Ruddingardagurin - 23.05.09 -  byrjaði við góðum morgunmati  í Bygdarhúsinum kl. 10.00 - og góðum veðurlíkindum, men út á seinnapartin loysti hann regnið, so hugnin mestsum hvarv, og manntalið tyntist munandi.
snv34187
Ruddingin skuldi fevna um tað, ið skemmar náttúruna - og ikki kjallara- og úthúsarudd. Áin bleiv ruddað væl og virðiliga, stabbasteinar settir aftur í rætta legu - Gjógvin fekk ein umgang við brandslangu - tann skitni og slýggjuti hylurin við minnisvarðan varð reinsaður (ótespiligt) - ullarnispar og órudd hentað upp av bønum - Barmsbrekkugil (handilstoftir) ruddað - rennan niðan á Gjógv reinsað - gras grivið burtur fram við ymsum vegum og húsum og mangt annað. Sum tit síggja, kom væl á skaftið, men sigast má, at samanumtikið var ikki nógv órudd at síggja. Tó so - tær bøtandi hendurnar gjørdu góðan mun, og hevði regnið ikki tikið hugin, so hevði okkurt  annað eisini fingið vitjan av teimum bøtandi hondunum. Regnið setti ein stoppara fyri hesum, so helst hava fleiri av ruddingarfólkum vitja sær sofuna, meðan bíðað var eftir døgverðanum, sum skuldi koma av Gjáargarði í Bygdarhúsið umleið kl. 17.00. Tá ið Eirikur Súni kom við døgverðanum, var húsið mestsum fult í neðra - eykaborð máttu setast upp. Øll tóku til døgverðan (oksasteik) - øll fingu nóg mikið - einki avlop. Hetta var ein hugnalig løta, har bygdarfólk og kenningar hittust til gevandi prát. Samanumtikið er ruddingardagurin eitt fínt tiltak, sum er gott fyri bygdina og bygdarfólkið og gevur samstundis fráflytarum við familju eitt gylt høvi til at føla seg sum ein part av bygdini - og tøkk eigi bygdaráðið fyri tiltakið.
Fleiri myndir: myndasavn - 2009 - Ruddingardagurin 23.05.09.
Kategori: Gjáartíðindi