IMG 9946 Medium 

Sólarmyrkingin sæst yvir toppinum á Tyrli (upplivingin nógv klárari enn myndin vísir)

Nakrar hendingar í lívinum seta seg so mikið fastar í sinni, at tær verða sitandi. Tær sita so fastar, at tú minnist júst, hvar tú vart staddur, tá ið hendingarnar fóru fram. Úr heimshøpi kann eg frá mær sjálvum nevna: 1) Tá ið Kennedy forseti bleiv skotin - 22.11.63 - tá var eg í Tvørgøtu nr. 5 í Havn og vitjaði ein vinmann, 2) Tá ið Neil Armstrong steig á mánan - 21.07.69 - sat eg heima í stovu okkara við Gjógv og lurtaði eftir útvarpinum  og 3) Tá ið World Trade Center varð álopið - 11.09.01 - var eg staddur í garasjuni í Runavík, tá ið dóttir mín ringdi úr DK at boða frá ræðuleikunum. Í heimligum høpi eru tríggjar innan fyri eitt gott ár: 1) Tá ið omanlopið var á Kalsoynni - 19.06.53 - var eg uppi á Gjógv saman við øðrum dreingjum. Minnist serliga væl, at Helgi á Grótheyggi og eg fingust við eitt sílagarn, 2) Tá ið Georg í Sámalsstovu doyði av skoti í Gjónni - 21.04.54 - var eg staddur undir Niðaru Brúgv saman við Steinfinni hjá Mariu og 3) Tá ið sólarmyrkingin var - 30.06.54 - var eg saman við einari rúgvu av fólki uppi á Gjónni. 

Sólarmyrkingin á Gjónni 20.03.15 frá kl. 09:40:12 til kl. 09:42:36

Tað stóðu 5 mans á Gjónni hendan fríggjamorgunin frá klokkan 09.15 til kl. 10.07: Erling Joensen, Kornelius Johannesen, Óli Debes, Sofus D. Johannesen og eg - Ásfinn Sigvardsen. Ættin var millum vestan og útnyrðing, og fyrr á morgni vóru ælingar, men hesa løtuna var turt. Tað vóru ongar vónir um at síggja nakað til sólina, nú sólarmyrkingin var á gáttini. Eyguni vóru fest móti Tyrli og Middagsfjalli, og Neli visti at siga frá, at sóu vit sólina, so stóð hon beint yvir Tyrli. Tá ið klokkan nærkaðist 9.30 sást knappliga bláur himmal - eitt lítið hol - millum Tyril og Middagsfjall. Verndarbrillurnar fram. Hesin blái himmalin førkaði seg spakuliga ímóti Tyrli, og júst ta løtuna, frá tí at myrkingin næstan var full - og til hon var full - sóu vit sólina. Átøkt eini heilsan frá hægri maktum. Hetta var sera sjáldsamt, tí hetta var einastu ferð á degnum, at sólin kom fram. Ein løgin kensla. Tað hoyrdust fagnarróp frá útlendingum av Ovara Nasa. Tað legðist eitt myrkur yvir bygdina, men ikki varð tað kølmyrkt. Óli hevði gloymt at sløkt sær ljósið í køkinum, áðrenn hann kom á Gjónna, og tað setti ein eyka dám á myrkrið. Løtan var gevandi - nátúran veldug - og menniskjan veik. Nógv fuglaljóð hoyrdust í myrkrinum, og vit hómaðu starar og aðrar smáfuglar fara vit fullari ferð út í gjøgnum Gjónna, allarhelst leitandi eftir sessinum til náttarhvíldina onkustaðni har vesturi í bjørgunum. Teir høvdu ikki meir enn vunnið upp "hús", tá tað lýsti aftur. 

 Av okkum 5 á Gjónni vóru tað bara Óli, javnaldurin, og eg, ið eisini sóu sólarmyrkingina 1954 av Gjónni. Erling var undir Íslandi við "Gudrun Zõegu", og Neli var somuleiðis undir Íslandi. Hann var við "Skortabergi", og Meinhard á Skipinum var skipari, og Sofus var ikki føddur. Undir Íslandi sást lítið og einki til nakra sólarmyrking í 1954. Kanska var tað dimmari eina løtu, hildu Erling og Neli. Nátúrliga fall okkara tos eisini á sólarmyrkingina 1954. Tá var ein rúgva av fólki á Gjónni. Úr allari tí rúgvuni vóru nú bert vit báðir Óli aftur á Gjónni og sóu myrkingina fyri aðru ferð. Sum tað er ringt at meta um framtíðina. Um 230 ár - 2245 - verður aftur full sólarmyrking. Hvussu verður tá á Gjónni? Tað stendur í Harrans hondum. Seinni tosaði eg við fleiri av teimum, ið sóu myrkingina 1954, og tey hildu tað vera myrkari ta ferðina enn í ár -- ilt at meta um.

Sólarmyrkingin á Gjónni 30.06.1954 frá kl. 12:17:18 til kl. 12:20:03

Tá ið sólarmyrkingin var - 30. juni í 1954 - manglaði mær bara nakrar fáar dagar í at verða 10 ár,  so eg minninst handan dagin heilt væl. Vit vistu um sólarmyrkingina, og at tað fór at verða kølmyrkt. Haraftrat høvdu vit eisini fingið at vita, at vit máttu ikki hyggja upp á sólina við berum eygum, tí so kundu vit gerast blind. Ráðini vóru at tryggja eyguni við filmnegativi, men tað fanst ikki í okkara heimi, so tað var bara eitt at gera - ikki at hyggja upp á sólina. Ikki minnist eg nakað serligt annað tos upp undir sjálva myrkingina, og 30. juni byrjaði sum aðrir vanligir gerandisdagar. Neytini fóru í hagan - og tað var mikudagur - "Smirladagur". "Smiril" sigldi úr Havn til Gjáar mikudagar, og "Britons Pride" úr Klaksvík til Gjáar týsdagar. Á Google havi eg sæð, at sólarmyrkingin var full kl. 12:17. Beint fyri kl. 12 kom "Smiril" inn á Bugin, og hendan dagin - eins og aðrar "Smirladagar" - kom heilt nógv fólk á Gjónna at forvitnast - fyri tað mesta mannfólk og børn. Hvør mundi koma úr Havn, og hvør mundi fara til Havnar - og hvussu var við varu? Hesi forvitnu fólkini róptu vit "tollarar". Eg var millum tey børnini, ið vóru á Gjónni hendan dagin, og eg minnist væl, at tað myrknaði so líðandi og gjørdist heilt myrkt. Í dag fortelja tey, at tað var bara myrkt í einar 2 - 3 minuttir, so lýsnaði aftur, men úr mínari barnaverð havi eg hildið, at tað var myrkt longri enn so. Havi óivað roknað "skýmingina" og "lýsingina" uppí. "Smiril" lá - sum nevnt - á Buginum, og lossibáturin lá við borðið, og har gekk "lívið" (mestsum) sína vanligu gongd - ferðafólk og vara skuldi flytast í land.  Hendan dagin kom Maria í Fornanum úr Havn við studentarhúgvu á høvdinum, og Drea (mamma hennara) og Páll (beiggi hennara) komu somuleiðis við "Smirli". Tey bæði høvdu verið í Havn í sambandi við tað, at Maria var vorðin studentur. Eg havi spurt Páll, javnaldurin, hvussu hann upplivdi sólarmyrkingina á Buginum, og til tað sigur hann, at hann minnist einki serligt uttan tað, at tað gjørdist myrkt, og at tey bara fóru í lossibátin. Nakað tað sama kann eg siga um støðuna á Gjónni, men kortini var tað eitt, ið hevur fest seg í minni: Dia í Jákupsstovu gekk við gassmasku. Hetta hildu vit vera so stuttligt at síggja, men hví brúkti hann gassmasku? Jú, hann átti ongan film at verja eyguni við, og tí brúkti hann glasið í gassmaskuni sum eygnaverju. Kanska hevði Dia ímað gløsini. Seinni hava vit fingið at vita, at hvørki filmur ella gassmaskuglas vardu eyguni, men ikki havi eg hoyrt um nakran, ið fekk eygnaskaða hendan dagin. Tá ið sólarmyrkingin í 1954 hevur verið umrødd, so hevur hesin setningurin altíð verið á lofti: "Minnist tú, at Dia gekk við gassmasku?"

solge4 096 MediumIMG 9936 Medium

Dia í Jákupsstovu var ein merkismaður                                         Sofus spældi Dia í 1954

Neytini vóru - sum nevnt - farin í hagan um morgunin og vóru komin niðan undir Barmsbrekku, tá ið sólarmyrkingin var, men tey tóku halan millum beinini oman aftur í liðið, tá ið dagslýsið hvarv, og hønurnar valdu sær vaglið til náttarhvílu, men hvíldin var stokkut, tí brátt fóru hanarnir aftur at gala fyri "nýggjum" degi. Ikki dámdi øllum sólarmyrkingina. Ein maður - sum tá var barn - fortaldi mærnú ein dagin, at hjá teimum slapp eingin út, meðan sólarmyrkingin var. "Gardinurnar vórðu fyridrignar, men eg lúrdi út," helt maðurin fyri. "Tað sama var eisini í einum øðrum húsum - tað minnist eg", legði maðurin aftrat.

Eg havi bara soleiðis hissini fest hesi orð á blað úr huga mínum, og haraftrat fór eg mær ein túr í gjøgnum bygdina "myrkingaraftan" um níggjutíðina á kvøldi við fototólinum. Gøtuljósini vóru sløkt, so tað var snøgt sagt bølaniða, men kortini kendist tað heimligt. Eg setti mær fyri, at taka mynd av teimum húsum, har ljós var, so hetta kann knýtast at søguni um sólarmyrkingina 2015. Viðmerkjast má, at nøkur av hesum húsum vóru leigað út í sambandi við myrkingina, og tey vóru: Hoygarðurin, á Klá, í Stólpa og á Gamla Fløtti. Eisini má tað viðmerkjast, at myndirnar av sólarmyrkingini tíverri ikki vísa, hvussu væl vit í veruleikanum sóu myrkingina.

 trýst her fyri at síggja myndirnar

Kategori: Søguligt