- 24 januar 2025
Jens hjá Dalberg – um kvæðir og dans (annar partur)
Eg skal eisini viðmerkja her, at sumt hoyrist so mikið illa á bandinum, at fyrivarni má takast fyri tí. Okkurt smávegis innskot eru míni orð fyri at gera tekstin eitt sindur greidligari.
Jens hjá Dalberg - í hoyggjhúsi sínum við Gjógv
Nú heldur Jógvan í Lon Jacobsen fram við samrøðuni:
Eru nøkur upprit til av tekstum har norðuri?
Tað er ringt at siga – eg trúgvi aldri. Pápi hevði einki uppskrivað, hann hevði alt í høvdinum. Hann dugdi alt uttanat, og tað, sum var uppskrivað, tað var tað, sum eg skrivaði upp eftir hann.
Tað lá eftir við Gjógv, tá ið eg fór haðani, og síðani er húsið avdankað. Vit fluttu øll úr húsinum, so tað doyði út, og hvat ið bleiv av tí, ið eg skrivaði upp, tað áni eg ikki.
Mundu tað vera nakrar vísur, kvæðir ella tættir, sum vóru eyðkendir í bygdini?
Eyðkendir? Nei, tað haldi eg ikki, men tað vóru nokk mest tær donsku vísurnar, sum teir gomlu menninir kvóðu mest – tað haldi eg.
Annars havi eg hoyrt um onkran, sum plagdi at kvøða Risan á Látrabergi, tað er føroyskt, so tað var ikki bara danskt. Hetta var ein gamal maður, sum hevði verið langt yvir hundrað ár nú. Eg minnist tað ikki sjálvur, men eg havi hoyrt tað.
Eru tættir yrktir í bygdini?
Ja, táttir ella kvæðir eru yrkt her. Kvívíks-Jógvan búði við Gjógv, og tað, sum hann hevur yrkt, tað hevur hann fyri tað nógva yrkt har norðuri. Hann yrkti Kópakvæði og forskelligar valgtáttir, sum kundu vera stuttligir, men eg haldi ikki, at nakar annar yrkti táttir.
Mundu einstakir persónar ella einstøk hús í bygdini eiga síni kvæði ella vísur at kvøða ella skipa?
Ja, tað hevur verið meir ella minni fyri mína tíð, at menn eru komnir í dans við einum bestemtum kvæði. Í mínari tíð var so lítið at býta ímillum, tí tað vóru mest bara vit tríggir, Leivur Klein (á Heygnum) og Petur Sivertsen (á Fløtti), yngsti sonur Fredrikku og eg, og so onkur hendinga annar. So var tað eisini Poul Ejde, sum kom úr Funningi, og tað vóru mest tey somu kvæðir, sum vit brúktu. Annars var tað eisini ein annar funningsmaður, sum plagdi at koma, tað var Kristoffur hjá Guðrini. Hann var ein sovorðin kvøðari, og tað var eitt kvæði, sum hann altíð kvað, og tað var «Tit, havið gott stev, nú vilja vit dansa …»
Hvat var tað fyri fólk, sum dansaði – tað yngra ella tað eldra fólkið, mannfólk ella konufólk.?
Tað var tað yngra fólkið sunnukvøld og tað eldra um høgtíðirnar. Tað var alt slag av fólki – bæði mannfólk og konufólk – og av tí yngra fólkinum høvdu genturnar kanska betri hug at dansa enn dreingirnir, men tað vóru tey flestu, ið dansaðu, tí tað var einki annað at fara til.
Vóru tað menn ella kvinnur, sum skipaðu?
Tað var mest mannfólk – onkrar hendinga damur – tað var sjáldan, at gentur skipaðu nakað kvæði ella nakrar ordiligar vísur – tað var meira sovorðið lætt.
Tað vóru mest vit tríggir, ið skipaðu, men av teimum eldru var tað Jákup í Horni og Jóhan í Blásastovu. Teir hoyrdi eg tiltiknar sum góðar kvøðarar, og eisini hoyrdi eg teir kvøða sjálvur. Teir hava verið vanligir skiparar fyrr, áðrenn eg kom til mans. Tað hava eisini verið onkur konufólk alla tíðina, sum hava skipað.
Ein, sum æt Henrietta – kona Petur Kristian og mamma Petur, sum hevur postin nú – hana havi eg hoyrt skuldi skipa viðhvørt. Anna í Lon – dóttir Kvívíks-Jógvan – hon skipaði eisini, og hana minnist eg skipa.
Upp í gjøgnum tíðina hevur tað altíð verið onkur hendinga kona, sum hevur skipað, men mest mannfólk.
Plagdu konufólk at skipa Brúðarvísuna?
Tað havi eg ongantíð hoyrt.
Plagdu tit at syngja Brúðarvísuna?
Eg havi hoyrt onkran sagt hatta, men eg haldi ikki, at tað bleiv brúkt har norðuri. Ja, summir hava kallað tað at syngja – í staðin fyri at kvøða – at syngja Brúðarvísuna.
Jú, nú tú sigur tað, so var tað nokk onkur av teimum heilt gomlu fólkunum, sum segði tað – møguliga segði omma «at syngja Brúðarvísuna».
Aftan á Brúðarvísuna kvóðu við Kong Hans og Fisken. Viðhvørt báðar – og viðhvørt bara onnur. Tað var eitt sindur ójavnt, tað kom ann uppá, hvussu stórt brúdleypið var, og hvussu líkindini vóru at hava stóran dans – og so bara onnur Brúðarvísan. Vanliga er tað nú, at bara onnur verður kvøðin.
Tá ið eg var ungur, kvóðu vit báðar Brúðarvísurnar – eg plagdi at kvøða báðar, og eg kvað altíð ta føroysku fyrst – nationalur, rokni eg við.
Kennir tú nakað til kvøðing uttan dans, t.d. við arbeiði á sjógvi ella landi?
Nei, í sambandi við arbeiði kenni eg lítið ella einki til tað – tað hevur møguliga verið viðhvørt.
Ikki so nógv Leivur (á Heygnum), men Petur (á Fløtti) og eg, vit vóru altíð saman – gingu altíð saman um kvøldarnar. Vit sótu inni – annaðhvørt hjá okkum ella hjá teimum – og tá ið tað var hjá okkum, so var ofta ein kvæðabók á lofti, og vit gingu ígjøgnum okkurt kvæði.
Síðani fóru vit ein spadsertúr eftir vegnum frá bygdini, og tá var tað ofta, at vit fóru afturumaftur uttanat og kvóðu tað, meðan vit gingu, at vita hvussu vit mintust til aftur, og lærdu tað kanska nógv upp á tann mátan. So var tað okkurt, sum stóð fast, so hugdi mann aftur í bókina, tá ið mann kom til hús, hvat ið tað var, sum mann ikki dugdi. Jú, vit lærdu nógva kvøðing upp á handan mátan.
Hvussu var við tí ”at sita skýming”?
Tað bleiv ikki tendrað, fyrr enn enn tað var so myrkt, at tað ikki sást at gera nakað við dagsljósi. Tað bleiv ikki tendrað, fyrr enn tað var tendringartíð. Tey gomlu fólkini plagdu at siga, at tað er ikki tendringartíð enn.
Tá ið mann sat í eini skýming og arbeiddi, so kundi tað blíva nokkso myrkt, um mann sat alla tíðina og gjørdi tað sama. Tá kundi gott verða tikið í at kvøða eitt kvæði. Annars var tað ikki so ofta upplestur, men mann kundi fortelja søgur, sum mann hevði lisið og dugdi uttanat.
Hetta var mest um ta tíðina, tá ið eg var smádrongur, men tá ið Kríggið kom, tá var tað einki meir at vera heima, tá var mann burtur alt árið, so tað var eingin munur á vetri og sumri, so hetta – at sita skýming - fall so burtur so líðandi, so tá ið Kríggið endaði, var tað heilt vekk.
Elektrisitetið var ikki komið, tá ið eg fór av bygdini í 1949, men vit brúktu Telly-lyktir. Tær brendu petrolium og blivu pumpaðar upp. Eitt annað slag var, sum vit kallaðu Standilyktir.
So koma vit til kreftir, sum arbeiða ímóti føroyskum dansi. Hava trúarrørslurnar havt nakra ávirkan har norðuri?
Nei, yvirhøvur ikki.
Eru nakrar hendingar, sum kunnu hava havt ávirkan á dansin?
Ikki í mínari tíð, men eg nevndi hatta um ólukkuna umborð á ”Acorn”, men so gingu bátar burtur bæði í 1870 og 1884, men tað dugi eg so einki at siga um, men sjálvandi hevur tað ávirkað.
Eru tað aðrar hendingar, sum hava ávirkað dansin har norðuri?
Nei, tað er bara tað, at fólkið er so nógv minkað – úr sløkum 300 til 150 ella har á leið – so tað sigur seg sjálvt. Tað fólkið, sum eftir er, er bara gamalt fólk.
Í ár eru sjey fólk deyð – bara av aldri – og tað eru nógv, ið táttað í 85 ár, so tey doyggja av aldri. Nøkur yngri fólk eru sjálvsagt eisini, men bygdin veksur ikki aftur í bræði. Tað vísti seg, at tá ið vegsambandið bleiv gott, og lendingarviðurskftini blivu gjørd brúkilig, tá fluttu nógv frá bygdini.
Mundi dansurin vera betri í roykstovuni enn í dansistovuni?
Tað kemur ann uppá, hvussu húsið er – eisini í dag. Roykstovurnar høvdu moldgólv, so tað var ikki tað besta. Summi hús eru góð at dansa í, og onnur eru óbrúkilig.
Tað besta, sum er at dansa í, tað er á einum trægólvi, sum hevur heldur lin undirsløg, so tað sleppur at fjaðra nakað. Tað má ikki vera for stívt.
Eitt nú uppi í tí gamla Klubbanum, har er deiligt at dansa, men síðstu ólavsøku var eg úti í Smiðjuni í Lítluvík og dansaði. Tað var ikki at bjóða til, har var hopleyst. Eg dansaði har eina løtu, so rýmdi eg. Har var ómøguligt at dansa, helt eg.
Hevur tú nakrantíð dansað í Avhaldshúsinum í Vík, og hvat dámar tær tað?
Jú, fleiri ferðir. Har er gott – og har liva veggirnir. Eg kann minnast í tí gomlu dansistovuni við Gjógv, sum eg tosaði um í áðni, at eitt av undirsløgunum var skrædnað.
Tað gloppaði, tá ið tey dansaðu, og vit smádreingirnir plagdu at krúpa inn ígjøgnum eitt hol fyri at síggja, hvussu nógv hendan kloyvan fór sundur og saman. Vit plagdu at seta okkurt ímillum, hvørja ferð tað gloppaði fyri at fáa tað at brotna. Eitt sovorðið gólv er gott at dansa á.
Tað blívur nógv for hart at dansa á, tá tað ikki gevur seg, og mann fær so ilt í føturnar av tí eisini. Og so er tað í erva eisini – hvussu høgt tað er. Er tað for høgt, so fer alt ljóðið upp í loftið og forsvinnur – tað ljóðar einki.
Ein góð dansistova krevur at vera bygd til at dansa føroyskan dans í – við gólvinum, hæddini og veggjunum, soleiðis at ljóðið ikki forsvinnur. Eitt nú í Smiðjuni í Lítluvík har er grótveggur, og tað er ikki gott fyri ljóðið. Tær gomlu roykstovurnar høvdu bæði moldgólv og grótvegg, so tað hevur bestemt ikki verið tað besta.
Hvussu var tað - vóru tað feløg ella persónar, sum vóru stimbrandi fyri dansin?
Har norðuri – ella úti á bygdunum – hava tað altíð verið persónar, ið hava hildið lív í dansinum. Persónar koma aftan á hvønn annan. Koma teir ikki tað, so verður galið. Nú í tíðini hevur religión nógv at siga, tí nú eru so nógvar sektir í landinum, og tað ávirkar dansin.
Um vit nú taka samanum – heldur tú, at dansinum verður lív lagað?
Ja, tað haldi eg. Honum verður betri lív lagað nú enn fyri tjúgu árum síðani, men á smábygdunum verður hann ikki, um feløgini ikki halda lív í honum. Eg haldi tað, at vissi feløgini ikki halda lív í honum, so verður eingin dansur.
Hendan upptøkan var gjørd 17. desembur 1980. Tað var Jógvan í Lon Jacobsen, sum hevði samrøðu við Jens Jacobsen, frá Gjógv, búsitandi í Havn.