Fríggjakvøldið 17. novembur var stór seyðasýning í bygdini. Allir veðragjólingarnir í bygdini saman við veðragjólingunum úr Botnum og Húsi, í Funningi, vóru stevndir til metingar í seyðahúsinum Eysturi í Eyrholuni.

SNV30503

Teir, ið stóðu fyri hagtølunum, søgdu, at veðragjólingarnir vóru 56 í tali. Hetta minti alt samalt um gamlar dagar, tá ið slíkar sýningar fóru fram á Gjónni, ella tá ið Tummas á Kjalnesi og Lago gingu kjallara í kjallara í somu ørindum - somu amboðum - sentimeturmáti og teim hvítu, reyðu og bláu sloyfunum. Sýnsmenninir hesaferð vóru Olaf í Garði Joensen, Eiði, Dávur Emil Hansen, Tjørnuvík, og Pól Samuelsen, Haldórsvík. Teir byrjaðu kl. 18.00, og kl. 21.30 var alt liðugt. Tað sást á monnum, at spenningur var í luftini. Hvønn lit fekk hasin? Hvørjum haga var hasin úr? Ásannast má - á vánaligum útvarpsmáli - at funningsmenn góvu gjáarmonnum ein skarpan gang. Tá ið tað endaliga úrslitið fyrilá, vunnu Botnar gull, Dalurin silvur og Sáttarenni bronsu fyri ávikavist vakrasta, næstvakrasta og triðvakrast veðragjóling. Tríggir veturgamlir veðrar vóru eisini við, og her vann Hús fyrstaplássið. Samanumtikið kann sigast, at hetta var eitt væleydnað tiltak í allar mátar. Tað var stak væl fyriskipað - við kaffi og kakum í seyðahúsinum, breyði við føroyskum viðskera, reypi, skreytbløðum og steypahandan í Bygdarhúsinum. Luttakararnir mundu hvør í sínum lagi læra rættuliga nógv av sýningini og fara óivað at ári at gera sær størri ómak, tá ið teir fara at gera veðragjólingar upp. Tann sosiali parturin við tiltakinum má ikki undirmetast, og tað var sera hugnaligt, at grannar okkara í Funningi vóru við, og tað gjørdi eisini tað, at nú mugu gjáarmenn haraftrat fara at spenna seg út fyri at fáa steypið oman aftur um Skarð næstu ferð. Fyrireikararnir eiga tøkk fyri tiltakið, og hvør veit - kanska hava teir mót upp á endurtøku.

Fleiri myndir: myndasavn - 2007 - Seyðasýningin novembur

Kategori: Gjáartíðindi