Tað vóru eini 140 fólk á veitslu leygarkvøldið 21. apríl. Sum onkur av fyrireikarunum tók til: ”Tað er óført at fáa 140 fólk á bygdarveitslu, tá ið bert 30 fólk búgva í bygdini. ” Rætt hevur hann í tí , men hóast fólkatalið er minkað síðani seinastu veitslu, so er húsatalið vaksið við einum 14 - 16, og hetta er avgjørt føroyskt met havandi íbúgvaratalið í huga. Tann nýggi býlingurin í Fornagarði eigur munin, og hesi fólk settu eisini sín dám á veitsluna – og sýntust at trívast væl. Hetta var eitt gott høvi at fáa sjóðað tey saman við bygdarfólkinum. Býlingurin fer at gera tað hópin lívligari í bygdini, og tað man eisini fara at síggjast aftur, tá Lítlifløttur verður byrgdur móti sumri.

IMG 0220 copy Medium

Veitslan var væl fyriskipað og góð. Sótu rúmliga, og góður matur av Gjáargarði. Fimmbogi Lisberg skipaði fyri sangi og undirhaldinum. Tað var rættuliga fitt av stuttligum lokalum skemti, hóast tað krevur ikki einki av forkunnleika, um tú skalt skilja kjarnuna í hvørjum einstøkum føri. Stórskemtararnir Hilmar Jan Hansen og Heri Simonsen vóru fínir.

Lasse Klein helt eina hugtakandi og lutvís skemtiliga røðu um tað, sum rørdi seg í bygdini í 1950unum, tá ið teir 3 brøðurnir (sum smádreingir) á hvørjum ári hildu summarfrí við Gjógv. Hasum komst tú væl frá, Lasse.

Nógv varð sungið, men tað gjørdist ein serlig løta, tá ið Jónsvein í Lon við gittara sínum sang nøkur ørindir, ið hann hevði sett saman um pápa sín, Kristian í Lon. Yrkingina nevnir hann ”Lívið”. Tað hoyrdist ikki eit kis frá teimum 140 fólkunum hesa løtuna, tí tey sótu øll og slotaðu eftir hesum rámandi og sigandi innihaldinum. Vanliga meldi eg pass, tá ið tað er um tónleik at røða, men hatta lagið riggaði væl í mínum ómusikalsku oyrum. Gott, Jónsvein! Tú hevur sett pápa tínum ein vakran varða.

Borðhaldið endaði um midnáttarleitið, og so varð farið upp á gólv, har Sjúrður hjá Dinnufíu skipaði. Hann er góður og kendur kvøðari. Seinni spældi LM-band til dans, men tá lógu vit eldru undir dýnuni. Veitslan endaði í dimmalættingini, og hvør fann sær sína svøvnskemmu, sum Viderø, prestur, plagdi at orða seg.

Samanumtikið er hetta eitt gott og samansjóðandi tiltak, ið plagar at vera annaðhvørt ár. Tað skulu nógvar og drúgvar fyrireikingar til at skipa fyri slíkum, og tøkk fái tit, ið taka slíkt upp á tykkum, tí tekur ikki onkur stig til nakað so hendir EINKI.

Kategori: Gjáartíðindi

Nýggjastu myndirnar

Leita á síðuni