Tá ið menn seinast í 1930unum fóru undir at arbeiða veg av tí núverandi sunnara brúgvasporanum og heimeftir, mundi tankin um vegasamband til umheimin vera sera fjarur. Men "tað líður, sum skríður", søgdu teir gomlu og otaðu seg so við og við heimeftir.
vegur1
Í 1940unum og fyrrapartin av 1950unum var so dúgliga hingið í, at tankin búnaðist av álvara. Veturin fór til vegarbeiði, al tann tíð tað var klúgvandi. Nú var meira skil í: bygdin býtt sundur í 3 hold, sum fingu síni ávísu stykkir at gera. Sjálvandi fingu holdini rámandi nøvn, ið ikki nýtast eyka frágreiðing: Piparholdið (norðan fyri Ánna - út til og við Klá og Ólastovu), Prukkholdið (frá Ólastovu oman í Gamla Pakkhús) og so Runuholdið (sunnan fyri Ánna).  Nú leið betur eftir heim í gjøgnum Dalin - um Skarðið - og undir Fossabrúnna, men her kom ein stígur í, tí hvagar skuldi nú kósin setast - móti Funningi ella Eiði? Teir gjørdu ein stubba - seinni nevndur Blindtarmurin (ið sæst enn) - oman ímóti Funningi, men broyttu so kós og miðaðu eftir Eiði. Hetta komst av tí, at eiðismenn, ið eisini høvdu brúk fyri tí góða sjóvegis sambandinum við Klaksvíkina, arbeiddu veg frá Eiði móti Funningi og vóru komnir rættuliga væl áleiðis. Vegmenninir gjørdu sær sonevnd veghús at eta í og til amboðini. Tað vóru 12 veghús tilsamans; tað fyrsta var uttan fyri Garðin, og tað seinasta - av góðum grundum nevnt Heiðriksstova - var handan fyri Neytaskriðuna. Hesi veghús eru øll skrásett, og toftirnar avmyndaðar. Í seinnu helvt av 1950unum kom tann landskendi vegformaðurin, Arne Brattaberg, úr Vági, og við honum tann  líka kendi kúgvamaðurin, Herluf Joensen, úr Hvalvík - saman við einum vælaliði av alskyns dugnaligum monnum bæði til eitt og annað. Nú kom nakað heilt annað lag, og skjótt var tað sum í tí kenda táttinum um m.a. at Mikkjal, sum gróv upp Gøtudal,  "so at tað, sum vendi niður, vendi upp"!  Bygdin fekk samband við umheimin umvegis Eiði tann 17. oktober 1959, og nakrir av teimum, ið settu spakan í á brúgvasporanum í 1930unum, vóru millum teirra, ið komu sitandi til bygdar henda dagin. Tað var bara gott veður, tá ið bilafylgið við tí nýggja Bedfordinum hjá Benadikt á odda kom út í Fornan, men um kvøldið gjørdist satt ódnarveður, so avstaðsfólkið fekk eina ruskuta fráferð.  
vegur2
Vegarbeiðið helt so fram ímóti Funningi, og um heystið 1961 stóð bilafylgið so í Funningstúni. Nú var lagamanni at koma sitandi aftur og fram, og tey gomlu lótu veður og vind ráða sær soleiðis, at tá ið Várharra hevði lagt kavan um veturin, so var vegurin bara stongdur - kavi slapp at vera kavi. Tó so, tá ið tað váraði, og lýkkan kom í luftina, fór maður av húsi við spakanum at grava tær seinastu fannirnar - og Neytaskriðan var mangan beisk. At hava vegin stongdan fyri kava var ikki nøktandi, nú gravkúgvatíðin var komin. Tá ið so maskina fór at grava kava um veturin, var tað hildið at vera tað reina luksus. Knút Vesturdal, á Eiði, er tann kendasti "kavamaðurin" frá teirri tíðini. Maskina hansara hevði einki førarahús, so hann noyddist, sum maðurin segði, at vera úti á berajól í øllum hugsandi og óhugsandi kavaroki. Lofnaður - við klakaðum eygnabrúm - stríddi hann seg fram millum skørðini. Slapst ikki til ella frá bygdini, so hoyrdist millum manna: "Ring bara til Knút"!  Nú eru tíbetur aðrar tíðir. William Mackay, úr Funningi, situr nú fjálgur og fregin í einum hermetiskt lokaðum førarahúsi í ovurstóru maskinu sínari, og hann er tøkur í somu løtu, sum kavin hevur hug at bylgjast á vegnum.  --- Vit eru so heppin at hava fingið nakrar myndir frá Knúti, ið sýna ein evarska lítlan part av vegarbeiðinum bygdanna millum. Eisini hava vit nakrar kavamyndir, ið tala fyri seg. Tað er stórt spell, at ikki fleiri myndir eru av vegarbeiðinum, so tað hevði komið meira enn væl við, um tað skuldi verið onkur, ið lesur hesar reglur og liggur inni við slíkum myndum, ið hevði kunnað lænt okkum tær, so eisini tær kundu verið lagdar út á heimasíðuna, bygdin.fo, teimum til heiðurs, ið kropsliga ruddaðu slóð bygdanna millum.

Nakrar myndir frá vegarbeiði og kavagrevstri: myndasavn - 2010 - Vegur og veður.

Kategori: Gjáartíðindi