SNV35863 Medium 

Gubbi og Marin Elisabeth (og Søk)

Gubbi - Gubbi í Horni - Gubbi við Gjógv. Soleiðis bleiv hann kallaður, men navn hansara var Hans Edvard Joensen. Gubbi var føddur í 1929 og doyði í 2012. Á eldri árum giftist hann við Marini Elisabeth Haraldsen, av Eiði, og tey høvdu góð ár saman. Gubbi var ein fryntligur, blíður, prátingarsamur og skemtingarsamur maður. Hann elskaði at práta við ferðafólk, og tað var næstan líka mikið, hvat tungumálið var. "Eg skal siga tær tað, at um tú bara bronglar okkurt og brúkar "gebærdir", so kemur gongd á," plagdi hann at siga. Serligan tokka hevði hann til ta farnu tíðina. "Kom heim í kvøld og práta og tak bandupptakaran við tær," segði hann ofta - og tíbetur tók eg hann upp á orðið. Tað er hugvekjandi at hoyra málið á honum aftur, og vónandi fái eg okkurt av tí á pappírið seinni.  Eina ferð bað hann meg rættlesa ein tekst og eina yrking, ið hann sendi bløðunum. Tað taka vit hesaferð:

Tað hevur allar tíðir verið tætt samband millum grannabygdirnar Funning og Gjógv. Bygdirnar vóru felags um Funnings kirkju, til kirkja kom við Gjógv í 1929. Kirkjugarðurin við Gjógv kom tó í 1919, so fyri ta tíð hava allar kirkjuligar handlingar verið í Funningi.
Tað gekk alt fyri seg í Funnings kirkju: barnadópur, konfirmatión, brúðarvígsla, jarðarferð, altargongd og vanlig kirkjugongd.
Henda kirkjuliga støða hevði m.a. tað við sær, at hvørt hús við Gjógv hevði eitt fast tilhaldshús í Funningi. Har skuldi skiftast á nýføðinginum og klæðast til dópshandlingina – har skuldi brúðarparið klæðast til vígsluna – har skuldi skiftast til gongutúrin bygdanna millum, tí ikki bleiv gingið í altarsklæðum í vánaligum líkindum.


Hjá okkum Heimi í Horni var tilhaldshúsið hjá Óla hjá Sissali og Lenu í Hoygarðinum. Viðmerkjast má eisini, at tilhaldshúsini eisini vórðu dúgliga vitjað, eftir at kirkja kom til Gjáar, so vit Heimi í Horni – líkasum øll onnur gjáarfólk – trúliga hildu henda góða og gamla kennskapin við líka. Blíðskapur og trúfesti myndaðu framvegis hvørja einastu vitjan.
Men so kom vegasambandið bygdanna millum fyrst í sekstiárunum – alt gott um tað – men við vegasambandinum gjørdist tíverri munandi longri millum vitjanirnar, og nú situr tú nærmast bara eftir við teimum góðu minnunum.
Tað vóru sjálvsagt ikki øll, ið av elli og øðrum veikleikum settu seg føran fyri at fara tann langa vegin til Funnings í kirkju. Kortini royndu tey at ragga sær heim undir Kirkjustein á Hóvabrekku – haðani Funnings kirkja sæst – soleiðis at hvør í sínum lagi fekk eina stilla stund undir steininum, lítandi at kirkjuni.

IMG 2221 Medium

Jákup Matras við Kirkjustein 2012


Pyntisteinur við Gjáarportrið (á bygdargarðinum í Funningi) má eisini fáa nøkur fá orð, tí við henda steinin skiftu summi skógvar og hampaðu seg, áðrenn tey settu beina kós í kirkjuna. Funningsmenn kalla steinin Hóristein, og sigst navnið koma av tí, at her liggur ein av monnunum grivin, sum bjargaði sær í land av skipinum, ið strandaði í Taravíkini. Vit hava eisini ein Hóristein í Dalinum, so tað hava nokk verið tveir av manningini, ið hava itið Hóri.

Kirkjugangsstólar o.a.
Í Funnings kirkju er stólur í forkirkjuni, sum var ætlaður kirkjugangskonunum. Hevði kona føtt barn, setti hon seg í henda stólin, og har sat hon, til alt kirkjufólkið var sessast í kirkjuni. Síðani kom prestur út eftir henni og leiddi hana inn í sín fasta stól. Í Gjáar kirkju er eingin kirkjugangsstólur, men Jóhanna í Geil (Jóhanna Debes, f. 1896), segði mær, at mamma (Anna Sofía Joensen, f. 1893) hevur verið einasta kirkjugangskona í Gjáar kirkju, og var hetta í sambandi við, at eg var føddur 20. februar 1929. Í hesum sambandi má eg eisini nevna, at eg eri tað fyrsta barnið, ið er doypt í Gjáar kirkju.
Sum dømi um hvussu skjótt tey gomlu vildu hava barnið doypt, kann eg nevna, at Poul Jóhannes, elsti bróðir mín, ið var føddur 20. august í 1920, longu fór til dópin í Funnings kirkju 27. august – eina viku gamal – so tað kom ikki so sjáldan fyri, at dópsbarn frá Gjógv fekk mjólk frá funningskonu, ið sjálv hevði barn á brósti.

Gomul minnir úr Funningi

Tað nyttar ei longur at banka uppá,
tað svarar tær eingin har innanífrá.
Tað nyttar ei heldur, um dunk gerast stinn,
tú fært ikki svarið: “Vælsignað, kom inn!”

Tá Lena bleiv eldri, hon fór heimanífrá
- yvir til Elly  - og vit aftaná.
Tað var eingin broyting, har heimhiti var.
Ja, minnini dvølja við báðar tvær.

Tá tær vóru farnar, vit fóru um veg,
inni hjá Fridu, tú væl kennir teg,
hon prátar og stákast, til vatn kókað er,
og kaffi og kakur á borðið ber.

Nú hvíla tær allar í moldum í frið –
og Óli og Jákup og Viljormur við.
Gud gevi os at samlast í Guds himlasal,
og hoyra Gud siga: “Vit kennast jú væl!”

Heimi í Horni um grækarismessuleitið 2006.
Hans Edvard Joensen.

Kategori: Frásagnir