Vit nevna tað allarbesta fyrst:  Veðrið var so sjáldsama gott allan samlan dagin. Hann andaði millum landsynning og eystan. Sólin skein fyri tað mesta, og lýkka var í luftini. Tá ið Bygdarhúsið læt upp um  tíggju-tíðina, kom væl av fólki at fáa sær morgunmat: kaffi/te og rundstykkir við osti/pylsu ella súltutoyi. Hugaligt at síggja, at eisini tey "nýggju gjáarfólkini" á Fornagarði møta so væl upp og verða sostta betur og betur samansjóðað við "upprunafólkið". Sofus segði nøkur orð um, hvussu farast skuldi fram: "Tað verður at ganga í gjøgnum bygdina, Ánna, Fjøruna og Gjónna. Eisini ætla vit at mála ein góðan part av Bygdarhúsinum." Á leið soleiðis plaga orð hansara at fella árliga, men so legði hann aftrat: "Klokkan tólv eru øll boðin til suppu og kaffi á Fornagarði." Prátað var um, at hetta ljóðaði hugnaligt, og so spjaddist fólkið.

IMG 3694 copy

Tú sást fólk í bønum, tú sást fólk í Ánni, í Gjónni, runt um í bygdini, í allari fjøruni - líka eystur á Maliniklett. Bygdarhúsið - uttan - var átøkt eini meyrutúvu:  málarar á takinum, á síðunum, í vindeygunum og við grundina - og onkur stríddist við tann høga skorsteinin. Áðrenn tú visti av, var klokkan 12, og kósin sett heim á Fornagarð. Her var sanniliga komandi. Fornagarðsfólk, við Fríðgerð á odda, borðreiddu við feskari bollasuppu - í bollum - og kaffi/te við trimum leskiligum skuffukakum afturvið. Tað frálíka góða veðrið var prikkurin, ið gjørdi tað, at øll kundu sita úti á berajólum og njóta búkliga og sálarliga føðslu. Eg segði øll - og tað av røttum. Fríðgerð segði, at hon hevði brúkt 69 bollar (framborið boddlar), so manntalið var virðiliga skrásett. Tøkk fái tit á Fornagarði fyri blíðskapin.

Av Fornagarði var rudding og máling aftur á skránni. Símun hjá Sigurdi tók sær av Gjónni við eini stórari og kraftmiklari vatnslangu. Tað riggaði væl, men tá ið hann skuldi spula á Gjónni og onkrar stoyptar rennur, segði slangan stopp, og hann mátti tískil gevast í hálvum gekki. Spell. Góðveðrið førdi tað við sær, at fólk totaðust líka til klokkan fimm, tá ið Gjáargarður kom í Bygdarhúsið við døgurða. Tey við okkara borð lótu væl at smakkinum og tosaðu um, hvørt hetta var hamburgari ella grísur. Ikki eri eg stinnur á økinum, men eg haldi, at tey samdust um, at tað var grísur - við rísi og sós. Drekkamuður stóð á borðunum, so eitt hugnaligt prát við kaffikoppinum var ikki at forsmáa. Fólk lótu væl at degnum og nógv kom burturúr. Aftur í ár fekk Bygdarhúsið ein umgang, og nú manglar so lítið í, at alt er málað frá grund til skorsteinskrans, at nakrir knáir fírar bóðu Sofus keypa tað írestandi málingina, so skuldu teir klína hana uppá onkran leygardag.

IMG 3756 copy

Hetta var ein góður ruddingardagur, men hann átti at verið seinni, tí seyðurin sparlar til tann 15.mei. 

Kategori: Gjáartíðindi