og Sivert á Fløtti

Ta tíðina, tá ið tað stóra vegarbeiðði fór fram í sambandi við at knýta Eiði, Funning og Gjógv saman, arbeiddu nógvir mans veg, og arbeiðsheitið var vegmenn. Gjáarfólk kallaðu vegmenninar viðhvørt fyri likkurnar. Onkur skemtari kom við hesum heitinum og kundi taka soleiðis til: "Nú koma likkurnar!" (Nú koma vegmenninir til hús). "Hann er í likkunum í dag!" (Hann arbeiðir veg ella er til vegin í dag). Hvussu likkuheitið er uppáfunnið, veit eg ikki heilt, men onkur heldur tað koma av tí, at ofta var fult av likku har í haganum. Likkurnar stríddust dagliga við at vinna sær føði við grasormunum - og vegmenninir vunnu sær føði við vegarbeiði. Kanska onkur lesari veit upprunan til likkuheitið. - Arni Brattaberg, úr Vági, var høvuðsformaður, og hann var kendur um alt landið sum ein sera dugnaligur og bragdligur formaður. Eingin sligur í valsinum. Aftrat honum vóru tríggir lokalir formenn: Hans Poulsen, av Eiði, Jacob Petersen, úr Funningi, og Anton á Klá, frá Gjógv.

Tað stóra vegarbeiðið byrjaði í 1958 og vardi út í fyrru helvt av 1960unum. Eftir at sjálvt vegasambandið kom - til Gjáar í 1959 og til Funnings í 1961 - var nógv eftir at gera, og teir "gomlu" vegirnir av Eiði niðan ímóti Eiðisskarði og frá Gjógv yvir í Líð blivu fyri ein stóran part gjørdir av nýggjum ella høvuðsumvældir. Eg havi eitt sindur av tilfari liggjandi, ið eg havi fingið frá Landsverki, og ætli eg mær at leggja okkurt av tí út her so við og við. 

Her hava vit nøvnini á øllum teimum - av Eiði, úr Funningi og frá Gjógv - sum í styttri ella longri tíð arbeiddu veg í 1963. Tímalønin í 1958 var 4,20 kr, og eg minnist, at vit javnaldrarnir úr Funningi, av Eiði og frá Gjógv, ið konfirmeraðust á Eiði í 1958, fingu hálva løn - 2,10 um tíman. Í 1963 var tímalønin góðar 5 krónur, og á yvirlitinum síggja vit, hvussu nógvar tímar hvør einstakur arbeiddi hetta árið. Á listanum eru umleið 100 mans. Tað - at koma at kenna hvønn einstakan funningsmann og nógvar eiðismenn gjørdi bondini bygdanna millum munandi sterkari, so hesir hálvbýttu fordómar, sum vanliga eru millum grannabygdir, hvurvu sum døgg fyri sól. Stemningurin var í hæddini, og mong vinaløg blivu knýtt. -- Rík og góð minnir og ein lærurík tíð. 

 

           Arbeiðstímar 1963      

 

 
 

Funningsmenn 

     

Gjáarmenn

     

Eiðismenn

 

Nummar

Navn

Tímar

 

Nummar

Navn

Tímar

 

Nummar

Navn

Tímar

101

Jacob E. Petersen

1140

 

201

Anton Hansen

1544½

 

2

Hans Poulsen

1526

102

Sigmund P. Petersen

1338

 

202

Sivert Joensen

1530½

 

6

J.P. Dahl

884

104

Karl Højsted

176½

 

203

Benadikt Johannesen

24

 

7

Janus Øster

1474

107

Peter E. Petersen

570

 

204

Thomas Debes

12

 

9

Bernhard Hammer

1392

108

Thomas E. Juul

183

 

206

Poul E. Nólsoy

425½

 

10

Gunnar Samuelsen

1346

109

Kjartan Højsted

311

 

207

Klæmint Matras

1413½

 

11

Jógvan E. Mørkøre

1404

110

Steingrim Funding

151

 

208

Gordon Johannesen

181

 

12

Daniel P. Jacobsen

280

111

Knud Højsted

1332

 

209

Klæmint Joensen

112

 

24

Knút Vesturdal

2065

112

Peter A. Bláberg

772

 

211

Karl M. Róðá

222

 

30

Kornelius Joensen

227½

113

Andreas Olsen

150½

 

212

Leivur Klein

904½

 

46

Mourits Olsen

806½

114

Ole A. Johannesen

1251

 

213

Kornelius Johannesen

571

 

71

Poul Johs. Jacobsen

1508½

116

Niels Dahl

994½

 

216

Sofus Sivertsen

282

 

72

Jaspur Kruse

113

117

Edvard Petersen

84

 

218

Karl J. Sigvardsen

1477½

 

78

Johs. Carl Joensen

150

118

Nicodemus Hansen

1121

 

219

Johs. Sigvardsen

1287

 

81

Kristin Jacobsen

232

119

Jacob S. Jacobsen

1371½

 

220

Mads Joensen

1435½

 

84

Jørgen O. Ellingsgaard

   645½

120

Poul Johs. Thomsen

1335

 

223

Hans Edv. Joensen

1238½

 

86

Edvard Joensen

75

122

Knút S. Olsen

446½

 

225

Karl A. Joensen

286

 

120

Tummas Brøðraberg

232

123

Willimoes Olsen

269½

 

227

Julius Joensen

267

 

124

Kjartan Ellingsgaard

147

124

Julian Olsen

77

 

228

Pætur Joensen

1002

 

125

Jóannes Ellingsgaard

188

126

Sámal P. Petersen

633

 

230

Símun Fríðheim

218

 

127

Einar Ellingsgaard

86

127

Hendrik Petersen

109

 

231

Joen S. Ferjá

434

 

128

Nikkel M. Kruse

150

129

Joen Sigurstein

1299

 

235

Páll Sivertsen

225

 

129

Jarmund Kruse

30

130

Peter J. Sigurstein

10

 

237

Sigurd Niclasen

318

       

132

Daniel M. Reynbú

179

 

239

Peter P. Joensen

296½

       

133

Elieser Højsted

1294

 

241

Poul S. Christiansen

459

       

136

Joen P. Johannesen

260

 

242

Ásfinn Sigvardsen

212

       

137

Petur Páll Jóanesarson

875

 

247

Poul Johs. Johannesen

119

       

139

Daniel Johannesen

1465

 

250

Olrik Christiansen

102

       

143

Svenning Johannesen

10½

 

255

Dánjal Joensen

124

       

144

Martin E. Petersen

279

 

256

Óli Chr. Debes

77

       

145

Jóannes Petersen

350

 

258

Jógvan Nónsgjógv

583½

       

146

Donald Mackay

686

 

259

Pætur Debes

86½

       

148

Sofus Funding

942½

 

 

 Aðrir:

 

       

150

Meinhard Juul

1117

 

Gjógv

Herluf Joensen, traktorførari

1944

       

152

Regin Jóanesarson

1526

 

Funningi

Árni Brattaberg, traktoførari

2133½

       

156

Peter P. Dahl

195

 

Funningi

Bjarni Brattaberg

718

       

157

Martin Højsted

951½

               

158

Ólavur Funding

201

               

159

Dávur Funding

489

               

160

Andreas Sigurstein

1236½

               

161

Frank Hansen

1277

               

162

Heri Højsted

1106

               

163

Magnus Olsen

1174½

               

 

 

Kategori: Frásagnir