Tann árligi ruddingardagurin var settur at vera 12. mai. Havandi í huga, at seyðurin ikki fer av bønum fyrr enn tann 15. , so hevði tað verið betri, um dagurin var seinni í mánaðinum. Burtursæð frá hasum lítla báganum eydnaðist dagurin so sera væl. Tað var fínasta veður og væl av fólki. Tann størsti munurin í ár - í mun til onnur ár - var tann, at fleiri av teimum, ið eiga summarhús í Fornagarði ella Heimi í Fornanum, sum onkrum dámar betur at nevna tey, vóru við. Tað gongur sjón fyri søgn, at tað er ein fongur fyri bygdina at hava fingið hesi fólkini í bygdina, nú fólkatalið buktast um tey 30. Tað er gott og umráðandi, at tey luttaka í teimum tiltøkum, ið eru í bygdini, og á tann hátt sjóðast saman við bygdarfólkinum til eina eind, sum í felag kann útinna mangt og hvat bygdini at frama. Í so máta var ruddingardagurin ein einastandandi byrjan.
Byrjað var við morgunmati klokkan 9.30, og so varð farið til verka. Tað varð ruddað í allari bygdini - og eisini uttan fyri bygdina. Gjógvin, áin og fjøran fingu ein umgang. Tann allar størsta umgangin fekk bygdarhúsið - og her stóð Fornagarður saman við bygdarfólkinum sína roynd. Menn bøttu um takið, teir loystu fastrustað vindeygu, teir skiftu handtøk, løgdu nýggjar tettingarlistar í, gjørdu karmlistar, settu nýggjar eldvarnarar o.m.a.