h3 Medium 

Fríggjakvøldið 18.09.15. var stúgvandi fult av fólki við Gjógv. Hvussu mong tey vóru, er ilt at meta um, tí gitingarnar eru so ymiskar, men rokna vit út frá einum varligum fakta, so sær úrslitið soleiðis út: Í sjálvum trappunum í Gjónni taldi onkur umleið 300 fólk og metti tað at vera ein triðing av øllum. Siga vit so, at talið var nærri 1000 enn 500, so hava vit ikki vaðsað út í vitleysar gitingar. Øll henda stóra fólkamongdin var komin til bíggjar, nú tey nýggju og serligu ljósini í Gjónni skuldu alment setast til. Tiltakið eydnaðist væl, men veðrið var ikki nummar eitt. Kvøldið fyri - og kvøldið eftir - var fínasta veður, men tað gjørdist nóg so vátt, tá ið tiltakið var byrjað. Hans á Skipinum, formaður í Gjómanni, beyð vælkomin og segði nøkur góð orð og handaði Sunda kommunu, við Heðini Zachariasen, borgarstjóra, tey nýggju ljósini frá Gjómanni. Borgarstjórin hevði eisini valt sær nøkur góð orð og takkaði Gjómanni og bygdarfólkinum annars fyri sera gott samstarv - og so tendraði hann ljósini. Teir fyrstu fimm minuttirnar lýsti tað "vanliga" ljósið, og so skifti tað yvir í tað vakra ljósspælið - og hugnin fylti Gjónna. Jónsvein í Lon hevði yrkt ein vakran sang um Gjónna - og hann fingu vit sjálvsagt at hoyra. Eisini sang Jónsvein onkran annan sang saman við Jógvani Magnussen, Eggaba, úr Rituvík.  Døgg Nónsgjógv - saman við tónleikara - sang eisini nakrar sangir, og tann eini var minnissangur um pápa sín - Birgir á Fløtti. Tann kendi tónleikarin Kristian Blak sat og spældi klaver á Rugkleivini (staðarnavn í Gjónni). Kingobólkurin úr Tjørnuvík var eisini í Gjónni. Teirra sangir - m.a. "Nu flyer jeg til din Naade" - hóskaðu sera væl til høvið, tí teir ljómaðu í Gjónni, tá ið forfedrar okkara fóru til útróðrar, og tá teir kom aftur. Fýramannafarið "Búgvin", ið Dánjal Rasmus í Horni, átti, stóð við fullum segli á Helluni - niðan av Seiðabergssteini. Tað riggaði sera væl.  Sum øll vita, hava ljóðviðurskifti alstóran týdning, tá ið slík tiltøk eru, og her vóru tey framúr góð. Stórir hátalarar vóru á vogninum koyrdir oman í Gjónna og settir upp ymsastaðni, og teir vóru stýrdir av kønum hondum. Serstakliga komu teir til sín fulla rætt, tá ið skráin var at enda komin, tí tá rungaðu nakrar kendar bandupptøkur úr teimum: Tórshavnar manskór (Eg elski teg land), og Pavarotti (O SOLE MIO). Ikki tykkum at siga - hesar røddir FYLTU Gjónna (í orðsins rætta týdningi. Bygdarhúsið stóð opið undir øllum tiltakinum og eisini aftaná. Har vóru kaffi og kakur at fáa ókeypis, og tað gekk merkiliga væl, tá ið hugsað verður um hesa stóru fólkamongdina - men einari ávísari bíðitíð mátti tú kortini taka tær til takkar við. Út frá teimum afturmeldingum, ið komnar eru frá teimum, ið vóru í Gjónni hetta kvøldið, so fekk ljósspælið mong rósandi orð. Tað var áhugavert at standa á Gjónni og hoyra fólk tosa um, hvat tey sóu í tí ovara berginum: trølsligar skortar, yvirvaksið konufólk frá sjóvarmála og upp á eggina, lítlar menn, dýr o.m.a.  ----  Arbeiðsljós eru aftur í Gjónni - og prýðiligt ljósspæl er nú eisini í Gjónni. Tað fegnast vit sjálvsagt um og vóna og vænta, at mong fáa gleði av hesum.

Kategori: Gjáartíðindi

Nýggjastu myndirnar

Leita á síðuni