Í ár var tann árligi ruddingardagurin 22. mai. Sum tað plagar at vera, so var eisini hesaferð fitt av fólki møtt upp til morgunmatar í Bygdarhúsinum kl. 10. Sum heild kann sigast, at bygdin er rættuliga rein. Tað er lítið av óruddi, sum liggur og flýtur, og fjøran var eisini merkiliga rein, hóast hann hevur lotað inn um Kall við nógvum kulda allan hendan mánaðin. Eingin minnist so ringan maimánað. Tað er sum at eitt ávíst mynstur gongur aftur ruddingardagin. Gortrufólkini og Nýggjustova taka sær av minnisvarðaøkinum og tí rundan um kirkjuna, tey Niðri í Geil halda seg í Fjøruni (gamal vani), handverkarabandin hampar Bygdarhúsið og pelabenkurnar í bønum, Arni eigur Ánna, Símun hjá Sigurdi eigur brandslanguna. Fleiri - m.a. eg sjálvur - ganga í handskum berandi skrelliposa og látast at rudda. "Mehr schein als sein", sigur týskurin. (Tað ræður um at síggja út, sum tú gert okkurt). Eg tók nakrar myndir, og speiskliga plagar Kristian Jákup at spyrja: "Nú! Hevur tú andsperri í fremstafingri?" Saknar onkur seg sjálvan havdan á orði ella vanta á myndunum, so hevur viðkomandi ikki verið á røttum stað til røttu tíð.

 

 

 

Kategori: Frásagnir