Bjarni á Fløtti, sum hevur búð í Danmark í yvir 40 ár, vitjaði nakrar dagar í Føroyum í summar - august 2014. Eg hitti hann við Gjógv og fekk eitt langt og gott prát við hann. Eitt sindur av tí, ið hann fortaldi, kann lesast her, so eg gevi honum orðið:

IMG 8756 Medium

Her situr Bjarni á trappuni á barnaheimi sínum - Gamlafløtti.

Eg eiti Bjarni Joensen ella Bjarni á Fløtti, sum eg vanliga var kallaður. Foreldur míni vóru Sivert Martin Joensen, f. 1901, við  Gjógv, og mamma, sum var av Húsum, æt Jacobina, f. 1908. Vit vóru  fimm systkin: Mona (Simona), f. 1929, var elst, so kom Jógvan, f. 1930, so Marianna, f. 1934, so eg ( Bjarni, f. 1937) og yngstur var Bergfinn, f. 1946. Mamma doyði í barsilssong við Bergfinni, og tað kom at seta síni djúpu spor í hjá okkum øllum - og ikki minst mær og hinum systkjunum. Mona var elst, og hon var so heima eina tíð eftir hetta, men eg haldi, at hon var farin at læra til skraddara - syirsku - hjá einum, ið æt Júst Lindberg, so hon mátti bara halda fram. Bergfinn var bara heima í nakrar dagar og bleiv so sendur til eina fastur mína á Húsum og var har í einar 3 - 4 mánaðir. Síðani fór hann til Porkeris, til Hendrik, f. 1902), pápabeiggja, at vera, so Bergfinn er uppvaksin í Porkeri. Eg minnist so klárt eina hending ein av døgunum, áðrenn Bergfinn fór av stað. Eg var tá 9 ára gamal og fór sjálvur upp í skúla hvønn morgun. Eg tendraði primus og fekk mær ein drekkamunn, og sum oftast hitaði eg eisini eitt sindur av mjólk og koyrdi breyð niðurí - tað var mín morgunmatur. Hetta gjørdi eg eisini henda vælsignaða morgun. Primus stóð á komfýrinum við mjólkini, og eg sat við borðið - við rygginum til komfýrin - og hugdi í eina lesibók. Mona hevði vaskað klæðir dagin fyri, og yvir komfýrinum vóru einir  6 - 8 snórar fullir av klæðum. Knappliga flammar primussurin upp,  og eldur kemur í øll klæðini. Eg reyk upp á loftið til pápa og setti meg bara á songarstokkin hjá honum. Hann vaknar, følir roykin og skundar sær niðurundir. Í vaskinum stóð ein rund balja, sum vit plagdu at vaska klæðir í. Baljan var full av vatni, og pápi tekur so baljuna - hups - oysir hana upp undir loftið - tað lukkaðist, og eldurin kódnaði. Eg kreyp inn í kamarið til Monu, sum svav í neðra, at krógva meg. Mona fór so inn í køkin eftir taskuni hjá mær, koyrdi vindeygað upp - eg kreyp út ígjøgnum og so í skúla, tí eg væntaði, at pápi fór at verða illur við meg.

IMG 8750 Medium

Hetta, sum eg nerti við, er tað gamla takið. Her var so lágt, at seyðurin gekk upp á takið um veturin. Eg haldi, at tað var í 1924, at pápi reisti henda trimpilin. So gróv hann alt hetta út oman fyri húsini, so báturin plagdi at liggja holvdur her um veturin. Tá ið Jógvan og Esther giftust inn, blivu húsini aftur reist upp. 

Tað var ringt onga mammu at eiga. Eg sigi ikki for nógv, um eg sigi tað, at Oluffa í Nýggjustovu, f. 1894, átti lívið í mær. Hon gjørdi ongan mun á mær og Erlingi, f. 1935, og Pætur, f. 1920, var eisini gubbi mín. Tey plagdu at eta døgurða um tvey-tíðina, og tá stóð altíð ein tallerkur klárur til mín. Eg var har hvønn tann einasta dag, so eg kendi meg at hoyra til. Oluffa fylti 60 ár, meðan eg arbeiddi á Skipasmiðjuni í Havn. Tann dagin fór eg inn til Thomas Dam og keypti henni eina sukurskál við loki á. Skálin stendur nú eysturi hjá Ebbu, f. 1932, - verdóttir Oluffu - og nú verður hon brúkt sum smørskál. Tá ið Oluffa doyði, keypti eg henni tann størsta og dýrasta kransin, sum eg kundi fáa í Havn. Annars var eg eisini nógv hjá Fíu í Gamla Pakkhúsi, f. 1917, úti hjá Alexandru, f. 1920, og Heimi í Horni. Pól Jóhannes, f. 1920, var gubbi mín, og Astrid var altíð so góð við meg. Eg ivist í, um tey móðurleysu børnini hava tað betri í dag enn tá, tí tá vóru øll líka góð við meg og tóku sær av mær - og høvdu tíð at gera tað.

Pápi var jarnsmiður, og hann var nógv í smiðjuni, sum stóð heiman fyri okkara hús - og hjallur oman á henni.  Eg stóð mangan har og blásti, meðan pápi arbeiddi við jarni. Honum dámdi best at arbeiða um kvøldarnar og út á náttina, tí hanna var náttarravnur. Hann gjørdi alt møguligt, ið hevði við jarn at gera. Hann mundi t.d. gera róðursinur til teir flestu bátarnar í bygdini, hestaskógvar, øskuskuffur, líggjar og hakagrev - bara fyri at nevna okkurt úr rúgvuni. Um veturin arbeiddi hann nógv upp á bátamotorar: Teir skuldu takast sundur, reinsast, og okkurt skiftast út. Ein maður kom eina ferð at spyrja pápa, um hann kundi sleppa sjálvur í smiðjuna at reinsa motorin á báti sínum, so at tað ikki skuldi kosta so nógv. Tað kundi hann, svaraði pápi. Maðurin tók so motorin sundur og reinsaði hann, men tá ið hann hevði sett saman aftur, leyp okkurt av, so pápi mátti taka sær av motorinum og gera alt umaftur. Hetta bleiv so ein dýrari loysn, enn maðurin hevði ætlað. Hatta gloymi eg aldri. Primus var í hvørjum húsi. Har skuldu brennarar skiftast, og ofta skuldi eisini loddast. Eg minnist, at hann tók 50 oyru fyri at skifta bennara.

Skúlagongdin hjá mær man hava verið so sum so. Nakað óskikkligur man eg havi verið, tí eina ferð hoyrdi eg læraran og ein úr skúlanevndini tosa saman um, at eg átti at verið sendur til Bornholm. Kanska var hetta skemt fyri at ræða meg, men eg veit ikki. Tað var so ringt at hava mist mammuna, men eg má siga tað, øll í bygdini tóku synd í mær og vóru góð við meg. Tað var líka mikið, hvar eg kom inn - øll vóru góð við meg og góvu mær eina breyðflís í hondina - ella okkurt annað gott. Klæðir fekk eg eisini, og eg minnist so væl, at einaferð kom Alexandra hjá Petur Kristiani, f. 1880, heim til okkara og gav mær einar deiligar hosur. Eg gekk altíð í stuttum buksum og berum knøum, men hesar hosurnar rukku upp av knæ, so tær gjørdu góðan mun. Men sjálvbjargin má eg hava verið, tí eg lærdi meg at gera mat - sá, hvussu tey gjørdu í øðrum húsum, so eg gjørdi eisini mat til pápa, meðan hann arbeiddi í smiðjuni. Eg haldi, at Marianna, systir, og eg vóru bara heima saman í eitt ár. So skal eg siga tær tað, at eg fór til skips 11 ára gamal og fylti 12 ár umborð. Tað var við "Føroyinginum", og Olrik á Rætt, f. 1917, var skipari. Pápi og Jógvan, bróðir, skuldu til skips, og so var eingin at passa meg, so eg bleiv  bara tikin við. Tað var hart fyri meg, tí eg noyddist at standa við snørið júst sum aðrir menn. Vit fingu ikki nógvan fisk. Tað var sjálvdráttur, og eg haldi, at eg tjenti 480 kr. Tað helt eg vera nógv og spurdi pápa, um eg kundi sleppa at keypa mær eitt ur. Tað slapp eg, tí eg átti pengarnar sjálvur. Eg var errin, tá ið eg kom aftur og fór í skúla. Eg sat á aftasta bonki og føldi meg sum ein rættan mann. Summarið eftir bleiv eg sendur út í Koltur sum húskallur hjá einum, ið kallaðist Martin. Hann hevði neyt og seyð, so har var nógv at gera, og eg var har í eitt heilt ár. Ein lærarinna kom út hagar eina viku um mánaðin, so vit fingu nógv fyri at lesa heima. Eg fekk ikki nakra løn, men eg minnist tað, at ein kona bant mær eina góða troyggju. Tá ið eg kom aftur til Gjáar, var eg trettan ára gamal og fór so aftur í skúla her. Síðani bleiv eg konfirmeraður á Eiði av Brimnes, presti. Tað vóru vit fýra javnaldrarnir frá Gjógv: Osvald á Klá, Elin í Stólpa, Kristianna hjá Valborg og eg.

IMG 8752 Medium

Beint her við trappuna hevði pápi gjørt eina kvørn. Vit dyrkaðu korn uppi í Bø og mólu tað her. Tað komu eisini onnur bygdarfólk til okkara at mala korn.

Vit smádreingirnir vóru óreinir at klúgva í Gjónni, úti á Ovara Nasa og uppi á Barmi. Eg var ongantíð so djarvur sum Jógvan, bróðir - hann var hopleysur. Fyrst í 1950unum fleygaði hann nógvan havhest, meðan pápi og eg skáldaðu í einum vaskirúmi, ið var oman fyri hjallin hjá okkum. Har sótu vit um kvøldið til langt út á náttina og skáldaðu og gjørdu reint. Pápi hevði riggað alt so væl til - vit skáldaðu einar fýra í senn, so tað gekk við rúkandi ferð og kláraðu einar 200 um dagin. Eg koyrdi í og tók uppúr, meðan pápi tók fjaðrarnar av.  Havhesturin bleiv seldur til Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar sjúkrahús fyri eina krónu stykkið. Við Gjógv kostaði havhesturin 80 oyru. Jógvan var einsamallur í berginum og fekk eina rúgvu av havhesti - viðhvørt einar 400 - 500 - so tað loysti seg sera væl, men tað var ómetaliga strævið. Eg plagdi at bera honum drekka og eisini hjálpa honum at bera til hús. Tá ið eg kom til línuna, so tók eg í hana og gav henni trý rykk, og so kom hann upp. Einaferð, Jógvan var norð á Dal (Ambadali), fór eg oman til Stóra-Petur, f. 1907, at læna Odd (hestin). Tað riggaði væl, og vit komu heim aftur av Dalinum við gott 300 havhestum.

Eg var ikki av bestu børnum, og viðhvørt plagdu vit kúllarnir at spæla Sjúrða bónda, f. 1878, okkurt puss. Hann plagdi at sita so fittur har á bonkinum og fáa sær onkran bita við einum felliknívi. So funnu vit uppá at taka knívin, meðan hann var úti. Tá ið hann so kom inn aftur, fóru vit inn, og so segði hann, at nú hevði hann aftur mist felliknívin burtur. Vit bjóðaðu okkum so til at fara at keypa honum ein nýggjan - fingu pengar frá honum - fóru so avstað - vóru burtur eina løtu - so inn aftur við knívinum. Hetta gjørdu vit tíverri meira enn eina ferð. Onkuntíð negldu vit báðar tuflurnar saman hjá honum. Tær plagdu at liggja í gongini. Hetta var illa gjørt av okkum, tí Sjúrður var ein fittur og friðarligur maður, men satt at siga var hann heldur vátligur. Hann gjørdi ongum nakað og var altíð í góðum lag.

Sjálvandi minnist eg mangt og hvat frá mínum barnaárum, men tann syndarliga hendingin, tá ið Georg í Sámalsstovu, f. 1948, bleiv skotin í Gjónni í 1954, stendur eina klárast í huga mínum. Tann dagin var eg tíbetur í bønum og velti saman við Pæturi í Nýggjustovu og ikki í Gjónni, sum eg dagliga var, tá ið okkurt var har. Eg var nógv í báti og plagdi at lossa við Stóra-Peturi, tá ið "Pride" ella "Smiril" komu. Hans Jacob í Horni, f. 1908, og Stóri-Petur vóru fastir, og so plagdi eg at vera tann triði. "Pride" kom úr Klaksvík týsdag, og "Smiril" úr Havn mikudag. Stóri-Petur legði nógv fyri hvørt, men tað var gott skil í honum. Einaferð sendi Dia, f. 1889,  hoyggj til bróður sín, Petur, f. 1904, í Klaksvík. Hoyggið var fylt upp í turkilagnet, og mítt arbeiði var at sita afturi í rong og halda í endan, meðan báturin lá við borðið á "Pride". Har var so trongligt, at tá ið teir tóku ta einu byrðuna umborð, koppaði tann, ið eg sat ímóti, so at eg endaði í kjølinum við byrðuni oman á mær. Ta tíðina var ólagaligt at ferðast, og fleiri konufólk tordu illa at koma í bátin, og tað var kanska ikki so løgið. Tað var eingin trygdarútgerð, um okkurt hendi, so tað hevði ikki gingið í dag. - Eg minnist eitt kvøldið í handlinum, har Dánjal Klein, f. 1883, fortaldi um ein túr í Grønlandi. Hann hevði nokk verið har yviri í samband við Fiskimannafelagið. Hann segði, at hann hevði verið í flúgvara úr Grønlandi til Danmarkar, og tað gekk so skjótt, at hann hevði etið morgunmat í Grønlandi, døgurða í Íslandi og nátturða í Danmark. Okkurt hevði hann sagt í dag. - Eisini var eg mangan túrin í Funningi eftir posti og varu fyri Stóra-Petur. Hans Jacob í Horni var fastur til tað arbeiðið, men skuldu tað vera tveir menn, so vóru tað gjarna vit báðir. Kaj á Teigunum, f. 1938, plagdi eisini at vera við,  men eg var mangan túrin púra einsamallur. Ofta bóru funningsmenn varu niðan á Skarð, og teir fingu 5 kr fyri túrin, meðan túrurin til Gjáar gav 8 kr. Hans Jacob í Horni fekk 14 krónur, minnist meg rætt.  Jú, mangt er at minnast afturá. Ein dagin fór eg einsamallur eftir posti - tað var um veturin - men tað var so lítil postur - bara ein lættur posi, so eg mátti fáa okkurt annað oman við mær eisini. Varan hjá Stóra-Peturi lá á neystaloftinum hjá Jóhan á Brúnni. Eg fór so inn til hansara at biðja hann koma oman í neystið. Hann gav mær bara lykilin í hondina, og so eg oman og fatlaði mær eina góða byrðu. Á veg niðan aftur fór eg inn á gólvið hjá Apoloniu, f. 1900, og har fekk eg okkurt gott. So til gongu, og tá ið eg kom oman til Stóra-Petur, situr pápi á skivuni. "Hevur tú lykilin til neystið hjá Jóhan á Brúnni? Hann ringdi her í áðni," spyr Stóri-Petur. Eg taki hondina niður í lumman. Jú, vælsignað. Beina kós aftur til Funnings við lyklinum í kølmyrkri. So skjótur var eg aftur, at pápi visti ikki av, at eg hevði verið í Funningi við lyklinum. Við hvørt vóru vit við Oddi - hestinum hjá Petur Christiani, f. 1880, - heim á Skarð. Einaferð vóru Hans Jacob í Horni, Mads, f. 1909, og eg saman. Vit gingu fýra túrar úr Funningi og niðan á Skarð - við mjøli, petroleum og ymiskum øðrum. Tann eina túrin bar eg fýra dunkar av petroleum: tveir á rygginum og ein í hvørjari hond. Tíggju litrar vóru í hvørjum dunki, so tilsamans vóru tað 40 litrar. Oddur hevði vogn afturút, so hann dró tað heila eina ferð. Ein serliga ringan túr minnist eg. Tá var eg um konfirmeringsaldur. Hetta var beint fyri jól - og kavarok. Eg var so kaldur, at eg var næstan stívur. Svangur var eg eisini, so eg hevði næstan maktarloysi. Eg hevði ein lítlan posa á bakinum og loysti hann upp fyri at vita, um nakað etandi mundi vera í. Jú, har var eitt blikk av bommum, so eg fekk mær nøkur - tað hjálpti eitt sindur. Pápi og Stóri-Petur vóru komnir at leita, men tá var eg komin næstan út til garðin. Mona var við Gjógv tá, og hon skuldi lata meg úr klæðunum, men buksurnar vóru so stívar, at eg mátti heingja meg upp í bitan og kleyra meg úr teimum.

Sjúrður í Hoygarðinum, f. 1913, var lærari í Elduvík og Funningsfirði.  Hann, Alma, f. 1918, og Dánjal Jákup, f. 1939,  búðu í Funningsfirði. Ein dagin kemur abbabeiggi, Kristian í Hoygarðinum, f. 1884,  til mín og spyr, um eg ikki kann fara inn í Fjørð við hoyggi til Sjúrða. Jú, tað skuldi eg gera.  Eg man ikki hava verið meir enn eini 14-16 ár tá, tí hetta var stutt eftir, at Benadikt, f. 1917, fekk bilin, og tað var í 1950. Benadikt koyrdi fýra byrðar - ella fýra net - heim á Skarð, og so rullaði eg tær oman til Funnings og bar tær oman á pierin. Tá hugdu funningsmenn, men teir kendu meg væl, tí eg var vanligur gestur har. Hendan dagin var Sjúrður í Elduvík, so eg fór til gongu úr Funningi og inn í Fjørð. Har fekk eg lykilin til bátin frá Almu og sigldi so til Funnings eftir hoynum - og so inn aftur í Fjørð. Tá ið eg kom inn aftur í Fjørð, var Sjúrður komin úr Elduvík og skuldi føra meg aftur til Funnings, men tá segði Alma kortanei, tí Bjarni er so móður, at hann fer ongan veg í kvøld. Ta náttina svav eg í lærarahúsunum í Funningsfirði. 

Nú søkti eg um at sleppa sum messudrongur við "Oyrnafjalli", sum sigldi við farmi úti í heimi. Men eg gjørdist sjúkur og fór á Hospitalið at opererast fyri brokk. Ná, men tá ið eg var raskur aftur, fór eg til skips við "Fagranesi", sum Tummas í Ólastovu, f. 1914, førdi. Har mundi eg vera í eini tvey ár, men so slapp eg við einum norskum báti, sum royndi í Grønlandi og New Foundlandi, og har var eg í nøkur ár. Tá ið vit landaðu í Norra 1955, fór eg at vitja Jógvan, bróðir, ið arbeiddi á eini skipasmiðju har yviri. Eg spurdi hann, um tað mundi vera nakar møguleiki hjá mær at fáa arbeiði har. Jú, tað var bara at koma. Eg minnist, at eg fór frá Gjógv nýggjársdag 1957. Vegurin var ikki komin, so pápi kom at bera við mær av Skarðinum og yvir á Eiðisskarð. Til Norra slapp eg við einum norskum báti, sum var á veg heim og hevði sett menn av í Havn. Jógvan var ein av headmonnunum á Hatlø skipasmiðjuni. Allir sóu upp til hansara, tí hann dugdi alt. Eg var har yviri eitt ár og var við til at byggja línubátarnar "Beinir" og  "Brestir" - har dámdi mær væl. Vit komu heim til jólar 1957, og tað stóð í bløðunum, at nú kom Jógvan heim aftur við trimum børnum. Hann átti bara tvey børn tá - so eg man hava verið taldur uppí. Tá ið eg hevði verið heima við Gjógv eina tíð, fór eg við "Búgvanum", sum var spildurnýggjur.  Hans Edvard, f. 1929, og Pætur í Nýggjustovu, f. 1920,  vóru við. Har mundi eg vera eini tvey ár: Wolfang Andreasen, av Norðskála, var skipari, og vit fiskaðu m.a. kalva undir Íslandi. Eg hevði so góðan hug at sleppa at læra á Skipasmiðjuni í Havn, so eg søkti og slapp inn. Lærutíðin var fýra ár. Jógvan, bróðir, ið hevði verið nógv saman við pápa í smiðjuni, fekk trý ár góðskrivað fyri tað, so hann brúkti bara eitt ár til at fáa pappírini. So komi eg, og mær varð eisini bjóðað at góðskriva trý ár, men eg segði nei takk til tað, tí Jógvan var nógv dugnaligari enn eg. Eg fekk so tvey ár góðskrivað og fekk pappírini eftir tvey ár har. Ta fyrstu tíðina, tá ið eg var útlærdur, arbeiddi eg á Skipasmiðjuni . Meðan eg var har, giftist eg við einari gentu av Eiði, ið nevndist Borghild, men hetta parlagið kom ikki at rigga, so vit fóru sundur. Vit fingu tvær døtur saman: Elisabeth, f. 1963 og Poula, f. 1966. Tær búgva báðar í Danmark. Av Skipasmiðjuni fór eg at arbeiða sum bilmekanikari hjá Vilhelm Nielsen, men tað mesta, sum eg fekk at arbeiða uppá, vóru stórar diesel gravimaskinur. Tað riggaði væl til mín. So var tað tað, at Kristian í Gamla Pakkhúsi, f. 1940, var farin út at sigla, og einaferð, eg tosaði við hann, bað eg hann royna at skaffa mær ein kjans við onkrum skipi. Tað gingu ikki meir enn fjúrtan dagar, nú fái eg bræv við eini billett í, at eg skuldi koma til Keypmannahavnar. Eg so geri, og Kristian og Rita - kona hansara - tóku ímóti mær, bjóðaðu mær nátturða, og so koyrdi Kristian meg á eitt hotel, har eg slapp at búgva gratis, til eg skuldi víðari - reiðaríið betalti. Eg fór so út í heim at sigla við einum tangabáti, og har var eg so tilsamans í trý ár. So kom eg heim, og var heima einar tveir tríggjar mánaðir. Ein danskari, sum arbeiddi í Mjørkadali - vit vóru vinmenn - skuldi flyta aftur til Danmarkar, og hann bað meg koma at hjálpa sær at flyta. Eg helt, at eg bara skuldi hjálpa honum her, men hann vildi hava meg niður við sær eisini, og tað bleiv so. Soleiðis kom eg til Fanø, og har giftist eg uppaftur við einari, ið átti tvær fittar døtur, sum eg eisini hevði við mær til Føroyar at ferðast. Vit bæði hildu saman í tíggju ár, men so gekk tað heldur ikki meir. Eg arbeiddi fyrst sum vvs-maður ta tíðina, eg var á Fanø, men seinni gjørdist eg pedellur á einum pleyguheimi, og var har í ellivu ár. Í 1983 kom eg saman við teirri konuni, ið eg nú havi, so vit hava verið saman í 31 ár. Hon búði í Esbjerg, og eg arbeiddi á Fanø. Tað gjørdist ov strævið, so eg flutti til Esbjerg í 1988. Har søkti eg um at sleppa at vera vicevertur á einum íbúðarblokki og fekk starvið. Har var eg so í tíggju ár, til eg gavst at arbeiða í 1998. Eg var 61 ára gamal, men orkaði ikki meir. Síðani hava eg bara fingist við mangt og hvat, men ongantíð kett meg.

IMG 8741 Medium

Bjarni á familjuvitjan við Gjógv í august 2014. Frá vinstru: Esther, Jógvan, Sigrid og Bjarni

Nú eri eg aftur her við Gjógv - 77 ára gamal - men eg verði danskari og komi neyvan aftur til Føroyar at búgva, og ið hvussu er ikki til Gjáar. Eg skal siga tær hví. Eg havi verið niðri í yvir 40 ár. Hesa tíðina eru tey flestu av teimum, ið eg kendi, deyð, so eg hevði kent meg meira einsamallan í Føroyum enn í Esbjerg, har eg kenni væl av fólki. Eg havi sum nevnt tvær døtur í Danmark: Elisabeth, sum býr í Holsterbro, og Poula, sum býr í einari lítlari bygd á Fyn - millum Odense og Svendborg. Eg eigi átta abbabørn og fýra langabbabørn.

----

Stóra takk fyri prátið, Bjarni, og bestu framtíðarynskir.

 

Kategori: Frásagnir