Týskvøldið 9. januar var felagið Gjómaður endurstovnað.
Endamálið við felagnum er "at savna og varðveita fornminnir við Gjógv og annað í hesum sambandi".
Meira útgreinað kann nevnast, at ætlanin er at byggja upp aftur og halda við líka gróthús, opnahjallar, kráir og garðarnar kring bygdina.

Gjomadur 027kopi stor

Eisini er ætlanin at savna fornlutir, skráseta teir og útvega hølir at goyma teir í.
Myndir, ljóðupptøkur og filmsupptøkur fáa eisini stóra rúmd í arbeiðinum hjá felagnum. Ætlanin er at savna so nógv av hesum sum gjørligt, so felagið fær eitt virðismikið savn, ið kemur at hava stóran siðsøguligan týdning.

Í fyrstu nevndini í endurstovnaða felagnum eru: Hans Andrias Djurhuus, formaður, Jonna Clementsen, næstformaður, Helena Fríðheim, skrivari, Sofus Debes Johannesen, kassameistari, og Atli Hansen, nevndarlimur.
Tiltakslimir eru Egil Jacobsen og Turið Sigurðardóttir.

Kategori: Gjómaður

Nýggjastu myndirnar

Leita á síðuni