Hesa myndina tók Jóhan á Rætt 04.01.22

”Kært barn har mange navne.” Hetta mátti eg sanna hendan dagin, ið tann stóri brimskaðin hendi úti á Gulakletti. ”Nú fóru Íslandstrappurnar,» letur í Jóhan á Rætt, ið eg hitti har úti, eftir brimskaðan, ið hendi 04.01.22.  Navnið Íslandstrappurnar er mær ikki komið fyri oyru, hóast eg í mong ár havi gingið og tráspurt fólk um øll møgulig staðarnøvn. Í hesum førinum hava tey bara brúkt nøvnini Trappugrótið, Trøppugrótið og Trøppurnar.

Her hava vit Jóhan 05.01.22

Nú eftir at hava spurt meg eitt sindur fyri sýnist mær, at tað aldrandi ættarliðið hellir meira til áðurnevndu nøvn, og tað yngra slagið hellir meira til Íslandstrappurnar. Íslandstrappurnar eru meira kámar í huganum hjá teimum aldrandi. Tað hevur jú  verið gomul søgn her norðuri, at Trappugrótið, ið gongur tvørtur um Eysturoynna, skal koma uppaftur í Íslandi. Helst er tað søgnin, ið er upprunin til navnið Íslandstrappurnar. Nú legðist so navnið Íslandstrappurnar aftrat staðanavnasavni mínum, ið sæst her á síðuni. Tað er ikki fyrstu ferð, at mann hevur loftað onkrum navni ella onkrari søgu soleiðis av berari tilvild. Stuttligt.

Gjógv hevur sera tætt samband við Ísland, tí Uppi á Fjallið hava vit eisini Íslandsholið. Tað er ikki smávegis djúpt. Tá ið smábørnini hentaðu ber har uppi, so funnu tey viðhvørt uppá at blaka steinar niður í Íslandsholið. Tað var spennandi, tí steinarnir endaðu í Íslandi (segðist).

Íslandsholið heldur sær væl, men verri stendur til við Íslandstrappunum. Ein maður plagdi at taka soleiðis til: ”Leingi kann ringt versna.” Soleiðis sær framtíðin hjá Íslandstrappunum út í løtuni í mínum eygum.

Hesa myndina tók Bjørt Kristiansen 26.12.21 (Her sæst væl, hvussu leyst hatta var, ið nú er farið)

Annan jóladag 2021 gekk Jóhan saman við versyni sínum, Karsten, og abbasoni sínum, Louis, eftir Íslandstrappunum. Tað er (mestsum) alt, sum talar fyri, at hetta hava verið teir seinastu persónarnir av óteljandi øðrum, ið hava gingið har. Dóttir Jóhan, Bjørt, tók hesar myndirnar av teimum tann dagin. At myndirnar skuldu gerast so søguligar, man vera komið óvart á hana -- og okkum. 

Kategori: Frásagnir