Frá vinstru: Dánjal í Katrinarstovu og Jakku á Reyninum

Dánjal í Katrinarstovu (úttalað Katnasto) (Daniel Johannesen 1895 – 1988), úr Funningi, var ein stillførur, vitandi og áhugaverdur persónur. Dánjal var av sonnum av “tí góða, gamla slagnum”. Hann var ein av teimum mongu eldru og fittu funningsmonnunum, ið mann kom at kenna, tá ið vegarbeiðið bygdanna millum var í hæddini seinnapartin í 1950unum og nakað inn í 1960ini. Dánjal doyði á Ellisheiminum í Runavík í 1988 eftir at hava verið har í nøkur ár. Fleiri ferðir vitjaði eg hann har og fekk hann at greiða mær frá staðanøvnum í Líðini (Gjógv) og í Sáttarenni. Og sum hann visti væl. Ein dagin nevndi hann øll nøvnini fram við landi av Múlanum (Funningsmúla) og inn á Ósasand (í Funningsfirði). Tá ið eg dagin eftir vitjaði hann í somu ørindum, læt í honum: “Gott, at tú komst, tí at eg havi gloymt tvey nøvn, sum komu fram fyri meg í nátt!” Hann greiddi mær ikki bara frá staðanøvnum, men frá bæði einum og øðrum. Eg havi valt nøkur brot burturúr, ið eg haldi vera áhugaverd og fitt og lýsa eina verð, ið vit hava gott av at hoyra um.

Dánjal fortelur:

Eg havi borið mangan deyðseyðin til hús, og bara gorið  bleiv stoytt úr vombini, tí hon skuldi kókast til matna. Hjá teimum gomlu fór einki til spillis, hvussu vánaligt tað so var. Tá ið okkurt heilt vánaligt kjøt av deyðseyði var í trognum, so kundu tey taka til : “Et bara – gott hevur verið.” Tað vil siga, at tað var gott, áðrenn tað bleiv rak ella doyði.

Vóru trý stykkir heil í krovinum, so skuldi býtast út til jørðina. Fyrst bleiv býtt í fimtingar, so tað var smáligt. Tann, ið fann og fletti deyðseyðin, átti avroðini. Vóru færri enn trý stykkir heil, so átti tann, ið fann deyðseyðin, alt uttan skinnið. Tá ið liðugt var at fletta, so varð farið við deyðseyðaboðum, tí nú skuldi býtast. Skinnið bleiv turkað og býtt á veðragjólingum (trettanda - 6. januar). Skinn og ull høvdu nógv virði, og veðragjólingarnir høvdu so lítið at týða aftan á brundtíðina, so at teir blivu bara dripnir. Trý deyðseyðaskinn vóru mett sum ein veðragjólingur, og tað sigur okkum ikki so lítið. – Veðragjólingarnir blivu ikki føddir inni tá – tað kom nógv seinni – kanska í tretivunum (1930unum). Tey plagdu at taka til, at veðragjólingur var fastur nýggjársdøgurði í Lamba. - Var mergurin harður, so var seyðurin mergjaður, men var mergurin bleytur, so var seyðurin ikki mergjaður, og tann mergurin smakkaði saltur.

 

Funningsfjørður

Eg kenni líka væl botnin á Funningsfirði, sum eg kenni hagan. Innan fyri Grynnuna eru sandeygur og taraskógvar, og har plagdu vit mangan at seta línu eftir gággum, sum hildu til í sandeygunum fram við landi. Tá ið tú kemur longri frá landi, so er tann bera móra. Á sjálvari Grynnuni er harður botnur, og mitt á fjørðinum er tann bera móra. Eingin ankraði mitt á Grynnuni, tí har kundi ankarið blíva fast. Vit plagdu at ankra 12 favnar heiman fyri Grynnuna, og tað var áraka Snið. Út fyri Ljósá og heimeftir er sandbotnur, men tá ið tú kemur heim í Tippið, gongur móran næstan inn í klettin, og har er atdjúpt. Tað er nógvur sandur grabbaður upp út fyri Ljósá og í Mattasavík, og teir grabbaðu eisini inni á Marbakkanum. Til jólar plagdu vit at taka sand úr Ólavsøkugjógv til at stroya á gólvið í roykstovuni, so tað sá hampuligari út.

Tað ber altíð til at lenda í Tippinum, tí har er altíð kyrt, men á landnyrðingi, og tá ið landsynningurin er grovur, tá blívur aldan størri á Grynnuni. Er nógvur vindur og rennisjógvur, so kann tað vera eitt sindur keðiligt í Tippinum, men so er bara at fara inn á Húsarætt – tað er so nær við – tí har er so altíð gott at lenda, og har plagdu teir eisini at taka bátar upp, áðrenn brimgarðurin kom í Funningi. Eg veit einki um, at Húsarætt er farin av brimi, ella at nakar bátur er skolaður út har.

Tá ið fjarðarmenn skuldu heim til Funnings til handils, so vurderaðu teir, hvussu veðrið var í Funningi. Sóu teir, at tað hvítti á Høvdanum við Ólavsøkugjógv, so var ikki lendandi í Funningi.

Tað eru tvey sløg av kræklingi á Funningsfirði: tann kjafthvíti og tann slætti. Teir eru báðir líka góðir, men tann kjafthvíti er verri at hola. Tann størsti og feitasti kræklingurin á Funningsfirði er undir Seyðastígnum á Elduvíkslandinum. Tann kræklingurin, ið er inni á marbakkanum, er bæði rak og hálur, men góður at hola.

Í gomlum døgum vóru tveir handlar, ið tóku ímóti fiski í Funningi – Skibsted og Vágsbotnur. Tað kom so nógvur fiskur upp á land her tá, at teir máttu seta vektirnar útum. Hetta var fyri mína tíð. Jógvan á Fløtti (Gjógv), sum var formaður á tí besta bátinum við Gjógv, avreiddi her. Tað sama gjørdi ein bátur úr Funningsfirði. Tað vóru tveir mans við Fjarðarbátinum og átta mans við Gjáarbátinum, men teir avreiddu líka upp á partin á báðum bátunum, tá ið árið var úti. Tað merkiliga við tí var, at Fjarðarbáturin hevði ongantíð roynt uttan fyri Elduvíksnes, so nógvur toskur var á Funningsfirði tá.

Eg havi eisini fingið tosk innan fyri Elduvíksnes – har er eitt toskamið. Tað var Óli Dahl  (Beddóli), ið fann miðið. Óli, ið var lærari í Funningi - ættaður úr Dali - hevði bara eitt bein, og tí plagdi hann at liggja á bátinum, tá ið teir vóru á fjalli í Húsi, og tað var soleiðis, hann fann miðið. Miðið fekk navnið Ólamið eftir honum. Miðið er beint út fyri Steðugjógv, og ýtini eru Hæddin á Elduvíksnesi í Stórugjógv á Kalsoynni og  Klokkustíggjurin undan á Tippi.

Eg var nógv í báti frá ti, eg var heilt lítil. Systir mín var úti og tænti, og eg bað hana keypa mær ein knív, og hon skuldi fáa fyri hann, tá ið eg fór aftur á flot. Vit áttu ein gamlan trist, og eg fekk nógvar reyðfiskar, sum eg gav henni, og so átti eg knívin. Tað fyrsta árið, ið eg var til skips – tá vóru ikki nógvir pengar – tá gjørdi eg bátin í stand. Annað árið, ið eg var til skips, keypti eg mær ein hálvan gyllin av jørð í Botnum. Tann hálvi gyllinin kostaði 300 kr, og tann, ið eg keypti jørðina frá, skuldi hava 50 kr í forhond. Eg fór so til reiðaran og bað um 50 kr, men hann var ikki blíður. Hvat ið eg skuldi brúka 50 kr til - ikki talan um. Eg fortaldi hetta fyri kokkinum, ið hevði siglt saman við skiparanum í eini tjúgu ár. Kokkurin fór so til skiparan og fortaldi honum, hvat eg skuldi brúka pengarnar til. Tá var leyst og liðugt beinan vegin. Til endans átti eg seks gyllin í Botnum. Í 1919 keypti eg ein gyllin frá einum manni á Hellunum, og gyllini kostaði tá 1900 kr – tað var nógv.

---

Tað var grind á Funningsfirði, men teir fingu ikki grindina inn um Grynnuna, hvussu teir so royndu. So funnu teir uppá at fara til Funnings eftir kirkjuklokkuni og bóru hana inn til Ljósá. Um teir ringdu við klokkuni, veit eg ikki, men grindin kom so inn um Grynnuna og legði beinini. Teir stóðu í einum stíggi tætt heiman fyri Ljósá við klokkuni, og tá fekk tann stíggjurin navnið Klokkustíggjurin. Tað var gamalt, at var grind komin inn um Grynnuna, so var hon í pottinum, men eina ferð so blivu teir lumpaðir. Teir høvdu fingið grindina inn um Grynnuna og skuldu halda henni til morgunin eftir, men tá ið morgunin komin, var eingin grind. Eftir tann dag hevur altíð verið hildið vakt.

Eg minnist, at einaferð doyði alt lív á Funningsfirði innan fyri Grynnuna. Tað bleiv nógv tosað um, hvørjum hetta mundi koma av. Fleiri hildu tað, at tað komst av tí, at veðrið hevði verið so gott í langa tíð, og at sjógvurin av tí sama hevði staðið so leingi stillur. Tað kom ongantíð nøkur vissheit um, hvørjum hetta komst av. Uttan fyri Grynnuna var alt, sum tað plagdi at vera, og har er eisini meira lív í sjónum.

 

Tvílemba

Eg hevði so grúiliga góðan hug at vera í haganum, at eg plagdi at sita og trúa pápa at koma í hagan, tá ið eg var so frægur, at eg dugdi at ganga sjálvur. Tað var so skjótt, at eg kendi hvørt kríatúr í haganum, men pápi kendi ikki seyð, so eg kundi fortelja honum alt. Eg hevði navn á teimum.

---

Gjótin í Skor er ein hálvfjórðing úr Funningi og úteftir. Einaferð skuldu teir fara inn í Gjótina í Skor eftir einum rekatræ, og báturin kom at hanga, so tað hevur verið fjarandi sjógvur. Teir máttu sita sum pinnar, til tað fløddi aftur. Teir tordu ikki at røra seg, tí so kundi báturin kantra.

Tann gamla og tann nýggja tíðin møtast

Varðarnir eru bestir at ganga eftir, tá ið tú skalt inn í Fjørð, men tað gongst eisini niðri við sjógvin. Tann fyrsti varðin stendur við Tummasarstíggj, og tann næsti stendur á gjáarkjaftinum við Hagagjógv. Tann eini stendur í Gjótustígnum – mitt um í Húsi. Tætt innan fyri Ljósá stendur ein, og ein stendur í Ovaru Hvilvt í Sáttarenni. Innan fyri Mjóstígsá stendur ein, inni í Breytarhjall stendur ein, og tann seinasti stóð í Rossastígnum inn ímóti Skipagjógv, men tann varðin er farin í vegin millum Funning og Funningsfjørð. Úr Rossastígnum er so bara at ganga inn eftir bakkanum.

So er ein onnur leið, men hon er ikki so góð sum tann eftir varðunum. Mann kundi fara inn eftir Háhjalla og so niður í Áarstíggin ella Krákustíggin – innan fyri Hagagjógv – og so inn í gjøgnum Urðarhjalla, niður í Klokkuna (Klokkustíggin) og niður Kálvhaga. Haðani fór mann um Ljósá, gjøgnum Trøðna, um Ólavsøkugjógv, inn á Høvdan, upp í gjøgnum Stíggin við Mjóstígsá og upp í Breytarhjalla, og tá er bara eftir at fylgja hjallanum líka inn í Fjørð.

---

Eg havi lagt til merkis, at trøllakampur veksur ikki har, ið vesturskinið kemur at. Tá ið tubbaksneyðin kom á menn, og einki tubbak fekst, so turkaðu teir trøllakamp at roykja. Eg veit, at teir høvdu bæði hoyggj og turkaðan trøllakamp við sær onkran Íslandstúr.

---

Tað var gamalt, at funningsmenn skuldu hava fimm rossafrælsir í Gjáarhaga. Tey fýra frælsini vóru til arbeiðsross, og tað fimta skuldi vera reiðrarhestur, sum bleiv brúktur til at flyta embætismenninar ímillum við. Tá ið teir reiddu embætismenninar út í Skálafjørð, so fóru teir um Ljósá uppi á Vaðnum og so inn eftir Reiðgøtu. Navnið Reiðgøta kemur av tí, og elduvíkingar hava eisini sína Reiðgøtu.

---

Tað var frítt hjá øllum at skera torv og at skjóta harur, hvar mann vildi, sjálvt um mann onga jørð átti, men seinni funnu teir so uppá at selja hagarnar til haruskjóting, og upp á tann mátan fingu teir pengar til hagarnar. Bestu harudagar, ið eg havi havt, vóru, eftir at Líðin hevði verið friðað. Petur Skeel keypti Líðina, og hann bað meg koma at skjóta, og hann skuldi bera. Vit vóru tveir dagar. Tann fyrra dagin fingu vit 10  harur, og tann seinna fingu vit 11 harur. Tað var nógv bara við einari byrsu. Eg haldi, at Líðin er tann besti haruhagin í Funningi.

---

Ein gjáarmaður og ein funningsmaður práta saman um seyð og góðan haga. Gjáarmaðurin: "Var eg ær, so lá eg í Tjórbás um veturin og Norð undir Horni (Ambadali) um  summarið." Funningsmaðurin: "Var eg ær, so lá eg í Tjórbás um veturin og í Smørrók ( (undir Miðalfelli Inni í Haga) um summarið." (Tað væl dámda plássið - Tjórbás - er niðri við sjóvarmálan í Kálvhaga í Húsi, stutt heiman fyri Ljósá)

 

Kategori: Frásagnir