h Medium

Hesaferð byrja vit við endanum. Tað er leygarkvøld - 15.08.15 - klokkan er 23.00 - og nógv fólk er á Gjónni. Í hesari løtu vórðu tey nýggju ljósini í Gjónni roynd. Tað var ein ávísur spenningur í luftini, tí hesi ljósini kunnu meira enn tey, ið hanga á teim ymisku steyrunum í bygdini. Umframt at veita "vanligt" ljós kunnu hesi eisini skifta yvir í eitt ljósspæl við øllum ælabogalitum. Tað var nevnliga ljósspælið, ið fjøldin á Gjónni vildi síggja, og ikki blivu tey svikin. Ljósspælið var sera vakurt, men tøkniligir smátrupulleikar - smærri stillingar og annað putl - tóku eitt sindur av broddinum. Tó vísti tann fyrsta royndin, at hetta fer at verða eitt spennandi ljósspæl. Fólk vóru væl nøgd, og onkur hevði á orði, at nakað vakurt verður hetta, tá ið landnyrðingur vísir seg frá síni ringastu síðu. Ljósspælið manaði onkra spennandi mynd fram úr sortanum. Jona á Klá peikaði mær á ein sjáldsaman - trølsligan - skort, ið hon sá í berginum undir Lítlutorvu. Ikki sá eg nakran skort, men tá ið ein løta var farin, so stóð hann har - púra klárur - á nethinnuni. Ófatiliga góð mynd. Onkur sá eina umleið 30 metra høga kvinnumynd í berginum Har Úti á Helluni - við tað Ovara Landið - yvir Blámunum. Og fórt tú so oman í Gjónna, so sóu summi bæði børn og trøll.

IMG 1562 Medium

Erling í Nýggjustovu, Hilmar á Teigunum, Neli í Gortru, Símun hjá Sigurdi, Jóhan Hendrik á Skipinum og Sofus Nielsen.

Nú fara vit aftur til byrjanina: Gjómaður hevði stevnt limum og alskyns áhugaðum til arbeiðis henda sjáldsama vakra leygarmorgunin. Uppgávurnar vóru tvær: at fáa ljósini at lýsa í Gjónni og at fáa laðað opnahjallarnar Niðri í Geil uppaftur. Manningin var góð og stór - eini 30/40 fólk, tá avtornaði - frá unglingaárum til ellisár. Jú, 80 ára gamli Erling í Nýggjustovu var  nokk "ellisforseti", men tað sást ikki á honum. Sjálvur hoyrdi eg til ljósbólkin, men satt at siga var eg mest eymur í fremstafingri eftir lokið verk, tí hann (fremstifingur) er virknasti likamslutur, tá um myndatøku ræður. Hjá "ljósbólkinum" ráddi um at fáa teir seinastu kaðlarnar drignar í gjøgnum rørini og fáa tyrvt alt væl og virðiliga. Dentur varð lagdur á at ganga væl frá tí heila, og í tí sambandi kann nevnast, at stórur ómakur er gjørdur við at seta sjálv ljósini so óásýnlig pláss sum møguligt. Teir kønu - elmenn og teldumenn - bundu træðrirnar saman. Har vóru eisini umboð fyri Toymismenning, og ein klintrari frá Nax (Hans Mikkelsen eitur hann) hekk í berginum, har ringast var at koma framat, so tað heila var í góðum hondum. Kaffi og kakur stóðu á Jolluni og Niðri í Geil, so har var felags drekkamuður, og fleiri gjørdu sær eisini avstingara til kaffikannurnar, sum tað leið út á dagin. Um trý/fýra tíðina var alt tað "grova" arbeiðið á Gjónni liðugt, men teir kønu blivu sitandi við høvdinum inni í tí gráa kassanum - tí tøkniliga heilanum - úti á Úttru. Putlið - tað at fáa alt at rigga - hevur samanlagt tikið sera nógva tíð. Hans á Skipinum, formaður í Gjómanni, hevur - saman við hjálparfólki - hesar seinastu vikurnar miðvíst arbeitt fram ímóti, at alt kundi gerast liðugt nú leygardagin, og tað eydnaðist so sera væl. Tað eru næmingar og lærarar á Tórshavnar Tekniska Skúla, ið hava gjørt tað tøkniliga arbeiðið, og í tí sambandi hava teir havt sínar ráðgevarar, m.a. okkara kenda listarmann Trónd Patursson, úr Kirkjubø.

IMG 1662 Medium

Óli Andrias á Rætt, Sofus hjá Oddvør, Símun hjá Sigurdi, Pætur í Ólastovu, Erling í Nýggjustovu og Heri Niðri í Geil.

So var tað opnahjallarnir. Her var ein rúgva av fólki - blandað saman við góðum laðarum. Tey, ið ikki laðaðu hjallar, samlaðu grót, ruddaðu og laðaðu ein fittan vegg út ímóti Ánni. Dagsins setningur var at fáa grótarbeiðið liðugt, og tað eydnaðist til fulnar, so nú standa teir tríggir opnahjallarnir so fittir og bíða eftir yvirtromum. Tilfarið er tókt, men hetta krevur handverkarar og nakrar hondlangarar at halda í. Kaffi og køkur stóðu allan dagin undir Geilarskjøldrinum, so har var lag á manni at hoykja seg niðurat við einum uggara. Tann niðasta hjallin átti Hoygarðurin - tann mittasta Jógvansstova - og tann heimasta átti Nýggjustova. Slíkir dagar plaga at enda við grilling, og soleiðis var eisini hesaferð. Um sekstíðina var klárt at borda Niðri í Geil, og var hetta ein hugnalig løta, tí tað var so gott veður - nógv fólk - eisini fremmand - so fleiri sótu bara har fyri kvøldið í góðveðrinum og nutu fjallaroðan á Tyrli.

Eftir hesar fáu reglur eru vit so aftur við byrjanina: leygarkvøldið 15.08.15. Ljósspælið í Gjónni er roynt og fekk gott ummæli frá fólki, hóast byrjanartrupulleikar argaðu eitt sindur. Gjómaður segði frá, at 18.09.15 - í sambandi við ta árligu mentanarvikuna - verða ljósini alment tikin í nýtslu, og til ta tíð verða tey tøkniligu brekini rættað. Gjómaður bað meg takka fyri dyggan stuðul, og tann tøkkin sæst her.

Kategori: Tíðindi