SNV30624Aldargamli Debesarhandil smæðir seg ikki burtur í nútíðini. Síðani hann læt upp í 1883, eru karmarnir teir somu og innbúgvið tað sama - skuffur, hillar, lodd, vektir og petroleumspumpan og mangt annað, men innihaldið kennir tú ikki aftur. Teir aldargomlu karmarnir bjóða nútíðini av.

Debesarhandil hevur nevnliga latið hurðina upp á víðan vegg fyri jólunum. Tann gamli handilin er í sjálvum sær eina vitjan verdur, og nú hann er fyltur við spennandi heimagjørdum jólagávum, jólaprýði, dekoratiónum og mongum mongum øðrum, fert tú óivað at minnast aftur á sunnudagstúrin til Gjáar í atventini.

Eyðvitað fert tú eisini at minnast til tann heita munnin - gløgg, kaffi/te - við holukakum á handilsloftinum. Tess kaldari tað er í veðrinum, tess betri er tann heiti muðurin.

Men nú er tað tað: Debesarhandil er bara opin 1., 2., og 3. sunnudag í atvent - kl. 15:00 - 19:00, so nú er ikki at sita.


 

Kategori: Gjáartíðindi