Herluf Joensen, f. 1925, úr Hvalvík, var maðurin, ið gróv Eiðis-/Gjáarvegin ígjøgnum av Vombini -  í gjøgnum Líðina - og til vegendan undir Neytaskriðuni.  Eiðismenn høvdu við vánaligum amboðum gjørt  veg niðan á Vombina, og Gjáarmenn høvdu somuleiðis í sínum lagi gjørt veg frá Gjógv og yvir um Neytaskriðuna.

scan0011 copy Medium

Herluf sum kúgvamaður og Jóannes á Fløtti sum neytadrongur (undir Hamarsendanum).


Herluf hevði, eftir tátíðar tykki, eina fína blaðmaskinu, og tiltikin raskur var hann at grava. Vegformaður var tann kendi og  framfýsni vágbingurin, Arni Brattaberg, og vegmenninir vóru eiðismenn, funningsmenn og gjáarmenn. Brattaberg hevði sær til hjálpar tríggjar formenn: Eivind Kruse, av Eiði, Jákup Petersen (Jákup úr Hvanngarðinum) úr Funningi og Anton Hansen (Anton á Klá), frá Gjógv.
Vit hava verið í Hvalvík og vitjað Herluf, sum nú er 86 ára gamal, og koyrdu vit ein biltúr eftir Eiðis-Gjáarvegnum. Eisini fingu vit hann at fortelja okkum eitt sindur um vegarbeiðið.
Herluf segði soleiðis frá: Eg kom av Morskranesi til Eiðis-/Gjáarvegin í 1958. Vegur var gjørdur av Eiði og niðan á Vombina, men hann var so smalur, at bilur fekk illa koyrt eftir honum í støðum. Seinni gjørdu vit alt tað av nýggjum. Eg hevði eina blaðmaskinu, ið kraftaði væl, og so var bara at grava. Fyrst varð moldin grivin omanav, og var tað ov høgt, so varð sprongt. Tað var leingi at bora við lufthamarum, men tað gekst væl álíkavæl.  Eitt stórt grótbrot var undir Kobba, og haðani kom grót til ífyllu. Eg hevði eina jarnplátu, sum eg kundi krøkja upp í kúnna. Henda plátan varð brúkt til at flyta bøkkar við til jaðaðar, og sjálvsagt eisini til grót og alt møguligt. Alt varð steinsett við hond, og tað var eitt strævið arbeiði, men tað var so væl gjørt, at tað bar væl til at koyra eftir steinsetingini. Tað minti meg mest á teir fínu, steinløgdu vegirnar í útlondunum.  Fínur skervur varð so stroyddur omanyvir. Tað stóð eitt sáld, sum var gjørt av jarnrørum,  við grótbrotið, og haðani kom skervurin. Jú, plátan var mangan hent, og vanliga hevði eg altíð ein mann hjá mær, sum m.a. hjálpti mær at krøkja í og annað sovorðið. -  Tað var gott at grava um Eiðisskarð, men frá Kobba og oman um tað niðara svingið var verri at koma í holt við, tí har var so grýtut. Í gjøgnum Líðina var gott at grava, men har var nógv mold  - serliga undir Hamarsendanum.
Um ólavsøkutíðina 1959 vóru nakrir hundrað metrar eftir at grava til Gjáarendan – um Neytaskriðuleiðina. Eg minnist, at Brattaberg fór á ólvasøku og bað meg ringja til sín at fortelja, hvussu tað gekst við arbeiðinum. Jú, eg ringdi so, men okkurt mundi vera galið við nummarinum, tí eg fekk fatur á Hvíldarheiminum í Havn, so eg ringdi ikki aftur. Gravingin gekk við eini rúkandi ferð, og áðrenn nakar visti av, høvdu vit grivið ígjøgnum.  So funnu vit uppá at fara við einum traktori til Gjáar.  Við vóru Sivert á Fløtti, Erling Hansen, smiðjumeistari, Fuglafirði, eg sjálvur, og so var tað tann, ið koyrdi, men eg havi tíverri gloymt, hvør tað var. Líkamikið, tað flaggaði við Gjógv og í Funningi, og vit fóru fyrst inn á Fløtt til Sivert, har vit fingu alt gott. Síðani fóru vit oman í Stovuna, og Jóhanna var so sera blíð. Hon hevði kókað ræst kjøt til dagin.
So kom útvarpið og segði tað, at nú var koyrandi til Gjáar, og soleiðis fekk Brattaberg tey tíðindi, so tað var nokkso stuttligt. Benadikt hevði tveir lastbilar tá: tann lítla Bedfordin, sum hann koyrdi arbeiðsfólkið við, og so hevði hann ein annan nýggjan at arbeiða veg við. Tann lítla Bedfordin seldi hann til Funnings, og so skuldi tann nýggjari fáast til Gjáar. Eg minnist, at vit settu hann á plátuna – aftan úr gravkúnni – og drógu hann millum báðar vegendarnar.  Í bilinum vóru Benadikt, Óluva, kona mín, Ingibjørg, systir Óluvu og Jógvan Páll, sonur okkara.
Og so kom tann stóri dagurin – 17. oktobur 1959 – tá ið vegurin alment varð latin upp fyri ferðslu. Arbeiðsfólkið samlaðist fyrst í smiðjuni undir Eiðisskarði, og har segði Brattaberg nøkur orð, og so sungu vit ”Fast stóð í fonnum eitt fjalladalsfylgi”. Síðani koyrdu allir bilarnir til Gjáar – við Benadikt á odda. Stórt ball var við Gjógv, men tað bleiv eitt satt ódnarveður um kvøldið, so at lastbilar vendu aftur. Teir høvdu fólk í lastini og so galesju, men tað feyk tað heila omanav.

SDC11545 copy Medium

Herluf vitjar Herluf (februar 2012).


Tann gamli Gjáarvegurin var so vánaligur, at hann mátti gerast av nýggjum, og tá ið eg arbeiddi uttan fyri Skarð,  sá eg ein hampuliga stóran stein undir vegnum. Í staðin fyri at koyra hann í vegin, fann eg uppá at taka hann við kúnni og seta hann upp oman fyri vegin. Teir vóru skjótir at geva honum navnið Herluf, skal eg siga tær.  Asbjørn Matras, f. 1947, var tá - tað teir kallaðu - neytadrongur hjá mær. Hansara uppgáva var at hjálpa mær við ymiskum, men tað mesta var at flyta grevið frá síðu til síðu, soleiðis sum tað nú lá fyri undir grevstrinum. Mikkjali Helmsdal dámdi so væl, at sovorðnir steinar blivu settir upp, og so var tað tað, at teir vóru so góðir at hava, tá ið man skuldi siga, hvar man var.
Tá ið eg so kom út til Huldulonina at grava, fortaldu teir mær, hvussu tað gekst einum gomlum vegformanni frá Gjógv – Gamla-Pæturi – tá ið hann skipaði fyri at seta á Huldulonina. Hann skuldi hava eina ringa nátt. Sjálvandi hevði eg hetta meir ella minni í huganum, meðan eg gróv, at eg kanska kundi koma út fyri tí sama. Og soleiðis var. Eg tørnaði inn og sovnaði sum ein knubbur, og so droymdi eg Huldulonina. Ikki minnist eg, hvat eg droymdi, men tað var okkurt um, at eg var komin illa fyri av Huldulonini.  Tað var bara hesa einu náttina,  og eg droymdi hann ongatíð aftur, so hetta gjørdi mær ongan mun.  Tað var ikki sum at siga tað – at seta á Huldulonina.


 

Kategori: Frásagnir