Tann sama dagin, sum vit vóru á Stovuni, vóru vit eisini á Sátuni. Vit vóru við "Fliðuni". Øssur var bátsmaður, og vit báðir, Hans, fóru upp.  Tað er heilt lætt at koma at og at sleppa upp á teirri vestaru síðuni. Eisini her mátti mann undrast á, hvussu rúmsátt tað er, tá ið mann er komin uppá. 

 

At navnið Sátan er eitt samanburðarnavn, er so eyðsýnt, tí ytst út ímóti havinum stendur hasin kletturin, ið er átøkur hoysátu.

Rivtangin, sum er eitt sindur vestan fyri Sátuna, er ein kendur streymtangi, men Sátan er eisini ein streymtangi. Ein av teimum gomlu plagdi at taka nakað soleiðis til í sambandi við streym: "Rørt tú heim við landinum, og vestfallið ikki er komið á Rivtanganum, so møtir tú tí á Sátuni, men ert tú so mikið seinur á veg, at vestfallið er komið á Rivtanganum, so er tað fráskotið á Sátuni".

----

Tvær Sátusøgur:

Nøkur fólk sótu til borðs og bíðaðu eftir einum góðum bita. Tá læt í einum eldri manni: "Nú siti eg sum bakurin á Sátuni, sum sat so tolin og bíðaði eftir livrunum, tá ið vit komu av útróðri".

Í gomlum døgum var tað ikki óvanligt at skjútsa prest frá Gjógv og vestur á Møl (Eiðis møl), tá ið prestur skuldi til Eiðis. Eg taka hesa søguna við um ein bygdarmann okkara, sum á sinni skjútsaði ein danskan prest vestur á Møl. Tá ið teir komu her vestur á leiðina, sum tann ovara myndin vísir, peikar bygdarmaðurin á Sátuna og sigur: "Dette er Satan!" - "Nå, sådan ser han ud," svarar prestur. - Prátið fall eisini á mat, og gjáarmaðurin spyr prest: "Damer dig flæsk ud i kneter?" "Hvilke damer," spyr prestur.

Vit fóru upp á land her vestan fyri Sátuna. Steinin á Sátuni síggja vit eisini á myndini.

Øssur við "Fliðuni"

Kullan heiman fyri Sátuna

Hetta plássið verður eisini nevnt Bugurin Heiman fyri Sátuna. Tá ið teir fóru upp á land á Stovuni, fóru teir annaðhvørt úr Kulluni ella av Halanum á Stovuni - har er eitt sindur útgrunt. Tá ið bátarnir í andróðri høvdu togað seg heim um Sátuna, vóru teir altíð nær landi. Tað var ofta óslætt í sjálvari Kulluni, men kortini varð farið tann vegin, tí har var minni streymur.

"Fliðan" á Sátubarmi.

Myndin: Sátubarmur, Sátan, Steinurin á Sátuni og Smellan

Sátubarmur

Hann er beint vestan fyri Sátuna og hevur navn eftir Sátuni. Onkra hendinga ferð plagdu teir gomlu at dyrgja á Sátubarmi, men hann var ikki hildin at vera gott seiðapláss.

Sátan (myndin er tikin av Klettum).

Steinurin á Sátuni

Á slættanum oman fyri Sátuna er hesin sera sjónligi steinurin. Úti í sjónum stendur sjálv Sátan.

Smellan (til høgru á myndini - tað hvítir um Smelluna)

Hetta er ein skrá hella, og navnið hevur hon av tí, at her loypur so ofta oman, og tað smellir í helluna. Skoragøta er beint uppiyvir, so tað er ikki óhugsandi, at tað nógva grótið kemur undan seyðinum. Tá ið teir gomlu komu rógvandi eftir Sátubarmi, plagdu teir at lurta, um nakað hoyrdist til Smelluna, so oftani hoyrdist hon. 

Nærmynd av Smelluni

Steinurin á Sátuni - og  Hans á Skipinum.

Á slættanum oman fyri Sátuna er hesin sera sjónligi steinurin.

 

Kategori: Frásagnir