Jonhard prestur skuldi koma til bíggjar at prætika, og hann skuldi hava sjónvarpið við sær. Fólkatalið er minkað so syndarliga nógv – og sjálvsagt kirkjufólkið samsvarandi. Liggur tú í hálvum andvekri á náttarleið og letur tankarnar reika norðyvir til heimbygdina, so fært tú ikki fólkatalið upp á 20. Eg moyni tað!

Tað er komið fyri, at bara ein hevur verið í kirkju, tá ið vit ikki telja teir tríggjar tænararnar uppí, so sjónvarpsgudstænastan kundi gerast eitt slags avbjóðing við nærmast skrallari kirkju.

Men ráð vóru fyri tí: netið. Sofus heitti á fráflutt bygdarfólk (og onnur) í gjøgnum ”Gjómann um at koma norður. Friðrika lá heldur ikki á boðunum, og tú sást eisini onkran fráflytara gera tað sama, og tað gjørdi góðan mun – og ikki at gloyma fráboðanina um, at drekkamuður fekst í Bygdarhúsinum aftan á kirkjutíð.

Kategori: Gjáartíðindi

 

Tveir dagar aftan á fyrsta summardag - ruddingardagur. Vindurin skrykti í bilin á veg norðureftir, og ælingarnir vóru hvassir, men tað var væl av fólki í Bygdarhúsinum, tá ið morgunmatarborðið var búgvið. Bygdarfólkini eru tíverri vorðin so fáment, at uttan onnur - við einum og hvørjum sambandi við bygdina - var neyvan nakar ruddingardagur.

Bygdin er rættiliga rein. "Færri fólk - minni órudd," helt onkur fyri. "Turistarnir?" spurdi ein. "Teir órudda einki," var aftursvarið. Líkamikið - leyst órudd var lítið og einki. Arni, sum plagar at hava ánna, gekk hendur í hupp - arbeiðsleysur. Fjøran rein - onkur plastfløska. Hvat so? Jú, rennur blivu reinsaðar. Gras, ið hevði hug at taka asfaltið, bleiv grivið burtur, og Símun, ið hevði brandslanguna um hendi, gjørdi eitt ordans hál á Gjónni og har um vegir.

Nei! Eg havi ikki gloymt tey, ið eftir vóru í Bygdarhúsinum. Nevni ikki nøvn - tey síggjast á myndum - men teir settu tvær hitapumpur upp - eina í erva og eina í neðra. Tær stákaðust í køkinum og gjørdu góðan døgurða, sum skuldi verða klárur klokkan 5. Bygdarhúsið hevur annars fingið ein ordans umgang síðsta vetur og sær út sum nýtt. Tað havi eg umrøtt fyrr, og tey, ið hava brúkt nógva tíð av síni frítíð fyri at náa hesum úrsliti, eiga alla tøkk uppiborna.

"Nú manglar bara køkurin (og pengar), so er alt tipp topp," helt ein teirra fyri. Frálíkt.

Tit síggja á myndunum, at onkur sær heldur veðurbardur út, so eg sleppa frá at skriva um veðrið. Klokkan 5 var Bygdarhúsið fult, og borðreitt var við frálíkari lasanju, ið, sum nevnt, var evnað til í køkinum.

Góður dagur, nógv kom frá hondini, og mín leiklutur: um hann kunnu tit lesa her - og so síggja nakrar myndir. 

                 

      

  

   

                                                                                                                                

                                                                                                                                 

                                                                                                                           

 

 

 

  

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Kategori: Gjáartíðindi

 

Nú í eini tvey ár hevur corona lagt fótonglar fyri okkum á allar hugsandi hættir. Eingin gudstænasta hevur verið í Gjónni, men nú sóttin er mestsum avhasað, kom aftur lív í Gjónna við sjálvum bispi, Jógvani Fríðrikssyni, á odda. Við kappróðrarbátinum "Nísuni" - mannaður við kvinnum - steig bispur á land á Seiðabergssteini. Tað mundi kennast sum ein lætti hjá bispi, tí útnyrðingur í Gjáarkjaftinum er ikki at spæla við. Sjálva gudstænastuna helt hann á Oynnfarakloyvini (Oyndarfjarðarkleivini), soleiðis sum siður hevur verið. Sofus Johannesen var deknur, og tónleikuri hevði rúmar ræsur:  Ari Hammer Olsen, ein tónleikarstjørna, spældi orgul, Eiðis Ljómfelag spældi undir leiðslu av Oddi Magnussyni og Vestmanna-/Vágakórið sang undir leiðslu av Rannvá Matras-Olsen.

Kategori: Gjáartíðindi

  

Tað er altíð hugnaligt at støkka inn á gólvið í skúlanum, tá ið val er. Í so máta var tað einki undantak hesaferð. Hóast lansynningurin físti uttandura við onkrum skúrum, so ávirkaði hann ikki fjálgan í skúlastovuni. Friðrika sat og títtaði við stokkunum, Gunnvá stákaðist við einum drekkamunni, so tann vitjandi kom í tí røttu løtuni og smakkaði hennara nýbakaðu formakaku, og Símun sat so hábærsligur við pultin. Hesi sita í valnevndini, og Símun er formaður.

Meðan vit sótu har og prátaðu, kom Nicolina á val, og eisini hon sessaðist til ein kaffimunn, og tað hugnaliga prátið helt fram, men ikki um politikk.

Kategori: Gjáartíðindi

 

Hann stóð frá havinum, eitt karr inn um Kall, og tað var eitt sindur ókyrt, men uppi á tí turra bilti einki. Tú merkti høgættarondina, men sum dagurin leið bleiv stilli, og sólin breyt seg ígjøgnum í heilum, so samanumtikið var ruddingarveðrið av tí besta. Har var fitt av fólki. Útisetar høvdu sett nøsina norðyvir, og Fornagarðsbúgvar smæddu seg heldur ikki burtur. Morgunmatur klokkan 10, men kaffi og bollar stóðu á borðinum "dagen lang", so tað var bara at halda seg framat.

Og so kemur tað: Tað var so lítið at rudda - so lítið av óruddi. Arni, ið árliga hevur tikið sær av Ánni, var arbeiðsleysur. Áin var rein. Fjørufólkini komu mestsum av torvheiðum, tí har var so at siga slætt borð. Hvussu hongur hetta saman? Jú, bygdarfólkið má eiga æruna av Ánni og bygdini annars, og munnu tað ikki vera skipini, ið nú taka avfallið við sær til lands, ið eiga æruna av fjøruni? 

Kategori: Gjáartíðindi