Gubbi 80 ár - 20.02.2009.

Navn hansara var Hans Edvard Joensen, men vanliga bleiv hann bara kallaður Gubbi. Hann var føddur 20.02.1929 og doyði 04.06.2011. Eg havi fleiri ferðir fyrr skrivað nøkur orð um og frá Gubba á heimasíðu mínari, og tá ið eg nú ein dagin kom fram á nakrar lepar, sum eg eisini havi fingið frá honum, so fáa teir sjálvsagt eisini pláss á síðuni. Gubbi hevði eisini gávur at seta upp á rím - bæði til álvara og gamans. Tað sært tú m.a. her:

 

Útróður

 

Tað vóru góðir dagar,

tá alt gekk eftir vild,

tá inn var drigið, bátur laðin,

uttan Skeið ein lítil kyld.

 

So vóru aftur aðrir,

tú minnist afturá,

tá illa gekst at halda lens.

Tá at gekk fyri eystan,

fyri vestan tá gekk frá.

 

Dia í Jákupsstovu 90 ár (13.02.1979)

 

Nú hylur kavin foldina,

tínir javnaldrar flestir undir moldum.

Í dag tú fyllir níggju partar í øld,

tí heiðra vinir og frændur teg í kvøld.

 

Vit øll úr Jákupsstovu eru sprottin,

vit biðja styrkja teg Drottin.

Hav tað nú so gott hin rádni,

er ynski okkara heiman úr Horni.

 

Skjaldrið hjá Sakku

 

Tá ið sólin kemur á Brúnna,

fer Arni at reka kúnna

eystur á Nýggjaveg

har fara tey spelandi

eystur á Bakka.

Har sita Sørin og Sakka

undir einum bakka

og snakka.

 

Skjaldrið hjá Gubba

 

Asfinn er komin til bíggja

nú er við skund at flýggja,

um tú ikki vilt í myndatól hansara nýggja,

men annars er bert at fara í galla

og oman í Trandal tralla,

so ert tú í hansara myndagoymslu med alla.

 

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna