Elspa Maria og Kristian í Hoygarðinum

Tað er nokkso nógv skrivað um tær tríggjar bátavanlukkurnar við Gjógv  í 1870, 1884 og 1901. Serliga væl og sera gjølla eru tær umrøddar í ”Gjáar søgu” (bind 1), og so stóð eisini ein samrøða við Kristian í Hoygarðinum í ”Fjarðbúgvanum”. Vanlukkurnar eru so væl lýstar, at einki er sum so at leggja aftrat, men tó so - umvegis gjáarmannin Sofus Johannesen havi eg eina bandupptøku, sum gjáarmaðurin Hans Jacob hjá Oliveri (Hans Jacob Debes (1940 - 2003)) og vágbingurin Eivind Weyhe (1942 -2024) høvdu við Kristian í Hoygarðinum í 1968.

Samrøðan er sjálvandi lík henni í «Fjarðbúgvanum” við onkrum smáum frávikum, men tað mest áhugaverda við hesum bandinum er tað, at tá ið ”Brúðrin” fórst í 1901, var Kristian í Hoygarðinum við tí nýggja ”Rættarbátinum”, og tí greiðir hann eisini frá.

Fyrst eitt sindur um Hoygarðsfólkini:

Frásøgumaður okkara, Kristian í Hoygarðinum (Christian Johan Joensen (1884 – 1977)  var giftur við Elspu Mariu (Elsebeth Marie, f. Weihe (1874 – 1952)), úr Oyndarfirði, og tey fingu trý børn: Hannemia (Johanne Marie (1909 – 1996)), Sigurð (1911 - 1993) og Sjúrður (1913 -1990).

Systkini frá vinstru: Sigurð, Hannemia og Sjúrður

Hent at vita, áðrenn tú fert at lesa:

Skaðadagin 1870 vóru trý áttamannafør og eitt tíggjumannafar farin til útróðar. Tvey áttamannafør «Fríðriksbátur» og «Rættarbáturin» gingu burtur, og sekstan mans sjólótust. Tíggjumannafarið «Stóri» og áttamannafarið «Samløgan» («Samløgubáturin») bjargaðu sær inn í Funningsfjørð.

Skaðadagin í 1884 gekk áttamannafarið «Samløgan» burtur, men tað nýggja áttamannafarið - «Rættarbáturin» - bjargaði sær heim til Funnings.

Skaðadagin í 1901 fekk áttamannfarið «Brúðrin» ein skaðasjógv, og tríggir mans sjólótust, meðan fimm bjargaðust.

Frásøgumaður okkara, Kristian í Hoygarðinum, hevur tær tvær komandi samrøðurnar frá pápa sínum, sum æt Sjúrður (Sivert Joensen, f. 1853), og sum var útrógvin báðar teir fyrru skaðadagarnar, í 1870 og í 1884, men Kristian var sjálvur útrógvin skaðadagin í 1901, so tað er hansara egna frásøgn.

 Avskrift mín liggur so nær tí sagda orðinum, sum til ber, tí í støðum er ikki so lætt at hoyra, hvat sagt verður, men so havi eg gjøtlað meg fram til meiningina. Tað mugu tit hava í huga!

Nú fær Kristian í Hoygarðinum endiliga orðið: 

                                                                                                     Skaðadagurin 1870

Hetta var tann 30. apríl í 1870. Teir vóru begyntir uppá at velta korn, men so vísti tað seg at vera útróðrarveður, so teir begyntu so til útróðrar um níggjutíðina um morgunin, men tað var nakað nógvur vindur á útnnyrðingi fyri einar tveir menn at andøva.

Mjørkin lá langt niður á fjøllini, og barometur var einki, men tað mundi standa lágt. Teir róðu so úteftirni, og tað var bakkalýsi, men av fjøllunum sást einki.

Meðan teir settu úti á Miðhavinum, tá var ein lítil lini. Tað vóru átta stykkir av línu, teir settu,  og tá ið teir fóru at rógva ímillum, tá var umtrent stilli, men so setti hann eitt æl eystur í landnyrðingi, og tá kom tað sum úr byrsumúlanum.

Tað var akkurát so, at teir fingu fatur í endan á línuni, og so løgdu teir á at draga, og væl bar til at draga, tí tað rak inn eystureftir. Eystfallið fall so nógv, men tað var harður streymur, og hann, sum dró, hann dró tað akkurát, sum mann dró eitt tømt snøri.

Eg hoyrdi pápa mín siga, at hann var har frammi og høgdi hvønn fisk, sum kom upp, so tað bleiv ikki steðgað á at draga.

Teir drógu so línuna inn – teir høvdu átta stykkir av línu – og so fór seglið á bátin. Teir sigldu – hann vurderaði tað sum eitt korter - teir sigldu inn eystureftir ímóti Kallinum – undan vindinum, men fleiri ferðir róptu teir á hann ikki at kollsigla bátin. Hann segði, at tað var nýkomið veður – hann var átjan ára gamal – og at tað mátti leggjast fyri, ella umkomust teir. Hann vildi ikki lækka fyrr enn einaferð, tá bleiv tað so grovt, at teir máttu leggja seglið – at repa seglið.

So høvdu teir seglið uppaftur – repað – men hann fór tá nógv verri, tá ið tað tá kom uppaftur repað. Abbi – Jógvan á Fløtti – hann stýrdi har afturi. Einaferð tá breyt ein sjógvur, og hann helt líkasum ímóti stýrinum, og stýrið brotnaði – tað kvettist av av sjónum.

So tóku teir tríggjar árar at stýra við: eina á bakborðslæri – eina á stýriborðslæri – og eina afturi í rong. Teir fingu hann undan, men ikki uppí, og so bleiv so ringt, at tá skrædnaði seglið, og so var einki at gera við. Tað hevðist ikki segl á báti – tað var harðveður. Teir máttu so leggja uppí, tí sjógvurin var so ringur. Báturin bleiv  við at liggja á tað borðið - liggja eystureftir, so at vindurin lá á bakborð.

Tað helt um at hava stýriborð væl mannað, hvørja ferð sjógvarnir bróta – at fáa rógvið upp í sjógvarnar.

Men rímiligvís – at ongantíð fingu teir teir stóru sjógvarnar – teir vóru størri enn so, enn at nakað sást aftur til nakran bát.

Soleiðis lógu teir, og tá snakkaðu teir um, at høvdu teir verið komnir inn um Vesturoyggjarnar, áðrenn eystfallið kom eysturaftur av Rivinum, og tað vóru teir nokk eisini komnir.

Einaferð tynti so mikið í, at teir sóu suður á Líðina, at teir vóru komnir umtrent suður á rustina á Oyndfaraskarði. Tá meinti pápi, at tað vendi suðureftir, men tá tóku Djúpini teir.

Teir lógu so alla tíðina uppí, men tá ið teir vóru her mitt fyri bygdini, tá var ein lítil lini, og tá segði ein, at høvdu teir átt eitt segl sum tveir tunnusekkir, so kundu teir prøva at siglt, men tað var so grúuliga ringt, at tað var einki at hugsa um enn at liggja uppí.

Tað, sum gekk inneftir, var bara, sum báturin legsaði seg eftir liðini. Teir róðu, tað teir vóru mentir, og tað ráddi um at hava stýriborð væl mannað.

Teir komu so heimeftir – mitt inn eftir Funningsfirði. Heimi á Funningsfirði brutu so stórir sjógvar, men teir fingu ikki teir stóru sjógvarnar, og tað góða var, at teir brutu bara eina ferð. Tá royndu teir at skjóta á, meðan báturin legsaði undan inneftirni.

Ikki fyrr enn teir komu inn um Elduvíksnes, tástani tordu teir at halda bátinum undan.

Fransmenninir – skonnartirnar, allar tær – tær høvdu ligið fyri Funningi fyri ankari – tær vóru allar farnar inn í Fjørð. Tær lógu so har á Grynnuni – tað breyt inn yvir tær framman og líka tjúkt aftur av hekkuni á teimum, tá ið teir fóru inn við teimum.

Teir ætlaðu at seta bátin á land á Ósasandi, men tá var tað tveir elduvíkingar, sum høvdu verið burtur í haga og vendir aftur, tí teir kundu ikki fara til Elduvíkar. Teir komu so har og sóu bátin og veittraðu hann eitt sindur heimeftir inn í ta víkina heiman fyri Bláhamarsskarðsá. Har løgdu teir so at, og fyrstani báturin bar við land, fyltist hann av sjógv.

Teir meintu tað, at vissi teir hildu undan inn á Ósasand, so reddaðust teir ikki.

Teir fingu so bátin upp á land, og “Stóribátur” hann var komin ein hálvan tíma frammanundan teimum. Teir sótu so alla náttina inni í eini roykstovu, og tað er tann roykstovan, sum Føroya banki hevur keypt nú. Eldur var á grúgvuni – torv treyt ikki, so har sótu teir heitir inni.

Men at síggja bátarnar aftaná – botnurin var sligin úr kagganum til at oysa við – og kundi eitt homluband ganga fyri, so tóku teir bara ein uppstandara – soleiðis var skilið.

Hinir báðir bátarnir komu ikki. Teir vóru so mikið seinni, at tað gjørdist einki við at sigla, og vestfallið kom – og harður steymur. Teir hildu so undan vestur á Flógvan. Annar báturin kom rekandi á Tjørnuvík, og annar kom rekandi á Sjeyndum – «Fríðriksbátur» og «Rættarbáturin». «Samløgan» og «Stóri», teir komu í Fjørðin.

Morgunin eftir – tá var gott veður – so til gongu heim til Funnings. Tá ið teir komu til Funnings, tá stóð eitt skip uppi undir bakkanum í Funningi – ein fransaskonnart.

Soleiðis var tað við tí.

(16 mans sjólótust tann dagin við báðum áttamannaførunum)

                                                                                                               Skaðadagurin 1884

Tann nítjanda mars í 1884 fóru allir bátarnir til útróðrar. ”Rættarbáturin” (tann nýggi) var so uttarlaga staddur. Hann var úti á Oyggjaskarðinum, sum vit rópa – ytsta havmið sum er. Tá ið teir skuldu fara at sigla til lands, tá fekk hann ein sjógv, og hann fór heilt undir vatn, men blámin av brotinum helt bátinum uppi. Teir tóku so at kasta fisk,kalva og alt út, og tá ið sjógvurin javnaðist í blámanum, tá fleyt hann. Teir begyntu at oysa, áðrenn tollarnir komu uppundan, og tá fleyt hann trom um trom. So slerdu teir botnin úr kagganum, og trý høvdu teir eyskørini, og so fóru teir at oysa, og fingu hann uppaftur á flot.

Teir fingu bara tann eina sjógvin. Hann var útnyrðingur í ættini, og veðrið linaði við innkomingina. So var tann dagurin úti, og teir kláraðu seg. Men so dagin eftir – aftur til útróðrar. Men tað segði pápi, at tann dagin – tað var tað ringasta, hann nakrantíð hevði siglt inn av havinum, og tað var tann tjúgunda mars 1884.

Hann vendi sær frameftir – hann sat har afturi og stýrdi – og segði við hinar, serliga ein – at siga sær, tá ið teir stóru sjógvarnir brutu, og so vendi hann sær við. So var tað ein alda, sum kom brótandi, so hann kundi ikki umganga tann sjógvin. Aldan bleiv við og við at bróta, og til endan kom hon til bátin, men tað var altíð líkasum eitt lið í alduni, og so royndu teir at vera nettupp í har. Tá ið sjógvurin so breyt á bátin, so vóru teir í tí liðinum, og sjógvurin breyt so tjúkku báðumegin við. Tað kom skúm og nógvur sjógvur inn í hann, men tað bilaði ikki.

So var tað at liggja skák undan sjógvinum allan vegin inneftirni, suður eftir Djúpunum og so til Funnings, og so fóru teir upp á land í Funningi.

Tá var tað, at «Samløgubáturin» bleiv burtur, og teir hildu, at hann hevði skorið línuna. Hann var farin frammanundan teimum til lands, men abbi á Fløtti, hann vildi ikki skera línuna - teir høvdu átta stykkir av línu – fyri tann skyld at fáa barlast í bátin og ikki sigla við púra tómum báti. Teir fingu eini fjøruti toskar, so tað var ein studningur at hava í botninum. Teir komu so fram, og tá gekk hann burtur – «Samløgubáturin». Teir vóru átta menn við honum, men hinir komu so til Funnings.

                                                                                                                       Skaðadagurin 1901

Tað var í februar mánað 1901, at bátarnir fóru her yvir á torramið – her yvir á Hestbakkan. Hann var høgur í ættini, og tað var nokkso nógvur vindur av norði. Tveir bátar – «Gortrubáturin» og «Brúðrin» - teir fóru eitt sindur fyrr, og so fóru vit eitt sindur seinni við «Rættarbátinum». Tá fall vestfallið, tá ið vit komu yvir, og hinir vóru farnir longur vestur.

Vit lógu so har hjá endanum, og so mikið ringt var veðrið, at vit máttu altíð liggja uppí, ella kom for nógv inn, men tá kom ein funningsbátur eisini og setti tá, og tá fall tað so nógv á Hestbakkanum.

Nú undrast vit yvir, at vit ikki síggja bátarnar – hinar bátarnar, sum vóru farnir fyri okkum. Teir søgdu, at teir vóru komnir nakað vestur, og sum teir lógu har hjá endanum, nú reisir ein sjógvur, og teir lógu beint uppí. Teir lógu upp ímóti sjónum, og hann fór eftir endanum – veldiga stórur skuggi eftir honum – og báturin fyltist.

Hin báturin var so nær, at hann sá til tað, og hann fekk so reddað teir fimm, men tríggir fóru, og teir vóru Jóan Petur Berg, Hans Pauli Debes og Jóan Jákup Debes.

Vit fóru so inn, og tá kom báturin rekandi suðureftirni, og teir fóru eftir honum – vendu honum við og sleipaðu hann so inn í Gjónna. Tá var eystfallið komið, so tá var slættari.

 

Kategori: Frásagnir