Pól Hans Jacob Debes (2005)

Í fjør hevði eg her á heimasíðu míni eina samrøðu við Magnhild í Ólastovu, dóttir Fridu, har Magnhild m.a. eisini segði nøkur orð um mammu sína, Fridu. Fyri tíð síðani fekk eg eina bandupptøku frá Magnhild, har beiggi hennara, Pól Hans Jacob, hevur eina samrøðu við mammuna, Fridu, 28.12.1990.

Frida í Ólastovu, Frida Debes, f. Biskopstø  (1916-2004) var gift við Tummasi í Heiðriksstovu, Thomas Debes (1914-1988)

Lat meg siga tað beinan vegin: Hetta er ein avbera góð og grípandi frásøgn frá eini sálarliga sterkari kvinnu, sum hevur verið fyri slíkum mótgangi í lívi sínum sum fáur annar. Tað skínur í gjøgnum alla frásøgnina, at tað er Gudsóttin, ið hevur hildið henni og teimum uppi teimum sváru tíðunum. -- Nei, verri enn so alt var betri fyrr. Eingin sosial hjálp, eingin sálarlig hjálp í sorgini. Hjálpin kom frá Gudi og góðum fólki, og hon gjørdi allan munin, um tey eftirsitandi skuldu hava lívsneistan logandi.

 

 Frida í Ólastovu  (1998)

Nólsoyar Páll (Poul Poulsen Nolsøe, 1776/1808) var langabbi pápa, oldurabbi mín og tippabbi tín. Tú hevur tað sama navnið, tað er Pól. Jóhannes Tann Vísi sigldi við Nólsoyar Pálli. Ta fyrstu klokkuna við Gjógv gjørdi Jóhannes Tann Vísi. Hann var ein vetur í Norra. Eg veit ikki, um hann hevur lært tað har, men hann gjørdi so klokku.

Langomma tín, Lisa Malena, hevði verið gift við Dánjali úr Ólastovu, men hann gekk burtur -- . Tey áttu trý børn: Lena, sum giftist við Korneliusi í Gortru, Anna Sofía, sum giftisti við Poul Jóhannesi á Bø og Rasmus, sum gekk burtur við “Samløguni” í 1884.

Omma og abbi áttu fingu eisini trý børn: Jacob Pauli í Ólastovu, sum giftist við Hansinu, úr Horni, Apolonia giftist við Fríðriki, úr Geil, og Daniella giftist við Sámal Jákupi, av Stykkinum.

Abbi tín, Jacob Pauli Biskopstø, læt hesi húsini byggja á ta gomlu grundina í 1907. Mamma hansara Lisa Malena Debes, var slektað úr Stovuni, og pápi hansara var slektaður úr Klaksvík og æt Poul Nolsøe Jacobsen Biskopstø. Poul Nolsøe æt hann eftir Nólsoyar- Pálli, sum var abbi hansara. Poul Klein handlaði Niðri á Bakka, og hann var giftur við systkinabarni Pól á Biskopstø, sum æt Apolonia og var ættað úr Oyndarfirði. Soleiðis kom Pól á Biskopstø til Gjáar at vera í handlinum hjá Poul Klein, og hann giftist so við Lisu.

Mamma og pápi fingu eisini trý børn: Hans Jacob, sum doyði við “Acorn” í 1928, 17 ára gamal,  Poul Meinard, sum datt oman í Gjónni og doyði í 1924, 12 ára gamal og so meg, Frida, sum eri fødd fríggjadag og uppkallað eftir degnum. Soleiðis gjørdu tey tá.

Frá vinstru: Pól Meinhard , f. 1912, Hansina , f. 1884, Frida , f. 1916 og Hans Jacob, f.1910

Tað var tann 4. juli 1925, at Pól beiggi sum 12 ára gamal datt í Gjónna og doyði. Hann var farin eftir hvonnum í Stórutorvu og datt oman. Tað var ein dapur dagur.

Vit áttu ein kálv, og tá ið Pól kom úr skúla tann dagin, sigur hann við mammu, at í dag má kálvurin fara út, ella fer hann ikki út. Tey fóru so at flætta tjóðrið burtur úr snøri, og so leiddu vit kálvin heim í Bíggjarlagið, har hann skuldi ganga í tjóðri. Vit skúmaðu mjólkina heimi hjá Dreu í Fornanum. Hon átti eina sentrifugu, og so flekk hon róman áttanda hvønn dag afturfyri at skúma. Vit goymdu róman og gjørdu hann til smør.

Meðan eg var har, kemur Anna í Bíggjarlagnum og biður meg koma at hjálpa sær at reka kúnna hjá sær yvir um brúnna. Eg hjálpti henni so, og vit róku kúnna oman á Bakka – har ið smoltstøðin nú er.

Tá ið eg kom niðan aftur í túnið, var tað longu hent. Pól Meinard og ein annar drongur, sum æt Henry, vóru farnir eftir hvonnum í Stóritorvu í Gjónni, og Pól var farin niður. Tað var púra vanligt tá, at smádreingir fóru í Stórutorvu.

Elspa í Stólpa stóð í túninum hjá okkum, tá ið eg kom niðan. Hon tók tvørtur um meg og hevði meg hjá sær og segði, sum var, at Pól beiggi var dottin í Gjónna. Tú kanst ætla, at hetta var ein ringur dagur. Pápi og Hans Jacob beiggi vóru undir Íslandi, og teir fingu einki at vita, fyrr enn teir komu heim aftur. Ólukkan hendi 3. juli 1925, og teir komu á Havnina beint fyri ólavsøku, tástani fingu teir boðini, so tað var ein ring móttøka hjá teimum at fáa.

Vit áttu ein hvanngarð heiman fyri húsini, sum teir báðir beiggjarnir, Hans Jacob og Pól Meinard, høvdu gjørt. Har vóru nógvar hvannir, og tað vaks ein hvannjól mitt í garðinum, og Hans Jacob hevði droymt, at hvannjólin var følnaður, og at eg stóð og græt uppi yvir honum. Hetta fortaldi hann, tá ið hann kom aftur, og honum dámdi einki dreymin, ið hann hevði droymt.

 

 “Acorn” 

Hans Jacob beiggi og pápi vóru undir Íslandi við “Acorn”, og eg minnist eisini so væl tann dagin, 20. mars 1928, tá ið eldur kom í “Acorn”. Eg gekk tá í elsta klassa í skúlanum, og hetta var ein fríggjadag, og tann tíman høvdu vit sang fyri. Onkur kom so á hurðina og bað læraran koma út. Vit sótu líka still, um lærarin fór útum, men eg veit ikki, okkum dámdi hetta einki. Hann var eina løtu burtur, men so kom hann inn, legði orglið aftur og bað okkum fara til hús. Vit sóu, at tað var ringt lag á honum.

So fór eg niðan, og mamma var í kjallaranum og vaskaði skinn. “Áh Jesus, góða! Ert tú longu úr skúlanum í dag,” spurdi hon. Eg fortaldi henni so, at lærarin hevði fingið telefonboð, og at tað var ikki gott lag á honum, tá ið hann kom aftur, og hann bað okkum fara til hús.”

Meðan vit standa har í kjallaranum, hoyra vit fólk koma inn í erva, og tá var tað Sofus (Debes), ið kom við boðunum. Hann sigur nakað soleiðis: “Eg havi eingi góð boð at bera tykkum í dag. Eldur er komin í “Acorn”, og Hans Jacob er deyður.” “So man Jákup Pauli (pápi) ikki hava tað gott heldur,” sigur mamma. “Helst tað,” svarar Sofus.

Sofus vildi ikki siga, hvussu illa tað stóð til hjá pápa, sjálvt um hann visti, at hann var so illa brendur, at tað stóð um lív. Teir sendu so eitt telegramm yvir at spyrja eftir pápa, og Fibiger Jensen, prestur á Nesi, kom norður til Gjáar, og hann segði við mammu: “Det står ilde til med Deres mand. “

Frida, Pól Hans Jacob og Jákup Pauli

Eg visti, hvussu illa tað stóð til við pápa, tí eg hevði fingið tað at vita, men eg vildi ikki siga tað fyri mammu. Pápi var settur burtur sum deyður, men ein sjúkrapleyirska hevði følt, at tað var lív í honum. Tey settu so eitt rør inn í munnin á honum, so hann fekk sogið okkurt niður í seg. Hetta var hart hjá okkum, men Várharra var góður, og hann hevur hjálpt okkum.

Tað kom eldur í “Acorn” av karbiddunkum, og 6 mans doyðu. Pápi tók ein karbiddunk og skuldi kasta hann fyri borð, men dunkurin sprongdist, og pápi fekk so stóran skaða, at hann var heilt ókenniligur. Hann kendist bara á málinum. Skaðin hendi 20. mars 1928.

Frida á minningarhaldi á Svangaskarði fyri"Acorn"

 

Pápi lá fyrst á sjúkrahúsi í Reykjvík, men í august mánaði kom hann á hospitalið í Havn og lá har til jóla. Tástani sluppu vit at síggja hann.

Seinni, í 1929, fór hann so niður til Danmarkar og fekk góða viðgerð. Alt var brent undir eygunum, nøsin var brend, og tað bleiv tikið burtur úr arminum fyri at bøta um nøsina, og tað var lítið eftir av oyrunum eisini. Vinstra hond var heilt illa farin. Fingrarnir vóru fastir, so hann fekk ikki liðað teir. Hann hevði tað ringt – bæði so og so. Tað er vist.

Tá ið hann kom aftur úr Danmark, royndi hann at gera okkurt smávegis so við og við. Hann gjørdi rammur, smá borð og royndi at karða. Seinni fór hann at spinna, og tað gekk framá alla tíðina. Hann spardi seg ikki. Hann skar torv, velti og róði út eisini. Hann var 47 ár, tá ið hann fekk skaðan, men kropssterkur var hann, og tað hevur hjálpt honum nógv.

 

Frida gloppar vindeygað til eitt prát

Tað er tætt í millum húsini í Stólpa og okkara hús. Úthurðin vendi omaneftir, so mann kundi leypa av trappuni hjá okkum og inn í Stólpa. Eg haldi, at tað var í 1932, at Jóhan bygdi Stólpahúsini um.Tey í Stólpa vóru øll so góð við meg. Alt bleiv seymað heima, so tey goymdu altíð dukkulappar til mín. Eg eigi ein dukkukjóla enn, sum Josefina (f. 1905) klipti til mín, tá ið eg var lítil. Betta, Elspa, Josefina, Jóhan og Klæmint Juul vóru systkin.

 

Eg var 12 ára gomul, tá ið kirkjan kom her í 1929. Tað hevur verið ein lætti at sleppa frá at fara til Funnings í kirkju. Tað skulu funningsfólk eiga, at tey vóru so stak góð at koma til. Fysrtu ferð, eg var í Funningi, var í 1925 við pápa, ið skuldi til altars.

Messuboð komu dagin fyri, at nú kom prestur í morgin, og so fóru tey at gera seg til at fara til Funnings. Vit hildu til í húsunum hjá Óla hjá Dánjali. Har skiftu vit skógvar og fingu ein bita. Pápi sat altíð í næstinnasta stóli mannfólkamegin, og tá ið vit komu úr aftur kirkjuni, fingu vit sagovelling við kaneli og sukuri niðrií.

Eg minnist eisini, tá ið omma og gubbi í Horni fóru til altars í Funningi. Tað hevur verið í 1925, sama árið, sum Pól beiggi datt í Gjónna. Tí minnist eg tað so væl.

Vit kallaðu Gøtu-Jógvan fyri gubba, tí hann giftist uppaftur við ommu. Abbi doyði við “Samløgubátinum” í 1884. Tá ið tey fóru til altars, so bóru tey altarsklæðini í eini eskju. Tey høvdu eini klæðir, sum tey bara brúktu, tá ið tey fóru til altars.

 

Funnings kirkja 

Eg konfirmeraðist í Funningi í 1930, og vit vóru um 50 konfirmantar. Eg búði hjá ommusystur míni, og har búði eisini ein drongur, sum æt Sigurd, sum var ættaður av Trøðni í Fuglafirði. Tað vóru so nógvir konfirmantar, at tað búðu fleiri í hvørjum húsi.

Vit fóru ikki at lesa fyrr enn mikudag, sum vit konfirmeraðust sunnudag. Hans Jacob í Horni, beiggi Lenu, kom við mær. Lena konfirmeraðist eisini tá, og Hans Jacob bar kuffertini hjá okkum. Pápi orkaði ikki at koma við mær, av tí stóra skaðanum hann hevði fingið av eldinum umborð á “Acorn” í 1928.

Vit høvdu tað grúuliga gott í Funningi. Vit spældu úti um kvøldarnar, dansaðu á brúnni, slerdu bak og so fóru vit niðan í handilin hjá Jóhan á Brúnni at keypa okkum dadlur. Fyri eitt 25 oyra fingu vit upp í eitt stórt kramarhús av dadlum.

-----

Eg var bara 15 ár, tá ið mamma doyði í 1942, bara 47 ára gomul. Tað var eisini ógvuliga ringt. Hon var so sjúklig. Hon var so grúuliga ring av kikhosta sum barn, og lunguni vóru so upphostað, at hon orkaði illa at ganga og bleiv altíð so skjótt móð. Hon fór í song sjúk 2. jóladag, og hon doyði 26. mars í 1932, og so blivu pápi og eg einsamøll.

Tá ið eg var genta, fóru summar gentur burtur at arbeiða. Summar fóru til Klaksvíkar at arbeiða fisk, og summar fóru til Vágs, og eg segði við pápa, at eg vildi sleppa burtur eisini, men tað bar so ikki til.

Eg mátti vera heima og arbeiða. Eg hevði so góðan hug at seyma, og eg ætlaði mær at fara at læra, men tað bar ikki til. Pápi var hjálparleysur, so onkur mátti vera heima. Mamma hevði lært at seyma í Havn. Hon hevði arbeitt í fiski, so hon keypti sær seymimaskinu, kommodu, strúkijarn og eina Kingosálmabók í Havn. Ta Kingobókina legði pápi í kistuna hjá mammu, tá ið hon fór til gravar. Mamma seymaði øll klæðini til mín og beiggjarnar. Eg havi so roynt at seyma við maskinuni, og hon er líka góð enn.

-----

Tummas í Ólastovu/Heiðriksstovu

Eg havi verið góð við pápa tín, síðani vit gingu í skúla – ja, frá barni av. Vit búðu so nær saman, og hann var ein ordiligur sjeikur. Vit fóru so at ganga saman og giftust í 1937, og fingu 5 børn: Pól Hans Jacob, Magnhild, Halljónu, Fríðgerð og Pætur.

Eg ynskti, at tað fyrsta barnið, ið eg gekk við, skuldi vera ein drongur, ið skuldi eita eftir beiggjunum hjá mær, og eg minnist, hvussu glað eg var, tá ið tú vart føddur og fekst navnið Pól Hans Jacob. Eg var sjálvandi glað, tá ið øll vóru fødd. Tað fyrsta, mann spyr um, er, um tey eru væl skapt, og mann er so glaður, tá ið tey eru komin.

 

 

Frá høgru: Pól Hans Jacob, Magnhild, Halljóna, Fríðgerð og Pætur (2008)

Eg var 19 ára gomul fyrstu ferð, eg var í Havn. Eg visti, at tað vóru fleiri, sum skuldu til Havnar á ólavsøku. Eg sigi so við pápa, at eg ætlaði mær at fara á ólavsøku, tí eg hevði ongantíð verið í Havn.

“Íðan! So mást tú biðja tær eina neytarkonu fyrst - onkran at fara til neytar fyri teg.” Eg bað so Ellu, systkinabarn mítt, jú, hon skuldi ganga fyri meg, teir dagarnar, eg átti. Tað vóru fýra kýr, so eg átti bara fjórða hvønn dag.

Eg visti ikki, hvar ið eg skuldi búgva, men Ebba Joensen, f. 1915, hevði verið í Havn og tænt hjá Niels í Heiðunum, og kona hansara æt Mia. Ebba spurdi so Miu, og tað var einki ting í vegin, eg skuildi sleppa at búgva har.

Góðalag á mær at sleppa til Havnar. Eg riggaði meg so til at fara á ólavsøku, og vit fóru við “Smirli”, sum sigldi til Havnar. Stóri Petur førdi okkum umborð við “Líltla Hvíta”, og tað var nógv fólk við “Smirli” tann dagin. Eg var ring av sjóverki, men vit komu so til Havnar, og so Ebba og eg í land, hvør við sínum kufferti.

 

Ebba, f. 1915 og Svend f. 1912

Har var alt so fínt og stórt fyri mær – ikki minst teir fínu handlarnir. So peikaði eg her og der og spurdi Ebbu um ymiskt, sum eg sá. “Tú mást ikki peika,” sigur Ebba, “tað ger mann ikki í Havn.”

Vit komu so niðan til Niels í Heiðunum, og tey tóku so sera væl ímóti okkum. So nógvar skógvar sum har í gongini, havi eg ongantíð sæð í senn. Ein stórur bonkur var í køkinum, og undir bonkinum stóðu eisini skógvar. Tey vóru so nógv fólk í húsi, og eg helt tað vera undarligt, at tey skuldu eiga so nógvar svartaskógvar, tí eg átti bara einar. Tað var kortini rúm fyri okkum. Ebba og eg svóvu í kamarinum niðriundir.

Vit komu til Havnar ólavsøkuaftan, og tá var kappróður. Eg var í lakkskóm og einum fínum ljósabláum silkikjóla, sum Lina á Tarafløttinum hevði seymað mær, so eg helt meg vera fínan.

Tvær úr húsunum hjá Miu róðu kapp við “Sílinum”. Tær vóru Brynhild og Ninna, so Ebba og eg fóru at hyggja, men “Sílið” vann ikki tann dagin.

So fóru vit í Biograf hjá Dia á Bø og til basar hjá nonnunum. Vit vóru eisini til føroyskan dans í Sjónleikarhúsinum, og har var ógvuliga trongt – smekk fult av fólk. Eg keypti mær ein frakka frá Hans Joensen. Hann kostaði 45 krónur og kundi brúkast bæði vetur og summar.

Vit fóru ikki í kirkju ólavsøkudag, men vit sóu skrúðgonguna, og mitt í tí heila vóru grindaboð. Grindin bleiv rikin inn í Sandágerði, so vit sóu eisini grindadráp.

Ebba kom so við tí, at vit skuldu fara at keypa okkum rabarbur at hava við okkum norður aftur. Hon visti, at bóndin í Hoyvík hevði rabarbur, so vit báðar fóru til gongu niðan til Hoyvíkar at keypa rabarbur, og vit fingu hvør sítt stórt bunti oman aftur við okkum.

So fóru vit at sleppa okkum norður aftur. Tá fóru vit við “Sigmundi” til Steymnesar, og har átti eg eina abbasystur, ið var yvir 90 ára gomul, og sum eg gjarna vildi sleppa at síggja.

Hon sat uppi og bant, tá ið vit komu inn, og tey vóru øll so blíð við okkum. Vit gistu so í Steymnesi hjá einum trímenningi mínum, sum æt Hans Jacob.

Dagin eftir førdi Hans Jacob okkum so yvir til Norðskála, og vit fóru inn til ein mann, sum æt Skála Jógvan, og sum var í familju við Ebbu. Har fingu vit døgurða – stokta sild og eplir.

Hann kom við okkum og fylgdi okkum so allan vegin líka til Klovnusteinar – nær við Eiðisskarð – og so funnu vit sjálvar og komu aftur til Gjáar í øllum góðum. Hetta var mín fyrsti túrur í Havn, og tað var ein góður túrur.

----

Einaferð droymdi eg, at Jesus var komin til bygdina, og eg vildi sleppa at síggja hann. Eg leitaði og leitaði fyri at finna hann, og so fór eg heim eftir vegnum, og tá síggi eg hann standa har við útbreiddum ørmum, og hann sigur: “Komið higar til mín, øll tit sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, eg vil veita tykkum hvílu.” Hatta stendur í Matteusi 11. kapitli og 28. vers.

Eg var so glað at síggja hann, at eg fór rennandi til hansara, og hann tók í hondina á mær og stillaði meg til høgru síðu á sær. Har stóð nógv fólk hjá honum, og øll vóru í hvítum klæðum. Tað stóðu eisini fleiri fólk við vinstru síðu hansara, men tey vóru í svørtum klæðum. Ein stórur flokkur stóð eisini longri burtur, men tað kom eingin av teimum til hansara. – So vaknaði eg, og eg var so glað, at eg hevði droymt hann.

Tá ið eg var blivin eldri, fór eg út at sigla við pápa tínum (Thomasi). Hann var móður av fiskarínum tá, og so fór hann út at sigla sum stýrimaður, og tá slapp eg eisini við.

Sæbjørn Jacobsen (versonur mín) var skipari, og hann skal hava takk fyri, at hann vildi hava meg við – eina gamla konu út at sigla. Vit kom væl út av tí, og hann var góður at vera saman við. Eg var fleiri túrar úti og sigldi.

Einaferð, tá ið vit vóru heima – pápi tín var eisini heima tá – tá droymdi eg eina náttina, at vit vóru umborð á einum heilt stórum skipi, og vit stóðu øll fram við lúnningina. Vit skuldu leggja at í einari havn.

Skipið kemur nærri og nærri, men har er eingin havn – har er bara ein grøn fløta. Tað var fínasta veður og bláur himmal, og tað var bara eitt skýggj á himmalinum.

Hetta skýggið kemur nærri og nærri. Vit vita øll, at okkurt skal ske (henda), men vit vita ikki hvat. Eg stóð undir liðini á pápa tínum (Thomasi), og so sigi eg við hann, at nú eg veit, hvat hatta er: “Tað er Jesus, sum kemur aftur!”

“Ja,” sigur hann, og so kom hetta skýggið heilt nær, og so skilti tað seg sundur. Tá sóu vit andlitið á Jesusi. Skýggið minkaði og hvarv, og Jesus kom so spakuliga niður á hesa grønu fløtuna.

Eg leyp síðani inn í kamarið eftir bíbliuni, sum lá á borðinum. Tað var eitt reytt band rundan um bíbliuna, men eg sleit bandið av, tí eg vildi ikki, at bíblian skuldi vera forseglað. So rann eg út aftur á dekkið, og tá vaknaði eg.

Hetta var ein vakur dreymur, og tað er púra satt, at Jesus kemur aftur ein dag at taka okkum heim til sín. Gud gævi, at øll kunnu samlast har heima hjá honum – bæði tey, sum farin eru, og tey, sum eru eftir.

 

Eg havi fleiri ferðir fingið bønarsvar. Tað var einaferð undir Krígnum, at tað var so lítið av pengum. Eg fór inn í stovuna, legði meg á knæ at biðja Gud um at fáa pengar.

Tá ið eg hevði reist meg upp og kom aftur í køkin, kom ein maður inn við pengum til pápa tín. Pápi tín hevði gjørt okkurt fyri hendan mannin. Eg bleiv bara so glað, og tað er púra sikkurt, at tann, sum í trúgv biður, hann fær.

Eg takkaði Gudi fyri, at hann hevði bønhoyrt meg. Eg upplivdi tað fleiri ferðir, og tað gjørdi mamma eisini. Hon fortaldi fyri mær, at tað var mangan lítið at keypa fyri. Hon bað Gud um, at hon mátti finna okkurt, tá ið hon fór í skrínið at leita, og hon fann.

Vit hava altíð lisið lestur, og tað gjørdu øll í bygdini. Tá ið pápi var burtur, las mamma, og hon sang eisini. Mamma hevði so gott mál. Okkara lestrabøkur vóru ikki so langar, men tey í Heiðriksstovu lósu Brockmann, og teir lestrarnir vóru so grúuliga langir. Eingin mátti fara út um lestratíðina, nei, tað mátti eingin fara.

-----

Tað mundi vera betri terri fyrr enn nú. Fyrst, ið eg minnist, vóru eingi turkiløg í bygdini. Pætur í Jógvansstovu gjørdi tað fyrsta turkilagið her í bygdini umleið 1930. Tá hoyggjaðu øll av hógv, men tað hevði borið illa nú, tí tað hevur næstan verið óterri hvørt ár, men í fjør (1989) var gott.

Menninir veltu dúgliga upp úr nýggjum um veturin. Teir byrjaðu í novembur, og so bleiv sett niður, áðrenn teir fóru til skips. Tað var bara ryggjavelta, flagveltan kom ikki fyrr enn seinni. Nú verður einki velt upp úr nýggjum. Teir róðu eisini dúgliga út, og tað var nógv lív í Gjónni. Svøvnurin var mangan lítil, tá ið teir róðu við línu, men tað var væl frægari við snørinum.

Frá vinstru: Karl Anton, Jógvan Sofus og Tummas.

Handlar vóru hjá Sofusi og Petur Christiani. Eina tíð handlaði Petur Julius her uppi. Dánjal Klein hevði eina tíð handil á Gjónni, og Justinus á Grótheyggi hevði eisini eina tíð handil í tí ytru stovuni hjá sær.

Justinus hevði alt møguligt at selja: matvaru, toy, blondur og petrolium. Vit keyptu petrolium upp í trípeglafløsku.

Skipstroyggjur blivu nógvar bundnar við Gjógv. Tá ið tað var upp á tað mesta, kundi eg binda einar tríggjar troyggjur um vikuna. Abbi tín spann uppi á loftinum, og tá ið eg fór upp eftir noða, kundi hann spyrja: “Ert tú longu aftur eftir noða?” Tað var ikki meir, enn hann helt tørn at spinna.

Undir Krígnum kostaðu skipstroyggjurnar upp í 47 krónur í býti við vøru, so tað var ikki smávegis. Lina á Tarafløttinum tók eisini ímóti troyggjum, sum hon seldi til onkran úti í Hesti, og fyri tær troyggjurnar fingu vit pengar, og vit fingu eisini meira fyri tær troyggjurnar.

Tað bleiv alt virkað úr ullini: troyggjur, undirtroyggja, undirbuksur og vøttir. Sjómenninir skuldu hava eini seks sett við sær, so tað tók sína tíð. Vit høvdu nokk av ull, men tað vóru ikki øll, ið høvdu tað.

Skinnini blivu rotað, broddurin brúktur til skipstroyggjur og rótin til undirklæðir. Lesull bleiv eisini brúkt, og tá ið vit vóru til neytar, kapprunnu vit eftir hvørjum lagdi. Undarligt er, nú vil eingin hava ull, og hon liggur og rekst í haganum.

----

Tað var nógv lív í bygdini tá, og hvørt sunnukvøld var dansur í dansistovuni, har sum Karl á Bø nú hevur hoyggjhús. Á jólum komu fólk higar at dansa: úr Funningi, úr Gøtu og eisini Tjørnuvík, haldi eg. Har vóru nógvir góðir kvøðarar.

Á nýggjárinum fóru vit gjáarfólk til Funnings at dansa.Vit dansaðu ikki í føstu, men tá plagdu vit at spæla at sláa bak, ægtemand, krakk og heysa flagg.

---

Tað var hugnaligt og gott fyri fólk at vera í torvi. Vit skóru torv Eysturi á Dal, í Tjørnudali, Heimi í Dal og Heimi undir Sondum. Gamli Olrik á Rætt skar torv á Ambadali.

Hann var røktingarmaður og hevði leyp við, tá ið hann fór burtur í haga. Kristian á Rætt hevur eisini skorið á Ambadali. Eg veit ikki um nakran annan, sum hevur skorið á Ambadali.

Primus høvdu vit við okkum í torv, so vit kókaðu okkum drekka, og onnur kyndu eisini bál. Tað er lekidómur at vera úti í haganum í teirri frísku luftini og hoyra fuglarnar láta. Men hetta var ikki tann beri hugni, tí tað var neyðugt at eiga torv.

Upp undir jól bleiv nógv torv borið til hús, og tollaksmessudagur var bæði útróðrardagur og torvdagur, so einki skuldi mangla á jólum.

----

Undir Krígnum var ein ring tíð hjá teimum, ið sigldu niður til Onglands við fiski, men tað var eisini ein ring tí hjá okkum, ið heima vóru, tí vit vóru bangin alla tíðina.

Pápi tín var við “Elsu”. Teir fóru til Íslands at keypa fisk og so til Onglands at selja hann. Eingin var telefonin, so vit vistu einki frá teimum, frá tí teir fóru úr Føroyum og haðani til Onglands, til teir komu aftur til Føroyar. Pápi tín kom aftur hvørja ferð – Jesus havi lov – men nógvir komu ikki aftur.

Sum tú veitst, so brast ein mina í fjøruni undir Krígnum. Tað gloymi eg ikki. Tað var nógvur vindur av landnyrðingi og nógv brim hendan dagin.

Tað merkiliga var tað, at eg hevði droymt náttina fyri, at eg stóð uppi á loftinum, við borðið við vindeygað. Tá síggi eg eitt svart skip koma siglandi inn eftir Buginum, og tað stevndi beint inn í fjøruna og rennir so beint á land, og eldrokið stóð upp fyri vindeygað.

Kvøldið eftir stóð eg í sama stað uppi á loftinum, tá ið minan brast. (Minan brast 13. novembur 1940).

Mina frá Krígnum

Tú svavst í ytra enda uppi á loftinum saman við abba tínum, og Magnhild, sum var lítil, lá í vøggu í køkinum. Eg var farin upp á loftið eftir onkrum, og nú eg havi staðið eina løtu har uppi, nú er hetta forfærdeliga buldrið, og eldrokið fyri vindeygað. Bláur logi. Húsini ristust so illa, at eg datt niður í songina. Eg sprakk uppaftur og leyp so oman aftur í køkin, og eg veit ikki, um eg leyp allar trappurnar í senn.

Myrkt í køkinum – lampan slóknað – eingin rútur eftir í køkinum og vøggan á gólvinum. Eg hevði biðið Henny á Tarafløtti verið hjá mær, tí eg var so bangin, men eg veit ikki hví. Eg tók vøgguna í kneppið og gekk og mól runt við henni, men eg haldi, at eg endaði í stovuni við henni. Eg visti ikki, hvat eg skuldi gera.

Pápi kom leypandi av loftinum, og eg rópti á hann at lata seg í tuflurnar, tí alt gólvið var tað bera glas. Vit fingu so tendrað lampuna, og tá sóu vit, at allir rútarnir vóru farnir, og í kjallaranum var sama skilið.

Anton á Klá kom oman at hjálpa okkum at negla upp fyri vindeyguni, og tað vóru fleiri fólk, sum máttu rýma úr húsunum, tí tey vóru so illa farin.

Tað vóru ofta minur at síggja, men hetta var tann einasta, sum brast. Hvørja ferð, ein mina var at síggja á Buginum eftir hetta, komu boð í húsini um at lata øll vindeyguni upp.

Dánjal í Gortru var settur at skjóta minur, soleiðis at tær skuldu søkka, áðrenn tær komu á land. Eingilskir hermenn vóru eisini her, og teir skutu eftir minum eisini.

Higar komu eisini flygtningar úr Havn, Klaksvík og úr Søldarfirði. Tey hildu tað vera tryggari her. Ein kona úr Havn, sum æt Tina, seymaði matrósaklæðini, sum tú átti.

Tina og maðurin – haldi, at hann æt Sverri – vóru úr Mattalág í Havn, og tey búðu hjá Fíu í Lon (Heimaru Lon). Fía sjálv var ættað úr Mattalág. Berlina í Blásastovu og Erik, maðurin, komu úr Klaksvík og búðu í Blásastovu.

Ja, hetta var ein óhugnalig tíð. Øll bygdin var myrkaløgd. Ikki eitt ljós mátti síggjast nakrastaðni. Innhurðin mátti latast aftur, áðrenn úthurðin bleiv latin upp. Ikki mátti mann brúka lummalykt og ikki roykja úti í myrkrinum. Lampurnar skuldu skrúvast niður, tá flúgvari var at hoyra.

Tú vart so lítil tá, góði, men eg minnist, at tú fórt at gráta og leypst upp í fangið á abba tínum, tá ið eg skrúvaði lampuna niður, tí tá visti tú, at nú var okkurt, sum ikki var gott.

Einaferð seinni fann pápi tín eitt petti av minuni, tá ið hann velti heimi undir Hjallanum (langt frá bygdini). Pettið var langt niðri í moldini, og tað luktaði av krúti.

Eg havi goymt pettið, men hvar tað er, tað er so tað. Tað átti at farið á Fornminnasavnið.

----

 

Trúgvir kirkjugangarar: Frida og Malla á Tarafløttinum


Eg hopi, at bygdin fer at vaksa aftur ----Tað er so nógv broytt her í bygdini í mínari tíð. Bygdin var full av fólki, og tað var so trongligt í kirkjuni á jólum, at beinkir máttu setast inn í kór. Nú er bygdin full av tómum húsum, og jólaaftan í ár (1990) vóru vit bara 8 fólk í kirkju.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Kategori: Frásagnir