Frá gamlari tíð hava flóðarnám ella valling verið roknað sum mark millum bø og haga. Fjøran verður sostatt roknað frá sjóvarmálanum til vallingina. Ognarviðurskiftini munnu vera tey somu her sum aðrastaðni, at Fjøran liggur óbýtt til alla bygdina.
Men hvar er so Fjøran - hvussu vítt fevnir navnið? Gongur Fjøran av Malinikletti á Gulaklett, ella fevnir hon um eitt meira avmarkað øki? Lat tað verða sagt beinan vegin, at manna millum er einki einvíst svar til henda spurning.
fjran. 01 copy
Tá ið sagt verður við børnini, at tey ikki mugu fara í Fjøruna, so verður óivað hugsað um alt økið av Malinikletti á Gulaklett.
Hjá teimum eldru monnunum er hugtakið Fjøran kanska meira staðbundið. Teir allar flestu siga, at Fjøran gongur frá tí heimasta partinum av Malinikletti og allan vegin heimeftir og fer kanska beint út um Kósina, men so heldur ikki longur. Restin verður meira staðbundin sum á Usini - Úti í Bug ella á Gulakletti.
Nú geva vit orðið til ein eldri heimildarmann, ið fer at hugleiða um Fjøruna:
Ofta verður tikið til "niðri í Fjøru" og "eysturi í Fjøru". Tað er altíð ringt at seta nakað avgjørt mark í millum tvey sovorðin heiti. Ert tú "niðri í Fjøru", so kanst tú eins væl vera norðan fyri Ánna (Stóruá) sum sunnan fyri Ánna.
Ert tú "niðri í Fjøru" norðan fyri Ánna, so ert tú á økinum frá Ánni og út um Kósina. Frá Kósini og úteftir fjarar heitið so líðandi burtur.
Ert tú harafturímóti "niðri í Fjøru" sunnan fyri Ánna, so er tað líkt til, at markið er heldur greiðari. Her verður heitið "niðri í Fjøru" brúkt frá Ánni og eystur ímóti Taravíkini. Tað verður t.d. sagt "niðri á Íslandi" men "eysturi í Taravíkini".
Heitið "eysturi í Fjøru" verður brúkt frá Taravíkini og møguliga heilt eystur í Eystastu Urð, har tað heilt avgjørt fjarar burtur, tí haðani og eystureftir verður sagt "eysturi á Malinikletti".
Fjøran á vetri
Tað er munur á at fara í Fjøruna á vetri og á sumri. Lat okkum taka veturin fyrst. Hann er landnyrðingur ella norðan - og stendur inn á landið - og brimið kemur niðan undir bakkan ella niðan á bakkan her heimi (á Sandinum). Tað er bítandi kalt. Teir gomlu søgdu, at tað var eitt klædnaplagg á muni millum Funning og Gjógv, so køld er høgættin her. Tá er Fjøran ikki vøkur.
Tá ið tað fjarar niður í sovorðnum brimi - ella um tað ikki er so nógv brim - kundi nógv skúm leggjast í Fjøruna.
Skúmið legst serliga tjúkt í ávísum plássum. Niðan av Íslandi og heimast í Taravíkini kundi tað vera eina manshædd tjúkt, og tá ið so tær snurlandi hvirlurnar komu, bóru tær skúmið heim yvir bygdina. Tá ið tað lagið var, var frægast at halda seg innanveggja.
Dánjal í Horni - á Útkikskneysanum

Men Fjøran kundi eisini geva eitt sindur av sær, og tí gingu menn slíkar høgættardagarnar og leitaðu eftir reka. Serliga nógv varð leitað undir Seinna Heimsbardaga, og tá komu bæði stórir og smáir rekar, men alt varð borið til hús - hvørt sprek.
Tey stóru trøini vóru koyrd niðan á Bakkan. Eitt sagalag var gjørt í Gomlu Flatnarætt, eystan fyri Sámalsstovugróthúsið. Debus (Óli Debes, f. 1856) átti eina langsag, sum javnan var lænt, og so vóru trøini sagað sundur til tað, ið tey skuldu brúkast til.
Tað var so ringt at fáa við undir krígnum, so tað kom fyri, at tjúkk trø fyrst vórðu sagað í fjórðingar og síðani í tunnar plátur, ið vórðu snøggaðar og hølvaðar at brúka til borðvið á báti. Hetta var ikki løtuverk, og stundum plagdi Anton á Klá (Anton Hansen, f. 1901) at standa fyri hesum arbeiðinum.
- Sjálvandi var serliga nógvur reki undir krígnum, men rekamenninir høvdu eisini ampa á sær ta tíðina. Minur róku um oyggjarnar - ein brast í Fjøruni og gjørdi stóran skaða í bygdini. Nógvar ræðuligar hendingar fóru fram á sjónum hesa tíðina, so tað var ikki gott at vita, hvat ið rekamaðurin kundi koma framá.
Tveir flakar minnist eg. Kristian Jóannus (Christian Johs. Jacobsen, f. 1894) fann annan. Tann flakin brotnaði, og Kristian Jóhannus bar allan viðin niðan undir bakkan. Tað var nógvur viður í hinum. Hin flakan fann Jógvan hjá Klæmunti (Joen Joensen, f. 1879). Hesin flakin var so stórur og kom heilur inn, so Jógvan mátti kom heim eftir hjálp til at taka hann sundur. Flakin kom inn á flóðini, og tá ið eg so fór eystur aftur í Taravíkina, tá ið fjøran var komin, fann eg eina messingalummalykt, ið var dottin úr flakanum. Hesin flakin var ein tangaflaki, meðan tann hjá Kristian Jóhannusi var ein tunnuflaki.
Tað var ikki púra vandaleyst at ganga í Fjøruni í myrkri undir undir Krígnum. Rekamenninir kendu ein ampa á sær - serliga av minum. Ein mina brast í Taravíkini, men tað stóðst tíbetur eingin mansskaði av henni.
Tað var ein óskrivað regla í millum rekamenninar her, at tann, ið fyrstur var at koma fram at einum reka, átti hann. Men eg havi hoyrt, at í gomlum døgum varð allur reki samlaður saman og seinni seldur av sýslumanninum, men finningarløn varð tó givin. Hesar reglur hava ikki verið brúktar við Gjógv. Her eigur rekamaðurin tað, ið hann finnur, men onkur kundi tó í spølni stinga hann við tí, at hann ikki átti rekan einsamallur.
Mangt og hvat
Gamli Pætur (Peter Joensen, f. 1874) fór eystur í Fjøru ein langafríggjadag. Høgætt var, og hann kom fram á ein so deiligan planka. Tá ið hann skuldi taka plankan, rópti okkurt á hann og bað hann lata plankan liggja - og hann so gjørdi. So mikið ávirkaði hetta hann.
---
Teir gomlu plagdu at taka til, at brim er so vitugt. Teir høvdu lagt til merkis, at dunaði brimið á høgætt, so fór hann at koma lágt.
---
Klæmint Niðri í Geil (Clement Joensen, f. 1908) um brim:
Tað er so mangan at brimið kemur niðan í Høvdafossin. Men tað longsta, ið eg havi sæð tað komið, var einaferð, tað legði upp á sjálvan fossin. Óløgini komu niðan við Hólmanum báðumegin og komu so saman oman fyri Hólman og fóru so við ferð niðan í Høvdafossin og løgdu upp á hann.
Fjøran á sumri
Um summarið er Fjøran vøkur - deyðakyrt - tað dregur ikki um doddafliðuna.
Hevur tú hund hjá tær, koma allar æðurnar, sum eru við landið, gorrandi aftan á tær. Froyðurin stendur frá bringuni á teimum, og tær fylgja tær, so langt sum tú gongur. Hevur tú ikki hundin við tær, látast tær ikki um vón. Tað sær út, sum tær amast nógv meira upp á hundin enn upp á mannin.
Í slíkari kyrru - tá ið hellan er blivin heit - kanst tú síggja nógv dýr oman fyri sjóvarmálan. Nevnast kunnu tey smáu, reyðu dýrini, sum livdu í sprekkunum, og sum vit kallaðu fjørutrøll.
Smádreingirnir "búðu" í Fjøruni slíkar dagar, og teir spældu mangt og hvat. Til dømis løgdu teir til merkis, at um teir pissaðu á gjar, ið var fjarað turt, so tustu marflugur upp úr gjarinum. Gjarið var tilhaldsstað teirra, men tá ið tær fingu hetta flógva vatnið niður yvir seg, kom røringur í tær.
Fjøran er ikki agnpláss. Her er bara fliða, men tað er eisini mong línan egnd av fliðu, sum fæst um alla Fjøruna - líka av Usini eystur á Maliniklett. 
---
Men fjøran gav ikki bara við, tí tá ið tað leið út á summarið, legðist nógvur tari upp á land.
Tá ið Nýggjagerðið varð býtt, varð niðasti endin av heimastu álini Eysturi  á Fløtum ikki býttur uppí, men avlagdur til tarakøstar. Tá ið matrikulerað  varð í 1978, vórðu tarakøstarnir tiknir uppí og matrikuleraðir í mun til,  hvussu nógv hvør einstakur eigari átti av álini omanfyri. Býtið var hetta:  matr. nr. 15 = 3/8, matr. nr. 36 = 1/16, matr. nr. 60 = 1/16, og matr. nr. 18,  133, 148 og 163 = 1/8 hvør. 
Navnið kemur av tí, at tari varð borin í hesar køstarnar. Tarin leggur upp á lágætt - ímóti vindinum - so útsynningur er besta taraætt við Gjógv. Malargrótið Niðri á Sandinum kemur eisini upp á lágætt. Tað legðist rættuliga nógvur tari upp í Taravíkini, so brúgvin kundi næstan vera eina manshædd við hvørt, men nú er nærum eingin tari.
Fyrst bleiv tarin sankaður: hann varð tikin úr brúnni og borin nakað niðan frá. Hetta var møguliga gjørt fyri at kjøra sær sín part. Síðani var tarin borin niðan í Tarakøstarnar í taraleypi. Taraleyparnir vóru heldur størri enn vanligir leypar. Tarakøstar vóru eisini í Gomlu Rætt, heiman fyri Sámalsstovugróthúsið og niðan gjøgnum Geilina. Hetta arbeiðið fór fram um summarið, og tarin lá so veturin av sær í køstunum. Seyðurin rørdi ikki taran, tí tað legðist ein evja omaná. Tá ið tey so fóru at seta niður eplir, varð farið í køstin eftir tara. Tarin mátti gravast úr køstinum við
haka. Tarin hevði næstan sama litin, og ofta kom seyður í køstin, tá ið tú bart. Ikki dámdi teimum eldru bara at brúka tara til eplini, og tí blandaðu tey gjarna eitt sindur av mykju uppí. Onkur kundi koyra tara á bøin, men tey vóru fá.
Leggjast kann aftrat, at tarin Niðri á Sandinum var ikki so nógv avhildin sum tann í Taravíkini, tí so nógvur sandur var í honum, og grót vildu tey gomlu ikki hava í bøin.
 
Nú mundi eg gloymt seyðin. Tarin sigst vera góður fyri seyðin, og nú siga teir, at hann er fullur av vitaminum. Okkurt man vera um tað, tí um veturin fara stór fylgir tuskandi í fjøruna og leggjast á taran. Seyðurin veit ella følir á sær, nær fjøra er, so hann hevur gávur, sum vit einki kenna til.
Steinfinn og Neli - Niðri á Seiðabergi

Tað, sum vit rópa Niðri á Seiðabergi, hevur allar tíðir verið eitt fast seiða­bergspláss, og her er hampuliga djúpt.Fyri tað mesta var roynt við beitu ella agni her, men nú verður eisini mest roynt við krabba her. Viðhvørt plagdu motorbátar at leggja vøru upp á Seiða­bergi. Onkuntíð skuldi kúgv av bygdini, og tað var so lagaligt at fáa hana inn á dekkið her, tí kletturin liggur so javnur við.Men tað vóru fyri tað mesta ungneyt, ið vórðu seld av bygdini, og tá plagdu teir at fella tey niður í skutin á einum báti og hava hoyposar undir, og so førdi báturin tey út til postbátin. Viðhvørt sleipaðu teir eisini neyt umborð ella í land. Tá ið hesin mátin var brúktur, sat ein maður afturi í rong og helt høvdinum uppundan við eini grímu, ið var gjørd til endamálið.
Innan fyri Seiðaberg - Inni í Ánni - er ikki nakað serliga gamalt seiðabergspláss. Tó, tá ið flóðin kom, og tað gjørdist so djúpt har úti, kundi mann fáa seið her, tí her var hægri at standa. Men nú er nógv broytt frá Ánni og úteftir - nógv er brotnað burtur av helluni, so umstøðurnar eru ikki so góðar longur.

Lat okkum so taka Usina við, sjálvt um hon ikki beinleiðis verður roknað upp í fjøruna:

Kári, Karl Eli og Sofus - á Usini

Usin er tað besta seiðabergsplássið í bygdini. Seiði dámar væl streym, og á Usini gongur streymurin í land. Á Usini var mest vanligt at brúka krabba (heimastoyptan pilk), men fyrr brúktu teir eisini nógv beitu, og tað bar væl til. Tá høvdu teir altíð teymasnøri úr nebbanum á tráðuni, og so høvdu teir o.u. ein metur av stáltráði úr teymasnørinum og í húkin. Tað var stuttligt at fiska við beitu: teir slongdu út og lappaðu beituna eftir sjónum, og so tók seiðurin. Ofta vóru nógvir mans á seiðabergi, og tá var ikki so lætt at brúka beitu. Teir máttu duga væl, soleiðis at teir slongdu út í senn og vóru lidnir í senn.
Teir gomlu mundu ikki halda tað vera líkamikið, hvørjum seiði teir skóru beitu av, tí tá teir lærdu upp á teir yngru, tóku teir ofta til beituversið: "Ikki av honum, sum er reyður, ikki av honum, sum er deyður, ikki av honum, sum skítur, men honum, sum er hvítur!" Eisini varð lagt teimum yngru eina við at krøkja húkin í tað aftara holið á beituni, tí so helt hon betur uppiá. 
Var ókyrt, so kundi kanska vera roynandi "Har Uppi á Usini" ella "á Tí Høga á Usini", sum tað eisini verður kallað. Sjálvt um tú viðhvørt kanst fáa nógvan seið "á Tí Høga", so eru tey niðaru plássini betri til seið. 
Eitt fast spæl hjá smádreingjum tíðliga á sumri var at fara út á Usina at kanna sær bindihol. Hetta vóru sovorðin hol, ið brimið hevði sprongt gjøgnum veturin.
  Tað var vanligt, at menn lógu her kolsvartar mjørkamorgnar og skutu lomviga. Flokkarnir komu heim við landinum og so yvir Usina.


Teir bátarnir, ið róðu út úr Fjøruni, vóru kallaðir Fjørubátarnar. Fjørubátarnir vóru tríggir: Norski, Ólastovubáturin og Nýggjustovubáturin.
Fjøran broytist hvønn vetur. Ein steinur kemur, og annar fer. Ein hella verður skrødd upp her, og onnur har.
Men enn standa staðanøvnini eftir, hóast rekamenninir eru burtur, og tann dagliga gongdin í Fjøruni er lítil og eingin", endar heimildarmaðurin hugleiðingarnar.
70 grindahvalir Niðri í Fjøru
Tann 3. juni í 1898 var ein sera stór grind í Funningsfirði, og við Gjógv hevur hon altíð bara verið umtalað sum "tann stóra grindin í Funningsfirði". Sanniliga varð nógv tosað um hesa grindina, tí hon var 675 hval og nógv tann størsta grindin, ið nakar veit um at siga í Funningsfirði.
Hesa ferð kom fólk rennandi úr Funningi við grindaboðum - tað var eingin glaðing ella breiðing á Kalsoynni.
Heimildarfólk, ið mintist grindina, greiddi frá, at tað komu 70 heilir hvalir til Gjáar. Um hetta mundið átti Gjógv jarðarhval í Funningsfirði, so tað gjørdi sítt til, at bygdin fekk so nógva grind. Her Niðri í Fjøru lá alt avtaglað í hvalum. "Okkara hvalur lá úti í Hornastøðni", greiddi heimildarfólkið frá.
Sofus, Pól Sigurd og Gubbi

Grindin bleiv øll saltað, og spikið eisini. Síðani bleiv spikið hongt upp - sum turt spik. Í hvørjum hjalli hingu hesi stóru stykkini fram við rimunum, og tað gingu fleiri ár, til alt var uppetið. Einki fór til spillis tá í tíðini, endar heimildarfólkið frásøgnina.

Nýggjastu myndirnar

Leita á síðuni