Leygardagin 09.07.11 gjørdi felagið Gjómaður aftur ein vørr. Henda dag hevði felagið á øðrum sinni sett limum og áhugaðum stevnu á Skarðinum við tí í hyggju at laða gamlar kráir uppaftur.

482

við Tassistein

Fyrrapartin var mjørki og surk á Skarðinum - lítið fólk og ikki nakað serliga hugaligt, men so við og við sannaðist tað gamla orðatakið, ið sigur: "Tað blíðkar fyri hugaðum fólki"! So við og við lætti tokan, og tað fjølgaðist við fólki. Avgjørt var at fara at laða krónna hjá Sørini (Sørin Joensen, f. 1878) við Tassistein.

Tað størsta arbeiðið hevur altíð verið at fylt kráirnar við gróti, tí tær taka nógv meira, enn tú heldur. Hesaferð hevði felagið fingið ein lastbil at lagt nøkur tons av nevagróti við vegin, so nú var bara at fylla upp í ein vogn, og so dró fýrahjólari grótvognin niðan til krónna. Síðani gekk alt hond í hond: nøkur koyrdu grót og fyltu í krónna, nøkur laðaðu, og Erling í Nýggjustovu hevur altíð verið fastur flagskerari, tá ið kráirnar skulu tyrvast.

 sdc13460 copy

Hugleiðingar uppi yvir eini hálvari ærull - Theodor, Jógvan Sørin, Pætur og Erling

Kaffi og te og góðar formakakur stóðu undir Tassisteini, og hóast fleiri felags kaffisteðgir vóru, so vóru einstaklingar javnan at síggja undir steininum, sum dagurin leið. Tíðliga seinnapartin stóð krógvin hjá Sørini uppi, og nú varð avgjørt at klára eina krógv aftrat, áðrenn farið varð at húsum. Krógvin hjá Kristiani á Fløtti (Christian Sivertsen, f. 1892) stendur so sera sjónlig beint norðan fyri vegin, so sjálvsagt fall valið á hana. Mannagongdin var tann sama, men tað staðfestist, at øll byrjan er tunglig, tí tað gekk munandi skjótari við hesi krónni, hóast hon er fitt longri enn tann hjá Sørini.

sdc13475 copy 

Pylsupausa undir Tassisteini

Um 5-tíðina stóð krógvin hjá Kristiani á Fløtti uppi, og so endaði dagurin við tí fasta táttinum: at grilla pylsur. Og nú eru so fýra kráir endurreistar á Skarðinum. Eg haldi, at øll vóru samd í tí, at hetta hevði verið ein góður og hugnaligur dagur . Tú ert ein partur av felagsskapinum, har hvør kemur øðrum við - og tað fløvar. Tosið fellur - sum vera man - á gamlar dagar, og mangt áhugavert verður havt á orði - gevandi.

487

Hans á Skipinum - tann væl nøgdi formaðurin í Gjómanni

--- Gjómaður er eitt felag, ið roynir at varðveita sambandið við farna tíð - og samstundis at fríðka um í bygdini og í nærumhvøvinum. Endamálið er framúr gott, og hóast nútíðar menniskjur eru so nógv upptikin av øllum handans slagi, so hevði tað verið ynskiligt, um fleiri høvdu kunnað sett sær EIN dag av um árið til líknandi tiltøk bygdini at frama.  Gjómaður hevur nógv góð hugskot á skránni, og í felagsskapi ber til at gera "hug til verk", sum skaldið sigur.

Fleiri myndir:  myndasavn - 2011 -  Gjómaður laðar kráir á Skarðinum 09.07.11.