Torva er beint undir Tí Norðara Horninum. Tá ið fuglabjørgini vóru býtt millum bygdirnar, Funning og Gjógv, fingu gjáarmenn Búgvan og Torvu, meðan funningsmenn fingu restina av bjørgunum.

Torva

Teir gomlu vóru ofta í Torvu eftir lunda, men teir hildu seg ikki fáa so nógv - samanborið við allan fuglin, ið Búgvin gav. Uppgongdin í Torvu er beint innan fyri Skurvholið. Teir brúktu stranga, men uppgongdin er so vát, at teir plagdu at siga, at best var at vera í roðklæðum.
- Svend Joensen, f. 1912, greiðir soleiðis frá einum túri í Torvu: Tað var í 1928 ella 1929, at eg var í Torvu saman við Jákupi í Stólpa (Jacob Matras, f. 1873), Dánjali í Gortru, (Daniel Johannesen, f. 1900), Akku og Lítla - Djóna. Tað var rættuliga trupult at koma upp, tí fyrstani man kom av stranganum, gjørdist man ígjøgnum. Fyrr plagdu teir at vera í roðklæðum. Oljuklæði vóru møguliga komin, tá ið vit vóru í Torvu, men vit vóru berir. Í einum staði var mestsum meitilberg at fara um, men har skuldi ein kongur vera. Strangartræið rakk upp til kongin. Ein bukt varð gjørd á línuna, men tá ið vit skuldu smoyggja hana niður yvir kongin, løgdu vit til merkis, at kongurin var burtur. Men so funnu teir upp á nakað. Teir settu Jákup í Stólpa í fleygastongina og studdaðu hann soleiðis upp í gjøgnum bergið. Upp kom hann - og sloppið var - síðani hálaði hann okkum upp. Áðrenn vit fóru niður aftur, boraðu vit ein nýggjan kong har.
Hetta var eingin serlig veiðuferð - vit fingu ikki meira enn einar 80 lundar. Rotta var komin í Torvu, so pisa var eingin. Hildið var, at annaðhvørt var hon komin við skalvi, ella hevði fuglur borið hana.
Vanligt var at vera í Lundatorvu í Búgvanum og Torvu sama dag, men tað vóru ikki teir somu menninir. Soleiðis var eisini hesa ferð.
- Nakrar bjargaferðir eru tíbetur festar á blað, og her hava vit eitt ískoyti til bjargasøguna.

Torbjørn og Tórunn (abbadóttirin)

Torbjørn Andreasen, f. við Gjógv, búsitandi á Oyrarbakka, sigur soleiðis frá:
 "Nú fari eg at siga eitt sindur um ta seinastu bjargaferðina, soleiðis sum eg minnist hana. Hetta var 27. juli 1944. Boðað varð til bjargaferð í Torvu og Lundatorvu (í Búgvanum). Hann, ið stílaði fyri, var Símun Joensen í Sámalsstovu.
Í Lundatorvu vóru Símun í Sámalsstovu, Jóan Petur Heimi í Horni, Pól Sigurd á Rætt og Torbjørn Uppi í Geil. Í Torvu vóru, Oliver Debes, Klæmint í Stólpa, Meinhard á Skipinum og Kjartan á Heygnum. Vestur undir var Fløttabáturin. Við vóru Sivert á Fløtti (við soninum Jógvani) og Kristian Jóhannus Yviri í Stovu.
Farið varð í kirkjuskotið eftir stranganum og línum. Hetta var vanligt pláss at goyma bjargaútgerð í. Strangin var 22 alin langur. Hann bleiv sleipaður vestur undir Torvu og bleiv reistur nakað innan fyri Torvu - innan fyri ánna. Tað gekst væl at koma upp. Tá so menninir vóru komnir eystur ímóti Torvu, bleiv strangin tikin niður.
So gekk leiðin vestur í Búgvan. Veðrið var av tí fagrasta - tað stóð við klettin. Vit fóru so á land undir Smørkletti og kundu ganga upp á Smørklett við hjálp av fleygastongini. Uppkomnir hálaðu vit strangan upp og bóru hann inn undir ytra enda á Lundatorvu, og har bleiv hann reistur.

Lundatorva  (fuglurin flýgur beint uppi yvir Lundatorvu)


 Vit komu upp tætt uttan fyri vallingina. Her var lítið pláss, men tað bar uppfyri, so fuglurin, sum sat í Lundatorvuni, sá okkum ikki. Vit blivu sitandi her, til dimmið kom. So varð farið at draga. Símun bant okkum tríggjar í somu línu, og sjálvur sat hann við uppi við bergið. Tað gekst væl at draga, men tað var lítil lundi inni, tí veðrið var so gott, at lítil landkoma var. Pisan var ikki væl búgvin, so nakrar vórðu koyrdar innaftur. Fongurin var 350 lundar - pisan íroknað. Síðani fóru vit upp undir bergið at fáa okkum ein bita. Símun bant okkum tætt saman, og løgdu vit okkum so at sova.
Tá dagurin kom, kom báturin vestur undir Tangan. Vit kastaðu so lundan, sum var vørðaður saman, og so bleiv gjørt klárt til niðurferðina. Hon gekst skjótt og væl, og tá ið báturin var liðugur at henta fuglin upp, vóru vit komnir niður í sjóvarmálan.
Báturin kom fyrst heim í Gjónna við okkum og fór so vestur eftir teimum í Torvu. Tá ið so allir vóru komnir í Gjónna, bleiv fuglurin breiddur eftir Helluni - teir fingu gott 500 lundar í Torvu. So varð farið í kirkjuskotið við stranga og línu.
Fuglurin varð býttur sum vanligt: til jørðina og til bjarga- og undirløgumenn. Soleiðis minnist eg hesa bjargaferðina 27. juli 1944", endar Torbjørn frásøgnina.
-Leggjast kann aftrat, at tá hevði eingin verið í Torvu síðani 1928 ella 1929.

Kategori: Bjørgini

Nýggjastu myndirnar

Leita á síðuni