Í ár hevði Útoyggjafelagið avgjørt at flyta Útoyggjastevnuna inn á fastlandið, og í tí sambandi løgdu tey stevnuna við Gjógv. Eitt sindur av kjaki stakk seg sjálvsagt upp, hvørt hetta var rætt at gera ella ikki, men tað kemur ikki hesum fáu orðunum við. Stevnan var við Gjógv sjálvan longsta dag, og hon eydnaðist væl, tá ið ikki verður hugsað um ferðsluna til og frá bygdini. Tað er so lætt at vera eftirklókur, men veruleikin er helst tann, at væl fleiri fólk høvdu komið, um ongar ferðsluforðingar vóru. Fyrireikararnir valdu at vera á tryggari grund (kanska ov tryggari) - býttu eini 130 koyripass út til bilar hjá Gjáarfólki og øðrum, ið eru nær knýtt bygdini - við t.d. summarhúsi. Vaktir stóðu á Eiði og í Funningi, og haðani slapst so til bygdar við bussi. Men vit menniskju eru so forvand og dovin og vilja sleppa við egnum bili so nær sum gjørligt - helst heilt inn í SMS, sum onkur tók til. Fyrireikararnir skulu ikki lastast fyri, at teir raðfestu trygdina hægst, men hetta verður kanska ein lærdómur um líknandi tiltøk koma til bygdar.

IMG 7811 Medium

Sum longu nevnt, var dagurin góður, og nógv var at fara til - bæði handaliga, andaliga og matliga. Útoyggjafelagið hevði Bygdarhúsið og tjald í Bíggjarlagnum, meðan Bygdarhúsfelagið hevði tjald á Tjørnini. Eingin fór svangur av bygdini: Útoyggjafelagið hevði útoyggjaborð í Bygdarhúsinum, Bygdarhúsfelagið smurt breyð á Tjørnini, og Gjáargarður steiktar lambaryggir í rúgvuvís. Í Flatnagarði seldu tey eisini pylsur og smurt breyð. Í Hoygarðinum seldu tey bøkur frá forlagnum "Ungu Føroyar" til frama fyri Bygdarhúsið - og samstundis kaffi/vaflur við sama endamáli. Onkur skúlaflokkur, sum samlaði sær pening til uttanlandsferð, seldi eitthvørt søttligt undir Gortruskjøldrinum. Tá ið borgarstjórin, Heðin Zachariasen, setti stevnuna kl.13.00, var væl av fólki á Gjónni. Esther, dóttir Lenu og Birgir, sang eisini hesa løtuna. Síðani fór tað heila í gongd so pø á pø. Gjómaður vildi vinna sær nøkur oyru við síging, rennistrongi og skjóttgangandi báti, og fleiri royndu hesar avbjóðingar. Tað hoyrdist um bygdina, at Neli var tann elsti, ið royndi renninstrongin hendan dagin. Flott! Í kirkjuni var ymiskt: andakt kl. 9.00, seinni var Knút Olsen har við sangum hjá Petur Jacobi, Kingokórið úr Tjørnuvík við sínum sangum, og eisini sang Hanus G. Johansen sangir hjá Bernhard Brim og Hans Jacob Glerfoss.

Bárður hevði listaframsýning í Barbustovu, Fríðgerð í Ólastovu, Mia hjá Sørini og ?, dóttur Anjó í Lon, høvdu framsýningar av handverki og list í Bygdarhúsinum. Í skúlanum var framsýning av bókum, ið gjáarfólk hava skrivað. Smoltstøðin vísti fram gongdina frá yngli til fullborið smolt. Petur Jacob helt fyrilestur á Gjáargarði, meðan Ásfinn og Páll vóru gongutúr í bygdini við gestum. Seinnapartin var eisini útimøti á Gjónni, har Fríðgerð og onnur skipaðu fyri. Herman Eysturoy vísti filmin um Búgvatúrin á Gjáargarði.

Um nátturðatíð var Fólkafundur á Gjónni. Lasse var orðstýrari. Har røddu Katrin Dahl, Hoyvík, Harry Jensen, Skúvoy, Helgi Abrahamsen, Strondum og Sirið Stenberg, Vági. Tey røddu, sum væntandi var, um viðurskiftini á útoyggj og í útjaðaranum. Orð vera nógv søgd um hesi viðurskiftini, men ilt er at stríðast ímóti tíðarandanum, sum nú ber tann vegin, at øll vilja nærkast býunum - ikki bert vit føroyingar, men fólk flest. Vónandi vendir rákið, so teimum smærru plássunum verður lív lagað, sjálvt um skýggini tykjast í dimmara lagi í løtuni.

Um kvøldið var eitt slags kvøldseta í tjaldinum í Bíggjarlag. Har var sangur - Esther Kristiansen - brøðurnir Jens og Jógvan Sámal Heldarskarð - Jónsvein í Lon - og eisini las Petur Jacob nakrar yrkingar og bar kvøðu til bygdina. Tjaldið var stúgvandi fult, og ein rúgva stóð uttanfyri. Tá ið setan var liðug, var farið upp á gólv, og dansurin mundi vera á góðari leið, tí har vóru kendir kvøðarar ímillum. Aftan á dansin fór øll gongan oman í Fjøru - oman undir Kleiv - har stórt bál varð kynt. Hetta var ein mikið hugnalig løta. Bygdarhúsið seldi breyð og drykkir niðri í Kós, og prátið gekk av tí besta. Uttan um nakra skrá - so spontant - tók Kristian Jákup orðið, og væl lá fyri. Tað rapaði úr honum - skiftandi millum gaman og álvara. Eisini hann nam við viðurskiftini á smáplássum og segði m.a. tað, at Fornagarður er tað besta, ið hent er bygdini hesi seinastu árini, og at fornagarðsbúgvar eru vorðnir miðleingjan í bygdini. Beinrakið og rætt, og lógvabrestir staðfestu eisini tað. Tá ið hann gavst, skar onkur út úr at syngja, og síðani rungaði sangurin, meðan klokkan sníkti seg yvir á tey smærru tølini. Ein av sangunum var sjálvsagt tann obligatoriski hjá Christiani Matras, "Einki er sum summarkvøld við strendur", ið er sjálvskrivaður til slíkar gevandi, friðfyltar løtur, meðan eitt æðupar við ungum sínum seigliga damlaði sær út úr Jógvinihyli. Tá ið sangurin so við og við dovnaði burtur, helt onkur fyri, at best var at fara at dansa í Bygdarhúsinum. Tað fekk góða undirtøku, men tá ið klokkan nú hevði flutt seg av tí minsta talinum, var nokk frægast hjá teimum eldru at fjagga sær at húsum. Dagin eftir hoyrdist, at dansurin hevði verið góður, og at tá teir seinastu tónarnir tagnaðu, vóru bygdarinnar morgunmenn longu á fótum. -- Jú, jú, samanlagt  - ein góður og hugnaligur longsti dagur.

(Eg tók eina rúgvu av myndum hendan dagin. Har var nógv fremmant fólk - og eisini kent - ið eg ikki havi klárað at navngivið. Fyri eftirtíðina hava navngivnar myndir størri virði, so um onkur kundi hjálpt mær á tí økinum, so ber til at viðmerkja nøvnini undir viðkomandi mynd, og so kann eg seta tey inn aftaná.)

Myndirnar eru at síggja í myndasavninum: Útoyggjastevnan 21.06.14.

Kategori: Gjáartíðindi