Hóast Eysturoyggin er bæði stór og høg, so eru Funningsbjørgini og Búgvin tey einastu fuglabjørgini á oynni.

Sum nevnt aðrastaðni, lógu Gjógv og Funningur saman í einum og øllum til umleið 1826. Tá fekk Gjógv frábýtt markatal, 15 merkur, sum er helvtin av jørðini í báðum bygdunum. Eisini vórðu bjørgini býtt tá. Funningsmenn býttu, og gjáarmenn tóku. Býtt var soleiðis, at øll bjørgini fram við landi - av Múlanum og vestur til Stein - vóru býtt javnt móti Búgvanum og Torvu. Gjáarmenn tóku Búgvan og Torvu, og hetta býtið av bjørgunum er galdandi dagin í dag.
 

Manna millum hevur hetta býtið mangan verið á munni. Eyðvitað hava gjáarmenn hildið Búgvan og Torvu verið tann betra partin, tí annars høvdu teir tikið fastlandið.
Einaferð varð ein gjáarmaður spurdur, hví teir ikki tóku fastlandið heldur enn Búgvan og Torvu. Hann svaraði: "Tað er óneyðugt at taka fastlandið, tí skeiðin liggur hjá". Hetta skuldi óivað skiljast soleiðis, at bjørgini vóru so høglig, at har kundi tú altíð "sníkja" teg við stongini.
Funningsmenn munnu eisini hava verið væl nøgdir við sín part, tí bjargamaðurin Pól Jóhannes í Lon, úr Funningi, nevndi m.a. í eini útvarpssamrøðu, at hann helt, at bjørgini høvdu líka nógvan fugl sum Búgvin. 
Hóast bjørgini eru býtt, so hava funnings- og gjáarmenn í góðum felagsskapi røkt tey. Gjáarmenn hava verið nógv í Funningsbjørgunum saman við funningsmonnum, meðan funningsmenn harafturímóti lítið hava verið í Búgvanum við gjáarmonnum - hvør orsøkin til tess man vera.
Kategori: Bjørgini

Nýggjastu myndirnar

Leita á síðuni