Fríggjadagin 16.07.10 høvdu eftirkomararnir hjá Dalberg (f. 1898 - Sumba) og Kristian Jóhannes Jacobsen (f. 1894) familjudag við Gjógv. Dalberg og Kristian Jóhannes áttu 10 børn, og 5 av teimum 6, ið eftir eru á lívi, vóru á familjudegnum. Barnaheimið hjá teimum, ið nú eru farið í søguna, var samanbygt við húsini hjá Pæturi á Bø og er óivað bygt í seinnu helvt av 1880unum.
sdc10179
Leivur, Lisabeth, Hákun, Meinhard og Jens
Forsøgan til hesi samanbygdu húsini er á leið henda:
Pápi Kristian Jóhannes, Jóan Jacob Jacobsen (f. 1865 - úr Funningi) giftist við Elisabeth Johannesen (vanliga nevnd Stov-Elspa), (f. 1860 - Innan úr Stovu). Beiggi Stov-Elspu (Óla Jacob Johannesen, f. 1863 - Innan úr Stovu) giftist við Elin Dortheu Debes (f. 1862 - Yviri í Stovuni). Hesi bæði pørini eru so komin á samt um at byggja sær tvey samanbygd hús. Húsini hjá Stov-Elspu vóru eitt sindur minni enn húsini hjá Óla Jacobi. Óla Jacob doyði stutt eftir, at hann giftist, og Elin giftist seinni uppaftur við Pæturi á Bø (f. 1874), og síðani hevur hesin parturin av samanbygdu lonini verið nevndur "hjá Pæturi á Bø".
SDC10182 copy Medium
Frá vinstru: Leivur, Elisabeth, Hákun, Meinhard og Jens. (Tann upprunaliga longdin á húsunum gekk frá vegginum og til høgru lið á Jens) 
Jens hjá Dalberg, ið nú er 89 ára gamal, sigur soleiðis frá um húsini hjá teimum: "Í neðra var køkur og stova, og á loftinum var eitt kamar. Tað vóru 2 sengur á loftinum, og 2 sengur í stovuni - men onnur songin í stovuni var í tvíningum, soleiðis at hon kundi dragast út og gerast dupult so breið. Tað svóvu fleiri í hvørjari í song, og ból vóru eisini á gólvinum, men tað vóru 19 ár í millum meg og tað yngsta barnið, so tað vóru ikki altíð øll heima í senn. Eg fór til skips í 1936, og ikki fyrr enn í 1947 setti eg mítt fyrsta oyrað í bankan. Alt hitt fór til at halda hús fyri. Pápi gjørdist sjúkur og kundi ógvuliga lítið gera, hann royndi at arbeiða, men hann var ikki arbeiðsførur.  Pápabeiggi mín, Jákup Sofus, ið hevði keypt húsini hjá Jóan Jacob Olsen - vanliga nevndur Olsen - flutti til Elduvíkar umleið 1950, og tá fluttu vit har oman at búgva, men eg búði ongatíð har".  -- Hóast henda familjan vaks upp í smáum korum og trongum umstøðum, komu øll børnini væl undan og settu føtur undir egið borð kring oyggjarnar. Her hava vit eitt skúladømi av mongum um truplu kor forfedra okkara, og vit høvdu øll notið gott av tí at vent tankum okkara bara eitt ættarlið aftur í tíðina, tá ið vit grenja upp á tað versta, hóast vit ikki hava merkt ein farra til hesi viðurskiftini.
sdc10196
Vit hava her 2 myndir, ið vísa støddina á barnaheiminum - ella rættari sagt, hvussu lítil húsini vóru, men sum so mangan er tað hjartarúmið, ið telur. Ættardagin vóru 5 av børnunum við Gjógv, og frá høgru eru tey: Jens (Havn), Meinhard (Havn), Hákun (Miðvági), Lisabeth (Tvøroyri) og Leivur (Klaksvík). Á hinari myndini er so ein stórur partur av eftirkomarunum - men so trongligt hevur ongatíð verið hjá Dalberg og Kristian Jóhannesi á Bø.
Fleiri myndir: myndasavn - 2010 - juli
Kategori: Gjáartíðindi

Nýggjastu myndirnar

Leita á síðuni