Á ferð

 

Theodor - í Havn 1954

Theodor hevur sent okkum hesar hugnaligu hugleiðingarnar nú upp undir jól, so nú er lagamanni hjá okkum eldru at liva okkum aftur í farna tíð og ikki minst hjá teimum ungu at nema sær vitan um lívið á fjarskotnari bygd í gomlum døgum:

Einaferð var tað bygdagøtan, sum var sambandið á landi millum bygdir. Á okkara leiðum sæst enn farvegur eftir henni. So eru tað varðarnir, sum vístu vegin, og summir húka uppi enn. Seinni komu telefonsteyrarnir, sum væl bar til at miða seg eftir. Tað plagdi at vera sjáldsamt at standa við ein telefonsteyra og leggja oyrað at honum og hoyra suð og onnur ljóð, sum vit hildu komu úr útheiminum.

Í 1930-árunum og 1940-árunum var nógv vegarbeiði. Menn vórðu skiftir í vegbólkar, sum hvør fekk sítt vegstrekki at gera. Einaferð bað mamma meg fara heim í Dalin at bera pápa ein góðan sóljumunn og pannukøkur. Vit vóru fleiri óvitar, ið fylgdust. Tá arbeiddu teir á leiðini við Sniðryggin. Eg minnist hini lágu veghúsini, sum hvør vegbólkur hevði gjørt sær at eta í. Eg var inni í onkrum, og har var grót, flag og viður.

Eitt framstig var tað, tá ið vegurin var komin heim um Skarð; men bilur var eingin fyrr enn í 1950, tá ið Benadikt fekk sær lastbil. Fyri mær var hesin vegur okkurt, ið dró burtur og vakti hugflogið – men tó samstundis okkurt, ið dró at. Í óvitan kom ein spakligur forvitinskapur. Hvat var hinumegin hesi høgu fjøllini bæði á sjógvi og landi? Søgurnar høvdu vit fingið nógvar, bæði um Ísland, Grønland, Danmark og Frakland, tá ið Svend mammubeiggi var við, tá ið teir fóru eftir skonnartini Polo. Har keypti hann mær ein leikahund, sum stendur væl varðveittur í stovuni áttati ára gamalur.

Tá ið mamma var um tólv ára gomul, fekk lærarin, Kallsoy, børnunum brævasamband við javngomul børn í Danmark og Íslandi. Mamma skrivaði saman við Petrinu á Stykkishólmi í Íslandi og tveimum gentum í Danmark. Soleiðis lærdu tær málið í hesum londum. Men styttri skrivaði hon saman við Petrinu. Mamma og tær donsku genturnar skrivaðu saman alt lívið. Donsku genturnar itu Frida og Karen Margrethe. Hugnaligt plagdi vera um jóltíðir, tá ið vit fingu súreplakassar frá teimum í Danmark. Eftir kríggið fingu tey í Danmark ikki so nógv av summum vørum. So plagdi mamma at senda teimum tílíkar vørur, t.d. kaffi. Mangan hugsaði eg um hesi londini og setti mær fyri, at einaferð skuldi eg síggja tey.

Eg var so heppin, at eg hevði fólk uttan um meg, sum dugdu kynstrið at siga frá. Vit fingu bíbliusøgur, H.C.Andersens ævintýr, gamlar søgur og gomul ævintýr, sum olduromma hevði sagt frá, vísur, t.d. Jeftavísu, sum ávirkaði meg nógv, sagnir og ævintýr hjá J.Jakobsen – og so ikki at gloyma hina yndisligu bókina hjá Heðini Brú, Lognbrá, sum mangar ferðir varð lisin fyri mær. Hon festist í barnasálina, og har er hon enn. Tá ið eg varð størri, las pápi fyri mær Fastatøkur. Altíð plagdu tey at siga, at summir persónar í bókini líktust onkrum Gjáarmanni, t.d. Skúvur, Lítli Páll og Torkil. Uppaftur meira livandi gjørdist bókin. Og afturat fingu vit óvitar livandi frásagnir heima við hús, í handlunum, og tá ið menn sótu á trænum og mintust gamlar dagar.

Tannapína og oyrnastingir nívdu serliga fleiri børn í bygdini og onkuntíð umfarssjúka. Gomul, føroysk heimaráð vórðu ikki gloymd. Eg skal nevna tvey dømi: einaferð bløddi eg nasablóð. Ráðini, eg fekk frá Sørin abba, vóru, at eg skuldi seta eina gamla, føroyska húgvu á høvdið, og so mundi fara at tætna. Ein annan dagin hevði eg herviliga tannapínu. Abbi fóru í skápið eftir einum kópakampi og bað meg leggja á tonnina, og so mundi fara at linna. Sum smádrongur var eg ofta sjúkur og mátti liggja í songini. Foreldur míni, omma og gumma skiftust um at lesa fyri mær og siga søgur.

Tá ið eg so slapp at vera uppi og hugdi út gjøgnum loftsvindeygað móti eystri, sá eg hesa sjáldsomu oynna Kallsoyna. Sum smádrongur slapp eg onkuntíð við teimum eystur undir Oyggj at dyrgja – eystur undir Breiðufles. Vit dyrgdu undir Breiðufles, og seiðurin var sum murran. Ein dagin, vit dyrgdu har, sá eg Trøllanesmenn vera til bjargar. Tá mátti eg undrast, so kimiligir vóru teir. Ein sunnudag í góðum veðri minnist eg, at Mikladalsfólk komu til Gjáar at vitja. Ættarsamband var millum bygdirnar. Eg undraðist, tí afturi í rong blaktraði merkið.

Kalsoyggin                                 

Jú, víst kendi eg Kallsoynna hesumegin, hevði hoyrt um rytuna á Kallsvík, Borgaran og Páll Fanga, sæð vitan á Kallinum, hvussu hann ótroyttiliga blunkaði út á Norðhavið. Har var Kambur, har var Mikladalshálsur! Men hvussu var hinumegin? hugsaði eg í loftsvindeyganum sum barn. Ikki fyrr enn sjúti ár seinni varð mær unt at síggja Kallsoynna hinumegin – avbera vøkur sjón! Og tá fór hugurin rættiliga um fjøll og havdýpi: mær birtist eitt glæsiligt loftsvindeyga á eini borg.

Man tað ikki altíð liggja óvitanum í huga, tá ið hann veksur og búnast: “Hvat er hinumegin?” Hetta rann okkum eisini í huga hin dagin, tá ið vit sóu Stórá syndrast burtur Heimi undir Skarði. Hvussu mundi verið at tikið seg longri niðan á Skarð og hugt seg um millum Gráfelli og Slættaratind? Hvussu var við áum og løkum har uppi? Vóru síl í teimum? Nú var vegurin eisini komin heim um Skarð. Pápi skar torv heimi á Bust. Sum aðrir óvitar slapp eg á vetrardegi eftir torvi við pápa. Tá ið vit vóru á veg heim til hús, plagdi pápi at seta leypin av sær á ein stein, vit kallaðu Hvílingasteinin, at rinda møðina. Tá segði pápi, at gamalt er sagt, at tann, sum setur seg á stein, verður tvær ferðir glaður so stutta tíð. Hetta helt eg vera stuttligt, men eg skilti hetta, tí vetrardagur var, og steinurin var kaldur.

Vit vistu, at torvheiðar vóru eisini longri uppi – Heimi undir Sondum og Yviri í Keri. Ein dagin, eg og Kristian Martin høvdu veitt Stórá at enda, gjørdu vit av at fara at kanna, hvussu tað var við áum undir hesum høgu fjøllum. Kanska fingu vit longt sílaævintýr okkara eitt sindur. Vit fóru so og leitaðu upp hvønn løk og hvørja á. Nei, har var vánalig sílaleið og púrt einki at fara eftir. Í eini lítari á fiskaði eg eina stóra eyrriðu, sum var so svørt og tussarak, at eg gjørdist kløkkur og slepti henni av stað aftur beinan vegin,

Vit gingu so oman á Skarð og fóru at kanna Funningsá, sum vit kallaðu hana. Tann áin rennur bæði møk og stríð. Nú høvdu vit mangan hoyrt, at bretskir trolarar trolaðu líka í klettin hjá okkum, so vit vistu, at eitt æt fiskimark. Har bar betur til. Vit settu niður í nakrar hyljar og fingu góð síl, men sleptu teimum av stað aftur. Hesa ánna áttu Funningsdreingir, og vit vildu ikki veiða innan fyri mark. Vit veiddu so langt oman, at bygdin kom undan. Har var ein bygd! Ein serlig kensla, tá ið vit sóu eina fremmanda bygd. Vanliga var í huganum, at bara ein bygd var til – heimbygdin. Enn minnist eg húsini – serliga eini hvít hús við tveimum hurðum og stórari trappu. Og so leið hesin dagurin; men sílaheimur okkara var vorðin eitt vet størri.

Funningur

Mangan rennur mær í hug, tá ið veður var at vera úti, at vit fóru út tíðliga um morgunin at spæla ella kanska veiða síl. Henda dagin høvdu eg og Kristian Martin verið leingi burtur; men mammur okkara høvdu signað okkum, áðrenn vit fóru. Mong ár seinni, tá ið eg var lærari í Húsavík, fór eg ein dagin inn á gólvið hjá Súsonnu og Óla. Tá var Rudolf av Skarvanesi og vitjaði tey. Hetta var ein áhugaverd løta – at hoyra hesi trý mentafólkini siga frá lívi, søgu og ætt. Í hesum viðfangi rennur fram fyri meg, tá ið Rudolf tosaði um Jóannes bónda í Kirkjubø: hann var einaferð komin inn til eina konu, sum var bangin um lítla son sín. Hann farin var út um morgunin.

Jóannes spurdi, hvat bagdi. Jú, lítli sonur hennara var ikki komin aftur enn, og nú var langt, síðan hann fór út. Jóannes spyr: “Signaði tú hann, áðrenn hann fór?” Jú, tað hevði hon! “Kæra kona, so er hin lítli í sterkum og góðum hondum!”

Nú var hugur floygdur. Vestan fyri Gjónna hevði eg verið og dyrgt á børmunum. Altíð helt eg Brasaranskeldu vera sjáldsama. Hon rann út úr berginum. Sum vanligt plagdi at vera – teir gomlu søgdu dúgliga frá hendingum og staðanøvnum. Tað var eitt sindur øgiligt hjá einum smádrongi at hyggja upp í bergið og hoyra søguna um Stovu-Pól, sum hevði drukkið úr kelduni ein dagin, hann var illa komin av tosta. Hann røktaði Oman Rætt. Og so hetta kvirra kvøldið á barminum, tá ið tú bara hoyrdi seiðin sprækla í bátinum, og eingin klokka var til. Og hvør minnist ikki lomvigan, sum átti í berginum í eini holu undir kelduni – hetta lítla sat og læt undir vatnfloyminum.

Eg slapp eisini vestur á Búgvabarm at dyrgja. Eg undraðist á, tá ið vit sigldu í blámanum um Rivtangan og síggja aldurnar útiá. Vit hoyrdu, tá ið lívligt var í Búgvanum, vit hoyrdu, tá ið summarnáttin legðist á barmin og røddir í túsundtali tagnaðu.

Ein dagin var eg so heppin, at eg slapp vestur á Møl við onkrum, sum skuldi fara læknaørindi. Har stóð við klettin. Vit fóru til gongu niðan í bygdina. Tá ið vit komu til tey fyrstu húsini, hoyrdi eg onkran spæla grammofon. Út gjøgnum vindeygað ljóðaði: “Eg var mær og vitjaði bróður!” Læknan kendu vit sjálvandi væl, R.K.Rasmussen, doktara, tí hann hevði verið fleiri ferðir inni hjá okkum, tá ið sjúka var í húsinum. Pápi plagdi at siga um hann, at hann var ógvuliga áhaldin og raskur at ganga. Pápi var mangan sjálvur annar bæði eftir lækna og við lækna. Ikki var altíð tespiligt á vetrardegi.

Eg minnist, tá ið eg lá ringur av kykhosta og mátti liggja í songini. Ein dagin gjørdist eg kløkkur, tá ið hurðin gekk, og inn kom Rasmussen, doktari, blíður og týður. Tað fyrsta, hann spurdi meg, var, hvat eg hevði teknað, síðan hann sá meg seinast, og so eg bæði errin og glaður at vísa honum tekningarnar, sum hann helt vera góðar.

 

Doktaravarðin - millum Eiðis- og Ambadal (uppkallaður eftir R.K.Rasmussen)

Eitt annað minni skal verða tikið fram um Rasmussen, doktara. Eg var tólv ára gamalur. Mamma og eg skuldu skriva til læknan og biðja hann um hostasevju til Poulinu ommu. Mamma segði, hvat eg skuldi skriva. Skjótt fekk eg bræv frá Rasmussen. Hann takkaði mær fyri brævið, tí tað var langt síðan, at hann hevði fingð eitt so vakurt skrivað bræv, og omma skuldi fáa hostasevjuna beinan vegin. Nú skal eg leggja afturat, at vit vóru fleiri í Gjáar skúla, sum fegin vildu duga at skriva so vakurt sum lærari okkara Erling.

Sjálvandi bar eisini til at fara við maskinbáti um oyggjarnar. Annars sigldi Brittons Pride á bygdirnar norður eftir Eystroynni við ferðafólki, posti og vøru. Okkara bygd var brimpláss, so mangan viðraði ikki. Tá ið ferðaskipið kom, róði lossibáturin um borð. Tá ið eg var so frægur, fór eg til Havnar á ólavsøku; men fyrst mátti eg fara til Klakksvíkar og liggja nátt har. Dagin eftir sigldi Pride á Havnina. Veðrið var gott, og Klakksvíkar Hornorkestur spældi á ferðini.

Men nógv varð gingið yvir í Sundalagið, haðan vit sluppu í ferðaskipið til Havnar. Seinni lætti um, tá ið vegendan lá niðan móti Eiðisskarði. Eisini plagdu vit at ganga til Eiðis og sleppa í ein rutubil til ferðaskipið. Eitt hugnaligt minni havi eg um hesa tíðina. Eg fór norður til Gjáar at halda jól í 1954. Vit sluppu við bussinum hjá Hansi Edvardi. Tá ið vit komu til Eiðis, bjóðaði hann øllum inn at fáa sær jólakleynur og kaffi. Pápi plagdi at siga frá eini ferð til Havnar í 1944 at lýsa seg ígjøgnum. Hann gekk frá Gjógv til Oyrar og fekk ein bát at seta seg yvir á Streymoynna. Tað kostaði fimm krónur. So gekk hann til Kollafjarðar og lá nátt hjá Petru og Jóan Paula. Dagin eftir slapp hann við skipi til Havnar.

Fyrstu ferð, pápi, mamma og eg vóru og ferðaðust til Lenu fastur og Óla í Havn var í 1939. Tá var eg fýra ára gamalur. Eg minnist, at mamma og pápi vóru hjá landslæknanum við mær. Tá mundi eg longu stríðast við miðoyrnabruna. Eg ørminnist, at landslæknahúsið var grámálað og stóð, har sum Sjómansheimið nú stendur. Eg haldi meg eisini ørminnast, at eg hevði sæð eitt so sjáldsamt sum Havnar Hornorkestur. 1939 var eitt lagnuár, tí eitt herviligt heimskríggj brast á. Men hetta árið hendi eisini okkurt annað, sum eg tó gleddist um: eg fekk eitt Anders And-máliblað frá mammubeiggja mínum í Suðuroy. Tá var eg glaður, tí longu tá fjasaðist eg við at tekna. Eg skuldi bara hava ein kopp við vatni, drepa ein pensil, ið fylgdi við blaðnum, niður í vatnið, og so fingu Anders And og alt annað litir.

Nú haldi eg, at ferðahugur var komin á hetta lítla húskið har norðuri. Fyrst í 1940-árunum minnist eg eina konfirmatión við Gjógv. Ein genta úr Fuglafirði búði hjá okkum, meðan hon gekk at lesa. Hon æt Bodil. Konfirmantar vóru eisini frá Gjógv. Nakað eftir konfirmatiónina bjóðaðu foreldur hennara, Hans Elias og Súsanna, okkum til Fuglafirðar at ferðast. Tað var spennandi og forvitnisligt at uppliva eina so stóra bygd. Har var stórt keiøki og nógv virksemi.Og so at síggja allar bilarnar! Øll skipini! Stóru handlarnar, har nógv var at fáa. Eg minnist enn bilangan, tá ð eg hugdi inn í ein bil.

Pápi átti skyldmann í Fuglafirði - Gjáar Sofus, sum var kendur skipari. Hann og omma í Horni vóru systkinabørn. Mamma átti eisini skyldfólk í Fuglfirði, sum hon eisini fekk høvi at vitja. Oldurabbi, Petur Kristian Sivertsen, var frá Gjógvará í Fuglafirði. Hann kom sum húskallur í Horn við Gjógv. Seinni giftist hann við Onnu Sofíu Debes. Petur Kristian fórst á Norðhavinum í 1870.

Góður blíðskapur hjá Sofusi og Karolinu. Ein av sonum teirra kom at vísa mær bygdina, og vit spákaðu víða. Vit komu til eina kiosk, har hann keypti mær ein ís. So sjáldsamt hevði eg ikki smakkað fyrr! Sjálvandi visti eg um ís; men at ganga soleiðis og eta ís, sum smakkaði so væl, var púra forkunnugt. Eg kendi meg sum olduromma á sinni, tá ið hon var á ólavsøku. Tá fekk hon eitt at njóta, sum tey kallaðu bomm.

Ein dagin, vit gingu og spákaðu í Fuglafirði, komu vit fram við handlinum hjá Hansi Hendriki. Í sýnisglugganum lá mangt – millum annað mangt eitt serligt skriviamboð: ein sjáldsamur kúlupennur. Við honum kundi eg skriva blátt, grønt, reytt og svart. Foreldur míni keyptu mær hann. Tá var spennandi at koma aftur í skúla við Gjógv við hesum nýggja kúlupenninum. Og lærarin læt meg sleppa at nýta hann – eisini til fagurskrift.

Zacharia gumma var eisini og ferðaðist í Fuglafirði, tá ið vit vóru. Mamma hennara, Jóhanna, og systir hennara, Petra, høvdu búð í Fuglafirði; men tá ið pápi gummu doyði ungur, fluttu tey til Gjáar at búgva. Dreingirnir í Fuglafirði vóru blíðir við meg. Serliga minnist eg, at teir tosaðu um ein sjónleik, teir sjálvir høvdu gjørt. Teir søgdu mær frá kirkjuklokkuni, sum var ein av hinum størstu í landinum, sum teir vóru ernir um. Sunnudagin ásannaði eg, hvussu hart og vakurt hon ljóðaði. Dagarnir, vit ferðaðust hjá Hansi Eliasi, Súsonnu og børnum eru minniligir og hugnaligir at minnast afturá.

Eg hevði altíð hoyrt, at Fuglfirðingar vóru tónanæmir, og nógv dugdu at spæla ymis ljóðføri. Sunnukvøldið vóru vit á møti í Thabor. Eiðis-Tummas talaði. Møtið var gott og minniligt. Sangurin avbera góður; men seinasti sangurin, vit sungu í Thabor, festi seg í minnið:

“Du vandringsmand fra den gyldne stad,

tab ikki Jesus av syne!

Du går ej vild, når du følges ad,

Tab ikke Jesus af syne!”

Brátt vóru vit aftur á ferð. Vit áttu nógv skyldfólk í Kollafirði, og fleiri teirra plagdu at vitja okkum við Gjógv. Nú vóru vit og ferðaðust í Kollafirði. Poulina, omma, var ættað úr Kollafirði, abbasystir, Petra, var gift vð Jóan Paula. Vit ferðaðust hjá teimum. Hesar dagarnar fingu vit høvi at vitja skyldfólk okkara har. Inni í Firði var virksemi og mangt forvitnisligt at síggja. Hetta var sjáldsom bygd, langt um at fara, vøkur og áhugaverd. Serliga minnist eg ein handil, eg helt vera stóran. Millum annað mangt rakti eg við eitt hjól til sleingitráðu. Mær dámdi væl at standa á Usini við vanligari bambustráðu. Sum aðrir dreingir stoytti eg mær krabbar og pilkar. Men foreldur míni keyptu mær hjólið, eina nylonrullu og nakrar blankar pilkar. Tá ið vit komu aftur til Gjáar, snøggaði eg mær eina sleingitráðu og festi hjólið at henni.Tráðan kom væl við, tí seiðurin stóð ikki altíð við landið. Var ókyrt, sum so mangan, kundu vit mangan standa upp undir miðju og veiða; men ein tílíkan dag kundi eg standa turrskøddur við sleingitráðuni.

Skjótt fara barnaárini. Nú var eg komin til fermingaraldur. Skúlatíðin var so líðandi at enda komin. Nú mátti eg fara at hugsa um, hvørja lívsleið eg skuldi halda. Men sjóhug hevði eg ongan. Javnaldrar og vinmenn fóru næstan allir til skips. Eg visti tó til fulnar, hvussu sjólívið var. Góði vinmaður mín, Jason, dugdi væl at siga frá, og hann greiddi mær frá øllum skipstúrunum, meðan vit gingu um bygd og bø hesi vøkru kvøldini, tá ið fullmánin stóð blankur á luftini. Nei, lívskósina setti Gjáar skúli!

Mangan tókti mær, at portrið á Nýggja Garði gjørdi skilnað millum heimbygdina og heimin. Tað mátti eg ásanna tann dagin, tá ið eg hevði latið portrið aftur og var komin heimum – á veg til Havnar at ganga í læruskúla. Hvat man heimurin fara at bjóða mær? breytst í huganum. Áðrenn eg fór, gekk eg gamlar, minniliga gøtur í bygdini, mintist hús og fólk, drálaði á í hvørjum fótaspori. Nú livdi í hvørjum fótaspori, og soleiðis hevði eg ongantíð kent tað fyrr. Alt huglagið var øðrvísi. “Farvæl, gamla, minniliga gøta! Tøkk fyri lívið og tann grundvøllin, sum har varð lagdur – tøkk fái bygdin, og fólkið har býr!”

Theodor Hansen 13/10-2020

 

Kategori: Frásagnir