Í seinastu viku skipaði felagið Gjómaður aftur fyri einum góðum tiltaki. Higartil hevði felagið endurreist tvær kráir og tvey gróthús.

grothus

Leygarmorgunin  24.07.10 átti Djónasa Gróthús tørn, og so væl gekst í hond, at um 5-tíðina stóð verkið lokið. Tað var minni at gera við hetta gróthúsið enn við tey bæði fyrru, tí veggirnir stóðu bara væl  uppi, meðan yvirtromin mátti øll skiftast, og eisini  var neyðugt at grava oman av "gólvinum".  Við teirri dyggu undirtøkuni (30-40 fólk) - og alskyns drivnum handverkarum - var tað lagamanni at fáa arbeiðið frá hondini, og drekkamunnarnir - við kakum av ymsum sløgum - vóru bæði títtir og drúgvir.
Eitt sindur um Djónasa Gróthús: Tað var Djóni (Djone Debes, f. 1869), ið laðaði hetta gróthúsið. Djóni var lítil til manna, og vanliga var hann nevndur Lítli-Djóni. Grundin til hetta heitið kann sjálvsagt vera vøksturin, men navnin (Djóni á Jolluni)  var 2 ár eldri, og tí kunnu heitini Djóni og Lítli-Djóni nátúrliga eisini stava frá hesum. Djóni var bara 1 ára gamal, tá ið hann misti pápa sín (Petur Christian Sivertsen) við "Fríðriksbáti" (8-mannafar) Tann Stóra Skaðadagin 30.apríl 1870, tá ið 8-mannaførini "Fríðriksbátur" og "Rættarbáturin" gingu burtur á útróðri. - Sagt verður um Lítla-Djóna, at hann var fittur í hondunum og dugdi eisini sera væl at taka til. Eitt hugvekjandi dømi um orðafelli hansara taka vit her: "Um tú noktar 99 ferðir og játtar ta 100. ferðina, ert tú betur fyri enn hin, ið játtar 99 ferðir og noktar ta 100. ferðina".  Djónasa Gróthús hevur, eins og onnur, verið brúkt til torv, og eftir tað at Benadikt fekk 1½ tons lastbilin í 1950, kom torvið undan Sondunum higar við bili, til torvtíðin so líðandi gav upp andan . Men tó so - eftir at torvið fór í søguna, hevur gróthúsið stundum verið brúkt til hoyggj. Gróthúsið er mestsum granni við Funningsdjúpdina  - tann deiliga hylin, ið mangan varð svomið í, og tá varð gróthúsið eisini brúkt sum umklæðingarrúm, so gróthúsið hevur "upplivað" hvørt av sínum, nú tað hevði eina stíva øld á baki. Funningsdjúpdin - við sandstrond á norðara bakka og mold á syðra - eitt sjáldsamt navn, ið eingin higartil hevur verið førur fyri at greina, men hvør veit,  kanska onkur lesari situr við  loysnini. Skuldi so verið, so lat okkum hoyra!!

sdc10519 copy

Gott veður - góður hýrur - gott avrik


-- Tað hevur verið nevnt fyrr, tá ið slík tiltøk hava verið, at tann sosiali paturin undir ongum umstøðum má undirmetast. Tað er av avgerandi týdningi, at teir træðrirnir, ið hava spjatt seg úr bygdini - í allar ættir - bæði innanlands og uttanlands - vera samansjóðaðir, tí ongatíð í søguni hevur fólkatalið verið so ræðandi lágt. -- Tøkk eigi Gjómaður fyri tað, ið higartil er avrikað, og henda "gróthúsdagin" vóru tungur frammi, ið spældu sær við tankanum um, at Gjómaður kanska kundi skipa fyri onkrum mentanarligum/søguligum tiltaki í vetrarmyrkrinum.  -- Hervið er tankin farin víðari!!!  

Fleiri myndir: myndasavn -  2010 - Gjómaður endurreisir Djónasa Gróthús.

Nýggjastu myndirnar

Leita á síðuni