Leygardagurin 30.06.07 gjørdist fyrsti aktivi dagurin hjá tí endurstovnaða felagnum Gjómanni. Gjómaður hevur sett sær fyri - í fyrsta umfari - at fara at laða nøkur gomul kráalag uppaftur og at reisa nakrar gróthústoftir innangarðs. Sigast má, at hetta eru góð mál at seta sær, og vónandi spyrst okkurt burturúr í komandi tíðum.

Rættuliga fitt av fólki - yngri sum eldri - samlaðist á Skarðinum kl. 10.00 henda morgunin til at laða kráir. Hann stóð frá havinum, og sjálvt um veðrið var gott, so kendist landnyrðingsondin kølin á Skarðinum - soleiðis er landnyrðingurin bara.

img 7032 copy

Rættarkrógvin fingið uppreisn

Fyrst var farið undir at laða Rættarkrónna - beint uttan fyri Tassistein. Meðan nøkur laðaðu, fyltu onnur grót og bøkkar inn í krónna, og at enda varð hon tyrvd. Tað var nú ikki gamalt at venda svørðin upp, m.a. tí at neytini kundu leggjast á kráirnar, men nú eingi neyt eru, er hesin mátin tann haldbetri í longdini.

img 6958 copy

Jóhanna, Oda, Jonna og Erling

Tann heiti kaffimuðurin við frálíkum skuffukakum kom sera væl við, áðrenn farið var undir ta næstu krónna. Tann krógvin er sunnan fyri vegin, og hana átti Karl Jacob Sigvardsen. Framferðarhátturin undir laðingini var tann sami, og tá ið tað leið nakað út á seinnapartin, varð rundað av við at grilla pylsur til laðararnar. Ein hugnaligur dagur, og bygdin tvær kráir ríkari. Kemur tú um Gjáarskarð og hyggur til vinstru - ella høgru - so sært tú dagsverkið. Gjómaður ætlar okkurt aftur í august mánaði, men tað verður umrøtt til ta tíð.

img 7106 copy

Krógvin hjá Karl Jacobi - umgyrd av vælafólki

Fleiri myndir frá kráadegnum: myndasavn - 2007 - Gjómaður 30.06.07 

Kategori: Gjómaður