13199509 10209185305971669 990070879 o

Tað er leygardagur 7. mai. Gjómaður hevur boðsent fólki at endurreisa teir tríggjar opnahjallarnar Niðri í Geil. Tann heimasta átti Nýggjustova, miðhjallin átti Jógvansstova, og tann niðasta átti Hoygarðurin. Opnahjallarnir høvdu - sum aðrir opnahjallar - grótlaðaðar endar  (galvar) og vóru opnir á síðunum. Upprunaliga vórðu teir brúktir til at heingja fisk í, men seinni vórðu síðurnar rimaðar, og tá vórðu teir bara brúktir sum aðrir hjallar. Viðhvørt kundi mann hoyra onkran brúka orðið varðahjall í staðin fyri orðið opnahjall, og hyggur tú í Móðurmálsorðabókina, so er ilt at síggja mun á opnahjalli og varðahjalli, tí báðir hava opnar síður við grótlaðaðum galvum. Kann orðið varðahjallur koma av tí, at sært tú beint í galvin (endan), so minnir hann eitt sindur um ein varða? Hesir tríggir opnahjallarinir eru avdankaðir einaferð í 1960unum. Hoygarðshjallurin endað sínar dagar sum hoyggjhús.

- Lat okkum nú koma aftur til 7. mai. Heilt fitt av fólki - av báðum kynum -  møtti upp (tað sæst í myndabólkinum), og veðrið var av tí allar besta, so vánirnar fyri einum góðum degi vóru í toppi. Tú legði til merkis - og tað kom eisini sjón fyri søgn - at her var ein rúgva av góðum handverkarum av øllum handans slagi. Tað var ein stuttleiki at ganga og mala uppií við myndatólinum og fylgja við gongdini. Fólkini arbeiddu og arbeiddu - vistu, hvat tey gjørdu - eingi ivamál - og væl leið eftir. Grótlaðing, syllar, boring, festing, sperrur, skálkar, rimar, hurðar, tróður - jú, alt hetta var í gongd í senn saman við ymiskum øðrum, ið eg helst havi gloymt. Mangan varð havt á lofti: "Hvat mundu teir gomlu sagt?" Tað lata vit bara liggja, tí hetta verður m.a. gjørt fyri at uppfríska minnir frá teirra tíð, so minnini kunnu flytast "longri fram á vegin", sum Heðin Brú so meistarliga tekur til. Líkamikið - hjallarnir fara at rigga sera væl. At so nógv sæst eftir - eftir einum leygardegi - mundi fáur vænta, men tá ið tey røttu fólkini eru á røttum staði, ber tað mesta til. Sjón fyri søgn. Nei, eg havi ikki gloymt matin: smurt breyð, egg, rullupylsa, kjøtpylsa, bollar -- og so kakurnar. Alt hetta fekst í tjaldinum niðan vegg Niðri í Geil dagin á tamb. Kannurnar stóðu á tremur, so tú kundi altíð ganga á tær og fáa tær ein uggara. Kvinnurnar høvdu (sum so mangan) tikið sær sera væl av hesum partinum - ið kann tykjast eitt sindur óásýniligur og ov sjáldan fær umtalu, og sum tó ger allan munin, tá ið tøk skulu takast. Riggar hesin matligi, sosiali parturin ikki, so riggar einki. Nú skal hetta ikki lesast soleiðis, at tann kvinnuligi leikluturin var "við grýturnar", nei, tær hildu seg heldur ikki aftur, tá grót skuldi dragsast úr fjøruni, ella tá ið hjallarnir skuldu rimast. - Tímar komu, og tímar fóru, og um nátturðatíð bleiktraði Merkið á opnahjøllunum eftir ein megnar dag. Grillin varð drigin út úr kjallaranum Niðri í Geil, og aftan fyri allan grillroykin, ið lá yvir Høvdafossin, sat ein væl nøgd manning og hugleiddi um dagsins verk. Tøkk eigi Gjómaður fyri sín lut bygdini at frama.

Kategori: Gjómaður

Nýggjastu myndirnar

Leita á síðuni