Leygardagin 10.05.14. - kl. 10.00 -  hevði Gjómaður samlað sær góða manning á Gjónni. Tað var fínasta veður. Á skránni vóru tvey mál: 1) at leggja kaðal til nýggj ljós í Gjónni og 2) at laða opnahjallarnar Niðri í Geil uppaftur. Til fyri einum 10 - 15 árum síðani vóru tvey ljós í Gjónni: annað stutt oman fyri Ljóshelli og hitt stutt uttan fyri Rugkleivina. Nú er ætlanin at seta seks ljós í Gjónna, soleiðis at tað ytsta verður heilt úti undir Støðuni - ytst á Niðara Nasa. Tað serliga við hesum ljósunum, ið ætlanin er at seta upp, er, at tað fer at bera til at skifta tey yvir til litir, um tað skuldi verið hildið at verið spennandi til ymsik høvi. - Ein slanga er grivin niður út eftir Nasanum. Í gjøgnum hesa slangu verður so ein elkaðal drigin, og úr hesum kaðali ganga so kaðalar niður til tey seks ljósini. Leggjast kann aftrat, at kommunan hevur stuðlað hesum átakinum við 50.000, -kr.

IMG 7162 copy Medium

Ein partur av manningini uttan fyri opnahjallin í Nýggjustovu

Herman Eysturoy - Herman hjá Marnu hjá Oliveri - okkara kendi sígari - tók tey gomlu ljósini niður. Tosað varð aftur og fram um ta tíðina - í 1956 - tá ið Benadikt (Benadikt Johannesen, f. 1917) hongdi ljósini upp í Gjónni.  Tað var so høgt upp til tað ytra ljósið, at Benadikt mátti binda sær tveir stigar saman fyri at røkka upp. Okkurt hongur enn eftir av tí ljósinum, og kanska átti tað at hingið í frið sum eitt minni frá 1956.  Tað gekst annars sera væl við gravingararbeiðinum á Gjónni, og tá ið manningin var so mikið góð, so fór ein partur undir at laða opnahjallarnar Niðri í Geil uppaftur. Hetta er eitt hugaligt tiltak. Har hava staðið tríggir opnahjallar. Hoygarðurin átti tann niðasta, Jógvansstova tann í miðjuni og Nýggjustova tann ovasta. Nýggjustovuhjallurin var uppafturlaðaður frammanundan, meðan hinir báðir máttu mestsum takast frá grundini av. Tað lá eisini nógvur lortur inni í hjøllunum, sum mátti fáast burtur, og tá ið komið varð fram á torvkonglar og kolamolar í Jógvansstovuhjallinum, vakti tað minnir hjá teimum eldru monnunum. Nú er alt ruddað upp, og skjøtil er settur á laðingina, men tøk mugu takast, áðrenn verkið er lokið - men vónirnar vóru góðar.

IMG 7006 copy Medium

Neli og Erling funnu bæði torvkonglar og kolamolar í opnahjallinum í Jógvansstovu

Kaffi, te, kakur og annað gott var at ganga á allan dagin, og Ásdís kom eisini framvið við onkrum góðum, flógvum rætti. Tann matligi parturin endaði í Nýggjustovuhjallinum. Hann stóð og hótti við regni, so Neli, Erling og onnur høvdu "takt" hjallin við eini presending, so tað var heitt og hugnaligt innanveggja, tá ið tær grillaðu pylsurnar komu á skránna.

Samanumtikið var hetta ein hugnaligur dagur við góðari sosialari samveru. Tað var hugaligt at síggja, at nýfólkini í Fornagarði eru við, tá okkurt er á vási í bygdini, nú bygdin er vorðin so fáment. Fólk, ið á annan hátt hava tilknýti til bygdina, eru altíð ein berandi partur av manningini undir slíkum umstøðum, og tað er at frøast um.

Fleiri myndir frá degnum eru annars at síggja í myndasavninum: Gjómaður á Gjónni og Niðri í Geil 10.05.14.

Kategori: Gjómaður