Olaf Krossteig

Leirvíkingurin, Olaf Krossteig, f. 1908, var eitt skifti í 1930 og í 1931 vikarur við Gjógv. Olaf tók læraraprógv í 1929, men um ta tíðina var tað ringt at fáa nakað fast lærarastarv, so teir nýútlærdu lærararnir virkaðu nógv sum vikarar ymsastaðni. Soleiðis var eisini hjá Olafi, sum umsíðir fekk fast starv í Suðuroy.

Tá ið hann fortaldi fyri mammu síni, at hann skuldi til Suðuroyar at vera lærari, helt hon fyri, at hann kundi tað sama farið til Amerika. So langt var tað úr Leirvík til Suðuroyar tá í tíðini.

Í 1985 hevði Niels Juel Arge eina drúgva og góða útvarpssamrøðu við Olaf Krossteig, men her fáa vit bara eitt kut úr samrøðuni, har Olaf fortelur um ta tíðina, hann var vikarur við Gjógv. Hann hevði verið ein túr til skips við einum skipi, sum æt «Kristianna», og skuldi fara nýggjan túr, men ---

Her kemur samrøðan:

(NB! Eg havi skotið okkurt smávegis (um persónar) inn ímillum – bert fyri greidleika)

"Eg hevði mynstrað at fara til skips, men áðrenn vit fóru avstað, kom tann gamli lærarin í Leirvík (Andrias í Jógvansstovu, frá Gjógv, (Andreas S. Joensen (1891 – 1976)) – lærarin hjá mær – til mín og segði, at hann fór Niður – hann skuldi á skeið, sum tey siga -  aftan á hvítusunnu.

Hann skuldi verða Niðri til summarferiuna, og hann spurdi, um eg ikki vildi verða í skúla fyri hann.

Annars er tað at siga, at eg hevði havt skúla um veturin fyri hann. Teir høvdu altíð kvøldskúla í Leirvík, og tá bað hann meg hava kvøldskúla fyri seg, og tá var eisini ein annar lærari, tað var Petur Mikkelsen (1901 - 1986), úr Gøtu. Vit báðir, Petur, hildu so kvøldskúla tann veturin, men so fái eg hetta at vita, og sjálvfylgjuliga játtaði eg beinanvegin, at eg skuldi taka skúlan fyri hann, so eg mynstraði avaftur tann túrin.

Skúlin bygdur 1884 (Sámal Klein Samuelsen hevur tillagað myndina)

Eg veit ikki, hvussu tað hevði verið, viss ikki hann hevði biðið meg tá tikið pláss fyri seg, so veit eg ikki, um eg hevði farið í land. Eg hevði bara blivið verandi har, og so hevði eg nokk bara blivið sjómaður burturav. Tað rokni eg við, men soleiðis gekk tað.

Eg var so í Leirvík hetta summarið til ólavsøku, so fekk eg boð frá Kallsoy (Jóhan Kallsoy (1892 - 1973) - hann sat í tinginum tá og var lærari við Gjógv – um eg ikki vildi koma til Gjáar og vera vikarur fyri hann, meðan hann var í tinginum. Jú, eg var glaður við boðið, sjálvandi, og fór so til Gjáar.

Tá begynti skúlin fyrsta septembur, og einki serligt ferðasamband var tá við Gjógv, «Smiril» var eina ferð um vikuna har norðuri, men tað var mest við frakt. Hann sigldi tá frá Havnini og norður við Eysturoynni. Hann var á Leirvík og so norðureftir – líka til Gjáar – og so aftur suðuraftur á Klaksvík tann túrin.

Men eg fór norður við einum nátabáti – einum, sum fór eftir havhestaungum – hetta er jú nátatíð, havhestatíð. Teir settu meg av inni á Gjónni – tað mundi vera síðsta august, haldi eg, ella ein av teimum síðstu døgunum.

Eg kom at búgva hjá Kristiani (1884 - 1977) og Elspu Mariu, f. Weihe (1874 - 1952), foreldrunum hjá Sigurð Joensen (1911 - 1993), sakføraranum – í Hoygarðinum kallaðu tey tað. Kona Kallsoy lá á song, hon hevði akkurát átt tvillingar tað árið.  Systir Sigurð, Hannemia, gift Hansen (1909 - 1996) var farin á læraraskúla á tað holdið aftan á meg, so har var eingin heima uttan mamma til Sigurð og abbi hansara, Sjúrður (1853 - 1940), sum hevði bara ein arm. Hann var gamal maður tá, men raskur, og eg búði so hjá teimum hetta heystið. (Kristian og synirnir, Sigurð og Sjúrður, vóru til skips).

Tey vóru grúuliga fittt fólk at vera hjá. Hin gamli var ein grúuliga hugnaligur maður, hann fortaldi mær nógvar søgur um eitt og annað.

Eitt kvøldið vóru vit og dyrgdu, hann var við, og hann róði eisini. Tá ið teir fóru at dyrgja, so vóru teir væl mannaðir. Teir vóru gjarna fýra mans, og tað var fyri tað, at teir kundu vera mannaðir at draga bátin upp og niður. Báturin stóð á Gjónni, og tá vóru bara árabátar ella róðrarbátar við Gjógv – ikki ein páhangsmotorur ein gong.

Men vit fóru so at dyrgja, og tað var undir Búgvan, og hesin her, Sjúrður, hann var við. Tá ið hann róði, so hevði hann sjálvfylgiligt bara aðra hondina á áralummanum, men so hevði hann líkasum ein fetil tvørtur um herðarnar og eitt tørn tvørtur um áralummin, tí sjálvfylgiligt tá mann rør, so rør mann við øllum kroppinum, og tað bar væl til.

Hvat vit fingu av seiði, tað minnist eg ikki aftur, men eg minnist eitt. Har er ein drangur, sum teir kalla Sátan – hann líkist eini sátu. Tá fortaldu teir fyri mær – gjáarmenninir – at tá ið landmálararnir vóru her í Føroyum, so høvdu teir eisini verið har norðuri, og so høvdu teir fortalt, hvussu hesin drangurin æt. Tú veitst, at gjáarmenninir siga a í staðin fyri á, so teir søgdu, at hann æt Satan. «Nå», sigur hesin danskarin, «sådan ser han du.» Hann trúði, tað var illimaður, sjálvandi, teir meintu við. Hann tók tað fyri Satan. Tað var eitt, teir fortaldu fyri mær.

Gjáar bygd er ein eigindómsbygd, og tey áttu nógvan eigindóm í húsinum, og, sum sagt, tey vóru illa mannaði til at hoyggja. Seinnapartin tók eg hondina í við teimum. Sjúrður, hann hevði so bara eina hond – ein arm – so tað bar ikki so væl til hjá honum. Eg plagdi at binda í hjá honum, tá ið hann bar hoyggj - og hjálpa til soleiðis – og tey vóru ikki liðug at hoyggja – verri enn so – tá ið teir komu aftur av skipi.

Teir høvdu ein so grúuliga langan túr heimaftur – eg haldi, tað var farið um mikkjalsmessuna, áðrenn teir vóru aftur tann túrin. Eg haldi, at motorurin hevði verið í ólagi hjá teimum, so tað var ikki liðugt at hoyggja tá.

Ja, men eg var so har, til Kallsoy kom aftur úr tinginum, so fór eg aftur til Leirvíkar, og tað mundi vera um tjúgunda oktobur. Tá sat tingið ikki longri enn tað – seinnapartin í oktobur mánað.

----------------

Eg hevði verið vikarur við Gjógv fyri Jóhan Kallsoy í 1930, meðan løgtingð var saman. Hann var løgtingsmaður. Sama ár var eg eisini vikarur í Kaldbak frá novembur í 1930 til ólavsøku í 1931.

Dagin fyri ólavsøkuaftan í 1931 fór eg úr Kaldbak við kaldbakingum, sum fóru til Havnar við seyði. Tá tóku teir longu tann fyrsta seyðin, tí tá skuldu havnarmenn og gestirnir hava feskt kjøt. Tá var mann ikki farin at keypa kjøt úr Íslandi og aðrastaðni, so teir begyntu at taka niður til ólavsøku.

Eg fór við einum báti – eg haldi, teir fóru til Lamba-Jóanis við seyðinum.

Um heystið fór eg so haðani aftur til Gjáar at vera vikarur fyri Kallsoy, tí einki pláss var. Tað heystið búði eg hjá Kallsoy.

Tá komu grindaboð eisini, tað hevði verið vert at tikið tað við eisini. Ein sunnudag var grindaboð suðuri fyri Æðuvík, men tað var brim við Gjógv, so tað var ikki farandi út. Men so mánamorgunin – eg var farin í skúla – so møti eg Peturi (Petur Pauli Joensen (1907 - 1985) – soni Petur Kristian (1880 - 1963), handilsmannin, – og so sigur hann: ”Nú! Kemur tú ikki í grind við okkum? Grindin er komin norður í Sund, og nú er so mikið kyrt, at vit fara.”

Eg vendi so aftur beinan vegin – eg var klárur at fara við – og vit fóru so. Tað var eingin serlig kyrra og so mikið ókyrt, at tá ið vit komu út í munnan á Gjónni, tá vildi hann taka inn í bæði borð, so eingin annar bátur kom. Vit sluppu akkurát útum, og vit vóru væl mannaðir. Tað vóru sovorðnir ungir fýrar í tjúguárs aldrinum, og vit vóru, ið hvussu er, átta, og so høvdu vit eisini ein eldri mann við.

 

   

Seksmannafarið "Lorvíkingur " á Tjóðsavninum

Grindin doyði so har suðuri á Hvalvík. Tann báturin, sum vit vóru við, tað var eitt seksmannafar. Tað er tað seksmannafarið, sum stendur úti í Bátaneystinum. Tað seksmannafarið – tað var ein frá Leirvík av.

Eg plagi onkuntíð at vera úti í Neystinum, mest fyri at mær rennur tíðar til tað. Tað vóru pápabeiggjar mínir, sum áttu tað, og tað var ein kendur bátur í Leirvík sum útróðrarbátur. Teir róðu dúgliga út og førdu nógvan fisk at landi.

Tann elsti sonur til Hanus, pápabeiggja mín, hann segði fyri mær, stutt áðrenn hann doyði – hann doyði, tá ið hann var yvir 80 ár – at hann hevði róð út við seksmannafarinum í trettan ár, men so – síðst í 1920unum – tá fingu teir sær ein installering, og so seldu teir seksmannafarið til handilsmannin, sum tá var í Leirvík, Hjalmar Joensen. Hann skuldi hava tað mestsum til lossibát.

Tað var ein grúuliga fittur bátur – dygdarbátur, bæði undir árini og seglunum – søgdu teir.

"Lorvíkingur" plagdi at standa í Pólsbátaneysti niðri á Bakka

Men so var tað nettupp hetta árið – um heystið 1931 – at Sofus Debes (1896 - 1975), við Gjógv, fekk seksmannafarið frá Hjalmari, og Hjalmar fekk ein sovorðnan lossibát frá honum. Eg var staddur við Gjógv, tá ið teir fóru suður eftir tí, og hetta er so báturin, vit fara í grind við – grúuliga góður bátur undir árini.

Frágreiðing um "Lorvíking" á Tjóðsavninum

Grindin doyði so, og vit vóru so har um náttina. Sum altíð, so var tað dansur. Eingin dansistova var í Streymnesi, so vit fóru yvirum til Oyrar at dansa. Har høvdu teir bygt eitt pakkhús – eitt nýtt – og tað var ikki tikið í brúk. Har var so dansur, men eg veit ikki, har bleiv so nógv fólk til endan um náttina, at tað begynti at vikna undan – undirsløðini. Tað var ikki nóg gott avspent, so tað mátti haldast uppat har.

Eg minnist, at vit vóru inni í einum bóndahúsum har – tey vóru øgiligani blíð, tey fólkini. Tey høvdu fingið matarhval – veitst tú – yvirum til Oyrar, og har høvdu tey kókað tvøst og spik um náttina. Vit blivu bodnir inn í stovuna, og vit vóru nógvir har. Forrestin vóru tað hesir kaldbakingarnir, sum eg kom saman við, afturaftur har í Hvalvík, so vit hildu saman, og teir vóru við har yviri. Teir vóru so óførir vertskapsmenn eisini. Har vóru vit til borðs, og vit fingu feskt tvøst og spik og kaffi og nýbakaða kaku afturvið. Tey gramdu seg um tað, at tey áttu ikki song at bjóða øllum hesum, men so vístu tey okkum á hoyggjhúsið, har var pláss, vissi onkur vildi hvíla seg har.

Vit takkaðu fyri, men tað var liðið nakað væl út á náttina, so vit fóru yvirumaftur til Hvalvíkar. Har fóru vit so inn í eitt annað hús tá, áðrenn seðlarnir komu út. Tað var eitt av teimum ytstu húsunum í bygdini. Vit komu inn har – vit vóru fýra, tveir úr Kaldbak og so Jákup Follend og eg. Har var ein gomul kona uppi, og tað lá so nógv fólk har og svav eftir gólvinum, so hon mátti ansa eftir, at hon ikki steig á teir. Hon bjóðaði so okkum inn í stovuna, og hon fór so eisini at geva okkum drekka. Vit fingu so kaffi frá henni – hon var ógvuliga blíð, hendan gamla. Vit sóu, hvussu vorðið var, at einki pláss var uttan her í stovuni. Vissi vit vildu hvíla okkum, so kundu vit gott vera har í stovuni, og vit settu okkum hvør í sín krók eina løtu, men, tvætl, vit sovnaðu ikki har, so vit fóru haðani avstað aftur – yvir aftur til Streymnesar, tí har helt sýslumaðurin til, og vit skuldu hava seðlarnar.

So komu seðlarnir út, og hvør fór so sín vegin at leita eftir hvalunum og skera upp. Sofus Debes – hann var ikki við í bátinum, men hann var komin tvørtur um oynna til Norðskála og so yvir til Hvalvíkar sama dagin, sum grindin doyði.

Hann hevði verið har um náttina, og hann hevði so ringt til Gjáar at vita, hvussu var við kyrruni, men hann fekk tey beskeð, at vit sluppu ikki á land har við grindini, og vit máttu bara fara til Eiðis, og so saltstroya hana har, so at hon ikki spiltist.

Sofus og eg skuldu so fara upp á Norðskála og so til gongu til Gjáar. Eg mátti aftur í skúla, og tað ráddi um at passa skúlan væl. Veðrið var fínt, og vit fóru so við bátinum norðeftir, tí teir skuldu seta okkum av við Norðskála.

Tá ið vit komu norð um Streymin, komu vit upp á síðuna á einum Víkarbáti – eitt áttamannafar, haldi eg tað var – og tað bleiv kappróður beinanvegin, tað var einki at tosa um tað. Sofus, hann átti bátin, og hann sigur so við okkum, at tað er líka mikið, at vissi tit vinna teir, so skulu tit fáa eina fløsku.

Tað bleiv rímiligt roynt tað, vit kundu, og vit kláraðu teir. So fóru vit upp har við Norðskála og inn á telefonstøðina har. Nú høvdu Sofus og tey telefonstøðina við Gjógv, so tey kendust væl, og vit vóru so inni har fyrst og fingu ein drekkamunn, áðrenn vit fóru til gongu eftir oynni líka til Gjáar. Tað var ein fínur túrur og stuttligt at ganga har, tá ið veðrið er gott, og mann einki hevur at bera uppá.

Seinnapartin so kyrraði, og so ringdu teir til Eiðis, og báturin kom so seinnapartin til Gjáar. Grindin bleiv so tikin upp, og morgunin eftir fór eg so í skúla, og tá møtti eg Peturi aftur og spurdi, hvussu gekst, og fingu tit fløskuna?

Ja, segði hann, tá ið vit komu inn á Gjónna, tá stóð Sofus har niðri við fløskuni í hondini. Teir fingu so fløskuna, og teir drukku hana so, meðan teir tóku grindina upp. So hann helt orð, og tað var grindaferðin tá.

 

 

 

Kategori: Frásagnir