Revatangi stingur seg út undan Hjøllunum - eitt sindur vestan fyri Funníngsmúla. Stendur tú úti á Nasa, so sært tú væl Revatanga. Upprunin til navnið er ivasamur, men neyvan hevur tað nakað við revar at gera. Ein heimildarmaður, ið nú liggur eysturi á Bø, hevði á orði, at tá ið tú sært Revatanga frá báti - úr einum ávísum vinkli - so líkist hann ravunum á kalva. Rætt er, sum heimildarmaðurin segði.  Út frá hesum er tað ikki óhugsandi, at navnið kann hava verið Ravatangi. e-ljóðið og a-ljóðið liggja so nær saman, so tað hevði ikki verið nakað løgið við tí.

IMG 0304 copy Medium

Forfedrar okkara hava á summum økjum verið nakrir løgnir stavnar. Hóast Revatangi liggur skamt frá bygdini, so hevur eingin av teimum, ið eg havi spurt, verið har. Grundin er tann - og tað siga allir - at har var einki at fara til. Rætt hava teir, tí allar ferðir vórðu gjørdar við fáningi fyri eyga. Teir funnu ikki uppá at fara upp á land til stuttleika. Komi at hugsa um, tá ið eg fortaldi 100 ára gamla pápa mínum, at nú høvdu Eysturoyingarnir hjá Oliveri verið á toppinum á Búgvanum. Spontant kom tað frá honum: "Hvussu nógv fingu teir?"

Fyri einum tveimum, trimum árum síðani var eg so heppin at sleppa nakrar túrar saman við Hansi á Skipinum við báti hansara, ið kallast "Sanna". Tá vóru vit uppi á landi allastaðni vestanfyri og eisini heimanfyri. Ógloymandi túrar, men tann sjónskasta myndin, ið kemur fram, er uttan samanlíkning Revatangi. Hetta er eitt sjáldsamt øki, sum eisini er rættuliga stórt. Her eru nógvar kullur og nógvir smáir og størri hyljar. Tann størsti hylurin er sera flottur og trillrundur - heilar 6 metrar í tvørmát og 7 metrar djúpur.

Tað er ikki so lætt at koma upp á tangan á teirri ytru síðuni, tí her runar altíð, og so er tað so hált og illgongt á helluni. Ólíka kyrrari er tann innara síðan - her er blikaslætt í góðum veðri, men tað var  eitt sindur ringt at koma upp, tí har er eitt sindur høgt, og lítið og einki var at styðja seg við. Í eini tvey ár hevur Hans á Skipinum tosað um at bøta um atkomuna, so at lætt er at koma uppá.

Fyri nøkrum døgum síðani lænti hann "Fliðuna" frá Øssuri á Bø og Hera Uppi í Geil, og tað var leyst og liðugt, áðrenn hálvtalað var orð. Manningin var Hans og Símun hjá Sigurdi, meðan eg var eitt slags klæðseksdrongur hjá teimum.  Hans hevði evnað sær tríggjar eygaboltar og nakrar rustfríar kongar. Fyrst boraðu teir eygaboltarnar og síðani kongarnar, meðan eg var á landi og gekk teimum til handa. Hetta gekk mikið væl, og nú er sera lætt at koma upp á tangan - og eisini at binda bátin. Eftir hjá okkum trimum var bara at njóta tann frálíka drekkamunnin við "flekku", ið Hans setti fyri okkum báðar.

IMG 0351 copy Medium

Her er nú so væl atkomuligt, at tað ber saktans til at gera sær familjutúrar við drekkamunni higar, meðan børnini sleppa at spæla sær rundan um teir vøkrur hyljarnar. So - hevur tú t.d. eitt fýramannafar at flóta undir tær, so er lagamanni at gera ein avstingara, um veður er til tess. Vist er tað, at ikki gerst tú svikin av túrinum.

Fleiri myndir:  - myndasavnið - Tann vakri Revatangi.

Kategori: Gjáartíðindi

Nýggjastu myndirnar

Leita á síðuni