- 04 august 2025

Derhard Jógvansson, prestur - í góðum og tryggum hondum.
Gudstænastan í Gjónni í ár – 03.08.25 – var tann áttanda í røðini. Tann fyrsta var í 2016, men í 2020 og 2021 boykottaði korona tað heila, so tá var einki í Gjónni.
Veðrið í ár var mestsum kopi av veðrinum í fjør, tí tað regnaði nokkso illa, tá ið kappróðrarbáturin ”Báran”, úr Hvalvík/Steymnesi, skjútsaði prest og rundaði Usina, væl ansaður av bjargingarbáti úr Klaksvík. Tað sleit í, tá ið prestur steig á Helluna, og undir sjálvari gudstænastuni skein sólin av og á.
Prestur hesaferð var Derhard Jógvansson, sum starvast í Havn, men um hann hevur nakra ávirkan á veðri og vindi, tað eru ikki míni orð.
Ein partur av prætikuni snúði seg um frið – og um frið við Guð. Nútíðarmenniskju eru so upptikin og strongd – alt koyrir við fullari ferð – og allir hugsandi miðlar mala uttan slit, so tað er so torført at binda frið.
Millum annað segði prestur, at hann í nakrar dagar hevði verið í Løgumkloster, í Suðurjútlandi, fyri at binda/finna frið við seg sjálvan og við Guð, og at tað vóru gevandi dagar. –
Sannleiksorð, prestur!
Deknur var Sofus Johannesen, og Símun Niclassen, kirkjuráðsformaður, var klokkari. Urguleikari var tann blaðungi Ari Hammer Joensen.
Sálmar vóru: nr. 8 (Alt tað, sum hevur fuglaflog), nr. 326 (Tú gavst mær, o, Harri), nr. 44 (Lít allar tínar leiðir) og nr. 345 (Alt í føðurhendi er).
Eingin gudstænasta uttan Eiðis Ljómfelag, ið er fastur gestur á Oyndfjarðarkleivini, og í ár fylti tað fjølmenta kórið - Tórshavnar manskór, stjórnað av Sámal Mattias Kristiansen – alla Ta Niðaru Kleivina. Tey, ið eru betri fyri enn onkur annar at skilja smálutirnar í leiki og sangi, lótu sera væl at áðurnevdu.
(Hvør, ið stjórnaði Eiðis Ljómfelagi, havi eg ikki fingið við!!)
Tóra Vestergaard er kendur sangari (syngjari – høvdu vit sagt). Hon sang solo (var einsangari – sigur orðabókin) - meðan Ragnar Olsen spældi gittar.
Líkamikið! Hon var prikkurin á sínum øki, og tað prógvaðu lógvabrestirnir eisini, sum rungaðu um alla Gjónna.
Tá ið alt var liðugt í Gjónni, blivu øll somul boðin til ein góðan drekkamunn í tí - av óløntum fólki - høvuðsumvælda bygdarhúsinum. ið við umvælingini er vorðið eitt satt prýði og ein sannur dýrgripur í bygdarsamfelagnum.
Samanumtikið var hetta eitt frálíkt tiltak: fínasta veður, kjokkfult av fólki og góður stemningur (sum KVF so javnan plagar siga).
Nakrar myndir koma nú. Onkur sær seg sjálva/n - og okkurt annað.




















O-Sense

