- 13 januar 2025
Óli Andrias á Rætt (1880 - 1961) og kona hansara, Lena (1890 - 1947) f. Joensen, úr Jákupsstovu
--------
Niels Juel Arge, táverandi útvarpsstjóri, tók hesa samrøðuna upp, og hon varð send í útvarpinum tann 07.01.1960.
Fyrst nøkur fá orð um familjuna: Óla Andrias á Rætt (1880 – 1961) giftist við Malenu, f. Joensen (1890 – 1947) vanliga nevnd Lena – sum var ættað úr Jákupsstovu. Tey vóru bæði frá Gjógv og fingu 9 børn: Kristina (Dinna), f. 1911 (doyði 22 ára gomul av tuberklum 1934), Fía (1913 – 1915), Fía, f. 1915 (doyði 24 ára gomul av tuberklum 1940), Olrik (1917 – 2010), Hanna (1919 – 2005), Jógvan (1921 – 2018), Hans (1924 – 2006), Pól Sigurd (1928 – 2023) og Dea (1931 – 2024).
Annars kann eg leggja aftrat, eg havi roynt at skriva bandið av so nær tí talaða orðinum, sum til ber.
Her er samrøðan:
Norðuri við Gjógv eru vit farnir inn á gólvið hjá Óla Andriasi Kristiansen á Rætt. Óli Andrias gongur á fírsinstjúgunda ári. Hann var skipari í mong ár sínar yngri dagar.
Óli Andrias! Vóru tygum heilt ungur, tá ið tygum fóru til skips fyrstu ferð?
Nei, eg var 20 ár, tá ið eg fór til skips fyrstu ferð.
Men tygum høvdu søkt sjógvin kortini, veit eg ! - Ja, men tað var við opnum báti – við seksmannafari um summarið og við áttamannafari um veturin.
Var nógvur útróður við Gjógv tá í tíðini? – Ja, tað var drivið á til útróðrar alt tað, ið veðrið kundi tilstyðja tað. Teir brúktu teir smáu bátarnar frá krossmessu, tá plagdu teir stóru bátarnir at vera uppsettir, og so róðu teir við teimum smáu bátunum til mikkjalsmessu. Tað var gamal siður her í bygdini, og eg haldi í øðrum bygdum við. Á mikkjalsmessu tóku teir áttamannaførini aftur.
Hvussu mong áttamannafør gingu út hiðani úr bygdini? – Tað vóru seks, og teir vóru yvirhøvur ógvuliga hugaðir til útróður og til at finna mið. Tað vóru teir fullkomuliga góðir til, og teir lótu seg ongantíð forsøma dagin, tá ið líkindir vóru til. Tað fyrihelt seg, sum veðrið var, at royna innari og ytri. Tá ið best var veðrið, so bleiv roynt longst út at prøva útmiðini, tá ið veðrið tillæt tað, og ofta var tað, tá ið tað bar til, eisini best til fisk. Men var ikki veður at fara langvegis, so varð roynt innari. Var ikki veður at fara til havs, so royndu teir undir landi. Tað kundi eisini vera fiskur inni við land. Til dømis í torra vóru góð torramið inni við land – tað var stórur toskur til deils at fáa, men um somu tíð var eisini nógv úti á havi – kanska meir.
Teir løgdu nógv til, serliga á lágætt, men høgættina – hana ræddust teir. Teir vóru so illa royndir av henni.
Tað var kanska serliga tað eina árið, at teir vóru illa royndir? Nei, tað var tvær ferðir. Í 1870 gingu tvey áttamannafør burtur í ein dag, og tá vóru ikki meir enn fýra bátar í bygdini – trý áttamannafør og eitt tíggjumannafar. Eitt áttamannafar kom aftur og tíggjumannafarið. Mann kann siga, at tað fór helvtin av fólkinum upp á ein gang. So eini tólv ár seinni fór aftur eitt áttamannafar, tað gekk burtur ein ódnardag á landnyrðingi. Tann sama dagin gekk eisini eitt áttamannafar úr Norðraøtu burtur norðan av havi, so høgættin var at taka seg í akt fyri, tí hetta er eitt so ringt pláss á høgætt.
Av og á kundi tað henda seg, at tað ikki kundi lendast her við Gjógv, og so rýmdu teir til Funnings, men tað hendi seg viðhvørt, at teir ikki sluppu upp í Funningi heldur, men máttu longur inn. Á einum plássi nakað innan fyri Funning hava teir altíð kunnað lent, meiri enn tað eina árið, tá tveir gingu burtur, tí tá máttu teir fara inn á botn í Funningsfjørði – teir tveir, ið aftur komu.
Tygum! Fiskurin treyt ikki tá í tíðini?
Tey fyrstu árini, tá ið eg var farin at rógva út, tá treyt ikki fiskurin, men tað hava altíð verið ójøvn ár – ikki øll ár líka. Eg minnist, tá ið eg var smádrongur – eini tíggju tólv ár – tá vóru ring fiskiár, men reiðskapurin, teir brúktu tá – tað var lítil reiðskapur – teir brúktu eina stutta, grova línu við fiskaagni. Annað varð einki brúkt til agn uttan fiskaagn. Vissi tað ikki var kalvi, so var tað smáfiskur ella toskur. Tað vóru eini tólv stykkir, ið teir brúktu til línu tá, ikki meir, men tá fingu teir lítið. Men tá ið tað kom til 1890, so fór hann at menna seg aftur. Í 1895 og í 1896 - tey bæði árini hava verið tey bestu, sum hava verið í mínari tíð til fisk – til várfisk – tá treyt ikki. Men tað var eisini nógv at fáa eftir tað - bæði innari og ytri – inntil trolararnir komu, tá fór at minka.
Teir royndu eisini á teimum innaru leiðunum hjá tykkum, trolararnir?
Ja, at begynna við royndu teir inn ímóti landinum.
Hvussu vistu teir um hesar leiðirnar, sum lógu so innarlaga?
Ja, tað dugi eg ikki siga sikkurt. Í sjókortinum kann síggjast nakað, hvønn skap botnurin hevur. Teir vildu helst hava bleytan botn, men tað segðist, at ein víkarmaður hevði verið við einum trolara, sum var ein tann fyrsti – tað hoyrdist.
Teir royndu inni á sandgrunnunum – inni á hýsuleiðum fyri Mølini og vesturi fyri Saksun. Tað haldi eg, vóru tey fyrstu plássini, ið teir royndu, tá ið teir komu. Men tað var skjótt, at teir fóru at prøva seg fram longri frá landi. Tað bleiv soleiðis, at tað royndist ikki fyri teimum, tí útróðrarbátarnir plagdu gjarna at seta línuna í lýsingini, áðrenn ljóst var, og trolararnir fóru so tvørtur um línuna og slitu línuna sundur, men tað var ikki bara tað. Teir fingu fiskin og stygdu fiskin, so at hann beit ikki í – hvørki línu ella snøri. Tað var yvirstaðið við fiskarínum, tá ið trolaraflotin var her, soleiðis bleiv tað.
Nú um árini hevur eingin fiskur verið á hesari leiðini – eitt sindur av smáum fiski, toskur hevur næstan ikki verið at sæð.
Tygum, tað komu nógvir bátar sunnaneftir hendan vegin at royna?
Ja, eg kann siga, at tá ið eg var smádrongur – áðrenn trolararnir komu – komu teir frá øllum bygdum í Eysturoynni. Hesum næstu bygdunum, teir róðu tað sama út sum gjáarmenn: funningsmenn, elduvíkingar, oyndfirðingar, fuglfirðingar og leirvíkingar, teir róðu altíð – bæði vetur og vár – men tá ið tað kom ordiliga til ta góðu vártíðina, so komu teir sunnaru, gøtumenn við. Gøtumenn funnu eisini væl miðini á várgrunnunum, tað gjørdu teir líka væl sum aðrir. So mikið nógv róðu teir norðeftir.
Søgdu tygum ikki eisini fyri mær, at Jóan Karl á Skála eisini róði her?
Jú, hann var ofta her. Tað var frá øllum bygdum: lambamenn, rituvíkingar og nesmenn. Jørgin á Nesi var ofta her – og toftamenn. Strandingar og skálamenn komu eisini til deils her ta bestu tíðina – tað var á Norðhavið.
Plagdu teir at avreiða her eisini?
Ja, nógvir avreiddu, tá ið veðrið var gott, og tað var kyrt, og so gistu teir her um náttina, inntil tíð var at fara avstað aftur. Tað vóru helst teir bátarnir, sum vóru longst burturfrá, sunnari, men leirvíkingar plagdu eisini at avreiða fisk her, tá ið nógv var fiskað, og tað var nakað nógvur vindur á lágætt, so lættu teir um bátin.
Tað fyrsta árið, sum eg róði út um veturin, tað var í 1895, og tað fyrsta árið, eg var til skips, tað var í 1901.
Tygum, tá ið teir nú løgdu nógv til á lágætt, so kann eg ætla, at tað mundu vera mangir harðir andróðursdagar?
Ja, tað vóru teir. Tað var ógvuliga tungt ofta. Tað hendi seg onkultar ferðir, at bátarnir róðu ikki upp land, um ikki trolararnir komu teimum til hjálp. Eg minnist ein dag – tá var eg ikki farin at rógva út – tá tók ein trolari ein gjáarbát og ein leirvíksbát.
Teir blivu ikki sleipaðir, eg haldi, at hann mátti taka teir á dekkið, og hann førdi teir inn í Funningsfjørð.
Ein annar trolari tók tann sama dagin ein annan gjáarbát. Hann bleiv sleipaður, og hann hevði verið innari á leið, so sjógvurin var meir slættur. Leirvíksbáturin og gjáarbáturin blivu tiknir á dekkið – teir høvdu verið ytri á leiðini, har var ringari sjógvur, so teir kundu ikki hanga úti. Gjáarbáturin brotnaði nakað, men tað var ikki so nógv at gera við hann. Og so er tað onkultar ferðir seinni, at trolararnir hjálptu til at sleipa bátar, tá ið tað bar soleiðis til.
Tygum, tað var ógvuliga tungt at fáast við fiskin – at fáa hann niðan úr fjøruni ella niðan úr Gjónni?
Ja, tað var tungt og ringt at ganga. Tað var so nógv ringari at ganga tá, men nú er alt slætt og trappur. Har, sum slættin er har niðri, vóru stór glopur og óslætt og veldiga stór hol - har var ringt at ganga.
At draga bátarnar upp við høvdu teir spæl til, tað, ið eg minnist. Tað var tætt fyri mína tíð, at spælið var gjørt, og tað var eitt gangspæl, sum mann hevði armar í. Tað gekk bara nokkso gott, men fyrr drógu teir bara upp við handamakt við einari línu og hálaðu upp við hondunum. Tað var nógv brattari tá at fáa bátarnar upp, enn hvat nú er. Nú er so nógv uppfylt og javnað.
Tygum! Hvussu langt er tað av Helluni og niðaná?
Tað kann eg ikki siga tygum bestemt, hvussu langur drátturin er, sum teir hava til bátarnar, men hann man vera einar 50 favnar, ið hvussu er, tað haldi eg.
Eg hoyri, teir siga, at trapputrinini eru nøkur og hálvfjerðs.
Ja, tað kann passa, eg havi ikki talt tey. Tær gomlu trappurnar – tað var ikki stoypt – tað var laðað – steinar, so tað var ikki so vátt, men so var tað, tá ið kavi var, og gler var, tá var uppaftur verri. Tað slættaðist alt, tá ið kavi var, og so plagdu teir, sum heima vóru, at hjálpa eitt sindur upp á tað við at grava kavan burtur, áðrenn bátarnir komu aftur.
Tað var ikki nógv, ið fekst fyri fiskin tá í tíðini?
Nei, tað var trý oyru pundið. Tað var fiskaprísurin tvey tey fyrstu árini, ið eg róði út í 1895 og 1896, og eg minnist ikki betur enn, at saltfiskurin var seks oyru pundið.
Minnast tygum nakað til, hvussu nógv tit plagdu at fáa um dagin?
Nei, eg minnist ikki vist, hvat vit fingu tá um dagin, men fingu vit 10 krónur um dagin, so var tað hildið at vera nógv, tá ið tað var trý oyru pundið – tá var nógv fiskað – og tað mundi vera sjáldanheit.
Og minnast tygum, hvat mundi koma burtur úr útróðrinum um árið?
Eg kann ikki siga, hvussu nógv, ið tað var, men teir fingu nógvan fisk. Við áttamannaførum komu teir upp í 1500 fiskar upp á partin, tað minnist eg – í torra og várróðurin – og tað var nógv. Ójavnt var, hvussu tað viðraði at fáa roynt eftir fiskinum.
Tey árini – í 1895 og 1896 – tá haldi eg, at tað viðraði væl – tey fyrstu árini, eg róði út. Eg fór ikki at rógva út tað fyrsta árið við áttamannafari fyrr enn eftir páskir. Tá fór eg at rógva fyri ein mann, ið tá fór til skips, av bátinum hjá okkum. Vit fingu 1200 upp á partin eftir páskir tað árið, tað minnist eg. Tað var vaksnir - stórur toskur, smáfiskur var eingin uppií.
Tygum, róðu teir eisini langt um summarið við seksmannaførunum ?
Ja, út í Oyðuna, tað var grúuliga gott, og tað hava teir gjørt frá gamlari tíð. Tað vóru fleiri mið, sum vóru langt úti í Oyðuni, sum teir funnu og vistu, hvar miðini vóru, Tað var um summarið, at tey miðini vóru funnin, men eisini eftir, at eg var farin at rógva út, tá róðu teir eisini út í Oyðuna – til dømis Fuglfaraoyðuna – har fiskaðu teir nógva longu.
Tað var mest longa, teir róðu eftir har. Teir kundu eisini um heystið her inni á almindiligari havleið royna eftir longu á miðunum og fáa nakað av longu, men eftir tað, at trolararnir vóru komnir, tá hvarv longan her inni á leiðini, og eg haldi, at hon mundi minkað allasteðs. Úti á Fuglfaraoyðuni var nógv longa ta fyrstu tíðina, ið gjáarmenn vóru farnir at rógva út, og har royndu teir at fara um summarið og eisini um veturin, tá ið líkindir vóru til tað, og teir kundu fáa nógv – fullan bát, tá ið veðrið var gott.
Tað var til miðis, tað fekst ikki fyri rák. Og reiðskapaurin, tað var tað gamla føroyska slagið av onglum. Teir vóru smíðaðir í Føroyum, og teir tjentu til at fiska longu við. Tað vóru greiðirnar, sum brúktar vóru til ta driftina – tað var ein húkur, ein ongul.
Og tá ið væl stóð til við longuveiðuni, hvussu nógv kundu tit tá hava í part?
Eg minnist um summarið, at vit kundu fáa 12 ella 13, men 13 var tað mesta og fleiri ferðir 12, men tá var báturin so mikið tungur, at tað hevðist ikki meir.
Tað vóru seks menn og heldur lítið seksmannafar, men tá høvdu teir eisini funnið eitt nýtt mið, sum var stutt frá tí gomlu Fuglfaraoyðuni, sum vit kallaðu fyrr. Har var tann nógva longan at fáa tey fyrstu árini eftir, at tað var funnið, men nú eru nógv ár síðani, at nakar Gjáarbátur prøvaði har. Hvussu nú kundi verið, er ikki gott at siga, men løgið haldi eg tað var, skuldi ikki eitt sindur verið eftir av tí nú – tá var tað undarligt. Har kundi mann draga fullan bát eftir ikki so langari tíð.
Tygum, plagdu tit at dylja tað her norðuri, tá ið tit funnu okkurt nýtt mið?
Tað kann nokk vera, at tað var roynt at dylja, men tað bleiv ikki leingi. Eg minnist trý mið verða funnin inni á almindiligari útróðrarleið, síðani eg fór at rógva út, sum teir fiskaðu longur á, um ikki longur vóru at fiska á teimum gomlu miðunum.
Tað varð nokk roynt at dylja tað nakrar dagar, men tað bleiv ikki leingi, inntil aðrir funnu tað við. Teir fiskaðu longur á teimum tey fyrstu árini – nøkur ár – um ikki longa var á teimum gomlu miðunum har rundanum. Tað sýntist, sum longa var ein fiskur, sum trekti aftur til tað bestemta plássið – tær høvdu eitt vist búpláss, tað høvdu tær.
Men um veturin, tá ið ringastu ódnir vóru, og sjógvurin bleiv nógv gruggaður – upprørdur – tá var ikki fiskur at fáa á miðum tá aftaná, tað bleiv ikki, fyrr enn sjógvurin klárnaði aftur. Tá spjaddist tað út um botnin allasteðs og eisini longur. Longur fingust tá uppi í toski hvar sum helst á sløttum og bleytum botni, men tá ið sjógvurin klárnaði aftur, so komu tær til tey bestemtu plássini, og har var harður botnur, og mikið múguligt fingu tær gott æti har – brosmurnar hildu seg til tað sama plássið og smáur fiskur.
Tá ið tygum fóru at rógva út, vóru teir farnir at brúka oljuklæðir og stivlar tá í tíðini?
Nei, tað var eingin maður í stivlum tey fyrstu árini, eg róði út – ikki í teimum bátunum, sum eg var við. Ikki teir menninir, sum høvdu rógvið út alla sína tíð, teir brúktu ikki stivlar. Teir fyrstu, sum brúktu stivlar, vóru menn, sum høvdu verið til skips.
Men tað vóru onkultir menn, sum kundu fara til skips, tað fyrsta skipini fóru út, men yvirhøvur var tað so, at teir vóru heima, meðni várróðurin var fyri og fóru so til skips. Tað var eisini nokkso fitt av fólki, sum fór til Íslands at rógva út tá aftaná, at várróðurin helt uppat. Teir brúktu stivlar, og tað vóru teir fyrstu, ið fóru at brúka stivlar við útróðrarbátum. Teir, sum ongatíð høvdu verið til skips, teir brúktu ongantíð stivlar. Tað var ein búni, sum var kallaður skølingur, at smoyggja upp á føturnar.
Tygum, sig okkum eitt sindur um skølingarnar!
He, he, he! Tað var serliga av grovum tógv, ið tað var bundið til sum ein skóleistur – upp á líknandi máta. Tað varð spunnið grovari enn til nakað annað, men so var bøtt upp undir iljarnar, fyri at tað ikki skuldi slítast beinanvegin – stoppaðu okkurt uppundir. Teir, sum áttu harðar tóvar av várull, tað var ofta, at teir stoppaðu tað upp undir botnin og seymaðu tað so upp á tærnar – og soleiðis kundi tað vera av øðrum burturkastaðum klæðum – til dømis burturkastaðir vøttir blivu seymaðir uppundir – vattabak.
Tygum, var tað ikki kalt at sita í báti heilar dagar í skølingum - vátir?
Tað varð ikki snakkað um, teir vistu ikki um nakað annað. Eg haldi ikki, at tað var so ógvuliga kalt. Tað kundi sýnast at vera nakað kalt at fara út um morgunin í krapaveðri ella vátakava, tí tað var rímuligt fyrsta sporið, tá mann bleiv vátur. Tá ið mann var komin í bátin, tá bilaði ikki, og tá hildu summir menninir, at tað var ikki ringt fyri føturnar, at teir sótu vátir, tí tað hjálpti eitt sindur fyri kuldan, hetta sum var uppi á fótunum.
Tað er ikki so kalt at sita í bátinum sum uppi á landi. Tað frystir ikki í bátinum, tá ið hann er komin út á sjógvin. Um tað er kavi og frost í bátinum, tá ið hann er drigin á sjógvin, so tá ið hann kemur frá landi, so svinnur tað burtur, so tað bilaði ikki fyri kulda, um mann ikki hevði stivlar – nei.
Men tað kundi vera, tá ið eg kom eitt sindur meir til árini, at onkultir gamlir menn, sum lavaðu sær stivlar til av lørifti – oljustivlar – oljaðu tað – sum aðri oljuklæðir – skóru og seymaðu tað soleiðis, at tað passaði at koyra upp á beinini og røkka upp um knæ, og høvdu skølingar uttan yvir tí fyri at spara, at teir ikki skuldu slítast – hesir oljustivlarnir. Tað vóru onkultir gamlir menn, ið brúktu tað, sum eg róði út við um veturin.
So eg skilji tað, at teir vóru farnir at gera oljuklæðir tá í tíðini?
Ja, ja! Oljutroyggjur og oljubuksur tað gjørdu teir sjálvir. Tað brúkti eg eisini – heimagjørd oljuklæðir. Undir krígnum, tá ið tað Fyrra kríggið var - tá brúkti eg roðklæðir, men oljuklæðini, sum teir gjørdu sær heima, tá plagdu gjáarmenninir gjarna at hava roð upp undir setirnar – seturroðið – tað vóru lørini, sum gjørd vóru av lørifti og koyrt roð uppí til seturroð. Tað var betri, tí tað var skjótt, at løriftið marvaðist av bekkinum – tað lak.
Tygum, so fóru tygum til skips, tá ið tygum vóru 20 ára gamal, søgdu tygum! Hvørjum fóru tygum við fyrstu ferð?
Tað var ein lítil slupp, sum æt «Hurrikana» ("Hurricane") . Tað var altso í 1901, tá gekk eg á einogtjúunda ári. Eg fylti 20 summarið fyri. Skiparin var frá Gjógv, og hann æt Pól Jóhannus Joensen – summi nevndu hann Gamlaskipara.
Var tað serliga gjáarmenn, sum vóru við honum?
Teir vóru forskelliga steðs frá: nakrir frá Gjógv, bestimaðurin var av Eiði – Tummas í Garði var hann nevndur – ein raskur maður og skilagóður við. Kokkurin var eisini av Eiði og ein annar – teir vóru tríggir av Eiði.
Skipið var heimahoyrandi í Havn?
Ja, men tað var ikki fyrr enn eftir vártíð, at vit fóru. Eg var heima várróðurin tað árið eisini. Eg haldi, at skipið var ikki komið fyrr enn tá – seinast í apríl mánað – til Føroyar. Tað var á Norðlandinum, at roynt var tað árið.
Vit royndu nógv við bátum í eina tíð – róðu út frá skipinum við bát – lógu innarlaga, men so kom tað til tað at royna við skipinum við snøri longuri til sjós. Vit fingu nakað av fiski, men fiskurin, hann kostaði einki, so tað bleiv lítið av fortjenastu.
Vóru tygum nógv ár við Pól Jóhannesi?
Eg var bara tvey ár – í 1901 og 1903.
Í 1902 vóru tygum heima um summarið. Hvørjum fóru tygum við síðani?
Tá fór eg við ”Onnu”. Dánjal Jóhan Mortansen var skipari – Dánjal Jóhan við Sílánna – tað var í 1905. Í 1904 var eg eisini heima. Eg var fýra fylgjandi ár við «Onnu».
Hvat dámdi tygum at vera við Dánjal Jóhan?
Men dámdi ógvuliga væl – ein stásmaður. Tað var tann besti maðurin, sum mær dámdi at vera við. Eg var bestimaður tað seinasta árið, sum eg var við honum – tað var í 1908. Hann dámdi mær væl sum skipara – ein ordans maður. Hann ansaði væl uppá at røkja skipið væl og allar greiðir. Hann vildi røkja væl – tað gjørdi hann – hann vildi hava ordan í øllum tingum.
Og tit fiskaðu eisini væl við ”Annu?”
Tað var nokk sum almindiligt. Hann plagdi at fara á Vesturlandið um sumrini – tá ið mai mánað. Hann var kunnugur um alt Ísland: bæði á Norðlandinum, Vesturlandinum og Eysturlandinum. Hann hevði verið so nógv til sjós frammanundan. Hann var eisini væl kendur, hvar ið hann kom upp á land í Íslandi.
Hann var ikki ein av teimum monnunum, sum legði seg undir land at skjóta fyri uttan at biðja um forlov. Tað kundi henda seg, at hann kundi fara undir land at skjóta ella at taka egg, men hann bað altíð um forlov, og hann lønti teimum eisini væl fyri tað. Hann var væl lýddur av øllum íslendingum, hvar hann kom á land.
Dánjal Jóhan hevði lært niðri á Bogø. Eg haldi, at hann var stýrimanslærdur. Hann kundi taka longdina – hann var lærdur til tað. Eg haldi, at hann hevði lært tað, sum var almindiligur stýrimanslærdómur tá. Sum ungur hevði hann verið ein vetur niðri í Hetlandi, har hann lærdi seg at seyma segl. Hann dugdi væl at arbeiða segl, og hann dugdi væl at arbeiða alt, sum hoyrdi til eina slupp.
Hann gjørdi sær øll seglini sjálvur – uttan stórseglið, tað gjørdi hann ikki, men aðri segl, tey kundi hann reparera og gera av nýggjum við. Mann kundi læra skipsarbeiðið av tí manninum, hann, sum vildi læra seg nakað.
Hann átti ein beiggja, sum æt Debus Mortansen, sum var nakað nógv eldri, enn Dánjal Jóhan var. Teir vóru báðir slektaðir úr Froðba. Húsið, haldi eg, teir kallaðu úr Kelduni í Froðba, sum teir vóru úr. Debus sigldi niðri við eingilskmonnum í nógv ár. Í seks fylgjandi ár hevði hann siglt við einum bæði summar og vetur. Hann fiskaði í Norðsjónum um veturin við teimum, so hann var ordiliga drivin í fiskarí eftir eingilskum máta. Men so kom hann til Føroyar, og hann keypti sær slupp. Hann átti «Immanuel», tá ið eg var við «Onnu», men hann hevði havt eina aðra slupp fyri «Immanuel», og eg haldi, at teir kallaðu hana «Don».
Dánjal Jóhan hevði so verið bestimaður hjá Debusi, tá ið Debus var farin at brúka skip í Føroyum. Dánjal Jóhan var ikki meir enn 22 ár, tá ið hann var bestimaður við beiggjanum, Debusi, so hann var sjóvandur maður.
Og sum eg skilji á tygum, so hava tygum gingið upp á skúla tann eina veturin, tá ið tygum hava siglt við Dánjal Jóhan?
Ja, eg var við honum árið eftir, sum eg hevði lært.
Hvar lærdu tygum?
Eg lærdi í Havn hjá Jakku og Jógvani við Stein, teir kallaðu.
Hvussu mangir gingu hjá teimum tann veturin?
Vit vóru tjúgu.
Vóru tað ikki aðrir, ið høvdu skúla tá?
Jú, eg haldi, at tað gingu eini tretivu hjá Jens Paula, og so var ein trið skúli, og tað vóru danskarar, sum har vóru lærarar. Tað var ein, sum teir kallað stýrimann "Nielsen og Jensen". Tað var ein nýggjur skúli, sum stóð har uttan fyri Vágsbotn. Eg haldi, at tað er í tí húsinum, at Jens Pauli hevur havt at læra í síðani.
Og tygum, so hava nógvir navigatørar verið tað árið?
Ja, ja! Tað vóru tólv hjá danskaranum, tretivu hjá Jens Paula, og vit vóru tjúgu, so tað vóru tveir og trýss, ið lærdu tað árið.
Hvar tóku tit eksamiu?
Tað var í tinghúsinum, tað minnist eg.
Var tað sum ein vanligur tingfundur - nær sagt, at fólk kundu koma inn at lurta eftir, og komu nógv?
Ja, og tað var fult, men tað gekk illa við eksamiuni tað árið – nógvir fullu – men tað var ongantíð ætlað, at tað skuldu allir upp tá, tí tað skuldi vera ein eksamia seinni – tað var altíð ætlingin.
Ná, men tygum gekst so væl, álíkavæl?
Tað var sum almindiligt.
Og vóru tygum bestimaður, eftir at tygum høvdu lært?
Ja, tað var við Dánjal Jóhan, og so tað næsta árið, tá fór eg at føra «Trongisvingin». Tað var eitt aktiuskip hjá trongisvágsingum, og reiðari var Tummas Pauli Nolsøe – Pauli á Tanganum, teir kallaðu – ein stásmaður til at hava við at gera.
Høvdu tygum mesta fólkið hiðani frá Gjógv?
Ja, tað mundu vera teir flestu hiðani. Fólkið var ikki nógv, men eg minnist ikki, hvussu mangir vóru, men nakrir vóru av Eiði. Eg haldi ikki, at vit vóru meir enn tólv menn tað fyrsta árið. Fjúrtan menn – tað var almindilig manning tá, men við ”Onnu” høvdu vit verið seytjan. Tað stóðst ikki á hjá Dánjal Jóhan at fáa fólk í tí tíðini, tá ið eg var við honum – tað var eitt so deiligt skip.
Men tað var kanska ikki so lætt at fáa fólk yvirhøvur?
Nei, tað haldi eg, tað var ikki. Tað nógva fólkið fór ikki burtur – tað fór at rógva út í Íslandi. Tað var blivið nokkso nógv av skipum tá.
Eg førdi «Trongisvingin» tá í trý ár. Tey seinnu árini haldi eg, tað var meir fólk – tá vóru einir fjúrtan ella fimtan. Tað kallaðu teir at vera fullmannað skip, tá ið fimtan menn vóru við. Tað gekst sum almindiligt, vit fiskaðu ikki illa. Eg haldi, at tað næstifyrsta árið, tá vóru vit uppi í tí frægara endanum av skipum, sum har á fjørðinum vóru.
So fór eg at føra eitt skip her norðanfyri, tað var ein skonnart, sum æt «Otaria». Tað bleiv ikki meir enn tað eina árið, at eg førdi hana.
Men hvussu dámdi tygum skipið?
Hon var eitt sterkt skip – hon var stór – hon var hundrað føtur long – hon hevði tvær mastrar – eitt stórt stórsegl – hon var vist gjørd úr góðum tilfari.
Hon hevur ikki verið bygt sum fiskiskip?
Nei, hon hevði verið eitt lystfartoy, tað hevði hon verið.
Hvussu egnaði hon seg at fiska við?
Tað helt eg, var ikki av tí besta, tað haldi eg ikki, nei. Hon lá ikki væl at fiska við – sluppirnar vóru betri.
Men so sleptu tygum henni, og hvat skip fingu tygum so?
Tað var eitt, sum æt «Norðlýsi», úr Fuglafirði, hjá Sámal Petur.
Hvussu dámdi tygum tað skipið?
Mær dámdi tað ikki væl. Tað var ikki góð slupp – sigldi illa. Tá var tað Fyrra kríggið kom, og eg bleiv so heima øll krígsárini. Tá var massavís av fiski at fáa her undir Føroyum, tá treyt ikki fiskurin.
Tað gjørdist so stríggið at fáa útgerð til skipini fyri tíðina, ein deilur av skipunum lá fyri tann skyld. Teir fingu illa nokk salt og proviant. Tað var tað mesta av fólkinum heima. Eg var so heima øll tey krígsárini. Vandamikið var tá eisini at sigla – tað var tað. Nei, tá var eg heima.
Aftan á kríggið, so fóru tygum burtur aftur?
Ja, tá fór eg burtur aftur. Eg var bestimaður við ”Fame” í fýra ár, og so fór eg at føra ”Langanes”. ”Langanes” førdi eg í tvey ár – tað var í 1925 og 1926. Hon var útreidd í Vágsbotni, og har hevði hon verið útreidd í fleiri ár.
Teir vóru teir, ið bóðu meg at føra hana, men tað var akkurát tá, ið handilin bleiv stongdur, og teir fóru fallit, tá ið eg førdi hana tað fyrra árið. Teir bóðu meg so um at føra hana eitt ár aftrat – tað vóru teir, sum stóðu fyri búnum. Eg førdi hana so í tvey ár, og tað gekk gott at fáa fisk, tað gjørdi tað. Vit fingu nokkso væl av fiski. Hon bleiv so seld, og Niels Juul keypti hana.
Dámdi tygum væl tað skipið?
Ja, mær dámdi hana væl, tað var eitt ógvuliga fittligt skip. Hon legði beinini í Grønlandi. Tað var eitt fiskiligt skip, ja. Men tað besta skip av øllum teimum skipum, sum eg var við, tað var «Anna». Tað var nakað framum nakað annað skip, sum eg havi verið við.
Hvaðani var hon komin?
Hon kom úr Íslandi – av Reykkavík. Hon var umskift við eitt annað skip. ”Anna” hevði damm, og hitt skipið, sum Dánjal Jóhan læt fyri hana, hon hevði ikki damm. Tað æt ”Othella” ("Othello"). Íslendingarnir vildu sleppa frá dammskipunum – teir høvdu ikki interessu í at hava dammskip. Dánjal Jóhan fekk so ”Onnu”, og hon hevði damm. Dánjal Jóhan vildi hava damm at prøva dammfisk við.
Tað vóru nógvar sluppir, sum høvdu damm í tí tíðini. Vit fiskaðu smáan fisk við henni, og sigldu til Kjøbenhavn við smáum fiski. Vit plagdu at fiska upp í dammin, eftir at vit vóru komnir undan Íslandi. Tað kundi vera, at vit fiskaðu eitt sindur upp í dammin, áðrenn vit komu heim, men har sunnan fyri Dímunar – út fyri Trongisvági – har treyt ongantíð smáfiskur at fáa. Tað tók bara nakrar dagar at fáa dammin fullan.
So seldu vit í Kjøbenhavn, og saltfiskin, sum vit høvdu inni, eisini. Teir vildu ikki hava stóran fisk í Kjøbenhavn – tað skuldi vera smáur fiskur. Teir keyptu ikki livandi fisk, uttan hann var smáur. Tann smái fiskurin, hann var frægari at hava í dammi. Hann doyði ikki so illani, men tað var altíð farligt at hava hann við dammskipinum. Ja, tað var farligt - hann kundi doyggja. Prísurin haldi eg var góður fyri dammfiskin – gott tjúgu oyrir pundið – upp í fimm og tjúgu oyrir pundið fyri livandi fisk.
Eg førdi ”Alexandru”, eftir at eg var við ”Langanesi», eitt árið – hon var av Strondum – Símun átti hana. So førdi eg eisini ”Boðastein” eitt ár eftir, at eg hevði ført ”Alexandru”. So førdi eg ”Pilot” í tvey ár, eftir at eg hevði ført ”Boðastein”, og síðani havi eg einki skip ført.
Men tygum hava kortini verið til skips í fleiri ár eftir, at tygum góvust at føra skip, og tað hevur ongantíð verið nakað serligt áfatt, har tygum hava verið við skipi?
Nei, nei – einki serligt. Einki meir enn almindiligt, tað kann altíð vera eitt og annað, sum kann ganga fyri, men einki uttan at vit hava klárað tað sjálvir.
So tygum hava bara gott at minnast aftur á ta tíðina, tygum hava verið til skips!
Ja, tað kann eg ikki siga annað. Eg havi altíð komið væl útav tí við alt fólk, sum eg havi verið íblant, og eisini við reiðararnar, sum eg havi havt við at gjørt – tað havi eg.
So alt hevur gingið væl í lag.
Ja. Besti maður, sum mær hevur dámt at verið við, tað var Dánjal Jóhan við Sílánna, vit komu so sera væl útav tí. Tað vóru ikki allir, sum komu so væl útav tí við hann. Hann var bráðsintur maður, men hann bleiv straks blíður aftur. Eg haldi, hann var so grundagóður maður.
Tað, at ein maður er bráðsintur, tað er ikki tað ringasta, sum er við einum manni. Mann fekk at vita, hvat ið hann hevði at siga – hann segði tað, sum hann hevði at siga. Hitt kann vera verri, tá ið mann ikki veit, hvat meiningin er hjá einum øðrum fyrr enn aftaná. Hann vildi ikki snýta nakran mann – Dánjal Jóhan – tað gjørdi hann ikki – erligur maður – stoltur upp á tann mátan – hann vildi ikki gera nøkrum órætt. Hann vildi hava sítt skip at vera grúiliga hampuligt og nossligt – tað var tað. Tað var so dámligt at vera við tí skipinum. Eg helt so nógv av tí skipinum.