"Eg minnist bygdina sum ein dyggan felagsskap!" Soleiðis tekur Theodor á Toppi til, nú hann aftur hevur sent okkum eitt brot úr sínum hugnaligu hugleiðingum. Vit takka honum fyri hetta brotið um skúla, kirkju og samkomuhús og vóna, vænta og gleða okkum til fleiri brot av hansara hond. 

SKÚLI:                                                             

Vit kunnu ikki siga, at gamli skúli okkara var tíðarhóskandi. Hann varð bygdur í 1883. Hann er laðaður upp við gróti og hevði flagtekju og stór, hvít vindeygu. Regndagar lak so illa niður í skúlastovuna, at vit onkuntíð máttu fáa frí. Onkustaðni verður tikið til: “Dygdin í læraranum er betri enn amboðini.” Tað skulu teir eiga báðir – Jóhan Kallsoy og Erling Mortensen – sum vóru lærarar mínir skúlaárini við Gjógv, teir vóru báðir av bestu lærarum. Jóhan Kallsoy kom í 1919 og Erling Mortensen í 1944. Báðir vóru teir kirkjutænarar, so sambandið millum skúla og kirkju kendist dygt.

  Fyri 1908                                                                       Frá 1908 til 1952

Tá vóru fáar føroyskar skúlabøkur. Vit nýttu J. Dahls bíbliusøgur og ungdómssangbókina hjá Emili Joensen og Songbók Føroya Fólks. So átti skúlin føroyskar lesibøkur og Føroyingasøgu. Stavingarbók Evensens varð nýtt og Perbókin hjá H.A.Djurhuusi.

Tá á døgum var skúlalagið øðrvísi enn nú. Uttanatslestur varð nógv nýttur, serliga lærubókin, sum var á donskum máli. Jákup abbi segði mær, at tá ið hann var tíggju ára gamalur, hevði hann hvørki bíbliusøgu ella lærubók við sær í skúla, tí hann dugdi tær uttanat. Tríggir skúlaflokkur vóru: elsti flokkur, miðlingaflokkur og yngsti flokkur. Elsti flokkur var í skúla t.d. mánadag og so hinir báðir flokkarnir týsdag. Børnini kundu vanliga koma upp í elsta flokk tíggju ára gomul. So skilja vit, at stundir vóru bæði til spæl og heimalestur hjá børnunum.

Eg havi varhugan av, at børnunum dámdi væl at ganga í skúla. Tey fingu so góðan stuðul heimanífrá. Skúlin varð hátt mettur í heimbygd míni. Fyrstu ferð, eg var í skúla, var eg bara seks ára gamalur. Tá var vanligt, at barnið slapp í skúla við einum øðrum skúlabarni. Eg var í skúla við Jasoni vinmanni mínum. Tá kendi eg veruliga á mær, hvussu tað var at ganga í skúla, og mangur gleddi seg til tann dagin. Vanligt var, at børnini høvdu hylling á lesing og tølum, áðrenn tey fóru í skúla. Pápi plagdi at siga frá skúladøgum sínum. Tá hevði skúlin hevði eitt barnafelag, sum æt Smæran, og eitt blað, sum æt Smæran, sum børnini skiftust um at skriva í.

Jóhan Kallsoy var strangur lærari, men kundi eisini geva børnunum eina stuttliga løtu í tímunum, tá ið hann las onkra stuttliga søgu. Serliga minnist eg ein dagin, tá ið hann las um ein kálv. Vit børn vóru um at kódna í látri, tá ið hann hermdi eftir kálvinum. Umframt sálmar lærdu vit eisini sangir úr Songbók Føroya Fólks. Sangtímarnir hjá Kallsoy vóru framúr góðir. Hann dugdi bæði at spæla urgu og violin. Kallsoy gjørdi lag til tveir sangir - Fannir tiðna í fjøllum og Tað rýkur og fýkur. Hesi bæði løgini sungu vit og duga enn. Børnini gleddu seg altíð til sangtímarnar. Sangirnir, ið sungnir vóru, lagaðu seg eftir árstíðini. Sum dømi kann verða nevndur sangurin: Tað rýkur og fýkur, og norðættin strýkur. Henda dagin minnist eg, var uppgangur í brimi, óløgini brutu niðan í ánna, vindur og kavarok.

               

Johan  Kallsoy                        Erling Mortensen

Minnilig eru jólini, tá ið Kallsoy setti skúlabørnini inn í kór í kirkjuni at syngja jólasálmar. Framman undan fóru vit skúlabørn um bygdina at læna strábonkir at seta inn í kirkjukórið til børnini at sita á. Og so at telja jólini  á føstuinngangi í dansistovuni. Tá minnist eg Kallsoy í vøkrum, føroyskum klæðum dansa millum tvey hini minstu børnini.

Ein dagin bórust tey tíðini, at Kallsoy skuldi fara til heimbygd sína, Eiði, at vera lærari. Heystið framman undan fóru vit at hjálpa honum at taka upp epli. Kallsoy var raskur at velta og bróta upp úr nýggjum. Og so kom tann dagur, sum var tungur. Eiðisbátur kom í Gjónna eftir Kallsoy. Men tá ið báturin hvarv Úti undir Eyga, stóðu vit eftir á helluni og grótu.

Men maður kom í mans stað. Hann var úr Suðuroy. Hitt góða lagið í skúlanum helt fram, tó at Jóhan og Erling vóru ólíkir. Eg gekk míni seinastu ár í skúla hjá honum, og tað var mín lærdómur, áðrenn eg fór á læruskúlan. Serliga minnist eg kristnitímarnar hjá Erlingi – teir festu seg í sálina. Mær rennur í hug, tá ið eg nú sum gamalur maður gangi fram við Gjáar skúla: “Tøkk fyri góðan lærdóm og ógloymandi skúladagar.”

 Latum okkum enda hetta lítla skúlaprátið soleiðis: Í 1919, tá ið Jóhan Kallsoy fyrstu ferð stóð við pultin í Gjáar skúla, minnist pápi, tá spurdi hann børnini: “Góðu børn, hvat skulu vit syngja í morgun?” Tá svaraði eitt skúlabarn: “Lover Herren hann er nær!”

Lat so hesa sálmaregluna standa yvir barnaárunum og skúlatíðini við Gjógv.

 

SAMKOMUHÚS

Ungmannafelag var í bygdini, Norðstjørnan. Limir kundu vit gerast, tá ið vit vóru fjúrtan ára gomul. Í ungmannafelagnum varð mangt lisið upp. Alt, sum kom út á føroyskum, varð lisið upp har, og sungið varð úr Songbók Føroya Fólks. Felagið hevði eisini eitt handskrivað blað, sum limirnir skiftust um at skriva. Fyrsta eg minnist, varð handilin hjá Dánjali Klein Uppi á Gjógv nýttur til dansistovu. Fyrstu ferð, eg sá harmoniku, var har uppi, og eg gjørdist eg hugtikin. Eg minnist, at øll stóðu uttan um Ditlev úr Funningi, meðan hann spældi. Lítið minnist eg føroyskan dans har. Bara eina ferð minnist eg føroyskan dans. Tá skipaði Eliesar Ud fra Drammen. Sjónleikir vórðu spældir har. Eg var lítil, tá ið eg sá fyrstu sá sjónleik við Gjógv. Eg gjørdist bangin, tá ið eg sá tveir mans við svørtum skeggi sita har við grindaknívi. Eg minnist sjónleikin Ófriðarligar tíðir, sum eg seinni sá. Spenningur var í bygdini, tá ið frættist, at ungmannafelagið riggaði til sjónleik

Gjáar samkomuhús - Dansistovan

Eftir kríggið varð handilin hjá Petur Juliusi nýttur til dansistovu. Har dansaðu tey bæði enskan og føroyskan dans. Eg minnist Trúgva spæla violin, ið tey dansaðu eftir. Funningsmenn spældu sjónleikin Hjá Dalabóndunum á føstuinngangi, og so var góður dansur aftaná. Fyrr í tíðini hevði dansistova verið í bygdini. Í 1950 varð nýtt samkomuhús bygt. Ungmannafelagið skipaði fyri; men tá var eg vorðin limur.   

 

Kirkja

Einaferð varð pápi spurdur, hvat var tað størsta hann hevði upplivað norðuri við Gjógv. Hann svaraði skjótt: “Tá ið vit fingu nýggja kirkju í 1929.” Ikki tí, Gjáarmenn áttu bæði prýðiligan og góðan halgidóm. Trúliga gingu teir í kirkju í Funningi og høvdu síni tilhaldshús har. Har vórðu bundin bond, sum ongantíð slitnaðu. Jensina í Lon, sum eg helt vera djúpari enn mangur annar, segði einaferð Zachariu gummu, at hana hevði droymt ein sjáldsaman dreym: hon sá ein eingil dala niður av himni Eysturi á Bø - á júst sama staði, har kirkjan seinni varð sett.

Gjáar kirkja - vígd 26.05.1929 

Foreldur míni lærdu meg, hvussu eg skuldi bera meg at í kirkju og kirkjugarði. Tá ið eg var komin inn um portrið, skuldi eg stíga sámuliga, tí eg var á halgari grund. Soleiðis mundi vera í hvørjum húsi. Í kirkjugarðinum skuldi eg stíga varliga og ongan vøkstur bera út haðan. Inni í kirkjukórinum skuldi eg ganga serliga varliga, og so fingu børnini eisini at vita, at kvirran í Harrans húsi var sálarbót. Mong eru minnini. Vanliga las deknurin lestur eftir Jacob Dahl, og sungið varð í danskari sálmabók; men um jólahøgtíðina sungu vit úr føroyskum hefti, og tað var forkunnugt. Soleiðis gjørdust nógvir danskir sálmar okkum ógvuliga kærir og eru tað enn.

Presturin, Sand, var Dani. Vanliga kom hann til Gjáar seks ferðir um árið. Tá var altargangur. Óvitin gav sær eisini far um, at prestur lagaði ferðir sínar eftir, nær skipsmenninir fóru, ella tá ið teir komu aftur. Tað var vakurt at síggja, tá ið húskini fóru til altars, áðrenn skipsmenninir fóru á Suðurlandið, og so um leið á mikkjalsmessu, tá ið teir aftur í øllum góðum. Tað lá ein sovorðin hátíðardámur yvir øllum.

Eg minnist bygdina sum ein dyggan felagsskap. Tørvur var á øllum, tá ið okkurt serligt var á vási, t.d. tá ið farið varð til bjarga, á fjall, draga bátarnar, tá ið uppgangur var í Gjónni. Hesin felagsskapur kom eisini til sjóndar, tá ið onkur var farin í Harrans hendur. Soleiðis kendi óvitin tað – tá legðist ein sorgardámur yvir bygdina, tað tóktist, sum alt steðgaði eitt skifti. Alt syrgdi, náttúran syrgdi, kvirra legðist yvir alt. Soleiðis kom felags sorgin til sjóndar, tá ið lík stóð undir børu. Vanliga var prestur ikki til nakra jarðarferð, men kom seinni at kasta jørð á. Hvør minnist ikki, tá ið Sand prestur stóð og sang á grøvini: “Herrens venner ingen sinde mødes skal for sidste gang.” Kvøldið fyri jarðarferðina kom onkur, ið av varaði, í hús og segði orðini: “Eg skal biðja tykkum við líkinum.” Hesi fólkini fóru í ervi, men eisini hini fremmandu fólkini, sum komin vóru at fylgja. Tá ið tey komu um morgunin, stóð altíð onkur fyri teimum og bjóðaði teimum inn. Fastir sangarar vóru í bygdini. Teir sungu heima fyri líkinum, á veg í kirkjuna, í kirkjuni og úti á kirkjugarðinum.

Sagt verður, at Føroyingar altíð høvdu børnini við sær, tá ið møguligt var. Børnini fylgdu eisini líki, og tey vóru eisini í heiminum, har kistan stóð. Eg minnist ein dagin, at Stauning hevði sett á Sandinum og kom at landi í fjøruni, meðan línurnar stóðu. Tá ið teir skuldu fara at draga línurnar, setti eg uppá, at eg skuldi við. Eg var ikki klæddur til slíkt, hevði ber knø. Men við slapp eg. Jústines á Grótheyggi læt seg úr hálvhosunum og gav mær tær. So lagaligt var tó ikki altíð. Børnini sluppu ikki altíð við til ymis borðhald. Einaferð minnist eg eitt ervi, tá ið børnini ikki sluppu við. Pápi uggaði meg, at hann skuldi fáa mær nakrar smákøkur í lumman. Jú, tá ið hann kom aftur, hevði hann smákøkurnar í jakkalummanum – og soleiðis var mítt ervi hesa ferð.

Foreldrini vildu, at børnini skuldu ganga í kirkju hvønn sunnudag. Tá ið eg dugdi so frægt danskt, keypti mamma mær eina sálmabók frá Jóhannesi Bæk, trúboða. Tá var eg eitt sindur errin og sat sum hini fólkini við sálmabók. Men tó skuldi eg velja ímillum at fara í kirkju ella í lestur hjá abba í Horni. Nú er at siga, at lestur varð lisin í nógvum húsum við Gjógv. Abbi las í Heinrich Müller, ein gitin týskur gudfrøðingur. Her er aftur eitt kært minni: omma hevði setti døgurðan útá, ein ræstan bita og epli úr Hornagerðinum. Abbi hevði tikið lestrabókina fram – hon hevði træpermu og messingahongsl. Og so sat abbi í stovuni við brillum og las hart. Omma sat á torvkassanum og helt saman hendur, lyfti onkuntíð grýtulokinum. Eg sat á einum stóli og helt saman hendur eisini. Lestrarnir vóru drúgvir. Eg visti, at abba dámdi væl Mullar. So var kvirt í stovuni, meðan abbi leitaði í bønabókini, og so las hann aftur ein vakra bøn. Kanska mundi óvitin ótolnast eitt sindur. So var aftur kvirt í stovuni, meðan abbi leitaði eftir einum hóskiligum sálmi í Kingobókini, og so sang hann – lágmæltur var hann, men nótafastur. Stovuvindeygað stóð opið. Sangurin hoyrdist út á vegin, plagdi Kristian Martin at siga mær. Tá ið sálmurin var sungin, legði omma uppúr, og vit trý settu okkum við trogið at eta døgurða. Ein sóljumunn og køkuskapilsi omaná.

Ein vakur siður var í heimbygdini, sum eisini var aðrastaðni. Hvørja ferð, tá ið børn og vaksin komu úr kirkju, fóru tey á grøvina hjá næstringum og kenningum. Soleiðis vórðu børnini lærd. Tí kendu vit børn nógvar gravir. Men óvitin er spurin. Hann hevði varnast, at tá ið fólk løgdu hondina á grøvina, lá hondin still eitt bil. Tí spurdi eg abba í Horni, um tey søgdu nakað tá. “Jú, góði, tey siga – Jesus, lat okkum møtast aftur.”

Í 1920-árunum festi heimamissiónin rót í heimbygd míni. Tá ið eg var barn og seinni, plagdu missiónsmenn at koma og halda møti í skúlanum ella í kirkjuni. Hetta gleddu mong seg til, minnist eg. Eg minnist ein dagin, at pápi hevði verið við posti í Funningi, tí tað viðraði ikki við Gjógv. Mangan var drúgvt at bíða eftir Brittons Pride. Mangan var kalt at standa og bíða á Funnings kei, og mangan varð pápi boðin inn at fáa sær ein heitan drekkamunn. Pápi segði altíð, at hann hevði so nógv gott at bera Funningsmonnum.

Tá ið eg var so frægur, slapp eg til Funnings við pápa, og eg upplivdi eisini at eisini henda blíðskapin. Ein kavadag var pápi komin úr Funningi við posti. Tá segði hann, at hann hevði fylgst við einum prúðum, røskum gongmanni oman til Gjáar. Maðurin æt Jóhannes Bæk,  sum eisini bar tunga byrðu á bakinum. Tann dagin var Høgabrekka tung at ganga, tí kavin var nógvur. Jóhannes Bæk gisti hjá Erlingi Mortensen, lærara. Um kvøldið var møti í skúlanum, og mong nýttu høvi at hoyra Guðs orð. Við Gjógv var slíkur bókahungur, tí bæði ungum og eldri dámdi væl at lesa. Tað gav at bíta. Einaferð menn stóðu og prátaðu, og óvitin sat undir, tá tók ein teirra til Leo Tolstoi.

Tá var mamma skjót at fara at keypa sær eina góða bók. Eg minnist, hvussu hon æt – Storm over Sejlerholmen. Hon keypti mær eina lítla andaktsbók Kristus vor Liv. Jóhannes Bæk hevði eisini møti í kirkjuni. Eg minnist hetta vakra kvøldið í heimbygdini. Kirkjan var upplýst. Tá hendi eitt, sum ongantíð fer frá mær: Jóhannes Bæk stóð og sang á kórsgáttini við síni sterku, vøkru rødd: “Hví troðkast mannamúgvan so!” Hvørja ferð, eg stígi inn í kirkjuna, aldar hesin songurin fyri mær undir kirkjuhválvinum.

Hans Jacob Ellingsgaard, trúboði, plagdi eisini at halda møti við Gjógv. Hans Jacob var eisini góður, skrifttrúgvur talari. Kjartan Stakksund plagdi at vera við honum og spæla urgu. Sum óviti tókti mær altíð, tá ið teir komu at halda møti, at hetta vóru hátíðardagar. Bygdarfólkið gjørdi ongan mun á teimum báðum. Um summarið plagdi brøðrasamkoman at halda møti við Gjógv sunnudag seinnapart. Tey komu við bátunum, sum itu Sendiboðið og Stórafjall. Tey løgdu stóran dent á vitnisburðin og sangin. Eisini eitt kært minni úr barnadøgunum við Gjógv.

Sum stórir dreingir minnast vit tíðina eftir seinna heimskríggj og plagdu at forvitast, tá ið eldri menn tosaðu uppi á Gjónni. Vit vistu eisini, hvat stóð í tíðindabløðum, og sótu undir hvørjum orði í handlunum. Ótti var á okkum, tí tosað varð um triðja heimsbardaga. Eisini frættist um, hvussu kristin fólk vórðu forfylgd fyri eystan. Einaferð tosaðu menninir um, at teir stóru talaðu um at stovna heimsfelagsskapin ST. Menn uppi á Gjónni vóru ójavnir á máli. Tá helt ein ungur maður fyri bæði í skemti og álvara: “Endin verður helst tann, at Fransmaðurin fyrsta dagin situr og fleygar lunda á Kirkjurókini.”

Vit smádreingir tosaðu eisini um gudiligar spurningar. Einaferð stóðu vit eysturi við Eyrholuna og tosaðu um, hvør hevði skapað Guð. Men tá komu vit onga leið. So segði Kristian Martin, sáli, ógvuliga avgjørdur: “Vi skal ikki granske Guds hemmelighed!” Eitt kvøldið stóðu teir eldru dreingirnir Heima í Túni og tosaðu um tilveruspurningar. Onkur teirra hevði verið á háskúla, og onkur lærdi í Havn. Í Havn var so mangt gott at fara til. Vit yngru dreingirnir stóðu bara og tagdu. Teir tosaðu um heimsins enda. Eg minnist, at hesa náttina gekst ikki væl at sovna, tí eg lá bara og hugsaði um henda stóra dagin, tá ið heimsins klokka er steðgað.

Øll gleddu seg til jóla. Øll jólaklæðini vórðu gjørd heima við hús. Eg minnist serliga ein snór, sum allur var avtaglaður við ermum, bulum og hosum. Har vóru tíggju børn í húsinum. Stórar vóru fyrireikingarnar. Tey vaskaðu upp og niður, pussaðu tað, ið pussast skuldi. Menn fóru eftir jólatorvi og bera í hjallin. Eg og Jason fóru við sleðu Heim á Bust eftir jólatorvi. Nógvir jólagestir plagdu at koma. Í handlunum sást eisini, at jól vóru í hondum. Tá var spenningur, hvussu mundi fara at viðra hjá postskipinum, um klúgvandi fór at verða um borð við lossibátinum.

Hetta var stutt fyri jólahøgtíðina. Ógvuliga ókyrt var og nógv brim í Gjónni. Ivasamt var, um teir torgaðu um borð í postskipið. Pápi var ein av monnunum, sum skuldu rógva um borð í postskipið. Teir tóku sær løgi út gjøgnum Gjónna; men verri var, tá ið teir komu aftur. Tá ið teir komu inn fyri helluna, breyt eitt stórt óløgi og tók lossibátin. Ongantíð gloymi eg ta løtuna. Jólagestirnir vóru bliknaðir av ótta. Í tí báturin rann upp á turt á dráttin, leyp ein Eiðismaður út, tók um rongina á bátinum, setti føtur í spenni – og helt. Maðurin var í gráum klædningi og ljósum yvirfrakka, hann var sum drigin av grunni, dýggjandi vátur. Hesin maðurin mundi vera ein sonn kempa, helt eg. Tá ið nógvar hendur høvdu tikið bátin sjófrían, fór Símun á Grótheyggi til hansara og bjóðaði honum við sær til hús at skifta klæði. Men maðurin takkaði honum og helt, at tað mundi ikki fara at bila. Hann mundi halda, at væl mundi vera tornað, tá ið hann hevði gingið allan vegin til Eiðis. Øll gleddust til jóla. Jólaaftan gleddu tey seg til aftansmatin, sperðil, epli og fisk. Ja, sagt varð um teir gomlu, at teir skuldu siga, at tá ið aftansmaturin var etin, vóru jólini liðug. Jóladag var ræst kjøt til døgurða, tað royndu øll at hava, tó at kjøtásurin hjá summum var lítil. Jólaknetti annan jóladag hoyrdi eg einki um, tí lítið var at vænta av sjónum á brimplássi í atventini. Vit minnast søtusuppuna annan jóladag. Jólaaftan var farið í kirkju, men jólakvøld var øll bygdin til aftansang í kirkjuni, og tá sungu vit Til kristin fólk á foldum her, sum bygdarmaður okkara, Kvívíks-Jógvan, hevði yrkt. Hesin sálmur vekur nógv góð minni í okkum. Annan jóladag varð eisini farið í kirkju. Seinnapartin var jólatræ í skúlanum.

Jólakvøld varð næstan ikki tikið saman í dansistovuni, men annað jólakvøld var hitt stóra dansikvøldið. Annan jóladag plagdu Funningsmenn at koma oman til Gjáar at dansa. Teir vóru góðar kvøðarar, og dansurin plagdi at ganga væl. Vit áttu eisini góðar kvøðarar, t.d. Jens. Út móti morgni var siður at fylgja gestunum av garði. Poul Ejde, sáli, var ein av gestunum. Hann var ein av bestu kvøðarum í Føroyum. Eg plagdi at vera ógvuliga hugtikin og púra burtur, tá ið Poul kvað Blakman konge, ein minnilig og hátíðarlig løta.

Hetta var út móti morgni, og glæman var brostin fyri nýggjum degi. So var høgtíðin av. Hitt góða, gamla lagið aftur. Skjótt fór pálsmessudagur afturum, og nú bar móti vári.

 Theodor Hansen 19.03.2020

 

Kategori: Frásagnir

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna