Leygardagurin 22.05.10 var í allar mátar ein hendingarríkar dagur við Gjógv. Bygdin hevði ein væl eydnaðan ruddingardag, og um kvøldið komu Øssur (á Bø) og Heri Andreasen (sonur Torbjørn í Geil) til bygdar við bátinum, ið ber heitið "Fliðan".

DSC00132copy

Heri, ið er kendur kavari, brúkar bátin m.a. til tað endamálið. Heri er sum fliða, hann trívist líka væl undir vatnskorpuni sum omaná. Hetta kvøldið skuldi "Fliðan" vestur um Riv at kanna tað stóra omanlopið, ið var har um mánaðarskiftið nov/des í 2009. Vit báðir Hans á Skipinum vóru so sera hepnir at sleppa við, tí hetta gjørdist ein ógloymandi túrur. Tað var deyðakyrt - men myrkt í veðrinum, tí hann stóð frá havinum, og mjørkin hekk niður í hálvt bergið. Satt at siga kendist tað eitt sindur skuffandi at síggja urðina frá Heimara Búgvabarmi, tí hon var nógv minni enn tann hugmynd, ið mann hevði gjørt sær eftir at hava sæð omanlopið av Ambadali. Men tá ið "Fliðan" stevndi inn eftir Vestara Búgvabarmi, var støðan ein heilt onnur. Tú stóðst sum býttur, og veruleikin sampakkaði væl við sjónina av Ambadali. Hetta er ein ógvuliga stór urð eftir eitt ógvuliga stórt omanlop. Her kemur einki boð upp á longd, breidd ella hædd, men verður heilsan í summar, so finst onkur møguleiki at koma við veruligum tølum. Vit báðir Hans á Skipinum vórðu settir upp í urðina at taka myndir, og sláast skal fast, at tað er langt at ganga úr øðrum endanum og í hin. Tað var sera hált at koma upp, og merkiligt nokk hevur náttúran eftir bara einum vetri klárað at evna sjóvarmálan til malagrót (ótrúligar kreftir). Við tann vestara endan á urðini er ein fittur hylur innanfyri, og mitt í urðini liggur vøllurin - sjálv upsin - so hvør veit, um hetta við tíðini ikki gerst eitt fitilendi, um høgættarbrimið ikki fær bilbugt við urðini. Inni á Hálsi er urðin høg upp ímóti Búgvanum, og er tað undarligt at síggja, at Hylur (Inni við Hyl) á vestursíðuni á Búgvanum er fullur av stórum klettum. Búgvin hevur fingið ein ordans lúsing, tí tað sæst so týðuliga, hvussu klettarnir hava skúrað fram við Búgvanum, áðrenn teir eru endaðir í havsins dýpi (undantiknir teir, ið liggja í Hyli).

DSC00113 copy


Sum áður nevnt, vóru ikki góðar umstøður til myndatøku, men úrslitið við frágreiðingum sæst her á heimasíðuni -- Manningin á "Fliðuni" - Heri og Øssur - var eisini so beinasom at lova okkum báðum Hans upp á Lúsurðina og inn í Látrið vesturi í krókinum. Har var sanniliga eisini áhugavert: tað bølmyrka látrið gongur nógvar metrar inn í bergið, og fínur sandur er á botninum. Nógvur skarvur eigur í Látrinum, og har vóru bæði egg og ungar. Afturkomin fortaldi eg Gubba, ið er 80 ára gamal, at vit høvdu verið inni á botni í Látrinum. Hann gjørdist bilsin og spurdi, hvussu tað bar til, tí tá ið hann - saman við Klæmint Juul, Jógvani á Rætt og Sigurdi í Bíggjarlagnum -  var har eftir lunda fyri einum hálvt hundrað árum síðani, var Látrið ein stórur hylur við sandbotni. "Soleiðis broytist alt við tíðini", læt í Gubba, og rætt hevur hann.  --- Á veg aftur at húsum vóru vit inni í Kirkjuni á Heimara Barmi og uppi á flesjunum  - Innaru Fles og Ytru Fles . Fyrr um dagin høvdu Hanni í Gortru og Sjúrður hjá Dinnufíu við fylgi verið har, og vit hildu, at vit skuldu gera teimum "bragdið" eftir. -- Ein frálíkur túr, og tøkk fái Heri og Øssur fyri henda møguleikan!!

Fleiri myndir: myndasavn - 2010 - Omanlopið á Búgvabarmi og annað (gott).

Kategori: Gjáartíðindi

Nýggjastu myndirnar

Leita á síðuni