Á bygdarveitsluni við Gjógv 21.04.12  sang Jónsvein í Lon henda vakra sangin, ið er vígdur faðir hansara:

IMG 0310 copy Medium

     L  Í  V  I  Р          

   1.

 Áin tutlar mær framvið. Gevur lív og sálarfrið.
 Einsamallur siti eg. Minnist afturá.
 Tá sum børn vit spældu her. Fyri mær var best í verð.
  
   Niðurlag:

 Tíðin kemur, tíðin fer. Lívslangt skeið mítt er.

    2.

 Bygdin, her eg føddur var. Vaks eg upp og mentist.
 Móðir mín var stutt hjá mær. Aðra tó mær untist.
 Faðir mín eg aldri sá. Tó í føðing var mær hjá.

    3.

 Minni barn tú valla sá. Rúmtist á tallerki.
 Nýggja móðir mín við meg. Gjørdi undurverkið.
 Var hon um meg dag og nátt. Alt hon gjørdi sera gott.

    4.

 Eg sum barn her lærdi tað. Sum av øllum kravdist.
 Arbeiðið gekk fram um alt. Vaks so hvørt eg eldist.
 Hav og jørðin okkum gav. Tað vit skuldu liva av.

    5.

 Í ungum árum fór til skips. Lívsverk mítt eg valdi.
 Øll tey fyrstu ár við slupp. Her so mangt eg lærdi.
 Sjónáttúra mín var góð. Og meg alt lívið havið dró.

    6.

 Heima her í bygdini. Hjálpti, har tað trongdi.
 Luttók í tí arbeiði. Bygdarlívið kravdi.
 Velting garðar hoyggj og seyð. Alt sum gav til dagligt breyð.

    7.

 Áin rennur mær framvið. Her sum mong, mong ættarlið.
 Hava livað eins og eg. Nú aldur tyngir meg.
 Nú fara at fækkast míni spor. Tøgnin talar syrgin orð.

Kategori: Gjáartíðindi