Navnið

Tá ið spurt verður, hví hesin hagaparturin eitur Fløtur, verður ofta víst til økið innangarðs frá Garðará og eystureftir, sum verður kallað Eysturi á Fløtum. Hetta hevur verið ein vøkur fløta, og tað er alt, ið bendir á, at henda fløtan er upprunin til navnið á haga partinum.

flt4 copy

Tann gamli hagaparturin - og tann nýggi

Tann gamli hagaparturin - Fløtur -  hoyrdi til Suðurhelvt saman við Líðini og Sáttarenni. Fløtur vóru 422 ha., og í sambandi við uttangarðsútskiftingina varð upplýst, at 214 seyðir vóru í haganum.
Líðin var/er grannahagi hjá Fløtum, men av tí at teir altíð lógu saman í býti, var einki ávíst mark teirra millum. Tó so, Stígsgil var altíð roknað sum mark í Hjøllunum, og Fløtur høvdu altíð seyð gangandi hesumegin í Tyrli, meðan flatnaseyður ikki lá hægst í Teigu­num.
Móti funningsmonnum gekk markið eftir Navunum í Skeggjanøvina og haðani í varðan á Skarðinum. Varðin á Skarðinum stendur eitt sindur sunnan fyri vegin, og haðani gekk markið í Stórá, ið var mark móti Dalinum.
Undir útskiftingini í 1989 komu Fløtur at liggja saman við Dalinum. Hesin hagin, Dalurin/Fløtur, hevði tað gamla markið ímóti Omanrætt: úr Marknagarðinum í Loynistíggin - og so í toppin á Sandfelli. Móti Líðini kom markið at ganga úr Middagsfjalli og nakrar hundrað meta oman eftir rustini (ímóti Teigunum) og so meir ella minni beint oman í Neytaliðið við Ta Gomlu Flatnarætt. Áseyðatalið í tí nýggja haganum - Dalurin/Fløtur - varð ásett at vera 337.
okt.06 329 copy
Rita, Marjun og Oda

Í 2004 gjørdist Fløtur aftur ein sjálvstøðugur hagapartur, men er nú 2 mk. og 8 gl. Markið ímóti Dalinum gongur eftir Gráfelsrustini, oman ímóti Stórá - heiman fyri Líkstein - og niðan í vegin. Síðani gongur tað nakað út við vegnum og so oman aftur í Stórá heiman fyri Steinin í Hórisgrøv, og haðani er Stórá so mark úteftir. Markið ímóti Líðini er óbroytt frá 1989.

Áseyðatalið á Fløtum er nú 175.

NB! Tað, ið verður skrivað eftirfylgjandi, viðvíkur bara tí gamla hagapartinum - fram til 1990.

Fylgir
Tær á Skúvadali 47 seyðir
Tær Eysturi á Høvdinum 12 "
Tær Oman av Eggini 20 "
Klubbafylgið 25 "
Kleppærnar 21 "
Bakkafylgið 12 "
Tær Heiman av Skarði 23 "
Sandafylgið ( Sandærnar) 45 "

Haraftrat vóru so 18 røktingaær, sum lógu ymsastaðni í haganum.

Samanlagt 223 áseyðir.

Kenning - Feli
So langt aftur í tíðina, sum nakar veit, hevur hagin ligið í fela, men tað er okkurt, ið bendir á, at miðskeiðis í 18. øld hevur ein partur verið kenning.


Ból

Bólið við Antarstein
Røktingarmenninir á Fløtum kallaðu henda steinin Antarstein. Bólið var ætlað til Skarðærnar, men tær tóku ongatíð bólið.


Bólið Heimi í Fúss
Har stóðu Kleppærnar og Tær Heiman av Skarði. Kleppærnar lógu frá Leitinum og heim um Grønadal, men tað var mest Grønadalsseyður, sum kom í hetta bólið. Frá Grønadali og heimeftir lá Skarðaseyðurin. Fyrr var tað soleiðis vorðið, at Líðin átti seyð, viðhvørt upp í 18 ær, heimi í Kleppónum, og tær vóru eisini í hesum bólinum. Hesar ærnar vóru ongatíð heimi í Líð, tær gingu altíð her um Grønadal og Heimi í Skriðum.
Men tað hevur helst altíð verið eitt sindur av kapping millum hagarnar - eisini millum Fløtur og Líðina, sjálvt um hesir lógu saman - so Fløtur høvdu eini 10 - 15 seyðir gangandi í Tyrli. Tær vóru kallaðar Tyrlærnar; tær lógu eftir Tyrlarustini og líka upp á Tyril og høvdu støðu heimi á Múla. Men, sum tíðin leið, og menninir eldust og fullu frá, so fóru tær í Kleppónum hjá Líðini burtur, og Tyrlærnar fóru sama veg. 

Bólið Heimi undir Leiti
Hetta er ikki nakað serliga gamalt ból, tí tað stóð í Rættarálini, men tey á Rætt fingu ongatíð nakað gottgjørt fyri bólið.
Tann ytri seyðurin í Kleppónum - sum lá frá Leitinum og heim móti Grønadali - kom í hetta bólið.

So koma vit til Klubbafylgið, sum hevur eina serliga søgu: Fyrr var tað ikki óvanligt á várgongu at fara á Foldarskarð eftir nøkrum fáum óm - einum parti av Gráfelsónum - sum lógu inni í Gráfelli og um Foldarskarð. Tær vórðu so riknar niður gjøgnum Gráfelsstíggin, heim móti Bustini og so yvir um Stóruá. Seinni avdankaðist hetta fylgið, tær løgdust uppi á Klubbanum, niðan undir brúgvarnar, og fóru ongatíð heimaftur - tær høvdu heldur ongan rætt at vera har. Klubbærnar komu eisini at standa Heimi undir Leiti.
Nú er meir seyður í Kleppónum, so tær streingja á frá Grønadali og úteftir, so nú er Klubbafylgið meir og minni avhagað og liggur lægri her um Leitið.

Í hesum sambandi kunnu vit eisini nevna Bakkafylgið, ella Bakkærnar. Bakkærnar lógu mest heim við Stórá og vitjaðu viðhvørt nakað niðan í gjøgnum gilini í Katriniheiðum. Bakkærnar høvdu einki ból, men komu til hús, meðan veturin var.

Bólið undir Hjallanum
Tað var ætlað til seyð, sum lá Heimi á Leiti og uppi á Klubbanum, men seyðurin tók ongatíð tað bólið.

Bólið á Hjallanum
Tvey ból hava verið á Hjallanum. Annað hevur verið serliga vítt, men teir hava so flutt tað út á tað hægsta á sjálvum Hjallanum. Men teir hava gjørt tað bólið minni og smalri, enn tað heimara var. Neyvan hevur seyðurin tikið hasi bólini, men tey hava verið ætlað til Kleppærnar, sum eru komnar út undir Krákureiðrið og hava staðið har. 

Gimbrabólið
Hagar komu Tær Oman av Eggini og Tær úr Tjørnudalinum, men tað dankaði seg av, tá ið seyðabólið varð gjørt. Eisini varð eitt ból gjørt til hesar ærnar eystan fyri garðin, fyri at tær ikki skuldu koma í Seyðabólið, men tær tóku tað ikki.

Seyðabólið
Tær Oman av Eggini og Tær úr Tjørnudalinum komu í Seyðabólið, tá ið Gimbrabólið var avdankað. Her høvdu eisini Sandærnar støðu, men navnið Sandærnar man ikki vera so gamalt, tí teir gomlu nevndu tær Gráfelsærnar. Sandaseyðurin fór gjarna ikki heim undir Sandar fyrr enn í juni og kom so við og við út aftur um hálvan september.
Hetta bólið er ikki so gamalt, tí niðri á bakkanum stóð tað Gamla Seyðabólið, sum kanska hevur verið tað elsta bólið í haganum. Oman fyri tann stóra steinin sæst ein vøllgarður, men seinn er so velt har, og tá hava teir helst tikið av garðinum. Kortini sæst, at bólið hevur havt eitt gamalt snið - tað er nógv víðari.
Hetta yngra bólið er longri og smalri, og tað er ikki so gamalt, tí tað er komið aftan á, at Nýggjagerði er gjørt. Hetta vita vit av tí, at tey í Horni fingu eitt stykki Heimi á Heygunum aftur fyri grundstykkið, so hetta bólið og Bólið undir Leiti eru helst tey yngstu bólini innangarðs.
bl ey.f.ger copy
Bólið Eystan fyri Gerðishornið

Hetta bólið bleiv gjørt til Tær Oman av Eggini, so tær ikki skuldu koma í Seyðabólið, men tær tóku ongatíð tað bólið.

Bólið í Eyganum
Tær ærnar, ið komu í hetta bólið, lógu niðan við Gjónni og fóru yvir á Grøvina eysturi á Dal.

Bólið Eysturi á Bakkanum
Seyðurin, sum lá við Gráusteinar, undir Rókarbrúnni, undir Skúvadals- skarði og í hálvum Teigunum, stóð í hesum bólinum. Tær stoyttu úr Teigunum og eystur undir Rók og so oman í Bólið á Bakkanum, sum stendur niðast á bakkanum heiman fyri Hagarustina.

So var eitt fylgi, ið varð kallað Fylgið Eysturi á Høvdinum, sum plagdi at vera eini 12 - 14 ær. Tær høvdu mestsum altíð støðu Eysturi í Hjøllum. Eitt lítið undirlendi er beint undir Høvdinum, og har kláraðu tær seg, men tá ið harðast leikaði á, komu tær heim. Eisini kundi onkur standa Eysturi í Høvda ella har á leið, men teir gomlu søgdu tað, at Tær á Høvdinum máttu ikki fara ov langt eystur, tí blivu ov nógvar har eysturi, koyrdu tær hvørja aðra útav, tí støðurnar vóru so smáar.

Bólið undir Klubbanum ella Líðærnarbólið
Eingin minnist seyð hava staðið í hesum bólinum, men onkur heldur tað hava verið ætlað til líðarseyð, ið, sum kunnugt, fyrr gekk høgt í Middagsfjalli.
Seyðahús og hoyggjhús

Seinast í 1960unum varð avgjørt at gera seyðahús í øllum høgunum á Suðurhelvt, og í 1969 varð viðtikið á hagafundi at býta eitt til gyllinin úr felanum og selja restina fyri at fáa pening til bygging av seyðahúsum.

Fyrsta seyðahúsið á Fløtum var bygt Heimi undir Leiti. Tað varð bygt seinast í 1960unum. Arni Brattaberg, ið hevði verið vegformaður, tá ið Gjógv fekk vegasamband, var í 1960unum vegformaður á Oyggjarvegnum. Hann var so beinasamur at lata haganum gamlan við, sum kundi brúkast til betongformar og annað.

Tá ið húsið undir Leiti var liðugt stoypt, vóru formarnir brúktir til Húsið oman fyri Fússagerðið. Hetta húsið var bygt í 1971.

Triðja seyðahúsið varð bygt Eysturi undir Hamri. Ein stórur partur av stoypisandinum varð borin av Malinikletti. Hetta húsið var hildið at vera stórt, tí onkur nevndi tað kirkjan.

Í 1972 var viðtikið at gera seyðahús í Eyganum eystan fyri Gjógv, og tað varð tikið í brúk í 1973.
Hoyggjhúsið Eysturi á Fløtum
Miðskeiðis í 1950unum varð avgjørt at gera hoyggjhús Eysturi í Geilini - eystur av niðara enda á kirkjugarðinum. Húsið varð laðað upp av gróti. Tað var lagaligt at fáa grót av tí gamla garðinum, ið har hevði verið. Sivert á Fløtti (Sivert Martin Joensen, f. 1901) fekk til uppávu at gera yvirtromina. Eisini gjørdi hann allar bindingar - alt fall so væl - so tað var eitt snøgt hús, ið har kom at standa. Hetta húsið kom at lætta nógv um hjá røktingarmonnunum. Fyrr gingu teir hús úr húsi eftir hoyggi, ið líknað var á gyllinin, men nú koyrdu eigararnir sjálvir hoyggið her eystur, so nú var alt á einum staði. Tá ið Elementvirkið kom Eysturi á Fløtum, gjørdust umstøðurnar hjá hoyggjhúsinum ikki so góðar, so at í 1986 gjørdi Jógvan Nónsgjógv, f. 1931, eitt nýtt hoyggjhús Eysturi í Eyrholuni. Tað gamla bleiv so niðurrivið, men hetta var eitt gott umbýti.


Rættir
Vit vita um fýra rættir á Fløtum: Eysturi á Bakka, Heimi á Hjallanum, Oman fyri Nýggjagarð og við Eyrholuna.

13 copy copy
á Gomlu Flatnarætt
Tað er týðuligt at síggja, hvar rættin Eysturi á Bakka hevur staðið, tí sjálvur rættargarðurin stendur uppi. Hetta er tann elsta rættin á Fløtum, ið nakar veit um at siga, men tað er eingin, ið veit, hvussu gomul hon er. Harafturímóti er tað greitt, at hon hevur verið í brúki til Nýggjagerðið var liðugt at leggja inn umleið 1903 -1904.
Raksturin til rættina hevur verið heim eftir Bakkanum og so niðan í rættina. Síðani rættin var avdankað, hevur hon verið brúkt til tarakøstar, og mongum rekatræi hevur hon eisini "hýst" gjøgnum árini. Ein rættuliga stuttlig frásøgn er knýtt at hesi rættini, og hon ljóðar soleiðis: Tað hevði frá gamlari tíð verið siður, at presturin á Nesi slapp at hava eina ær gangandi á Fløtum, men einaferð teir vóru á fjalli og vóru komnir í rætt, tók Gamli Jógvan á Fløtti (Joen Sigvardsen, f. 1820) og bant ærina út.
Vit hava til stuttleika kannað eftir, hvør ið var prestur á Nesi, tá ið Jógvan var í bestu árum. Kanningin vísir, at tað má helst vera ein av hesum trimum, ið hevur átt ærina, ið Jógvan bant út: Jørgensen, ið var prestur frá 1849 til 1853, Prytz, ið var prestur frá 1853 til 1857 ella Hammershaimb, ið var á Nesi frá 1862 til 1878. Sum tað sæst, var Hammershaimb16 ár á Nesi, meðan Jógvan var í bestu manndómsárum, so kanska var tað ærin hjá Hammershaimb, prósti, ið varð útbundin? Tað frættist skjótt til Havnar, at ærin hjá Nespresti var útbundin, og myndugleikarnir komu norður til Gjáar. Tá ið teir komu inn á Fløtt, sat Jógvan og karðaði og latst sum einki, hóast hann visti, at teir vóru í bygdini. Tá tók ein av løgrættumonnunum til orða og segði: "Hold op med din karden, Joen!" Jógvan hugdi ikki upp, men tað læt í honum: "Her karder jeg".
Ikki er tað heilt greitt, hvat síðani hendi, men líkamikið, myndugleikarnir gjørdu skjótt av - rýmdu út - og fóru av bygdini aftur sum av torvheiðum. Neyvan mundi tað vera atburðurin hjá Jógvani, ið fekk myndugleikarnar so lættliga av húsum. Heldur mundi tað vera tað, at Jógvan hevði rørt so dúgliga í landtunnuni, at ramur landroykur stóð út um dyrnar.

Aftan á at Nýggigarður varð gjørdur fyrst í 1900, fóru teir at gera eina nýggja rætt uttan fyri garðin Heimi á Hjallanum. Hetta vísti seg ikki at vera nakað serliga væl valt pláss til rætt, tí her var so vátligt, og eisini var raksturin hjá Eystaru Gongu so langur heim við garðinum, at tað gekst ofta illa at reka.
Hetta var so tann næstelsta rættin, og hon var brúkt til umleið 1925.
14 copy

á Gomlu Flatnarætt

Tann triðja rættin varð so gjørd oman fyri garðin, undir Sniðgøtuni, tætt við Neytageilina. Her var so nógv turrrari lendi enn Heimi á Hjallanum, og raksturin heim við garðinum var eisini munandi styttri. Klæmint Niðri í Geil (Clement Joensen, f. 1849) átti eitt gróthús beint oman fyri garðin - eitt sindur uttan fyri Geilina. Gróthúsið var mestsum niðurdottið, tá ið rættin var í gerð, so teir fingu grótið til rættina. Samsýningin, ið Klæmint fekk fyri grótið, var ein ærull um várið eina ferð. So høgt var ull í metum tá. Henda rættin varð tikin í nýtslu umleið 1925 og varð brúkt seinastu ferð á várgongu 26. juli í 1979.
Á skurðfjallinum í 1975 varð á fyrsta sinni roynt at reka líðarseyð í gjøgnum Hjallarnar og í hesa rættina. Royndin eydnaðist væl. Á skurðfjallinum 1979 varð tann núverandi stásiliga rættin við Eyrholuna tikin í brúk. Hon verður brúkt sum felagsrætt fyri hagapartarnar Fløtur og Líðina. 


Gerði
Fússagerðið var innlagt í????

Á hagafundi 25.09.75 varð viðtikið at gera seyðagerði Eystan fyri Gjógv.


Rakstur
Tann raksturin, ið vit fara at umrøða her, var áðrenn tann nýggja rættin kom niðri í Geilini. Vanliga vóru trý fjøll: várgonga, skurð og klipping, og mest varð gingið í hagan undan skurðfjallinum fyri at hyggja eftir teimum størstu lombunum til brundseyðir.
Gimburlombini mátti man eisini kenna, so at skil skuldi vera í sleppingini.
Oftast hevur tað verið soleiðis, at tað hevur verið ein maður, ið hevur skipað fyri, men hann ráðførdi seg sjálvandi altíð við hinar røktingarmenninar, nær ið farast skuldi á fjall. Tá ið so fjalldagurin var ásettur, og líkindini vóru góð, varð aftanvarsul givin, og samstundis varð sagt frá, at tað varð begint aftur um morgunin. Vanliga vóru eingi hús stongd, og tey, ið vistu av fjalli, svóvu so altíð fyri opnari hurð. So varð begint aftur um morgunin, við at onkur av røktingarmonnum gloppaði hurðina og rópti: "Fjallboð!" Rópt varð so spakuliga sum møguligt fyri ikki at órógva alt húsfólkið, men røktingarmaðurin fór ikki víðari, fyrr enn onkur hevði svarað aftur, tí hann mátti vera vísur í, at onkur var vaknaður.

vi gomlu flatnartt copy
Várgonga 1989

Heimara Gonga (Fyrra Gonga)

Á Fløtum samlaðist fjallskipanin gjarna yviri í Túni, og tá ið so allir vóru komnir, og gjøtlað var um líkindini, so varð farið. Síðani gingu allir heim á Skarð, har fjallskipanin skipaði seg. Vanliga fóru 6 mans niðan eftir Bustini og niðan eftir Gráfelsrustini fyri at reka í gjøgnum Gráfelsrøkurnar heimanfyri í Gráfelli. Um summarið kundi ovasti maður við hvørt fara heilt á toppin á Gráfelli. Ein maður fór niðan í brekkuna oman fyri Fossin í Keri at sita fyri har.
Restin av fjallskipani­ni mannaði seg so frá Støðlafløtuni og niðan undir brúnna, og ein maður fór upp á Bláaberg at forða fyri, at seyðurin fór eftir Bláabergi og inn í røkurnar oman fyri Lítlabarm. Seyðurin kom so gjøgnum Gráfelsrøkunar og varð stoyttur niður gjøgnum Sandarstígar og oman á Støðlafløtuna. Roynt varð at fáa seyðin so langt oman á Blotan sum møguligt, og síðani varð alt rikið á Skarðið. 
Á Skarðinum skipaði fjallskipanin seg av nýggjum. Einir 6 mans fóru út gjøgnum Skriðurnar, meðan restin mannaði seg frá Skridnabrúgv og omaneftir. Allir fylgdust so úteftir, men best var, at teir ovastu menninir gingu fremstir. Tað varð ikki farið uppá oman fyri Grønadal, men gjøgnum Rókina í Grønadali, tætt undir brúnni, og so gjøgnum ta Ytru Rókina og úteftir.
Allur Tjørnudalurin varð tikin við í Heimaru Gongu, so stoytt varð oman heiman fyri Keldurnar. Síðani varð rikið oman á Brekkur og oman eystur um viðtøkugarðin og heim í rættina. Seinni broytti man rættina, so rekast kundi í hana bæði eystanífrá og heimanífrá.
Hagin er slættur, so ofta vóru eldri menn og heilt ungir dreingir á fjalli. Teir kviku, ungu menninir vóru í erva, tí har ráddi um at ganga skjótt fyri at koma út í Tjørnudal og so omanfyri., men tað rakst gjarna væl, tí seyðurin var spakur.
okt.06 138 copy
Skurðfjallið 2006

Eystara Gonga (Seinna Gonga)

Eystaru Gongu varð gingið niðan á Brekkur, har man skipaði seg. 6 mans fóru eystur í Hjallar, og tað vóru ungir og djarvir menn. Teir skipaðu seg soleiðis, at teir fylgdust allir eystur gjøgnum Kálvhjalla, líka heim á Múlarustina, og so fóru tríggir mans niðaneftir - ein skuldi í Rók og tveir í Breiðhjalla. Tríggir vóru so í Kálvhjalla, men tann eini av teimum fór niður á Múlan og gekk vestur gjøgnum Høvda, um nakar seyður skuldi verið har. Hinir bíðaðu at reka, til teir roknaðu við, at maðurin í Høvda var niðurkomin, men tá ið komið verður vestur móti Stígsgili, sæst niður í Høvda, og har varð bíðað, til maðurin kom upp.
Hinir 9 menninir fóru so niðan eftir Eggini og mannaðu seg nakað langt niðan í Teigarnar, men Fløtur áttu onkra hendinga seyð í Tyrli, so ein maður plagdi at fara eystur á rustina í Rók og seta seg í tann stíggin, sum er í brúnni oman fyri Rók, fyri at seyðurin ikki skuldi seta upp har. Tá ið so rókarmaðurin kom, varð seyðurin stoyttur oman um Rókarbrúnna.
Teir, sum vóru á Eggini, róku gjøgnum Teigarnar, og tann ovasti maðurin gekk eftir Rókarbrúnni. Tá ið teir komu eystur ímóti Gráusteinum, steðgaðu teir eftir hjallamonnunum fyri ikki at reka seyðin í Hjallarnar. Tá ið so rókarmaðurin kom, komu teir omaneftir so pø á pø, og nú fóru allir at reka, meðan teir niðastu høvdu mannað seg oman við Gjónni og oman á Rundingina.
Hjallamenninir róku heimeftir, og høvdamaðurin gekk gjarna heim gjøgnum bakkan, men seinni leyp nakað burtur, so har varð ikki gangandi. Høvdamaðurin gekk knappliga heim móti Høvdinum og fór so niður í Hagan, meðan ein maður fór gjøgnum Strikið undir Høvdinum. Restin gekk so heim yvir Høvdinum. Síðan varð alt rikið oman móti bólinum eystan fyri Gjógv og so heim eftir bakkanum, heim við garðinum og í rættina.
Seyðurin gjørdi ofta skjótt heim við garðinum, so tað ráddi um at hava onkran kvikan heim- fyri, so einki slapp.
Eystara Gonga var kanska heldur verri at reka enn Heimara Gonga. Tað er soleiðis við seyði, at hann má rekast, har hann er vanur at vera - tað er so ringt at tvinga seyð. Til dømis gekk seyðurin í Tjørnudalinum eystur um Eggina og eystur í hálvar Teigarnar. Tá ið tú so rakst tann seyðin eystur undir Skarð og eystur undir Rók, so vildi hann bara sleppa heim um aftur Gjónna, tí hann var ikki vanur at vera har. Sovorðin seyður er ikki vargur, men tá ið hann verður tvingaður , so hevur hann hug at leypa á.
Varg vildi man annars ikki hava í haganum, so var tað onkur ær, sum var heldur balstýrin, so varð hon tikin. Eysturi í Hjøllum kundi onkur seyður hava lyndi til at verja seg niðri í bakkanum, og fekk man hendur á slíkan seyð, so varð hann tikin.

Nú vit hava nevnt fjallgongu, er tað ikki av leið eisini at nevna, at tað fyrr ikki man hava verið so óvanligt at skeinkja á rættini, tí tað var sagt, at Óla Kristian í Geil ( Ole Christian Klein, f. 1871), ið var avhaldsmaður, helt lítið um tann gamla skikkin at skeinkja á rættini. Hann talaði at, og tað varð honum eftirlíkað - tá var rættin Heimi á Hjallanum.

flatnrt90 copy

Várgonga 1988

Røktingarmenn
Jákup í Nýggjustovu ( Jacob Joensen, f. 1791)
Jógvan í Nýggjustovu ( Joen Jacobsen, f. 1817)
Jóhan í Nýggjustovu ( Johan Joensen, f. 1858)
Kristjan Jacob í Nýggjustovu ( Christian J. Joensen, f. 1886)
Pætur í Nýggjustovu ( Pætur Joensen, f. 1920 valdur 1964, men hevur gingið í haganum saman við pápa sínum frá barnsbeini av.
Erling í Nýggjustovu ( Erling Joensen, f. 1935) valdur 1964 Jógvan í Barbistovu ( Joen Poulsen, f. 1806). Jógvan var ættaður úr Barbistovu í Gøtu og giftist við Onnu Kathrinu Hejnedatter úr Jákupsstovu.
Heini í Jákupsstovu ( Heine Joensen, f. 1835)
Jógvan í Jákupsstovu ( Joen Joensen, f. 1862). Jógvan var bara 8 ára gamal, tá ið pápi hansara - Heine Joensen - doyði, so tað er óvist, hvør røktaði, til Jógvan tók við. Húskallar vóru í Jákupsstovu um hetta mundið, so tað er møguligt, at onkur av teimum hevur røktað, áðrenn Jógvan kom til mans.
Dia í Jákupsstovu ( Heini Andreas Joensen, f. 1889)
Jógvan á Fløtti ( Joen Sigvardsen, f. 1820)
Gamli-Sjúrður í Hoygarðinum ( Sivert Joensen, f. 1852)
Julius í Hoygarðinum ( Julius Joensen, f. 1913) valdur 1934 og røktaði til 1953.
Sigurd í Bíggjarlagnum ( Sigurd Niclasen, 1933) valdur 1953 og gavst í 2009.
Kristian Jákup Joensen varð valdur til røktingarmann í 2004, tá ið Fløtur og Dalurin vórðu býttir av nýggjum.
Símun Joensen varð valdur til røktingarmann í 2009.

rkt flt copy
Røktingarmenninir Erling, Pætur og Sigurd - á Skarðinum
 
Í løtuni (2011) eru Erling og Kristian Jákup í "fulltíðarstarvi" sum røktingarmenn (um tað ber til at siga tað upp á henda mátan), meðan Símun er í  "hálvtíðarstarvi".
Røktingarlønin er: 4 ær, 4 miðallomb og 1 hagalamb í part til "fulltíðarstørvini", meðan "hálvtíðarstarvið" gevur: 2 ær, 2 miðallomb og 1 hagalamb.
Hagalamb er tað besta lambið, ið er, eftir at veðragjólingarnir eru uppgjørdir.

Burtur í haga
Ætlaði man sær at fara heim í Kleppærnar, so varð farið niðan undir Brekkur - heiman fyri Blásastovugróthúsið - og upp um garðin á einum steini. Tað var eitt so gott spor at stíga á á tí steininum, og tann vegin gingu teir altíð. Síðan varð farið eftir Sniðgøtuni niðan á Brekkur og gjarna niðan á Sandin í Tjørnudalinum - undir Gomlu Skriðu. Ofta kundi man tá eisini gera eitt lítið rend eitt sindur longur eystur í Tjørnudal.
okt.06 360
Brøðurnir Kristian Jákup og Símun
Síðan fer man høgt heim eftir Leitinum eftir einari lítlari rás. Hetta er Mannavegurin, og tann, sum er vanur at ganga har, kann fylgja rásini, sjálvt um hon dettur burtur í støðum. Men ein seyðamaður gongur ikki bara eina beina kós, hann hevur seyðin í tonkunum - tað er tað, sum hann fer til. Hann fer ikki bara fyri at ganga og so aftur til hús - nú hevur hann verið í haganum. Nei, alt snýr seg um seyðin.
Nú gekk leiðin longur heim - heim um Moyggjagil, heim undir Grønadal, og so fór man gjarna niðan í Grønadal. Tá ið man hevði hugt seg um í Grønadali, varð farið heim eftir Skridnabrúgv - og eisini undir brúnni. Soleiðis gekk man heimeftir, niðan í Fløttin í Skarði­num og heim til markið móti Funningslíð. Fyrr var einki marknahegn, og tí kundi man hyggja eitt lítið sindur út á Hvíthamar í Funningslíð, tí við hvørt høvdu onkrar flatnaær lyndi at ganga har út.
Síðani fór man lágt út aftur gjøgnum hagan - stundum hægri, stundum lægri, alt eftir, hvar seyðurin lá, og so var hesin túrurin liðugur. Men onkran annan dag kundi man so fara longur niðan - bæði í Ytru Skriðum og Heimaru Skriðum. Hetta var mestsum ein eykatúrur at hyggja eftir teimum, ið lógu hægri.
Hetta var hagagongdin í Heimaru Gongu í teirri tíðini um summarið og út á heystið, tá ið seyðurin er uttan fyri garðin.

Sandarnir
Fløtur áttu, sum kunnugt, eisini eitt fylgi upp á 50 seyðir heimi undir Sondum, men tú fórt gjarna ikki har heim sama dagin. Tá ið man fór heim undir Sandar, hevði man mestsum gjørt seg út til at fara har, og tá hugsaði man ikki so nógv um annað, tí tað var so langt at fara. Man fór frá húsum heim eftir Mannavegnum, nakað heim um Heimasta Ból, upp um Bustina og heim undir Sandar.
Síðan gekk man yvir millum Kráirnar og hægri, yvir á Støðlafløtu og yvir undir urðarnar undir Bláabergi. Flatnaseyðurin lá gjarna høgt á Støðlafløtu, uppi undir Sandarstígum, á Bláabergi og í Gráfelsrókunum heimanfyri, men ikki á Fossinum í Keri og har á leið, meðan Dalaseyður kom lægri yvir eftir tann vegin móti Fossinum í Keri, Handara Keri og niðan í gjøgnum urðarnar undir Bláabergi.
So varð fariðupp gjøgnum Sandarstígar, høgt gjøgnum Gráfelsrøkurnar og á Gráfelsrustina. Á Breiðarókshamaranum varð so hugt inn í Gráfelli. Eftir Gráfelsrustini varð so gingið oman á Skarðið, út undir Skridna- brúgv, fyri tað mesta út á Leitið, oman um Brekkur og til hús. Tað var mest um heystið, at man fór heim undir Sandar, sjálvt um onkur summartúrur eisini varð gjørdur. Um heystið fór man so at kanna, hvussu mong veðurlomb og hvussu mong gimburlomb vóru í haganum - hetta mátti man vita, áðrenn farið varð á fjall.
Umráðandi var eisini at kanna tað, sum best lá við - átti ein slík ær gott gimburlamb, so varð tað slept. Longu um 20. september kom Sandarseyðurin út og legðist eystur í Hjallar. Ta fyrstu tíðina gekk sumt av seyðurin kortini ímillum - kom út, tá ið illveður var, og fór heim aftur, tá ið tað blíðkaði.

Eystara Gonga
Tá ið tú fórt eystur á Dal, fórt tú eystur undir Hamar og um garðin miðskeiðis millum Gerðishornið og Æðustíggin. Síðani gekst tú eystur undir Bólið í Eyganum og eystur á Hagarustina og hugdi eystur í Hagan. Har var vanliga ikki nógvur seyður um summarið, men kortini lá altíð onkur lágt har eysturi.
Eftir Hagarustini gekk leiðin so niðaná, og vanliga gjørdi man eitt legg eystur á Høvdið, tí Fløtur áttu einar 12-14 seyðir har. Av Høvdinum sást so væl niður í allan Hagan, og soleiðis slapp man frá at fara har. Men tær kundu eisini vera eystari í Hjøllunum, og var tað seinnapart á degi, so kundi man fara eitt sindur eystur í Hjallarnar, tí man visti av royndum, at seinnapart á degi ótu tær seg altíð heimaftur móti Høvdinum. - Seinni gjørdist tann seyðurin so styggur, at alt bleiv niðurtikið.

Síðani komst tú heim aftur sama veg eftir rásini, fórt niðan undir Gráu Steinar, krússaði um Dalin eystan fyri Gjónna - alt eftir hvussu seyðurin lá - líka eystur undir Skarð.
Oman fyri Rókarbrúnna áttu Fløtur bara onkun hendinga seyð - tað var mest Líðarseyður, sum kom um Skúvadalsskarð og inn í Rók. Har eysturi í Rók er so lítil valling, meðan har heimi undir Heyggi er betri.
Serliga seint á degi kundi Flatnaseyður fara upp á Rókarbrúnna, men tað vanliga var, at tær fóru eystureftir undir Skarðinum, niðan undir urðarnar undir Landmiðsklettinum og heim í hálvar Teigarnar. Tær úr Tjørnudalinum komu eystur á Eggina og gingu so ímóti teimum.

Tú gekst til tann seyð, ið her var, og so heim í gjøgnum Teigarnar, heim á Eggina og altíð á Rásina í Ovara Tjørnudali. Gingið bleiv heim til Gomlu Skriðu, og vanliga varð ikki farið heim um Klubban henda túrin, men oman Brekkur og so til hús.


Røktingarmaðurin hugleiðir
Røktingarmaðurin hevur ymsar uppgávur. Hann skipar fyri øllum, ið hevur við hagan at gera. Hann avger, nær farast skal á fjall, og hann skipar fyri øllum fjallinum. Hann fylgir við, hvør ið eigur á fjall, og hann gevur aftansvarsul.
Haraftrat hevur hevur ymsar uppgávur, tá ið hann gongur burtur í haga. Fyrst og fremst roynir hann at kenna allan seyðin. Ein røktingarmaður, ið ikki er ofta burtur í haga, missir nakað, meðan tann, ið gongur nógv og sær seyðin oftari, fær eina sjónskari mynd av øllum, og alt fellur lættari. Umráðandi er at fylgja við lombunum, kenna tey og vita, hvar tey liggja. Eisini verður hugt eftir møguligum brundseyðum. Tey størstu lombini verða oftast vald til brund, um tey eru undan góðari ær og ikki hava nakað sjónligt brek. Tey mugu hava góða ull og ikki vera skeivføtt. Í lembingini hevur røktingarmaðurin úr at gera. Teir gomlu fóru vanliga í hagan um 4-5 tíðina um morgunin, og teir vóru altíð tvær ferðir í haganum um dagin í lembingini. Røktingar- maðurin kann bjarga fleiri lombum og eisini gomlum seyði. Lembingarveðrið hevur sera nógv at siga. Fyrr var seyðurin nógv verri fyri, enn hann er nú. Tað er so ógvuliga nógv broytt til tað betra, síðani heilivágurin kom, og byrjað varð at fóðra seyðin úti um várið.
rkt-ptur1 copy
Pætur í Nýggjustovu (1920 - 2005)

Seyðurin toldi illa drúgvan kava - serliga um várið - og stóð onkur bera undan, so vóru fleiri seyðir á hvørjari beru og royndu at skava. Í hesum sambandi kunnu vit umrøða ein stak ringan vetrardag: Tað var 27.mars 1962, at masturin á Loranstøðini á Eiði fór av ódnarveðri. Eg kom upp um morgunin, eg havi ikki sæð húsini so ljót nakrantíð - tey vóru so tilforklakað. Tað ringasta var tað, at kavarokið kom so knappliga. Tað hevði verið hampuligt veður um kvøldið, so seyðurin hevði bara lagt seg og var ikki farin til bólini.
Ein annar røktingarmaður og eg fóru so í hagan. Vit gingu eystur til Eygað, og har vóru nakrir seyðir. Síðani gingu vit niðan eystan fyri Gjónna, og tá ið vit komu nakað niðan, sóu vit eitt seyðabein stinga upp úr kavanum heiman fyri Gjónna. Tá ið vit komu yvirum, funnu vit fýra ær undirkavaðar har, men tær livdu allar. Vit fingu tær upp, men tær vóru so tungar av klaka, at tær orkaðu ikki at standa. Vit brutu klakan av teimum og fingu soleiðis lív í tær.
Vit høvdu hund við okkum, og hann gekk og reikaði aftur og fram. Hesar fýra, sum vit funnu, lógu allar saman beint niðan fyri eina krógv. Eitt sindur oman fyri krónna fer hundurin knappliga at skava. Hann luktaði, og so skavaði hann aftur. Vit høvdu spaka við okkum og fóru so at grava, har sum hann skavaði. Har var nógvur kavi, og djúpt niðri komu vit fram á ein gjóling, sum livdi. Vit fingu fólk at hjálpa okkum at bera seyðirnar til hús, og teir komu fyri seg aftur.
Vit gingu longur niðan við Gjónni og har á leið, men funnu einki. Seinni, tá ið kavin svann, funnu vit deyðan seyð niðari í Gjónni, Eysturi á Dal og uppi við Sniðgøtuna.

Eg haldi, at seyðurin trekkir betur til seyðahúsini enn til bólini. Røktingarmaðurin kendi tey plássini, har seyður plagdi at kava undir, og altíð gekk røktingar­maðurin til tey plássini í nógvum kava - og serliga um kavin var komin brádliga. Skarðærnar kundu finna uppá at leggja seg undir ein heygg heiman fyri Antaránna - serliga á landnyrðingi - og bleiv tað so við at kava, ja, so kavaðu tær undir. Tað bleiv altíð farið har at leita.
Tað sama var heimi í Gamla Fúss - undir eini krógv nakað heiman fyri Fússabólið - har løgdu ofta nakrar seg og kavaðu undir. Summir seyðir søktu ikki ból, men kundu stilla seg á ávísum plássum, sum t.d. hesar í Gamla Fúss.

Vit hava øll okkara vanar og óvanar, og tað hevur seyðurin eisini. Vit kunnu sum dømi taka tær eysturi á Høvdinum. Tær kundu fara nokk so fitt eystur í Hjallarnar, men seinnapart á degi ótu tær seg altíð heimaftur. Men seinast í apríl ella fyrst í mei mánað - tá ið tað leið móti lembing - komu tær heim um Høvdið, heim móti Gráu Steinum, men ikki longur. Tær lembdu vanliga har heimi, so tað varð ikki nógv lembt útav eysturi í Hjøllum.

Seyður liggur altíð lægri á morgni, etur seg niðaneftir móti kvøldinum og er so aftur lægri tíðliga á morgni, so tær munnu koma oman aftur um náttina. Hetta er seyður, sum liggur lágt á haga og etur seg niðan um hálvan hagan og so omanaftur morgunin eftir. Øðrvísi er við fjallaseyðinum - hann flytur seg ikki upp á sama máta oman og niðan, men heldur seg í erva, líka til kuldin kemur. Tær, sum liggja undir Skridnabrúnni, eru niðri við Ánna um morgunin, men so eru tær altíð væl ovari um kvøldið. Tær í Grønadali flyta seg eisini oman og niðan.

Seyðurin hevur fasta leið, tá ið hann stoytir. Skarðærnar t.d. koma altíð út við Ánni. Undir rakstri hevur av og á verið roynt at rikið seyðin aðrar vegir, men tað riggar gjarna ikki væl. Hann vil ganga kendar leiðir, og einki nyttar at tvinga hann - hann er ikki vargur kortini.


Niðansneyt
Niðansneyt vóru tey neytini rópt, ið gingu á Fløtum og Heimi í Dal. Summi, ið ikki komu um brúnna, vaðsaðu um Ánna í Heiðriksstovuánni - ella rættari sagt um Kvíggj. Síðan fóru tey oman við Ánni - oman við húsunum hjá Olsen, oman við Jákupsstovu og oman í Geil. So fóru tey víðari oman í gjøgnum Ánna - sunnan fyri Hólman - og oman um bakkan. Bakkin var eisini so høgur, áðrenn alt varð uppskorið til torv. Sunnan fyri Hólman var bara ein lítil lækja fyrr, og tað var so mikið turt, at teir smíðaðu bátar har. Undir bakkanum fóru neytini so eystur móti Garðará, niðan móti Lítlahúsi, víðari niðan við Garðará, niðan móti Smiðjutoft og niðan um Jógvansstovugerðið, og so vóru tey í haganum. --- Seinni blivu neytini so rikin eystur eftir Kirkjuvegnum, niðan eftir Gomlugøtu Eysturi á Trøð og so gjøgnum Geilina, ið var avløgd, tá ið gerðið var innlagt.

solge4 113 copy
Mangt og hvat

Hvirla á nøsini
Tikið kundi verða til: "Hatta er ein ein góð ær, hon hevur hvirlu á nøsini!" Hvirlan er nøkur smá snúðraði hár sum eitt 10-oyra til ummáls niðri á nøsini. Kristian á Rætt (Christian Christiansen, f. 1882), ið var røktingarmaður fyri Oman Rætt, leit væl til, tá ið tað hevði hvirlu á nøsini.

Oyrnalunsir
Oyrnalunsir eru á kúgv. Einaferð varð sagt við eina konu: "Kúgvin er rak hjá tær!" "Onei", segði konan, "far bara og føl upp á oyrnalunsirnar á henni, so følir tú tað, at hon er ikki rak." Oyrnalunsirnar eru mestsum ein kertil, ið situr aftan fyri oyrað. Var kertilin svunnin, var kúgvin soltin, men var hann stórur, var kúgvin feit.

Altið
Tveir mans standa og práta saman. Annar var ognarleysur, meðan hin átti bæði jørð og kúgv. Tann ognarleysi sigur so, at hann ætlar at fáa sær kúgv. "Hvussu ætlar tú at fóðra kúnna?" spyr ognarmaðurin. "Eg ætli mær at geva henni altið", svarar tann ognarleysi. Ein triði maður, ið var hjástaddur, heldur so fyri: "Hjá okkum fáa hundurin og kettan altið".
Altið er avlop í húsarhaldinum, og hesir báðir hava hildið tað verið ov svangligt hjá tí ognarleysa at fóðra eina kúgv við altinum.

Seyðurin búgvin at royta
Teir gomlu plagdu at siga, at seyðurin var búgvin (at royta), tá ið sýruleggurin var búgvin.

Fyling
Svartur seyður er gjarna verri fylaður enn hvítur seyður, av tí at hann fær minni ljós. Tann svarti seyðurin verður so heitur í sólini, at hann leggur seg í skuggan og fær soleiðis minni ljós.

scan0004 copy
á Gomlu Flatnarætt
Hagagott
Einstøk krov í hjallinum skilja seg burturúr, tí tey eru reydligari og bera á grønt. Hesi eru glarfitað og smakka sera væl. Teir gomlu løgdu til merkis, at tað var úr ávísum støðum í haganum, at tað hagagóða kjøtið kom.
Fingu teir eitt lítið lamb til býtis úr einum slíkum staði, kundi tú hoyra, teir taka soleiðis til: "Tað er gott, ið á tí er!"

Úr Lamba til Gjáar
Tað kemur altíð fyri, at onkur seyður fer av haga, og sjálvandi eru veðragjólingarnir ringastir í brundtíðini. "Tað longsta, ið eg veit um, at seyður hevur gingið, er ein veðragjólingur, sum gekk allan vegin úr Lamba og líka norður higar í brundtíðini", sigur ein røktingarmaður. "Eg kann leggja aftrat, at hetta var í 1930unum. Ringt varð til eigarmannin í Lamba, og seldi hann gjáarmanni veðragjólingin fyri 3 kr.".


Serfrælsir
Tað vóru ikki øll í bygdini, ið áttu jørð, men kortini fingu tey loyvi at hava eina ær gangandi í haganum. Einki hávasták varð gjørt burtur úr hesum. Tú kundi bara í øllum stillum spyrja røktingarmann um loyvi, so var tað í lagi.
Eingin tók sær tykni av hesum, og henda góða sosiala skipanin riggaði væl.
Vanliga var tað tó kortini soleiðis, at teir, ið høvdu serfrælsir, skóru upp haga ein dag um árið, og eisini plagdu teir at skeinkja á rættini um heystið.

Teir, ið vit vita um, ið høvdu serfrælsir á Fløtum:
Magnus í Trøðni ( Joen Magnus Joensen, f.1849)
Sørin Joensen, f. 1885, sonur Magnus.
Svend Joensen, f. 1912, sonur Sørin.
Olsen ( Joen Jacob Olsen, f. 1859)
Jákup Sofus ( Jacob Sofus Jacobsen, f. 1900). Jákup Sofus fekk ærina hjá Olsen, men hann hevði hana bert í stutta tíð.
Per í Heiðriksstovu ( Peter Debes, f. 1870)
Óli í Lon ( Ole Berg, f. 1887). Ærin hjá honum lá eysturi á Høvdinum.

Dánjal Klein, f. 1883, sum røktaði í Líðini frá 1905 til 1917, hevði ær gangandi á Fløtum, eftir at hann var givin at røkta. Ærin var ein slags pensión.
Grannastevna 1866

Aar 1866, den 8. Marts, holdtes Grandestævne i Bygden Gjov. Samtlige Huusfædre mødte. Det samme blev forrettet som i de foregaaende Bygder. Angaaende Bøgjærderne paa Syderhælvt og de dertil hørende Trøer blev af de Mødende oprettet følgende


Contrakt:
1. Inden Udgangen af dette Aars Mai Maaned skulde samtlige Eiere og Besiddere paa Syderhælvt gjøre Gjærderne omkring deres matrikulerede Bø og de dertil hørende Trøer i god søjdehøj Stand. Højden skal være 1? Alen, naar Gjærdet er opført af forsvarlige Stene. Opføres Gjærdet derimod af Flag, skal det være 2 Alen højt og forsvarlig tykt og Sammes Bag ikke slaas af Eierne, men ligge til Faarene.

2. Til at føra Opsyn med, at Gjærdet gjøres forsvarligt, valgtes Frederik Joensen og Joen Sivardsen, hvilke tillige skulle paase, at Enhver arbeider rigtig paa sin Anpart. Efter disse 2 Mænds Bestemmelse skulde alle de Andre rette sig, hvi nogenslags Tvistighed skulde opstaa.

3. Skulde nogen af Eierne ikke udføre sin Anpart til den bestemte Tid, skulde de 2 nævnte Formænd have Ret til at lade hans Deel udføre af leiet Folk for en Dagløn af 4 Mark, for hver Dag der mangler. Denne Betaling skal kunne udpantes af Sysselmanden uden Lovmaal og Dom, i Mangel af mindelig Betaling.

4. Efter saaledes at være opførte skulde Gjærderne holdes forsvarlig ved lige, og hvis Nogen forsømmer dette paa sin Part, skal han erstatte den Skade, som mulig opstaar.
Dette samtyktes af de Mødende, og underskreve de Protokollen, efter at Samme var oplæst.

Joen Joensen Frederik Joensen Jacob Hansen
m.p.P. m.p.P. m.p.P.

Johan Klein Jacob Poulsen Joen J. Heinesen
m.p.P. m.p.P. m.p.P.

Heine Joensen Jacob Hansen Joen Sivardsen

H.P. Jacobsen Daniel Rasmussen Johs. Hansen

Chr. Sivardsen Hans P. Ole-Christiansen Marius Berg

Joen Juul Thomasen Chr. Hansen Joen Berg

Alle m. p. P.

Angaaende Veienes Vedligeholdelse, hvorom der blev ført Klage, paalagdes det Skydsskafferen at udnævne Mænd til Sammes Istandsættelse efter Mandtal, hvilket ogsaa de Mødende samtykte.

Mødet hævet
D.J. Danielsen
Poul Poulsen, C. L. Weihe


Aar 1902, den 11. Januar, holdtes efter foregaaende Bekendtgørelse Grandestævne i Bygden Gjov. De sædvanlige Forretninger udførtes. Ingen Ros holdes i Bygden. Til Tilsynsmand i H. t. Lov af 11. Marts 1892? 1 om Ødelæggelse af Ravnens Yngel valgtes Cornelius Johannesen af Gjov. - Markeskællene ere ikke eftersete i Henhold til det i Fjor stedfundne Valg, men ville blive eftersete for de Marks vedkommende, hvor dette menes at tiltrænges. - Der gaves de mødte Ejere Paalæg om at genopføre de Bygdevarder, som betegne Vejen fra Gjov til Funding, forsaavidt de vedrøre Bygden Gjov. De mødte Ejere af Haugeparten Syderhelft i Gjov begærede at faa Markeskælvarder nedsatte mellem Haugeparten Syderhelft i Gjov og Haugeparterne Botn og inde i Hauge og Lien og i Huse i Funding; til at udføre dette sammen med Ejerne af de to sidst nævnte Haugeparter og Sysselmanden valgte de: Poul Hansen Debes, Petur Pauli Joensen, Kornelius Johannesen, Poul Klein, Ole Debes og Joen O. Christiansen, alle af Gjov, og skal alt, hvad disse Mænd foretage eller bestemme m. H. t. Markeskællet, være bindende for Haugens Ejere.

Oplæst og vedtaget.

Grandestævnet sluttet.

Vidner

C.L.Weihe H.P.Poulsen. T.J.Petersen
Navnið
Tað er so upplagt, at hagaparturin hevur fingið navn av tí vøkru líðini.

l-ytri part copy
Hagaparturin
Líðin var ein partur av Suðurhelvt, til útskift var í 1990. Víddin var 129 ha, og markið móti Funningslíð er Skarðskriðuá.
Áseyðatalið í tí nýggja haganum (1990)  var uppgivið at vera 184.
Tann nýggi hagin er nú 305 ha, og áseyðatalið í 2012 er 240


Marknahegn er uppsett fram við Skarðsskriðuá, og í erva stendur hegnið eftir Tunguni og so heilt niðaná, men hesin ovari parturin av hegninum er yngri enn tann niðari.
Marknahegnið niðan ímóti Tunguni er uppsett í 1924 ella har á leið, men í mei mánaði í 1916 varð viðtikið á grannastevnu í Funningi at seta hegn upp millum hagapartarnar, um hetta vísti seg at vera neyðugt. At standa fyri uppsetingini vórðu valdir Hans Johannesen, Andr. Frederik Johannesen, úr Funningi, og Sofus Debes, frá Gjógv.
Seyðurin í Gjáarlíð trongdi seg meira heim í Funningslíð enn øvugt, so tað vóru funningsmenn, ið strongdu meira á fyri at fáa marknahegnið uppsett.
Undir Sniðunum og niðan ímóti Tunguni stendur hegnið heiman fyri Skarðskriðuá, og tá ið teir so hegnaðu frá Tunguni og niðaneftir, settu teir hegnið eitt sindur uttan fyri markið í Skarðinum, soleiðis at tað, sum funningsmenn mistu undir Sniðunum, skuldu teir fáa aftur í erva.
Fitt av líra átti í Funningslíð - heim av Tunguni - men hann hvarv, tá ið hegnið kom. Hildið verður, at hann rýmdi, av tí at hann rendi seg í hegnið í myrkrinum.

Móti Fløtum er einki skarpt mark, tí báðir hagarnir hoyra til somu helvt, men tó verður Stígsgil roknað sum mark í Hjøllunum. Heimanfyri í Tyrli gongur fyri tað mesta bara flatnaseyður, meðan líðarseyður harafturímóti liggur hægstur í Teigunum.


Fylgir
Niðara fylgið í Kinnini: Lá frá Kinnini og omaneftir.
Ovara fylgið í Kinnini: Lá frá Kinnini og niðan ímóti Niðara Fylgi í Breiðhjalla.
Niðara fylgið í Breiðhjalla: Lá frá Breiðhjalla og oman ímóti teimum ovastu úr Ovara Fylgi í Kinnini.
Ovara fylgið í Breiðhjalla: Lá frá Breiðhjalla og niðaneftir. Líðærnar: Tær lógu í Ritudali, í Middagsfjalli og Heimi í Skriðum. Leggjast kann aftrat, at einki fylgi var undir Sniðunum og Úti á Múla - har sløddust bara onkrar ær.


Feli 
Í skjali frá 1758 (Føroya Landsskjalasavn) sæst, at tá var Líðin feli, og tað er alt, sum talar fyri, at hagaparturin frá avgamlari tíð hevur ligið í fela. Vetrarhagin er so góður, at teir gomlu plagdu at siga, at á kyndilsmessu er sólin komin so mikið høgt á luftina, at Líðin er undansloppin. 


Ból

undir Sniðunum:

Bólið Oman fyri Gomlurætt
Bólið millum Ferjá og Álkinsá
Bólið við Ferjá
Bólið á Fuglhelluni
Bólið við Steini
Bólið Uttan fyri Bólið við Steini
Bólið upp av Láturgjónni

a mulanum
Bólið á Múlanum

á Sniðunum:

Bólið á Stóraryski. Tað fór av skalvi - alt sum tað var - men farvegur sæst til tað enn. Ta fyrstu tíðina, eftir at bólið var farið, samlaðist seyðurin framvegis á bólstaðnum.
Bólið í Kinnini
Bólið Heiman fyri Kinnina. Hetta bólið gjørdu Jákup í Stólpa (Gamli Jákup) og Sjúrður á Rætt. 


Rættir

Gjáarrættin í Funningi

Tann Gamla Funningslíðarrætt, sum sæst ovarlaga í Funnings bygd, var brúkt líka til tann nýggja rættin oman fyri bygdina varð tikin í brúk til vársfjallið 2.juli 1987.
funn rtt copy
Tann gamla Funningslíðarrætt - í Funningi

Beint oman fyri Ta Gomlu Funningslíðarrættina sæst dagin í dag farvegur til eina aðra rætt, ið nevnd verður Gjáarrættin. Tað sæst, at hon hevur verið fitt minni enn Funningslíðarrætt, og hartil hevur hon eisini verið nógv rundari í skapi.
Í gomlum døgum lógu Líðirnar báðar (Funningslíð og Gjáarlíð) og hagapartarnir Fløtur og Sáttarenni, við Gjógv, saman og myndaðu Suðurhelvt í gomlu Funnings sókn. Hildið verður, at Suðurhelvt er sundurbýtt bygdanna millum í 1812, og Líðin kom at liggja í tveimum pørtum: Funningslíð og Gjáarlíð. 
Heimildarfólk við Gjógv siga fyri púra vist, at Gjáarrættin í Funningi er komin aftaná, at Funningslíð og Gjáarlíð gjørdust sjálvstøðugir hagapartar umleið 1833. Sagt verður, at í sambandi við býtið varð tann (skrivliga) avtalað gjørd bygdanna millum, at gjáarmenn skuldu hava lov at reka Gjáarlíðarseyð heim eftir bakkanum - í gjøgnum Funningslíð - til Funnings. Tann treyt fylgdi tó við avtaluni, at gjáarmenn máttu ikki brúka hund undir rakstrinum.
Út frá hesum fara vit neyvan skeiv, tá ið vit skjóta uppá, at Gjáarrættin í Funningi helst er gjørd stutt eftir 1833. Hvussu leingi, ið gjáarmenn hava brúkt hana, veit neyvan nakar frá at siga.

l rtt copy
Líðarrætt (Tann Gamla Líðarrætt)

Í Líðini hava verið tvær rættir.
Eitt sindur uttan fyri Skarðskriðuá er Gamla Líðarrætt. Navnið Gamlarætt er ikki gamalt. Fyrstu ferð, ið tað hevur verið brúkt, man hava verið í 1950unum, tá ið rættin í Teistaurðini kom. Rættin er gomul, og hon er óivað einasta rætt, ið verið hevur í Líðini, til rættin í Teistaurðini óvarð gjørd.
Eingin veit, hvussu gomul hon er, hóast vit vita, at hon er gjørd aftan á Gjáarrættina í Funningi, ið helst varð tikin í brúk í seinnu helvt av 1830unum.
Líðarrætt er á tí frægasta slættanum í haganum - og stutt frá sjónum - so tað er eyðsýnt, at teir gomlu hava valt júst hetta plássið at seta hana á.
So nær stendur hon sjónum, at í uppgangi í brimi kundu partar av henni fara.
teistaur copy
Rættin í Teistaurðini kom í 1953

Rættin í Teistaurðini kom ikki av tí, at Gamlarætt var ónýtilig ella lá illa fyri. Nei, seyðurin var vorðin so styggur, at lítið kom í rætt, og serliga ringur var bakkaraksturin av Múlanum og heim í rættina. Høvuðsgrundin fyri at gera hesa rættina var, at tað fór at gangast betur at reka, nú tað slapst undan tí langa bakkarakstrinum.
Í 1952 varð eitt hegn sett undan Sniðunum og oman ímóti Fuglhelluni. Hetta hegnið hevði samband við tann nýggja raksturin, nú ið nýggj rætt kom í Teistaurðini.
 
Í 1953, tá ið rekast skuldi í Teistaurðina fyri fyrstu ferð, vóru menn spentir, og tað vísti seg, at rættin riggaði væl - nógvur seyður kom í hana. Men gleðin var stokkut. Longu aðru ferð, teir róku, gekst verri, og sum tíðin leið, var als eingin munur á rakstrinum í hesa rættina og í Gomlurætt. Royndin við rættini í Teisturðini kundi bara staðfesta eitt: vargur letur seg ikki lumpa fleiri ferðir. 

eystskard89 copy
Nógvur vindur Eysturi á Skarði  - skurðfjallið 1988

Rakstur

Tann gamli raksturin
Ein heimildarmaður greiðir frá, hvussu teir róku í 1927: Riknar vórðu tvær gongur, og fyrru gongu varð gingið niðan í Tjørnudal. Nakrir fóru heim um Klubban, heim í Grønadal og upp gjøgnum Gjótuna í Grønadali. Haðani bleiv so mannað av oman á Skridnabrúgv, og seyðurin varð so rikin út um Klubban, gjøgnum Ovara Tjørnudal, gjøgnum Teigarnar og eystur á Skúvadalsskarð.
Nú bleiv mannað av út móti Stapa, og tríggir av fjallskipanini vóru komnir heim við bát, og teir vóru undir Sniðunum. Nakað av seyði setti niður í Fløtusniðunum, men meginparturin varð rikin út eftir Sniðunum og stoyttur niður í Gamla Stoyti og Arvastígnum og rikin heilt út á Múla, har øll gongan varð samlað. Síðani varð alt rikið heim eftir Líðarbakka og í rættina.

Jákup í Stólpa (Gamli Jákup) og Sjúrður á Rætt funnu upp á henda raksturin. Tað gamla hevði verið at rikið út í Gamla Stoyt og so heim móti rættini undir Sniðunum, men nú skuldi alt rekast heilt út á Múla og so heim eftir bakkanum. Hesin raksturin riggaði heilt væl í fyrstuni, men tað var so skjótt, at seyðurin leyp á allan vegin úteftir, og nógv endaði í Hjøllunum. Tann langi bakkaraksturin var heldur ikki góður.

lidarfjall copy
Eysturi á Eggini - várgonga 1989

Seinnu gongu varð so farið runt um Tyril heimanífrá. Nakrir fóru gjøgnum Hjallarnar: ein gjøgnum Rók, ein ella tveir gjøgnum Breiðhjalla og nakrir gjøgnum Kálvhjalla. Restin skipaði seg so Líðarmegin líka á toppin á Tyrli. Síðan varð tikið samanum, og tá ið Hjallamenninir vóru komnir, varð seyðurin stoyttur gjøgnum Gamlastoyt og Arvastíggin og rikin heim eftir bakkanum og í rættina.

Hjallaraksturin
nonsgjogv copy
Jógvan á Fløtti

Fyrrapartin í 1970unum fóru røktingarmenninir (Jógvan Nónsgjógv og Andor Sivertsen) at tosa um at royna at reka líðarseyð gjøgnum Hjallarnar og í Flatnarætt (oman fyri garðin). Hetta hevði verið ein rimmar lætti, men menn vóru sjálvandi ójavnir á máli, tí teir ræddust eina mest fyri, at seyðurin fór at seta í bakkan í Hjøllunum. Men fyrireikingarnar fóru kortini í gongd. Hegn varð sett úr Teistaurðini og niðan á Rásina í Kálvhjalla. Eisini varð hegnað úr Rókarbrúnni og oman í seyðagerðið hjá Fløtum - heiman fyri Gjógv. Royndin varð síðani sett í verk, soleiðis at á várgongu í 1975 var síðstu ferð, at regluligur rakstur var í Gomlu Líðarrætt.
Á skurðfjallinum í 1975 varð líðarseyður á fyrsta sinni í søguni rikin í gjøgnum Hjallarnar og í Flatnarætt. Royndin eydnaðist sera væl, og menn vóru væl hýrdir. Líðarfjallið, ið saman við Sáttarennisfjallinum hevði verið strævnasta fjall við Gjógv, gjørdist við hesi broyting kanska tað lættasta.
lidjac copy Medium400
Kristian í Gamla Pakkhúsi og Jákup í Stólpa - í Líðini 1988
Hesin nýggi raksturin eydnaðist sera væl, samstundis sum tað var ein stórur arbeiðsligur lætti "at vera við hús" við seyðinum, mótvegis øllum stríðnum við báti, haftseyði og illveðri úti í óbygdum fjart frá húsum.
Sum áður nevnt, stúrdu menn eitt sindur fyri rakstrinum í Hjøllunum. Teir vóru bangnir fyri, at seyðurin kundi fara at seta í bakkan, og at undir rakstrinum fór grót at rapa niður í Kálvhjalla undan seyðinum í Breiðhjalla. Men tað hevur eydnast væl at hildið seyðin burtur frá bakkanum, og menninir í Breiðhjalla royna at ganga so mikið fremri enn teir í Kálvhjall, at skuldi grót rutt undan fótunum, so skal tað ikki vera til vanda fyri menninar í Kálvhjalla.
andor90 copy
 Andor - várgonga 1988

Samanumtikið kann sigast, at hesin raksturin er eitt sera stórt framstig fyri hagan.
Hvat hevur henda Gjáarrættin so verið brúkt til? Tað veit helst eingin í dag. Ymsar gitingar eru, hóast full semja er um, at hon hevur verið brúkt í sambandi við Líðarseyð og hevur einki við Á hagastevnu fyri Suðurhelvt, sum varð hildin í Samkomuhúsinum í juli mánaði 1978, varð avgjørt at gera eina nýggja felagsrætt fyri Fløtur og Líðina eysturi í Neytageilini. Rættin skuldi gerast úr betongelementum. Ætlanin bleiv sett í verk, og var hetta samstundis startskotið til Elementvirkið við Gjógv.
Í 1979 stóð henda snotuliga rættin so liðug, og á várgongu hetta sama árið, varð líðarseyður fyri fyrstu ferð rikin í rættina eysturi í Neytageilini.

Seyðagerðið á Múlanum

Á hagafundi 25.09.75 varð viðtikið at gera eitt seyðgerði á Múlanum.

ferjstap copy
Jógvan Sofus - várgonga 1988 (við Stapa í baksýni)

Ódnir
Eingin núlivandi kann nágreiniliga greiða frá, hvussu tær ymisku ódnirnar hava verið skipaðar, men nakrar fáar eru tó eftir, ið enn óikki eru farnar í søguna.
Tað var, sum aðrastaðni nevnt, ein hálvmørk til hvørja ódn. Alt seyðabýtið hevur frá gamlari tíð verið fimtingsbýtið. Fimtingarnar vóru upprunaliga uppkallaðir eftir teimum størstu ognarhúsunum í bygdini. Á Suðurhelvt nevndust fimtingarnir Ólastovufimtingurin, Jákupsstovufimtingurin, Sjúrðarstovufimtingurin, Fløttafimtingurin og Ormurin.
Tað hevur bara eydnast okkum at fáa uppspurt ódnirnar í Ólastovu- fimtinginum, og tær vóru hesar:

breidhjal copy
Pætur í Ólastovu, Neli og Gubbi  - undir Rókarbrúnni í Hjøllunum (1988)

Teir á Rætt vóru eftir Skarðbrúnni, Sámalsstova (og seinni teir hjá Petur Kristiani) í Heyggi, meðan Ólastova (og seinni Gortra) var á toppinum á Tyrli. Yviri í Stovu (hjá Debusi) eystur í gjøgnum Breiðhjalla í Hjøllunum og Pól Jóhannes á Bø í Rók. 
Ódnirnar í hinum fimtingunum eru tíverri farnar í søguna, men eftir stendur tó, at Jógvansstovuódnin var næstlægst út eftir Sniðunum. Ódnin út eftir Sniðunum var einki serlig, tí seyðurin var styggur og leyp ofta niður í Sniðini og bleiv standandi. Tá var mangan ringt at fáa gongd á hann aftur.
Í sambandi við ódnir kunnu vit leggja aftrat, at Jógvansstovuódnin er einasta ódn í bygdini, ið kann staðfestast í øllum hagapørtunum. Fyri Oman Rætt var Jógvansstovuódnin eftir Fjallinum, Heimi í Dal var hon lægst í Ryggjunum, í Sáttarenni næsthægst á Oknadali, í Líðini næstlægst á Sniðunum og á Fløtum eysturi á Fossi.

Tað hava helst altíð verið tveir røktingarmenn í Líðini, og kanska hava teir havt fasta ódn. Tá ið Sjúrður á Rætt og Klæmint Juul røktaðu, var Klæmint altíð á toppinum á Middagsfjalli og síðani út eftir Sniðunum, meðan Sjúrður altíð fór eystur í gjøgnum Kálvhjalla. So langt aftur, sum nakar minnist, hava røktingarmenninir havt hesar ódnirnar. 


Samgonga
Sjúrður á Rætt og Klæmint Juul plagdu at vera til samgongu í Funningslíð, og sjálvt um seyðurin viðhvørt hevði lyndi at fara heimeftir, var lítið av seyði heimanfyri. Tá gekk hegnið heldur ikki so langt niðan, sum tað ger nú.


Bátsveður
Lat tað fyrst verða sagt, at gjarna fóru allir menninir á fjall, og sjálvandi visti man, hvussu líkindini vóru, áðrenn man fór. Var framvegis bátsveður, tá ið komið var í rætt, so fór maður av rættini eftir bát, og sum oftast varð farið um Skúvadalsskarð. Maðurin kom so við bátinum heim aftur undir Líð, og so bleiv seyðurin førdur oman til Gjáar.
Meðan maðurin var eftir bát, royndu teir, ið eftir vóru, at bera seyðin oman, so at klárt var at skipa inn, tá ið báturin kom. Mangan gekst illa at reka, og fleiri tóku uttanrætta, so tað var ikki altíð so góð manning eftir á rættini.
Viðhvørt kundi man skipa inn niðan fyri Líðarlopið, men fyri tað mesta varð skipað inn á tanganum uttan fyri ta lítlu gjónna, ið er uttan fyri rættina. Tað er nokkso fitt at ganga við byrðu, og í regni og vánaligum líkindum kundi vætan úr ullini seta í bein, tí oljuklæði verða ikki brúkt í brattlendi.
Allur seyðurin lá niðurbundin í bátinum, men hann varð loystur upp, tá ið hann kom í Gjónna, og tá plagdu smábørnini og eldri menn at standa fyri í Ljóshelli, til alt varð rikið ella leitt niðan.
Tað er kanska vert at leggja til merkis, at sagt verður, at teir fóru eftir "bát" (ikki báti). Tá bygdarfólkið sá mann daga á Eggini, søgdu tey: "Nú koma teir eftir bát!"


Haftseyður
Tað var sjálvandi ikki altíð bátsveður, og so mátti haftseyður rekast. Tá ið allur seyðurin var útbundin, so varð alt borið heim um hegnið og lagt har. Hegnið stendur heiman fyri Skarðsskriðuá, og rættin stendur eitt fitt petti uttan fyri ánna, so tað var ikki so stutt at bera. Tá ið alt var heimkomið, so varð farið at binda upp í haft, og teir ungu blivu lærdir at binda tað beinið upp í haft, ið vendi ímóti brekkuni, tí annars fekk seyðurin ikki gingið. So man mátti minnast til at binda høgra bein upp í haft. Ærseyðurin bleiv hábundin (seyðbandið varð rubbað so fast oman fyri vaðhornið, at beinið bleiv stívt, so ærin gekk bara og hoppaði), og var tað ein stygg ær, so blivu bæði beinini hábundin. Man royndi eisini sum frægast at hava seyðin liggjandi, til alt varð bundið upp í haft.
Tá ið farið varð til gongu, mátti ansast væl eftir, so ikki okkurt legðist fyri. Tað var nógv stumping í fyrstani, men tá ið man hevði gingið eina góða løtu, loysti man fyrst veðurlombini burturúr, so seyðbandið hekk bara leyst um hálsin, og var onkur ær hábundin á báðum beinum, so loysti man annað beinið burturúr fyrst. Teir vóru altíð varnari við gimburlombini og ærsseyðin enn við veðurlombini. Tað vísti seg soleiðis, at bagdi onkrum seyði okkurt, so skuldi hann altíð á hallið - omaneftir. Tað bleiv rikið ein ávísan veg, og teir fremstu menninir stýrdu gonguni. Tað varð farið heim í gjøgnum tann ovara partin undir Sniðunum, og kósin var móti tí plássinum, har man skuldi uppum heimi í Enni. Tað var ikki so stórt pláss, sum man kom uppá, tá man fór heimum, og man var nokkso niðarlaga staddur niðri í Brekkum heimi í Funningi. So varð rikið niðan heimeftir, og gjarna vildi man verða komin heim móti Skarðánni, tá ið man kom niðan á Hóvabrekku. Síðan varð farið uttan fyri Skarðánna allan vegin niðan á Skarð, og síðani eftir Mannavegnum, út við Stóruá, og vanliga varð seyðurin niðurbundin á fløttinum oman fyri húsini hjá Kristiani á Rætt.


Røkt 
Vit vita við vissu, at í gomlum døgum røktaðu teir í Jákupsstovu og teir í Gortru Líðina. Úr Jákupsstovu kom røktin í Sjúrðastovu, meðan røktin í Gortru væl kann hava verið í húsinum í mong ár. Við at samanbera við aðrar hagapartar loyva vit okkum tí at gita, at røktin hevur hoyrt til Jákupsstovu og Gortru langt aftur í tíðina, og at tað hava verið tveir røktingarmenn. 


Røktingarmenn
Sjúrðastovurøktin:
Jóhan í Geil ( Johan Klein, f. 1839). Jóhan doyði við áttamannafarinum "Samløguni" í 1884. 
Óla Kristian í Geil ( Ole Christian Klein, f.1871) fór at røkta aftan á Jóhan, pápa sín.
Óla Kristian var bara 12 ára gamal, tá ið pápi hansara doyði í 1884, men kortini fór hann at ganga burtur í haga í Líðini. Fyrsta dagin var Poul Klein ( f. 1861) við honum.
Jóan Magnus í Trøðni ( Joen Magnus Joensen, f. 1849), sum var húskallur í Sjúrðastovu, gekk nógv burtur í haga Heimi í Líð, hóast hann ikki var valdur til røktingarmann.

Dánjal Klein ( f. 1883) røktaði aftan á Óla Kristian. Óla Kristian doyði av meslingum í 1905, so tað er hugsandi, at Dánjal Klein er farin at røkta í 1905, og hann røktaði til 1916 ella 1917.

Sjúrður á Rætt ( Sivert Christiansen f. 1887) fór at røkta í 1916 ella 1917 - aftan á Dánjal Klein. Sjúrður segði seg frá í 1951, og er helst farin frá í 1952.
Ein av mongu uppgávunum hjá teimum gomlu røktingarmonnunum var at grava rásir (ræsur). Tað varð gjørt á tann hátt, at ein bøkkur varð grivin - ikki loystur - og boygdur undan brekkuni. Sjúrður gróv rásina frá Stapa og út í gjøgnum Breiðhjalla.

Jákup í Stólpa ( Jacob Matras, f. 1929) fór at røkta aftan á Sjúrð á Rætt í 1952 og røktaði hann til 1963, tá ið hann segði seg frá.

Jógvan Christiansen, f. 1919, sonur Sjúrða á Rætt, røktaði fyri pápa sín saman við Gamla-Jákupi í 1933 og 1934 - serliga um várið, meðan Sjúrður var til skips.

Gortrurøktin Jóhannes í Gortru ( Johannes Johannesen, 1854). Óvist er, nær hann er farin at røkta, men hann segði seg frá um ár 1900. Meðan Jóhannes í Gortru røktaði, tóku teir Líðina niður, tí alt var vargur. Ta síðstu ærina fingu teir Uppi við Hurð, og tá skuldi Jóhannes taka soleiðis til: "Tú hevur volt mær manga møðina!"

Jákup í Stólpa ( Jacob Matras, f. 1873). Jákup í Stólpa, vanliga nevndur Gamli-Jákup, fór at røkta eftir Jóhannes í Gortru um ár 1900, og hann røktaði til einaferð í seinnu helvt av 1920unum.
Tá ið Jákup tók við, var eisini nógvur vargur í Middagsfjalli. Teir tóku vargin niður, og tann síðsta vargin fingu teir í Ryssufossinum. Jákup gróv rásina í Kálvhjalla frá Stígsgili og heimeftir. Heiman fyri Stígsgil er rættuliga bratt, og hann plagdi at siga, at har mátti gravast, tí tann, sum fór á bólt har, steðgaði ikki aftur.
img 3385 copy
Brøðurnir Jákup og Asbjørn

Klæmint Juul ( Klement Juul Matras, f. 1907) tók so við aftan á pápa sín, Jákup, í seinnu helvt av 1920unum og røktaði til 1963, tá ið hann segði seg frá.
Tá ið tosað varð um veður og vind, plagdi Klæmint at taka til: Útnyrðingur er so ringur í Líðini, at hann holar hvørt gil".

-----

Jógvan Nónsgjógv, f. 1931, varð valdur til røktingarmann í 1964, og hann røktaði til 1976.

Sigurd Niclasen, f. 1933, varð valdur til røktingarmann 1964, men hann segði seg frá longu í 1965, soleiðis at hetta árið røktaði Jógvan Nónsgjógv einsamallur.

Í 1966 varð so Andor Sivertsen, f. 1932, valdur til røktingarmann. Teir báðir røktaðu saman, til Jógvan gavst 1975. Frá 1975 til 1990 røktaði Andor Líðina einsamallur.
Í 1990 vórðu Jákup Matras, f. 1950, og Jógvan á Fløtti valdir til røktingarmenn - og Asbjørn Matras sum røktingarmaður í hálvum starvi.
Røktingarlønin hjá Jákupi og Jógvan: 10 lomb í part -  (2góð og 8 miðlingarlomb).
Lønin hjá Asbjørni: 4 miðlingarlomb.
Í 1993 vórðu Asbjørn Matras og Helgi Hansen valdir til røktingarmenn, og býttu teir eina røkt sínámillum: (1 gott og 4 miðlingarlomb í part).
Helgi Hansen "hálvtíðar røktingarmaður" : (1993 - 2005).
Jógvan á Fløtti røktingarmaður: (1990 - 2000) og "hálvtíðar røktingarmaður" í  2010.
Jákup Matras: ( 1990 - )
Asbjørn Matras:  ( 1990 - ) "hálvtíðar røktingarmaður"
Olaf á Grótheyggi: (2000 - ) "hálvtíðar røktingarmaður"
Eyðsvein Joensen: ( 2006 - ) "hálvtíðar røktingarmaður"

Røktingarløn
Ta tíðina, Sjúrður á Rætt og Klæmint Juul røktaðu, var lønin fýra ær og tvey tey bestu lombini av haganum, tá ið veðragjólingarnir vóru uppgjørdir. Hagalombini vóru vanliga stak góð og vigaðu væl oman fyri fjørurti pund.
Sjúrður hevði tríggjar røktingarær gangandi heimi í Líð og eina á Fløtum, men hann tók tær ongatíð inn. Ærnar hjá Klæminti lógu uppi í Ovara Tjørnudali og heimi í Grønadali.
Í løtuni (2012) er tað bara Jákup Matras, sum er í "fulltíðarstarvi" (um tað ber til at málbera seg soleiðis) sum røktingarmaður, meðan Asbjørn Matras, Olaf Fríðheim og Eyðsvein Joensen eru í "hálvtíðarstarvi".
Røktingarlønin er: 8 miðallomb og 2 hagalomb. "Hálvtíðarstarvið" gevur sostatt: 4 miðallomb og 1 hagalamb.
Hagalamb er tað besta lambið, ið er, eftir at veðragjólingarnir eru uppgjørdir.
 vorg copy
Jákup, Olaf og Eyðsvein
Burtur í haga
Tá ið Sjúrður á Rætt fór burtur í haga, fór hann sum oftast eystur í gjøgnum Kálvhjalla. Av Múlarustini sæst niður yvir seyðin á Flatinum. Gingið varð síðani heim eftir Sniðunum, og vanliga varð farið niður um Sniðini undir Stóraryski.
Haðani gekk leiðin út á Múla og so allan vegin heim aftur eftir bakkanum (Líðarbakka). So varð farið upp á aftur Sniðini. Av Sniðunum sæst væl niðan móti Skúvadalsskarði, niðan í Kinnina og Breiðhjalla. Leiðin gekk so út eftir Sniðunum, gjøgnum Kálvhjalla og til hús.
Hetta var tann vanliga gongdin, men sjálvandi vórðu aðrir túrar gjørdir niðan í Middagsfjall og í Tyril, men tað lá lítið av seyði í Rók og í Breiðhjalla í Hjøllunum.

Deyðseyður
Røktingarmenninir í Líðini funnu ofta nógvan deyðseyða, tí at har datt ofta oman, og eisini doyði í bráðsótt.
Deyðseyðurin varð býttur til jørðina, um fimm stykkir vóru heil í honum, men tað kom mangan fyri, at hann ikki varð býttur, sjálvt um nógv var heilt. Tann, sum fann deyðseyðin og fletti hann, átti øll avroðini uttan tálgina, og hann gav deyðseyðaboð til allar eigararnar. Við Gjógv hevur verið vanligt at býta í fimtingar, og so skiftist hvør fimtingur um at býta, soleiðis at eigararnir í einum fimtingi býta 5. hvørt ár.
Krovið og tálgin vórðu býtt, meðan skinnið varð hongt upp at turka til veðragjólingar (á trettanda - 6. januar). Flett varð soleiðis, at oyruni hingu uppi í skinninum fyri at síggja, hvørjum hagaparti deyðseyðin var úr. Tá ið so veðragjólingarnir vórðu býttir á trettanda, vórðu skinnini býtt upp ímóti teimum. Tað fóru eini trý skinn ímóti einum veðragjólingi, og tað vóru fleiri, ið heldur vildu hava skinnini enn veðragjólingin. Hetta var í teirri tíðini, tá ið eingin føddi veðragjólingar um veturin, men drupu og ótu teir aftan á brundtíðina. Seinni vórðu veðragjólingarnir so føddir inni um veturin, og tá vórðu deyðseyðaskinnini býtt saman við várullini aftan á várfjøllini.
Deyðseyðin kundi vera ymiskur, alt eftir um hann var deyður í raki, av sjúku ella omandottin. Var mergurin harður, varð sagt, at hann var mergjaður, og tann mergurin smakkaði væl. Var mergurin harafturímóti bleytur og smakkaði saltur í munninum, var seyðurin ikki mergjaður. - Einki fór til spillis hjá teimum gomlu, og alt var nóg gott. Viðhvørt kundu tey yngru grenja um rakdeyðseyðakjøtið, men tá læt í teimum eldru: "Etið tit bara, gott hevur verið!".

Eitt heimildarfólk greiðir frá:
Pápi røktaði í Líðini, og vit systkini vóru mangan spent, um deyðseyðin skuldi býtast ella ikki. Tað besta, ið vit fingu, var bráðsóttakjøt og bráðsóttafløt.
Eg minnist eisini, at Dávur Juul (f.1875), sum røktaði í Sáttarenni, kom oman úr Funningi við deyðseyðakjøti til at býta.


Felli
Fellisár hava verið av og á um allar oyggjarnar. Vit kunnu lesa um hetta í gomlum skjølum, og tey eldru fólkini minnast eisini ring felli. Líðin er brøtt, so tá ið stórkavi legst, er tað so skjótt, at skalvur kann leypa og taka seyð við sær út á sjógv. Um veturin kann tað verða langt ímillum, at tað er farandi í hagan hjá fólki, so seyðurin má royna at klára seg sum frægast.
Sjúrður á Rætt plagdi at siga, at undir annars vanligum umstøðum kundi roknast við, at tað fóru einar 10 ær fyri einki um árið. Í nýggjari tíð vita vit um, at fýra ferðir er serliga nógvur seyður deyður. Í 1927 kom nógvur kavi seinast í apríl mánaði, og tá doyði nógvur seyður. Lembingin var so smátt byrjað, og okkurt lambið kláraði tann nógva kavan.
Veturin 1935 ella 1936 var ringur, og tá doyðu 20 gjólingar. Vanliga vórðu eini 30 lomb slept upp um heystið, so henda veturin fóru tveir triðingar av gjólingunum fyri einki.
Tey flestu hava óivað hoyrt um stórkavan í 1947. Tá fór seyður í øllum høgum í bygdini, og í Líðini fóru einar 40 ær tað árið.
Ringasta fellið, sum nakar veit um í Líðini, var í 1962. Um heystið í 1961 vóru 183 seyðir í haganum, men seinast í mars mánaði 1962 legðist stórkavi. Skalvur leyp fleiri staðni, og nógvur seyður doyði. Á Skúvadalsskarði legðist eisini stórur skalvur. Hesin skalvurin leyp eisini og tók nógvan seyð við sær. Her kann leggjast aftrat, at tað man vera sjáldan, at skalvurin loypur av Skarðinum, tí Sjúrður á Rætt, ið røktaði frá 1917 til 1952, segði, at skalvurin á Skarðinum ongatíð hevði lopið, meðan hann røktaði.
Kavin legðist, sum áður nevnt, seinast í mars, men ikki slapst heim í Líð fyrr enn um hálvan apríl. Tað var eingin stuttleiki at koma aftur í hagan. Allastaðni lá deyðseyður, og bólini vóru eisini full av deyðum seyði. Allur deyðseyðurin skuldi flettast, tí skinnini skuldu býtast saman við várullini, so hetta var eitt rættuliga ótespiligt arbeiði hjá røktingarmonnum og øðrum at taka sær av.
Tá ið alt var uppgjørt, vísti tað seg, at tað doyðu umleið 120 seyðir í hesum kavanum. Hetta var 2/3 av allari skipanini, og tá ið nú so lítið var eftir, og seyðurin haraftrat var styggur, fóru menn so smátt at tosa um at taka allan seyðin av og fáa "nýggjan" og spakan seyð ístaðin.


At taka vargin niður
Áðrenn menn regluliga fóru at geva seyðinum hoyggj úti, var styggur seyður uppií í øllum høgum við Gjógv. Hesin styggi seyðurin gjørdi sjálvandi mest um seg í Líðini, tí mangastaðni er so bratt, at tað er torført at reka, um seyðurin ikki er spakur. Sum áður nevnt tóku teir Líðina niður, tá ið Jóhannus í Gortru røktaði, seint í 19. øld.

lidmjork copy
Í mjørka Uppi á Brekkum - 1988.
Men - søgan endurtekur seg - tí sum árini liðu, gjørdist torførari og torførari at reka, tí tann seyðurin, ið ikki fekst í hond, gjørdi seg sjálvan upp, so vargurin øktist í tali ár undan ári.

Mangan vóru tvær fjallskipanir - 30 mans - og róku, men kortini rakst ongatíð nóg væl. Í 1950unum varð avgjørt at gera eina nýggja rætt í Teistaurðini, og fyrstu ferð, ið hon var roynd, gekst nógv betur at reka, enn nakar hevði væntað. Men teir gomlu plagdu at siga, at vargur letur seg ikki lumpa meir enn eina ferð, og rætt fingu teir, tí tá ið rikið varð í rættina í Teistaurðini aðru ferð, var sama ringa skilið aftur - bara nakrir heilt fáir seyðir komu í rætt.

Hetta ringa skilið helt so fram, og menn fóru so smátt at tosa um at taka allan seyðin niður og sleppa spøkum fremmandum seyði aftur í hagan. Í 1962 doyði, sum áður nevnt, ein stórur partur av seyðinum, og hetta mundi vera ein av grundunum til, at tosið, um at taka allan seyðin av, kyknaði upp av álvara.
Sjálvandi vóru menn ymiskir á máli um, hvat ið rættast var at gera, men endin var so tann, at í 1964 varð avgjørt á fundi í Samkomuhúsum "at taka Líðina niður".

Ein góðan dag seinnapartin í september mánaði fóru so tvær fjallskipanir at reka, og ein heimildarmaður sigur soleiðis frá:
Vit róku tvær gongur. Fyrru ferð varð rikið í rættina í Teistaurðini, og seinnu ferð í Gomlurætt. Vit fingu rættuliga nógvan seyð tilsamans henda dagin, og alt varð skipað umborð í ein motorbát, ið førdi seyðin til Klaksvíkar. Kjølbro hevði keypt allan seyðin fyri kjøtprís, men var tað onkur, ið vildi hava seyð, so fekk hann hann eisini fyri kjøtprís. Vit skipaðu umborð bæði undir rættini á Teistaurðini og á tí vanliga plássinum uttan fyri Gomlurætt.
Tá ið allur seyðurin var fingin umborð í motorbátin, varð farið til hús, men vit tóku eisini seyð uttanrætta á vegnum.
Hetta var ein strævin dagur. Eg minnist, at eg var í millum Jógvan Sofus Ferjá og Jógvan Hansen, úr Fugloy, oman í gjøgnum Ritudal. Vit stríddust leingi við eina pesjuær við lambi, og endin var tann, at vit fingu bæði ærina og lambið har og bundu tey niður, og síðani helt raksturin fram.
Tá ið komið var í rætt, fóru Erling í Nýggjustovu og Jógvan Sofus niðan í Ritudal eftir ærini og lambinum, tí tey kundu ikki verða liggjandi bundin har uppi. Erling gekk undan, og hann tók lambið og leiddi tað um Skarðið, meðan Jógvan Sofus skuldi leiða ærina. Hetta var lættari sagt enn gjørt - hon vildi ikki ganga, so tað gekk meira omaneftir enn niðaneftir. Hann varð tí noyddur at binda ærina niður og taka hana upp á ryggin. Tað hevur verið ein tung byrða, og hartil er bratt upp fyri Skarðið.
Seinni um dagin komu vit so saman eysturi undir Rók. Tá læt í Jógvan Sofusi, ið altíð hevur dugað so væl at tikið til: "Erling, kom og føl, hvussu djúpt beinini eru farin inn í høvdið á mær!"

Eg haldi næstan, at vit róku tríggjar vanligar fjalldagar, og tann seinasta fingu vit 17 seyðir. Nú varð tosað um, at hetta bar ikki til - tað var ov dýrt at biðja fólk til hetta, og so varð fundur hildin í samkomuhúsinum, og á tí fundinum varð viðtikið, at um tað var nakar, sum vildi taka upp á seg at royna at taka tað, ið enn gekk eftir, so skuldi hann eiga tað, ið hann fekk.
Spurt varð, um nakar vildi melda seg til, og vórðu vit seks, ið bjóðaðu okkum fram: Jógvan Sofus Ferjá, Jákup Matras (í Stólpa), Kristian í Lon, Jógvan Nónsgjógv, Sigurd Niclasen og Hans Edvard Joensen.

Vit valdu okkum so ein góðan dag, og fylgdust allir eystur á Skarð. Hetta varð, sum roknast kundi við, eingin lættur dagur. Vit stríddust allan dagin og fingu tólv seyðir. Okkurt varð tikið heilt heimi í Fúss, okkurt á Fuglhelluni og Eysturi á Dal. Tað vísti seg soleiðis, at fekst tú vargin oman á bleytari haga - sum t.d. á Skúvadal - so var undansloppið, tí her var hann ikki so fimur sum í brattlendinum.

Vit fingu, sum sagt, 12 seyðir tann fyrsta dagin, og annan dagin fingu vit 2 seyðir. Tá ið vit so fóru triðja dagin, var ikki ein kleyv at síggja. Vit gingu allir eystur á Skarð og fylgdust út eftir rásini yvir Stapa - eg gekk fremstur. Tað hevði regnað nakað illa um náttina, so rásin var eitt sindur runut.
Eg minnist, at eg orðaði við teir afturu, at eg helt meg síggja kleyvar í rásini. Tá læt í Jógvan Sofusi:
"Robinson sær mannaspor!" Góð samanlíkning - har var líka oyðið sum á oynni hjá Robinson - vit sóu ongan seyð - Líðin var tóm - ein sjáldsom sjón.

Tilsamans fingu vit 14 seyðir, men tveir hoyrdu til Fløtur, so 12 komu til býtis, og vit fingu sostatt 2 seyðir í part. Alt varð flett upp, og øll krovini vórðu hongd í kjallaran hjá Jógvani á Fløtti, og seinni vórðu tey so býtt sundur okkara millum. Tað vóru góð krov; t.d. fingu vit eina ær við lambi á Múlanum, og tað vóru 15 merkur í tálg í lambinum og 14 í ærini.

Tá ið allur seyðurin var avtikin, so skuldi sjálvandi annar seyður sleppast í hagan. Tann "nýggi" seyðurin varð fyri tað mesta keyptur úr Mikladali, Hvalvík og Kollafirði. Tað vóru næstan bara lomb keypt, men nakrar ær komu tó eisini úr Kollafirði. Tilsamans vórðu 86 seyðir sleptir í hagan.
Mikladalslombini vórðu førd beinleiðis úr Mikladali og - eins og hini - slept upp við Rættina, á Fuglhelluni og úti á Múla, og fyri at síggjast væl vórðu tey málað við ymsum litum.
Sjálvandi fóru nakrir av hesum fremmandu seyðunum av haga, men samanumtikið má sigast, at tað heftist rættuliga væl. Avgjørt varð, at tað fyrsta árið skuldi eingin veðragjólingur sleppast í hagan. Leggjast kann aftrat, at tann "nýggi" seyðurin var rættuliga spakur, og tað gekst væl at reka. Væl varð ansað eftir, at um onkur seyður var uppií, ið ikki rakst nóg væl, so varð hann tikin av.
Í 1979 kom, sum áður nevnt, tann nýggi raksturin gjøgnum Hjallarnar, og í stuttum kann sigast, at hann hevur riggað so mikið væl, at nú kemur mestsum hvør kleyv í rætt".


DSCN4148
Poli á Tarafløtti, ið hevur verið hagastýrisformaður síðani 1990, legði frá sær 2012
 
Mangt og hvat
Tað er góður hagi í Kinnini og allan vegin út eftir Sniðunum. Eisini plagdu teir at siga, at tað var hagagott úr Middagsfjalli, og haraftrat var seyðurin góður.

Ofta komu serliga stór gimburlomb undan Sniðunum, men tey blivu gjarna ikki slept. Tað var mestsum ein regla ikki at sleppa undan Sniðunum, tí teir plagdu ar siga, at seyður "datt" oman hagar av sær sjálvum, og so doyði tað eisini so illa í grasloysi undir Sniðunum og út á Múla - og Múlin er ringt skræpupláss.
Teir kallaðu tað fyri grasloysi, og navnið mundi koma av tí, at lombini hildu uppat at eta, og so doyðu tey, men tey kundu vera full av tálg kortini. Tá ið heilivágurin kom, doyði tann sjúkan út.

Gamli-Jákup plagdi at siga, at Tyrlaseyðurin var altíð smærri enn annar seyður í Líðini.

Sjúrður á Rætt plagdi at taka til, at ær við stuttum hálsi mjólkaði ikki væl.

Máliska: Eldri maður, ið hevði tikið uttanrætta í Líðini og at enda fekk eitt veðurlamb uppi í Kjálkanum (Fyri oman Rætt), tók soleiðis til: "Eg átti ein dropa, men eg var so móður, at eg fekk hann ikki attratt (aftrat) mær!"

Fyrr vóru altíð tvey fjøll gingin um heystið: skurð og klipping. Klippingin var gjarna gingin aftan á 20. november, og longu tá var fótamørurin frá skurðfjallinum so mikið turrur, at menn plagdu at hava eitt petti av føtamøri og eitt drýlpetti úti í ermuni til at ganga á um dagin.

1929 var eitt sera gott seyðaár. Tað árið komu 2 og 1/4 til býtis upp á gyllinin á Suðurhelvt. Úr Líðini komu 120 - av Fløtum 118 - og 32 úr Sáttarenni. So nógv hevði ikki verið til býtis á Suðurhelvt fyrr.
Hetta sama árið kom eitt 40 punds lamb úr Líðini - Jóhan í Blásastovu fekk tað. Teir gomlu søgdu, at hetta var fyrsta 40 punds lamb, ið komið var úr Líðini.

Taka vit harafturímóti tað stóra fellisárið 1947, so kom bara ½ til býtis upp á gyllinin á Suðurhelvt tað árið. Úr Líðini komu 30 - av Fløtum 25 - og 5 úr Sáttarenni.

Navnið
Tað er einki at ivast í, at hagaparturin hevur fingið navnið Dalurin av tí stóra dalinum, ið gongur frá bygdini og heim á Skarð - báðumegin Stórá.

dal1 copy

Tann gamli hagaparturin - og tann nýggi
Tann gamli hagaparturin Heimi í Dal var 22 mk. og 424 ha. Í gomlum døgum - fram til umleið 1829 - lá Dalurin saman við hagapartinum Botnum í Funningi.
Hesin hagaparturin nevndist Dalurin/ Botnar og var samstundis norðhelvtin í Funningi.
Móti Omanrætt gongur markið úr Marknagarðinum í Loynistíggin og haðani í toppin á Sandfelli. Móti Fløtum var Stórá mark heim á Skarð, og av Skarðinum gekk markið í varðan á Fossinum í Keri og haðani í Gjótuna í Bláabergi. Móti eiðismonnum gekk markið upp av Gjótuni og eitt sindur inn á Sandarstígar og hevði so fluktina í toppin á Gráfelli.

Undir útskiftingi av høgunum í 1990 varð Dalurin lagdur saman við Fløtum, og æt tann nýggi hagaparturin, ið var 4 mk. og 12 gl., Dalurin/Fløtur. Áseyðatalið í tí nýggja haganum varð sett til 337. Markið ímóti Omanrætt varð óbroytt, meðan markið millum Dalin/Fløtur kom at vera úr toppinum á Middagsfjalli og nakrar hundrað metrar oman eftir rustini (ímóti Teigunum) og haðani oman í Neytaliðið við Ta Gomlu Flatnarætt.

Í 2004 gjørdist Dalurin aftur ein sjálvstøðugur hagapartur, men er nú 2 mk. og 4 gl.  - ella 293 ha. Markið ímóti Omanrætt er framvegis óbroytt, meðan markið ímóti Fløtum gongur eftir Gráfelsrustini, oman ímóti Stórá - heiman fyri Líkstein - og niðan í vegin. Síðani gongur tað nakað út við vegnum og so oman aftur í Stórá heiman fyri Steinin í Hórisgrøv, og haðani er Stórá so mark úteftir.

Í 2004 var áseyðatalið í tí nýggja haganum 170.

(NB! Tað, ið eftirfylgjandi er fest á blað, viðvíkur bara tí gamla hagapartinum - fram til 1990)

Fylgir
Í sambandi við uttangarðútskiftingina 1990 varð fráboðað, at tá vóru 172 seyðir í tí gamla haganum, og í fylgjum sá tað soleiðis út:
Tær Ytstu, 28 í tali, sum hava summarhaga í Breiðhjalla og uppi á Sløttum.
Tær í Fríðagili, 13 í tali, sum hava summarhaga heimarlaga í Breiðhjalla og koma eisini eitt sindur upp á Slættirnar.
Tær í Rossabotni, 23 í tali, sum hava summarhaga í Rossabotni, eftir Plinkanavunum, niðan móti Sandfelli og í Gráfelsrókunum.
Tær á Seyðabólsheygnum, 14 í tali, sum hava summarhaga undir Rókunum og norðureftir.
Tær Lægru á Sandarstígum, 7 í tali, sum hava summarhaga undir Barmsbrekku og niðan undir Røkurnar.
Tær Hægru á Sandarstígum, 12 í tali, sum hava summarhaga undir Rókunum og uppi í Rókunum.
Tær Niðaru ella Tær Handaru, 11 í tali, sum hava summarhaga undir Bláabergi.
Tær í Barminum, 10 í tali, sum hava summarhaga í Barminum, men fyrr fóru teir eisini heim undir Sandar.
Tær á Bustini, 14 í tali, sum hava summarhaga undir Mjáurók, heiman fyri Bust og undir Gráfelsrókunum heimanfyri.
Kenningin, 40 í tali, sum hevur summarhaga heiman fyri Stóragil.


Kenning
Gomul skjøl frá 1758 vísa, at longu tá var ein partur av haganum kenning og ein partur feli, men tað er ikki greitt, hvussu býtið var millum kenning og fela.

Tað skilst á øllum brøgdum, at tað hevur verið ein ávís togan millum teir, ið vildu hava kenning, og teir, ið vildu hava fela, men tað sæst, at í 1836 varð avgjørt at hava tíðaravmarkaða kenning til 1840, og álíknast skuldu 2 ær upp á gyllinin. Roknast kann við, at skipanin við kenning hevur hildið fram eftir 1840. Fram til tann stóra kavan í 1947 var ein hálv ær í kenning upp á gyllinin, men síðani 1947 hevur tað verið ein ær, til kenningin varð avtikin í 2001. Kenningaærnar skulu liggja heiman fyri Stóragil og ikki í Rossabotni.


kriskenn copy

Gerda, Hanni og Kristian í Lon 


Ból og seyðahús
Í Dalagerðinum vóru trý ból: Krossabólið, Bólið á Svínstígheygnum og Dukkubólið.

Krossabólið er oman fyri vegin beint uttan fyri Seyðahúsið á Krossunum, ið var bygt seinast í 1950unum. Til Krossabólið komu "Tær Ytstu".

Bólið á Svínstígheygnum stóð oman fyri vegin við vendiplássið á Svínstígheygnum. Seyðahús varð bygt á grundina veturin 1953 - 1954. Seyðahúsið á Svínstígheygnum fór av vindi í januar mánaði í 1984. Tey fylgi, ið komu til Bólið á Svínstígheygnum, vóru "Tær úr Fríðagili" og "Tær úr Rossabotni".

Dukkubólið.
Dukkubólið stóð niðan fyri garðin - beint heiman fyri Barmaportrið. Nú er seyðahús bygt á grundina. Navnið, Dukkubólið, kemur av tí, at bólið var hildið at vera so lítið, at tað var ikki frægari enn eitt dukkuból.
Tey fylgi, ið komu til Dukkubólið, vóru "Tær av Seyðabólsheygnum", "Tær Hægru av Sandarstígum" og "Tær úr Rossabotni".

Uttangarðs eru nú trý ból: Fríðagilsbólið, Seyðabólið og Heimasta Ból.

Fríðagilsbólið stóð áður heiman fyri Lítlagerði, men seinni víðkaðu teir Lítlagerði eitt sindur og fluttu hegnið heim um Fríðagilsbólið. Ein vongur varð gjørdur við bólið fyri at verja ímóti lágættini. Til Fríðagilsbólið komu "Tær úr Rossabotni".

Seyðabólið stendur heimi við Seyðabólsánna, og tað verður eisini kallað Bólið á Seyðabólsheygnum.
Til hetta bólið koma "Tær á Seyðabólsheygnum", "Tær Lægru á Sandarstígum" og "Tær í Barminum".

Heimasta Ból stendur eitt sindur niðan frá Stóruá - nakað heiman fyri Antaránna.
Í Heimasta Ból koma "Tær Hægru á Sandarstígum", "Tær Heimi á Bust" og "Tær Niðaru" (ella" Tær Handaru").


Rættir
Vit vita um tríggjar rættir: Funningsrættina, Gomlu Dalarætt, og Rættina við Fríðagilsánna.


dalgub89 copy

m.a. Óli, Gubbi og Neli

Funningsrættin er avgomul og stavar frá teirri tíðini, tá ið Dalurin lá saman við hagapartinum Botnum í Funningi. Tí varð hon kallað Funningsrættin. Dalurin og Botnar vórðu býttir sundur í 1829, so rættin man vera nakað væl eldri enn tað. Í hesum sambandi kann vera skoytt uppí, at Knútur í Nýggjustovu (Knud Jacobsen, f. 1824) mintist hesa rættina í brúki. - Tað sæst hampuliga væl, hvussu hon hevur sæð út. Hon hevur verið stór og breið um kjaftin.
Tær flestu gomlu rættirnar vóru so breiðar um kjaftin, fyri tær ikki skuldu vera so góðar at brúka hjá seyðatjóvum.

Gamla Dalarætt stóð niðri við Stórá, beint heiman fyri Nýggjagarð. Enn sæst væl, hvussu hon hevur sæð út. Dalurin og Botnar fóru, sum áður nevnt, sundur í 1829, so vit kunnu rokna við, at henda rættin er gjørd í 1830unum.


solge4 115 copy

á Dalarætt - umleið 19?


Rættin við Fríðagilsánna varð tikin í brúk í 1935. Um ta tíðina varð Dalagerðið býtt. Henda rættin varð brúkt til november 1989, tá ið Dalurin og Fløtur vórðu  løgdsaman. Frá 1989 til 2005 varð Dalaseyðurin rikin í Flatnarætt.
Í 1954 varð vaskibrunnur við vaskirætt gjørdur við rættina við Fríðagilsánna , og var hetta sostatt tann fyrsti vaskibrunnurin í bygdini.
Tann nýggjasta rættin - nummar 4 - varð tikin í nýtslu 17.07.05, og her kann leggjast aftrat, at hana gjørdi Neli mestsum púra einsamallur.

Rakstur
Tað hava nokk altíð verið riknar tvær gongur: Ytra Gonga og Heimara Gonga. Ytru Gongu fara nakrir niðan á Slættir, og tann hægsti gongur um í Sandfelli. Fyrr, áðrenn marknahegnið kom, var niðasti maður heim eftir Brekkuni, men nú er hann eftir Breiðhjalsbrúnni. Maðurin á Breiðhjalsbrúnni má ikki koma longur heim enn á Gráaklett, tí annars kann seyðurin, ið kemur av Sløttunum, stoyta oman uttan fyri hann. Í Ytru Gongu fara nakrir heim í Barm, og tann hægsti gongur um á Foldarskarði, til hann kemur saman við manninum í Sandfelli.

scan0063 copy

Heini Nygaard Olsen, Ólavur, Kristian í Lon og Hanni


Síðan verður tikið samanum, og seyðurin stoyttur oman í gjøgnum Ennið og út í Ryggirnar - heilt út móti marknahegninum.
Áðrenn Lítlagerði varð innlagt, varð Ytra Gonga rikin heim í Fríðagil, og tað var mangan strævið at renna heimfyri og venda gonguni á Funningsrættini. Nú verður rikið oman gjøgnum Lítlagerði, og tað er eitt stórt framstig.
Í Heimaru Gongu fara nakrir heim í Barm, og restin heim undir Sandar. Tann hægsti í Barminum situr norðan fyri Kjaftin á Breiðurók og stoytir seyðin, ið kemur tann vegin undan Sondunum.
Tann hægsti undir Sondunum fer gjøgnum Gráfelsrøkurnar og so gjøgnum Breiðurók, meðan tann næsthægsti fer gjøgnum Mjáurók.
Teir, sum eru í Barminum, forða seyðinum, sum kemur undan Sondunum, og stoyta hann oman heiman fyri Stóragil. Tað var ofta trupult at venda seyðinum, tá hann kom við ferð út undir Barmsbrekku, men nú er hegnað niðan undir Barmsbrekku, so tann trupulleikin er burtur. Síðani verður seyðurin rikin oman móti Stórá og so út við ánni og í rættina.

dalarfjall neli copy

Neli og skurðurin


Ódnir

Ódnir veit man lítið og einki um, men Nýggjustovumaðurin var altíð á Garðabrúnni, og Jógvansstovumaðurin niðastur í Ryggjunum.
Er røktingarmaður av Omanrætt á fjalli, so er hann altíð á Sløttunum.


snv31171 copy

Systrarnar Hergerð og Anna

Røktingarmenn
Jógvan í Blásastovu ( Joen Joensen, f. 1831)
Gøtu - Jógvan ( Joen Poulsen, f. 1853), sum vaks upp í Blásastovu, var ikki valdur røktingarmaður, men kortini gekk hann burtur í haga til sín doyggjandi dag.
Í lembingini fóru teir gomlu altíð sera tíðliga í hagan. Tann stóra skaðadagin 30. apríl í 1870, tá ið tvey áttamannafør gingu burtur, hevði Gøtu-Jógvan verið í haganum um morgunin. Tá ið hann kom fram við húsunum í Horni, rópti Hans Petur ( Hans Peter Jacobsen, f. 1810) á hann og spurdi: "Er nakað lamb komið í morgun?" "Jú, eitt", svaraði Gøtu-Jógvan.
Gøtu-Jógvani dámdi einki, at lamb undan tvævetursær var gott. Hann segði, at tað fór so illa við ærini, at tey seinnu lombini komu ikki at roynast so væl.

Pætur í Jógvansstovu ( Peter Joensen, f. 1864) varð valdur eftir pápa sín, Jógvan í Blásastovu (Joen Joensen, f. 1831). Pætur røktaði til umleið 1906. Pól Jóhannes í Bíggjarlagnum ( Poul Johannes Johannesen, f. 1888) varð valdur eftir Pætur í Jógvansstovu (Peter Joensen, f. 1864), men hann hevði so lítlan hug til hetta arbeiðið, at hann fór ongatíð at røkta, so ístaðin varð tað pápi hansara, Kornelius í Gortru ( Kornelius Johannesen, f. 1860), ið fór at røkta eftir Pætur.
Sofus Anton í Gortru ( Sofus A. Johannesen, f. 1897) gekk í haganum saman við pápa sínum frá barnsbeini av, og í 1934 varð hann valdur til røktingarmann. Valið fór fram yviri í Túni. Ætlanin var, at valið skuldi vera seint í 1933, men tað mátti bíða til mikkjalmessu 1934, tí sýslumaðurin segði, at valið mátti vera á mikkjalmessu. Sofus Anton var onkuntíð til samgongu í Funningslíð
Kornelius Johannesen, f. 1938, varð valdur til røktingarmann í 1967, men hann hevur eisini gingið burtur í haga frá smádreingi av.


scan0056 copy

Røktingarmenninir Neli og Gubbi


Kristian Inni í Stovu (Christian Johannesen, f. 1764).
Mangan man hava verið smáligt, og greitt verður frá, at einaferð í teimum ringu árunum fyrst í 1800, meðan Kristian røktaði, var hann um várið á veg í hagan at taka eina røktingarær. Hann møtti Stóra-Heina ( Heine Andreasen, f. 1771), ið átti serstakliga nógva jørð. Kristian fortaldi Heina, at nú fór hann eftir røktingarærini. "Ikki skalt tú fara eftir henni í dag", segði Heini og gav honum ein bógv. Kristian vendi aftur, og dagin eftir var grind í Funningsfirði, og ærin slapp sostatt at ganga.
Hanus Inni í Stovu ( Hans Johannesen, f. 1782).
Jóhannes Inni í Stovu ( Johannes Hansen, f. 1818).
Hans Pauli Inni í Stovu ( Hans P. Johannesen, f. 1856).

sdc10224

Feðgarnir Jens og Neli


Dánjal Rasmus í Horni ( Dánjal R. Joensen, f. 1890). Tað var í 1932, at Sofus Anton á Dalarætt uppnevndi Dánjal Rasmus til røktingarmann eftir Hans Paula Yvir í Stovu, sum um tað mundið flutti inn í Funningsfjørð at búgva.
Hans Edvard Joensen, f. 1929, fór at røkta í 1947 eftir pápa sín, Dánjal Rasmus, men Hans Edvard gekk í haganum frá smádreingi av saman við pápa sínum. Hann gavst at røkta í 2007, og hetta sama árið fór Jens Heldarskarð at røkta.


sparekasseb copy

Neli, Gubbi og Jóhan


Fríðrikur á Grótheyggi ( Frederik Joensen, f. 1817) doyði í 1870 við Fríðriksbáti.

Símun á Grótheyggi ( Simon Justinussen, f. 1849) doyði við Samløguni 1884.

Justines á Grótheyggi ( Justinus Justinussen, f. 1882). Fór heilt ungur at røkta. Tað er eitt sindur ógreitt, um nakar hevur røktað í millum Símun og Justines. Í bestu árum varð Justines so illa plágaður av gikt, at hann var mestsum óarbeiðsførur. Tá ið val av røktingar- monnum var yviri í Túni í 1934, skeyt Sofus Anton upp, at Justines skuldi røkta, so leingi hann orkaði. Hetta varð samtykt, og sonur hansara, Símun, f. 1914, gjørdi ymisk arbeiði í haganum fyri pápan til val av nýggjum røktingarmonnum fór fram í 1947.

Benadikt Johannesen, f. 1917, fór at røkta í 1947 eftir Justines.


benadikt89 copy

Benadikt  (1917-1996) - á Dalarrætt 1989


Røktingarløn
Í fyrstani kundi hvør røktingarmaður hava tríggjar ær í part, og seinni blivu tær fýra. Teir fingu einki frá haganum, um ær ikki hevði lamb, og tað kom fyri, at røktingarmaður kom av rættini á heystardegnum bara við vøttunum.

Í løtuni (2011) fáa teir báðir røktingarmenninir 4 miðlingarlomb í  part  - og somuleiðis 2 hagalomb hvør.  Hagalamb er tað besta lambið, ið er, aftir at veðragjólingarnir eru uppgjørdir.

img 2046 copy

Neli við Heimastaból

Veðragjólingar
Fyrr høvdu teir tríggjar veðragjólingar, seinni vórðu teir fýra og eitt miðlingalamb. Veðragjólingarnir vórðu býttir til jørðina, og miðlinga lambið varð bara tikið við fyri at fáa býtt í fimtingar.


innto copy

Neli á Klábrekkuni


Fyrr í tíðini vóru veðragjólingar býttir til jørðina og flettir, tá ið teir vóru inntiknir í januar mánað. Sjálvandi vóru teir tussarak, men ivaðust teir gomlu, um veðragjólingarnir vóru etandi, so plagdu teir at taka netjuna - ið bert var ein slintra - og blaka hana upp á hurðina. Hekk netjan føst, var krovið etandi, men datt hon niður, var tað ikki munnberandi.


Burtur í haga
Tá ið Sofus Anton fór burtur í Haga, plagdi hann altíð at ganga heim eftir Brekkuni, niðan í Enni og so niðan í Rossabotn. Haðani gekk hann út gjøgnum Breiðhjalla og upp á Slættirnar og so runt har uppi. Síðani fór hann niður í Rossabotn, eitt sindur heim undir Røkurnar, út undir Barmsbrekku og so til hús. Hetta var ein gongd.
Hin gongdin var at fara heim undir Bust og so heim undir Sandar.

Í lembingini varð gjarna farið í hagan tvær ferðir um dagin, og hvør túrurin tók einar fýra tímar, men tað valdaðist sjálvandi, hvussu líkindini vóru, og hvussu ovarlaga seyðurin lá. Tá gingu røktingar- menninir vanliga soleiðis:

Fyrst varð gingið lágt heim um Heimasta Ból - áraka Steinin í Hórisgrøv - og so út eftir brekkuni út móti Stóragili. Síðani heim undir Barmsbrekku, heim undir Bust, heim undir Sandar, heilt yvir í Kaldakinn og niðan móti Lítlabarmi og Bláabergi, um veðrið var gott. Fyrr var einki hegn móti funningsmonnum, og funningsseyðurin fór út í Líð um veturin og móti vári, so dalaseyðurin lá rættuliga víða um. Síðani var farið út yvir Kráunum og Blotanum, eftir Bustini og inn í Rossabotn. Hetta er tung gongd, tí tað er ímóti alla tíðina. Tá, ið tú vart komin í Rossbotn, var sloppið, tí nú kundi tú taka undan oman úteftir í Ryggirnar. Tá ið útleið, og veðrið gjørdist betri, hækkaði seyðurin, og tá mátti tú eisini taka Breiðhjallan við.
Øll lombini við báðar endarnar við báðar endarnar vórðu tráðdrigin, og tú bjargaði altíð nøkrum lombum við at ganga nógv í lembingini. Tað er ótrúligt, sum ærnar eru hjálparleysar. Ein ær kundi lemba, og lambið fór óklombrandi í eitt hol. Hon kundi so standa og jarma uppi yvir tí, men ófyrr doyði tað, enn at hon tók í oyrað á tí og dró tað uppúr.


Góðir og ringir dagar
Ein røktingarmaður tekur soleiðis til:
Tað hava verið nógvir vánaligir túrar í haganum, men tað hava sanniliga eisini verið minnisríkar løtur. Eg minnist eina serliga vakra sjón. Eg gekk niðan móti Foldarskarði, og tað var brennandi sólskin hesumegin. Tá ið eg komi uppá, liggur mjørkin javnt við skarðið vestanfyri. Hetta var seint á degi, og sólin stóð inn eftir mjørkanum, men tað sá út, sum sólin skein inn eftir eini ísfløtu. Tann sjónin fer mær aldri úr minninum. Vit hava havt fleiri vánaligar fjalldagar um heystið, men eg kann nevna ein serliga ringan. Tað var á skurð í 19?. Tað var av besta veðri um morgunin, men tá ið vit gingu um, fór at glopraregna, og síðani bleiv tað til rennikava, men tað var mestsum stilli.
Vit róku kortini og fingu alla Fyrru Gongu í rætt, men vit vóru ikki meir enn komnir í rætt, nú brestur hann á við knasandi stormi av landnyrðingi. Vit sóu hetta hvassa kavaroksælið koma sum eitt skot heim um Nøvina. Øll gongan bleiv slept inn í Dalagerðið - bara ein veðrur bleiv tikin til hús. Tað var kolandi stormur at ganga ímóti, og tá ið vit komu til hús, stóð brimið í grasinum. Vit fóru beina kós í Gjónna at draga bátarnar niðan, og tað var so dánt, at vit bjargaðu øllum bátunum. - Ódnarveðrið kom so knappliga, sum tað nú einaferð kann koma.


Ymiskt

Serfrælsir

Hans Jákup hjá Siggu ( Hans Jacob Johannesen, f. 1864)
Petur Julius á Teigunum ( Peter Juleus Joensen, f. 1876)


Røktingarmaður hevur orðið:


Eitt árið kom eitt veðurlamb niður úr Gráfelli 27. november, og sum vanligt var í slíkum føri, varð tað selt á auktión Niðri í Túni. Tað fekk einki boð, tí teir søgdu, at tað gimaði, og eingin vildi hava heystlamb úr Gráfelli. Eg gav eitt boð og fekk lambið bíliga.
Um kvøldið fletti eg tað. Tað vigaði 28 pund, og tað sást, at lambið var afturfarið, tí at krovið var svart fram við rygginum, men eg má leggja aftrat, at tá ið krovið var turt, vóru tað fleiri enn eg, ið tóku til, hvussu væl tað smakkaði, so eg veit ikki, hvussu tað er við hesi gimingini, ið ofta verður havd á munni, tá ið sett verður á november mánað.

Eigur tvæveturær stak gott lamb, verður tað gjarna besta lambið, hon fær.

Tað ringa várið 1947 doyðu 45 ær Heimi í Dal, sjálvt um man royndi alt, sum man kundi.


gubbihjall copy

Gubbi  (Hans Edvard Joensen 1929 - 2011) í Hornahjallinum


Eigur gomul ær stak gott lamb, er hon avdeyði, og rættast er at taka hana. Sleppir tú henni uppaftur, kanst tú vænta tær neista undan henni árið eftir.

"Einki haldi eg, at orðið klipping er komið av tí, at teir kliptu eitt sindur burtur av doddinum á seyðinum fyri klaka. Nei, eg havi hugsað mær tað, at orðið merkir, at á hesum fjallinum kliptu teir skipanina til - ella kliptu eitt sindur burtur av henni", sigur ein eldri røktingarmaður.


Aar 1867, den 14. Marts, holdtes Grandestævne i Bygden Gjov. Samtlige Huusfædre mødte. Den sædvanlige Inkvisition blev oplæst, men ingen Lovovertrædelser angaves. Forøvrigt blev forrettet det Samme som ved Bygden Sydergøthe anført.
Følgende Forhold bleve ordnede efter Haugeloven af 23. Februar 1866:

Joen Jacobsen, Hans Peter Jacobsen, Joen Sivardsen og Daniel Rasmussen bleve enstemmig valgte til at befare Markeskjællene saavel mellem Bygdens Haugeparter som mod Grandenes Hauger ??????
Opførelsen af Varder ved Bygdeveiene paalagdes.
Rosseskiben er 7 Ros og for Tiden holdes 32 Ros i Gjov.
Søjdemærkerne bleve derpaa omhandlede, og da Søjdemærket paa Dalen faldt sammen med Mærket i Myrehaugen paa Tofte, blev Mærket for Dalen bestemt til Stíft paa begge Ører og Bragd Frammantil paa Vinstra.
Da Vedkommende ønskede endel Kjending i Dalen og Foroven Rat bleve de fornødne Contrakter derangaaende opfattede overensstemmende med Loven og efter Vedkommendes Ønsker og derpaa leveredes de Mødte for at forsynes med alle Eieres og Besidderes Underskrifter og derpaa tilbagesende Sysselmanden.
Videre afgjortes ikke om Bygdeskikke.
Mødet hævet.
Poul Poulsen C. L. Weihe D.J. Danielsen

Aar 1868, den 4. Marts, holdtes Grandestævne i Bygden Gjov. Husfædrene mødte for Størstedelen. - Den sædvanlige Inkvisition blev oplæst, men ingen Lovovertrædelser angaves. Det samme blev forrettet, som førhen findes anført.
Eierne angav, at der i Gjov holdes 3 Ros og 2 ?? tilfælles med Funding.

Samtlige de forrige Aar ved Grandestævne ( Politipr. 14/3 - 67) til at befare Markeskjæl udmeldte Mænd mødte.

De erklærede, at Markeskjællene saavel mellem deres egne som de tilgrænsede Bygders Hauger er i Orden, saa at ingen Uenighed finder Sted, dog bemærkede de, at et Stykke mellem Gjov og Eide, kaldet Skoren, paastaas holdt af Eides Mænd, hvorimod Eierne af Gjov formene sig at have Ret til andel af Samme, efter en gammel Dom eller Contrakt, som imidlertid nu er dem ubekjendt. Ligeledes er der et Stykke Sanderne kaldet, som de fleste af Eierne paastaar henhører saavel til Dalen som Fløderne ( c: Nordhelvt & Syderhelvt)

Aar 1905, den 15. April, holdtes Grandestævne i Bygden Gjov. De sædvanlige Forretninger udførtes. - Ingen Ros holdesi Bygden.
Til tilsynsmand i H. t. Lov om Ødelæggelse af Ravnens Yngel af 11.Marts 1892 ' 11 valgtes for de næste 3 Aar: Joen Joensen ( Sámalsstovu ) af Gjov. Til Forhandling er anmeldt Spørgsmaalet om Sammenlægning af Haugeparterne "Dalen" og "Suðurhælvt" i Gjov til at udgøre en Haugepart, samt i Forbindelse hermed fastsættelse af Regler for hvorledes der skal forholdes med Sommergræsning af Bygdens Koskiben i Udmarken.

Haugeparten "Suðurhælvt" udgør 72 mk. Af Ejerne mødte følgende Personer, der dels eje og efter skriftlig Fuldmagt repræsentere det nedenfor vedføjede Marketal.
1. Joen O. Christiansen, Gjov 9 Gl. 10 Skd.
2. Joen Joensen ( Klåa ) ibd. 1 - - -
3. Kornelius Johannesen ibd. 3 - - -
4. Ole Chr. Klein, Gjov, befuldmægtiget for:
1. Hans Johannesen, Funding, 1 Gl. 00 Skd.
2. Joen S. Petersen, ibd. 1 - - -
3. Johan Kleins Enke, Gjov, 8 - 10 -
10 Gl. 10 Skd.
5. Peter Joensen, Gjov, 6 - - -
6. Sivert Joensen, ibd. Ejer af 3 - 00 -
do - som befuldmægtiget for:
Elias Nielsen, Ejde,1 - - - -
Joen Sivertsens Enke ibd. 3 - 10 -
7 - 10 -
7. Poul Nolsøe Biskopstø, Gjov. 3 - 12 -
8. Joen Joensen, ældste, ibd. 1 - 00 -
9. Johan Joensen, ibd. 1 - 03 -
10. Joen Hejnesen, ibd. 5 - 00 -
11. Johs. Johannesen, ibd. 3 - - -
12. Djone Debes, yngre, ibd. 2 - - -
13. Justinus Justinussen, ibd. som befuldmægtiget for:
Simon Justinussens Enke 3 Gl. 00 Skd.
D.P.Olsen, Funding 1 - - -
4 - - -
14. Joen Joensen ( Såmalstovu ) 1 - - -
15. Chr. Joh. Sivertsen - Ejer - 1 - 10 -
befuldm. for Johan H. Weihe, Andefj. 5 - 00 -
6 - 10 -
16. Joen Joensen ( Fløt ) 1 - 10 -
17. Djone Debes, ældre 1 - 00 -
18. Clement Joensen 1 - 04 -
19. Jacob Matras 1 - 00 -
20. Peter Pauli Joensen, Gjov 10 - - -
21. Poul Johs. Joensen 4 - 10 -
22. Poul Klein, Gjov - Ejer - 4 Gl. 12 Skd.
som befuldmægtiget for:
Th. Rasmussen, Kolter 1 - 00 -
N. Niclasen, ibd. 1 - - -
6 - 12 -
23. Johannes Marius Berg 2 - 00 -
24. Poul Debes 1 - 12 -
25. Ole Debes 2 - 06 -
26. Joen Poulsen 2 - 12 -

ˍˍˍˍˍˍˍˍˍˍ

Haugeparten "Dalurin" udgør 22 Mk., og af Ejerne mødte nedenfornævnte Personer, ejende og repræsenterende det vedføjede Marketal:
1. Joen O. Christiansen 1 Gl. 15 Skd.
2. Joen Joensen ( Klåa ) 0 - 5 -
3. Kornelius Johannesen 3 - 15 -
4. Ole Chr. Klein, som befuldmægtiget
for Johan Kleins Enke 1 - 00 -
5. Peter Joensen 1 - - -
6. Sivert Joensen 1 - - -
7. Poul Nolsø Biskopstø 1 - - -
8. Joen Joensen, ældste 1 - 22 -
9. Johan Joensen 0 - 62/3 -
10.Joen Hejnesen 1 - - -
11.Johannes Johannesen 0 - 19 -
12.Justinus Justinussen, som befuldmægtiget for :
Simon Justinussens Enke, Gjov 2 Gl.
D. P. Olsen, Funding 1 -
Poul H. Haraldsen, Andefjord 1 - 4 -
00 -
13. Chr. Joh. Sivertsen, som befuldm. for:
Johan H. Weihe, Andefjord 1 - - -
14. Jacob Matras 0 - 05 -
15. Peter Pauli Joensen 4 - 05 -
16. Poul Johs. Johannesen 3 - 05 -
17. Poul Klein, - Ejer - 0 Gl 10 Skd.
som bef. for Elsebeth Klein 1 - 10 -
2 - 00 -
18. Johan M. Berg 1 - 10 -
19. Ole Debes 0 - 22 -
20. Joen Poulsen 1 - 00 -

-------------

1 Mk 14 Gl. 10 2/3 Skd.

Fra en del Ejeres Side i Haugeparten "Dalen" gjordes gældende, at efter Haugeparternes Beskaffenhed er det vanskeligt, om ikke umuligt, at holde hver af Haugernes Faarebesætn-inger paa sin egen Hauge. "Suðurhælvts" Faar komme meget ind paa Dalerhaugen, ligesom en del af Bygdens Koskiben søger Græsning paa Dalen. Det vilde derfor bilninge? til større Enighed mellem begge Haugeparters Ejere, at Haugeparterne vare i Fællig. Fra en del af Suðurhælvts Ejeres Side gjordes derimod gældende, at "Suðurhælvt" har Græsningsret i Dalerhauge for en del Faar, ligesom de mene, at Dalen er pligtig til at græsse en del af Koskiben, som Erstatning for at "Dalens" Ejere have erholdt Andel af den af "Suðurhælft" indlagte større Trø, hvorved en stor Del af det Areal, hvorpaa Koskiben hidtil har nydt Sommergræsning, er indhegnet.
Paa Forslag af P. J. Joensen m. Fl. sattes derefter under Afstemning, hvorvidt de ovennævnte Haugeparter blive at sammenlægge, eller skulle forblive delte som hidtil.
Af Ejerne af Haugeparten "Dalen" stemte de foran under Nr. 3, 7, 9, 11, 12, 15, 16, 17, 18 , 19, 20, der repræsentere et Marketal af 1Mk. 6 Gl. 31/6 Skd., samt Sivert Sivertsen, Gjov, repræsenterende 2 Gl. 62/3 Skd. og Peter Jacob Sivertsen ibd., som repræsenterer 62/3 Skd. - ialt 1 Mk. 8 Gl. 162 Skd. for den nævnte Sammenlægning, medens de foran under Nr. 1, 2, 4, 5, 6, 8, 10, 13 og 14 anmeldte Personer repræsenterende 8 Gl. 72 Skd. stemte derimod.
Af Haugepartens "Suðurhælvts" Ejere stemte de foran under Nr. 3, 7, 9, 11, 13, 14, 20, 21, 22, 23, 25 og 26 nævnte Personer, repræsenterende 2 Mk. 11 Gl. 15 Skd. samt Sivert Sivertsen, Gjov, som repræsenterer 7 Gl. og Peter Jacob Sivertsen, Gjov, ejende 1 Gl. 5 Skd. - ialt 3 Mk. 3 Gl. 0 Skd. - for at sammenlægge nævnte Haugeparter, hvorimod de under Nr. 1, 2, 4, 5, 6, 8, 10, 12, 15, 16, 17, 18, 19 og 24 nævnte Personer, repræsenterende 3 Mk. 7 Gl. 6 Skd. stemte imod saadan Sammenlægning.
Det udkræves for at tage gyldig Beslutning efter Grandestævnelovens ' 7, at mindst ??? af hvert Brugs Marketal have stemt for Sagen, men da dette Stemmetal, som det fremgaar af foranstaaende, ikke er opnaaet, tilkendegives det de mødte, at Sammenlægning ikke er vedtaget.
Hvad angaar Sagen om Græsningsret for Bygdens Koskiben, da staar denne Sag i saa nøje Forbindelse med forannævnte Sag om Sammenlægning af Haugeparterne "Dalen" og "Suðurhælvt", at der ikke forinden denne Sag, som agtes indbragt for Landvæsenskommisionen til Afgørelse tillige i hvilket Forhold "Dalen" er pligtig til at afgive Græsning til Bygdens Koskiben, er afgjort, kan fremsættes noget Forslag til Vedtagelse derangaaende. Anmelderne tilbagetog derfor Sagen.

Det protokollerede oplæst. Grandestævne sluttet.

Extrakt - Udskrift
af
Forhandlingsprotokol ved Østerø Syssels Landvæsenskommision.

Aar 1905, den 7. August, Middag Kl. 12, indfandt Landvæsenskommisionen for Østerø Syssel bestaaende af Sysselmand Petersen, som Formand, og Kommisionens faste Medlemmer Kongsbonde J. L. Weihe af Sælletræ og Tømrer J. Rasmussen af Skibenæs, sig i Bygden Gjov paa Poul Nolsø Biskopstøs Bopæl, i Anledning af, at følgende Ejere af Haugeparten "Dalurin" i Gjov, nemlig Poul Klein, P. Johs. Joensen, Kornelius Johannesen og Justinus Justinussen, alle af Gjov, have begært Kommisionens Afgørelse af nedennævnte Spørgsmaal:

1. hvorvidt Ejerne af Haugen "Syderhelft" i Gjov have nogen Ret til at lade Faar fra den til denne Hauge hørende Haugepart "Fløturnar" græsse i Haugeparten "Dalurin", samt
2. hvorvidt Ejerne af Haugeparten "Dalurin" er pligtige til at afgive Sommergræsning til Bygdens Kvægbesætning udover den Andel (1/6), der tilkommer Haugen, som udgørende 1/6 af Bygdens Marketal.
Efter at der var prøvet Forlig mellem Parterne, uden at Forligsprøven kunde tilendebringes, udsattes Sagens videre Behandling Kl. 3 Eftermiddag til Kl. 42 samme dag.

Det protokollerede oplæst.

Sagen udsat til Dags Eftermiddag Kl. 42.
T.J. Petersen J. Rasmussen J.L. F. Weihe.

Forlig:
A. Vedrørende Sagens Punkt 1:
1. Lodsejerne af "Suðurhelft" skulle have Ret til at lade 50 Moderfaar med Lam, fra Haugeparten "Fløturnar" græsse paa det til "Dalurin" hørende Haugestykke "hejmi undir Sondum" kaldet, i Tiden fra 15. Maj til 25. Oktober hvert Aar.
2. De Faar fra "Fløturnar", som nu have Sommergræsning i Haugeparten "Dalurin" paa andre Steder end "undir Sondum", skulle aftages eller vænnes til at have Græsning enten "undir Sondum" eller i "Fløturnar" i Løbet af de første 5 Aar, saaledes at "Fløturnar" efter Udløbet af disse 5 Aar ikke græsser Faar andre Steder i Dalerhaugen end paa Haugestykket "hejmi undir Sondum". De Faar som græsse højest til Fjælds og ikke kunne vænnes til at tage lovlig Sommerhauge skulle ikke formeres,men aftages med en Femtedel hvert af de næst paafølgende 5 Aar.

3. Søjdemændene fra "Fløterne" skulle i det i Punkt 2 nævnte Tidsrum være berettigede til at gaa ind i Dalerhaugen for at drive "Fløturs" Faar hen paa lovlig Sommerhauge, dog maa de ikke gaa med løs Hund.

4. Det Stykke af Haugeparten "Dalurin", som mod Nord begrændses af den nylig indlagte store Trø, og mod Syd af "Fríagjil" og beliggende "undir Brekkuni", skal af hele Bygdens Marketal bekostes indhegnet og holdes sommerfredet, og Indhegn- ingen skal være fuldført inden Udgangen af Aaret 1910. Efter at Indhegningen er tilendebragt, deles Stykket mellem Bygdens samlede Marketal.

B. Sagens Punkt 2 blev saaledes forligt:

1. I den Tid om Foraaret og Efteraaret, som Køerne "gaa ind og ud", skulle Ejerne have Frihed til at holde Kvæget græsse i hvilken Haugepart de selv ønske.
2.Naar Køerne ligge ude om Natten, skulle de græsse i Haugeparten "Fløturnar" og "Dalurin" i Fællig, hvert Aar om Foraaret fra den Tid de begyndte at ligge ude indtil 20. Juni og om Efteraaret fra 1. August indtil de ophøre med at ligge ude om Natten. I Tiden fra 20. Juni til 31. Juli skulle Køerne græsse i Haugeparten "Fyri oman Rætt." 3. Intet Kvæg maa drives ud til Græsning i Haugen efter 30. Oktober hvert Aar.
4. Omkostningerne ved Sagens Behandling for Landvæsenskommisionen udredes saaledes:
Haugeparten "Fyri oman Rætt" 1/6
Haugeparten "Dalurin" 5/12
Haugeparten "Suðurhelft" 5/12 og fordeles mellem Lodsejerne i Forhold til Marketal.

Det protokollerede oplæst og vedtaget, samt underskrevet af samtlige de mødte Ejere.

Poul Klein Cornelius Johannesen m.p.P. Ole Chr. Klein
Peter P.Joensen m.p. P. Poul Debes m.p.P. Klement Joensen m.p.P.
Poul Nolsø Johan Joensen m.p.P. Joen Olrik Christiansen
Johannes Marius Berg m.p.P. Justinus Justinussen
Sivert Joensen m.p.P. ved T.J.Petersen
Joen Joensen, ældste, m.p.P. ved T.J. Petersen
Joen Joensen Ole Debes Joen Poulsen m.p. P. ved T.J.Petersen
Peter Joensen

Sagen sluttet Eftermiddag Kl. 92
T.J.Petersen J. Rasmussen J.L.F.Weihe

Udskriftens Rigtighed bekræftes:
Østerø Syssels Kontor, Fuglefjord 16. Oktbr. 1905
T.J. Petersen
Gebyr for Beskrivelse 75 Øre
= Syvti Fem Øre
T.J.Petersen.

Fyri Oman Rætt er sjáldsamt navn á hagaparti, men tað sigur okkum so  mikið, at upprunin má hava samband við orðið rætt.

Sum seinni verður greitt frá, vita vit um fimm rættir, ið hava hoyrt  til henda hagapartin. Tann fyrsta hevur óivað verið har, sum húsini  á Rætt eru - navnið sigur okkum tað. Hetta hevur verið í elligamlari  tíð, so tað verður torført at ímynda okkum, hvussu umstøðurnar hava  verið, men rættin var her, og seyðurin, ið helst ikki var nógvur,  hevur ligið á einum lutfalsliga lítlum øki "oman fyri rættina". So  við og við hevur seyðurin "oman fyri rættina" breitt seg út - og  navnið eisini, og at enda hava vit so hagapartin Fyri Oman Rætt.  Sjálvandi má hetta ikki takast sum annað enn hugarensl, tí einki  skrivligt tilfar er at halda seg til, men at haganavnið - Fyri Oman  Rætt - hevur breitt seg frá Rættarhúsunum og niðan norðureftir, kann  tykjast rættuliga sannlíkt.  
 dsc 4802 copy
Hagin   
Fyri Oman Rætt er størsti hagi við Gjógv. Hann er 5 merkur ( 80 gyllin)  og 467 ha. Markið móti hagapartinum Heimi í Dal gongur úr Marknagarðinum  í Loynistíggin. Eftir Sløttunum hevur markið verið eitt sindur ógreitt,  men nú er greitt mark úr Loynistígnum og eftir beinari linju í toppin á  Sandfelli. Haðani gongur markið eftir røðini norð á Hornið, úr Horninum  niður í Skriðugil, niður í Svøltutá og út í Stein og hálvan Stein.  
Eitt sindur av ósemju hevur verið um markið í Skorunum. Eiðismenn kannaðu  sær allar Skorarnar. 
Funningsmenn, sum eiga meginpartin av fuglabjørgunum frá Gjógv og  vestureftir, høvdu eisini áhuga fyri hesum markinum. Markið í Skorunum  var fyri á grannastevnu í Funningi í 1868, og tá søgdu funningsmenn tað,  at markið gekk úr Villiskorahorninum í Skriðugil og niður í Svøltutá og  út í Stein og hálvan Stein.  
Tá ið uttangarðsútskiftingin fór fram í 1990, vóru 343 seyðir í haganum. Av hesum  vóru 80 kenningarseyðir - ein upp á gyllinin - og teir verða tiknir inn  um veturin.    
Í 2010 varð tann gamli hagaparturin býttur sundur í tveir nýggjar hagapartar: Fyri Oman Rætt/Ambadalur við 204 áseyðum og Fyri Oman Rætt/Fjallið við 136 áseyðum. Markið í millum teir báðar nýggju hagarnar gongur úr Neytaliðinum, niðan á Barmsbrekku, niðan á Háls, norður um Háls og oman í Rógvugil (niðan fyri Festirstein), úr Rógvugili á skák norður ímóti Gjógv (heiman fyri Húsið) og frá Gjógv oman á Róvuna.
Seyðafylgini
í Túninum                       48 seyðir ( harav 8 røktingarær) liggja millum Brýrnar, heimi á Brekkuni og í Eggini norð undir Horni.
Heimaru í Túninum          15  "  liggja uppi undir Hálsi og við Gráastein. 
Tær Oman av Barmi         30  "  liggja heiman fyri Fjall, heim frá Urð  og norðan fyri Múla. 
Tær Niðastu (Niðastir)  15  "  liggja á Rivinum og Flatinum og uppi  á Barmi 
Tær Hægru (Ovastir)        47  "  ( harav 2 røktingarær) liggja undir  Nøvini, í Sandsdali, Norð um Røkur og millum Áirnar. 
Tær undan Horninum      43  "  ( harav 8 røktingarær) liggja í Miðbotni,  norð undir Horn og heim í Heyggj. 
Tær Lægru                      35 " liggja norðan fyri Fjall og í Heyggi.
Tær av Dalinum                110 "  ( harav 80 kennningaær).  
Á Dalinum liggja Tær undan Horninum, sum ikki koma heim, og Tær á Miðjuni -  tilsamans 30. 
Tær undan Horninum, sum ikki koma heim, liggja við Tjørnina, norð undir  Horni, í Miðbotni og norð við Gjógv.  
Tær á Miðjuni liggja á Flatinum og í Breiðateigi. Í 1992 var bara ein ær eftir av  fylginum, ið nevnist Tær á Miðjuni. 
Tær 80 kenningaærnar liggja ymsa staðni á Dalinum.   
Kenning  
Í skjølum frá 1758 sæst, at tá lá (møguliga) allur hagin sum kenning.  Hóast meginparturin av høgunum í Føroyum um ta tíðina lá sum feli, so  vóru tó nakrir hagapartar í Eysturoynni, sum heldur vildu hava kenning,  sjálvt um hetta stríddi ímóti einum gomlum kravi frá 1659. Hetta kravið,  sum var í gildi til 1866, noktaði fyri at hava kenning í høgunum. Ein  av grundunum fyri at nokta kenning var tann, at tann ágrýtni eigarin  fór at hava sín seyð gangandi á tí besta haganum og soleiðis óbeinleiðis  verða atvoldin til, at aðrir eigarar ikki fingu líka góðan skurð sum  hann. 
 
 ferja-jogvan copy
Jógvan Sofus og Jógvan undir Heygnum (1988).
Hvussu tað hevur verið frá 1758 og frameftir, vita vit ikki við vissu,  men ein viðtøka frá 1836 setur tíðaravmarkaða kenning í gildi til 1840,  soleiðis at ein hálv ær varð býtt í kenning upp á gyllinin. Viðtøkan  frá 1836 man hava verið samanhangandi galdandi til dagin í dag.  
 scan0008 copy
 ´
Á Ambadali 1990
Í 1876 var framvegis hálv ær í kenning, men í gomlum skeytum sæst, at  í 1892 var ein kenningarær upp á gyllinin, og soleiðis hevur tað verið  síðani.  
Kenningarseyðurin skal liggja á Ambadali, men legst onkur kenningarær  heim um Háls, sleppur hon at liva seg út, men tað má ikki sleppast  undan henni.  
 scan0002
Taka kenningina inn (1990)
Miðskeiðis í 1960unum kom tann skipan í gildi, at misti eigari  kenningarær, meðan hon gekk úti í haganum, so skuldi hann fáa  eina aðra ær av haganum.   
 

Ból og seyðahús
 
 
á Ambadali:
 
 
Bólið á Rivinum
Hetta er ikki nakað beinleiðis ból, men meira at kalla veingir.
 
Bólið í Breiðateigi (Bólini í Breiðateigi)
Tað hevur vong. Har er eisini eitt annað ból, ið stendur nærri Rógvugili, og tað hevur eisini vong.
 
Bólið í Rógvugili
Bólið var nakað ovarlaga í Rógvugili - heiman fyri Rógvugil - eitt sindur niðan fyri Keldurnar. Tað er langt síðani avdankað, men tað sæst týðuliga, at ból hevur verið har.

Hetta er ikki nakað beinleiðis ból, men meira at kalla veingir.
 
Bólið í Breiðateigi (Bólini í Breiðateigi)
Tað hevur vong. Har er eisini eitt annað ból, ið stendur nærri Rógvugili, og tað hevur eisini vong.
 
Bólið í Rógvugili
Bólið var nakað ovarlaga í Rógvugili - heiman fyri Rógvugil - eitt sindur niðan fyri Keldurnar. Tað er langt síðani avdankað, men tað sæst týðuliga, at ból hevur verið har.


 

 hsi copy

Húsið

Hetta bólið hevur, so langt aftur, sum nakar veit um at siga, verið kallað Húsið, so her má eitt hús hava verið í gamlari tíð.

Dalsærnar ella Tær á Miðjuni høvdu støðu her, men nú er eingin ær eftir í tí fylginum, tí felaseyðurin liggur hægri nú.

Seyðahúsið Norð á Dal

Tað er gjørt tvørtur um ánna, ið rennur heiman fyri Húsið. Jákup Matras, f. 1950, stóð mestsum fyri arbeiðinum. Hetta var í 1987.

Heimanfyri:

Støðubólið

Støðubólið, sum var oman fyri garðin heimi við Støðuánna, fór í einum skalvalopi, og nakrir seyðir doyðu, og tað bleiv hetta avgamla bólið avdankað. Støðubólið var ætlað til Tær Lægru.

Bólið Heimi á Damm (Seyðahúsið Heimi á Damm)

Tað vóru serliga Tær Heimaru í Túninum og Tær Hægru, ið komu í hetta bólið. Bólið Heimi á Damm bleiv tikið niður í 1974, tá ið tað nýggja húsið og tann nýggja rættin komu, so nú koma hesi fylgini í húsið staðinfyri.

Bólið í Bíggjarlagkróki

Í hetta bólið koma Tær Hægru og eisini Tær Oman av Barmi.

Bólið Uppi á Garðsenda (Seyðahúsið á Uppi á Garðsenda)

Tær Oman av Barmi koma eisini í hetta bólið. Bólið á Garðsenda varð niðurtikið umleið 1968, og har bleiv so eitt hús laðað upp og tak lagt á.

Bólið við Bólstein Úti í Byrgi

Í hetta bólið koma Niðastir, men tær koma meir oman á Krók nú, enn tær gjørdu fyrr.

Vongurin Uppi við Bulkabarnið

Ein støða - ikki nakað veruligt ból - var eisini Uppi við Bulkabarnið. Har varð ein vongur gjørdur, men hann er niðurdottin nú.

Seyðahúsið Heimi í Støðugili

Hetta seyðahúsið gjørdi Óli Andreas Kristiansen í 1910-1912. Tað var hildið at vera fínt, tí tað hevði tak, men í 1963 varð nýtt hús gjørt her. Tá var tað gamla húsið illa farið, men grundin á tí gamla húsinum er uppií hesum nýggja - tað bleiv bara stoypt aftrat. Breiddin er tann sama, men hetta nýggja er nógv størri og hevur reising. Tað gamla hevði slætt tak.

Til hetta húsið koma Tær Lægru.

Seyðahúsið á Stórheyggi

Nýtt seyðahús varð bygt á Stórheyggi í seinnu helvt av 1960unum, og her hevur einki ból verið fyrr. Svend Joensen, f. 1912, var formaður fyri arbeiðinum.

Til hetta húsið koma Tær undan Horninum.

 

 scan0032 copy

Olrik, Hanni, Ólavur, Pól Hans Jacob, Hans og Fróði

Rættir  
Tann fyrsta rættin man hava verið har, sum Rættahúsini standa. Her hava  vit eitt dømi um, at hetta avgamla staðarnavnið, á Rætt, hevur gjørt  sítt til, at henda fyrsta rættin ikki fór í gloymskuna.  
Fløttahúsini eru grannar hjá Rættahúsunum, og tað var jú vanligt at  leiða seyðin úr rættini og binda hann niður á fløttinum, so her finna  vit helst upprunan til navnið á Fløtti, samstundis sum hetta styrkir  væl um pástandin, at tann fyrsta rættin hevur verið við Rættahúsini.  
Onnur rættin man hava verið Uppi við Gomlu Rætt - oman fyri Flaggarðin.  Tað er heilt langt síðani, tann rættin hevur verið, men enn sæst  farvegur eftir henni.  
Tann triðja rættin hevur verið Heimi á Rættini. Vit vita ikki, hvussu  gomul hon er, men hon hevur verið leingi í brúki. Meðan henda rættin var  í brúki, býttu teir seyðin her Heimi á Rættini. Í 1906 var Nýggjagerði  liðugt innlagt og býtt, og tá varð henda rættin niðurløgd.  
solge4 099 copy Medium 
á Gomlu Omansrætt
Tann fjórða rættin, vanliga nevnd Omansrætt, heimi í Lágunum, er gjørd  stutt aftan á 1906, og hon var í brúki til 1974. Eftir at henda rættin var  tikin í brúk, róku teir tøkuseyðin til hús og býttu í Bíggjarlagnum. 
scan0040
Tann nýggjasta Omansrætt
Tann fimta rættin er núverandi rætt, Heimi á Rættini. Hon varð tikin í  nýtslu til skurðfjallið veturnáttardag í 1974. 
Eisini hevur ein gomul rætt verið á Ambadali, norðan fyri Rógvugil,  nakað niðan fyri Festirstein.Tað sæst væl enn, hvar rættin hevur verið.  Tað er ikki heilt greitt, hvør ætlanin hevur verið við hesi rættini, men  tann møguleiki verður nevndur, at hon hevur verið brúkt til at reka seyð  í á várgongu. Seyðurin hevur verið royttur har norðuri, og so er ullin  borin heim.  
Annar og trúligari møguleiki hevur eisini verið nevndur: Tíðliga í 18.  øld var so stórt seyðafelli á Dalinum, at fremmandur seyður mátti  sleppast norður. Um hetta mundið varð Garðurin á Hálsinum laðaður.  Tað er tí ikki óhugsandi, at Rættin á Dalinum kann vera gjørd um somu  tíð, og so hava teir rikið henda fremmanda seyðin í hana fyri at hava  hann í friði á Dalinum. (Sjá annars Garðurin á Hálsinum bls. ???)
 scan0037
Teir eru á rættini - Karl Jacob, Jógvan undir Heygnum og Jóhannes á Fløtti
   Rakstur  
At ganga tvær gongur um heystið man hava verið vanligt, meðan teir umleið  1930 eru farnir at ganga tríggjar gongur um várið. Hetta var ikki so væl  dámt av øllum, tí tað var strævið at fara tríggjar ferðir á Dalin sama  dag. Umleið 1970 varð so farið at ganga tvær gongur bæði um várið og um  heystið, og tað vísti seg at bera væl til.  
Tá ið tríggjar gongur vórðu gingnar, varð rikið soleiðis: 
16 copy
Veturnáttardagur 1974 - fyrsta gonga í Nýggju Rætt
Fyrstu gongu fóru allir niðan á Háls. Farið varð síðani norður undir Horn.  Tær Hægru (Ovastir), Tær Lægru og Tær undan Horninum vórðu lagdar fyri og  eisini Tær Heimaru í Túninum. Tær lógu við Gráastein ella "á Vegnum", sum  tikið varð til. Tær vóru ringar at reka og skuldu helst koma í fyrstu gongu.   

 scan0023
Várgonga á Mjóhjalla
Mittastu gongu varð farið á Múla ella Skoragøtu, og tá komu Tær Lægru (sum  lógu norðan fyri Fjall) og Niðastir (sum lógu á Flatinum og  fyri ein part á Rivinum um summarið) , Tær í Túninum og Tær Oman av Barmi.  
Triðja gongan var so kenningin. Tað var tungt at fara triðju ferð, tí tá  varð gingið av Omansrætt og beint í bróstið niðan á Breiðhjalla. Kenningin  lá øll á Dalinum, og hon var góð at reka. Øll gongan varð fyrst rikin norð  móti Eggini, so norð á Slættan nakað oman fyri Gjógv og haðani heim í  gjøgnum Miðbotn og á Hálsin.  
Tá ið tvær gongur verða gingnar, kemur mestsum allur felin í fyrru gongu,  og kenningin í seinnu.  Fyrru gongu um várið verður farið heilt norður undir Horn. Allir menn fara  niðan á Háls uttan ein maður, vanliga Óli Debes, sum fer fram við eggini  og norð í Urð. Forfedrar hansara høvdu hesa ódnina, og leggjast kann  aftrat, at hetta er stórt sæð einasta ódn Fyri Oman Rætt, ið ikki er  farin í søguna.  
 gordon copy
Torbjørn og Gordon  - á Hálsinum  á skurð 1988
 
Einir tríggir ella fýra mans fara heim undir Nøv, upp gjøgnum Loynistíggin  og niðan í Sandfelli, og seyðurin verður rikin oman um Brúnna í Sandsdali,  og so verður bíðað har, til hinir koma norðan undan Horni. 
Einir fimm mans fara av Hálsinum og norð undir Horn, og teir skulu royna  at ansa eftir, at kenningin ikki kemur við. Teir reka seyðin heim í  gjøgnum Miðbotn, og millum Áirnar koma teir saman við teimum í  Sandsdali, og so verður gongan rikin heim um Háls.  
Restin fer so oman norðan fyri Fjall, og ein røktingarmaður fer vanliga  heilt yvir á Rivið eftir teimum Niðastu, ið hoyra til fyrru gongu. Tann  raksturin er rættuliga nýggjur. Tær verða so riknar niðan við tráðnum á  Flatinum og heim eftir Skoragøtu. Tær Hægru verða eisini riknar tann  vegin nú, og so verður alt rikið heim. Roynt verður sum frægast at fáa  allan felaseyðin fyri. 
Tá ið teir ovaru menninir eru komnir á Hálsin, verður tikið samanum,  og nú er øll fjallskipanin sum ein garður av Múlanum og heim í  Loynistíggin.  
So er bert eftir at reka omaneftir - teir ytstu av Múlanum, oman við  Urð, oman á Barm, út á Garðsenda, oman við Flaggarðinum og heim við  garðinum - teir heimastu úr Loynistígnum, oman við Marknagili, heilt  oman í Marknagarðin, og so út við garðinum. 
Í Neytaliðinum samlast øll gongan, og so er bara tað stutta pettið eftir  - gjøgnum Geilina og í rættina.  
Seinnu gongu kemur so kenningin. Nú fer øll fjallskipanin á Hálsin.  Summir fara fyrr av rættini enn aðrir, men tað er ein gomul óskrivað  regla, at tað verður bíðað við Kelduna á Hálsinum, til allir eru komnir  har niðan. Teir flestu fáa sær ein ísakaldan vatnsopa, áðrenn farið  verður víðari.  
 Tá ið allir eru komnir og hava hvílt seg eina løtu, verður vanliga  gingið um Hálsin og steðgað verður á við Tarvastein, har ein av  røktingarmonnunum so skipar fólkið.  Nakrir fáir fara norð um Miðbotn og norð undir Horn, meðan restin fer  omaneftir. Teir niðastu fara út undir Fjallinum, oman á Flatin, yvir  á Rivið og niðan við tráðnum.
 halsurin copy
við Kelduna á Hálsinum á várgongu 1988
Nakrir fara yvir á Miðjuna, oman móti  Húsinum, og royna at meta seyðin norð móti tráðnum, tí tá verður styttri  millum menninar og lættari at reka.  
Teir, ið fóru norð undir Horn, reka seyðin oman um Sig, og har bíða  teir so, til teir niðaru menninir hava fingið "sín" seyð niðan um Gjógv.    
Ódnir  
Fastar ódnir hava helst eisini verið her, men tær allar flestu eru  farnar í søguna. Men onkur livir enn:
jk  fjallinum copy
 
Jákup - eftir Fjallinum - tað var hansara ódn
Jógvansstovumaðurin átti at vera eftir Fjallinum, og Debus ( Óli Debes,  f. 1858) var altíð uppi á Barmi og norðuri í Urð.  
Knútur í Nýggjustovu ( f. 1824) plagdi altíð at vera á Hálsinum, men  tað er óvist, um tað var ein gomul Nýggjustovuódn kortini. 
Eisini kann verða nevnt, at Óli Andreas á Rætt ( f. 1880) gekk altíð  um Hálsin, og at Jógvan í Nýggjustovu (f. 1890) sum oftast fylgdist  við honum niðan á Háls og fór so norð á Brúnna í Sandsdali. 
Annars hevur tað altíð verið so, at um røktingarmaður úr Dalinum er á  fjalli, so er hann á Sløttunum.   
Røkt og røktingarmenn  
Frá gamlari tíð hava helst vanliga verið fýra røktingarmenn, men  onkuntíð hava teir verið fimm. Samsýningin er broytt gjøgnum tíðirnar.  Í gomlum døgum hevði hvør røktingarmaður tríggjar ær, men teir fingu  einki viðurlag, um ær misfórst. Tað kundi koma fyri, um illa vildi  til, at røktingarmaður onga samsýning fekk, tí ærnar misfórust ella ikki høvdu lomb.   
 rkt.omr.28.10.00 copy
Røktingarmenninir Pætur, Pól Sigurd, Hans og Olrik
Seinni broyttist røktin til fýra, so fimm, og nú hava teir seks ær  og fáa haraftrat eitt lamb av haganum. Í 1960unum kom tann regla at  galda, at missir røktingarmaður ær ella lamb, so samsýnir hagin honum  missin. Henda regla tryggjar røktingarmanninum, at hann undir øllum  umstøðum fær sína røkt - 7 lomb. 
Ein av røktingarmonnunum fær haraftrat eitt aktingarlamb fyri at halda  seyðin frá bønum um summarið, og tað man vera ein gomul skipan.  
Røktingarmenn:  
á Rætt:  
Kristian á Rætt ( Christian Christiansen, f. 1739)
Hanus á Rætt ( Hans Christiansen, f. 1779) 
Kristian á Rætt ( Christian Hansen, f. 1808) 
Olrik á Rætt ( Joen Olrik Christiansen, f. 1846). Olrik varð valdur  til røktingarmann í 1865. 
Óli Andrias á Rætt ( Ole A. Christiansen, f. 1880) 
Kristian á Rætt ( Christian Christiansen, f. 1883)
Olrik Kristiansen, f. 1917.
Pól Sigurd Kristiansen, f. 1928.
Hans Kristiansen. f. 1924.
Kjartan Kristiansen, f. 1955.
Óli Andrias Kristiansen, f. 1961.
Jóhan Kristiansen, f. 1966.   
Niðri í Stovuni: 
Gamli Pól ( Poul Joensen, f. 1751) 
Gamli Hans Pauli ( Hans Pauli Poulsen, f. 1812) 
Stovu-Pól ( Poul Debes, f. 1839) valdur í 1865  
Rasmus hjá Stovu-Póli ( Rasmus Debes, f. 1885)  
í Horni: 
Jákup í Horni ( Jacob Hansen, f. 1770) 
Hans Petur í Horni ( Hans Peder Jacobsen, f. 1810) segði seg frá og  gavst í 1865.  
í Sámalsstovu: 
Pætur í Sámalsstovu ( Peder Pauli Joensen, f. 1842) valdur 1865 
Jógvan í Sámalsstovu ( Joen Joensen, f. 1868) doyði í 1933. 
Símun í Sámalsstovu ( Simon Joensen, f, 1902) røktaði eftir pápa sín,  til Símun flutti til Havnar í 1944 ella 1945.  
á Fløtti:  
Sjúrður á Fløtti ( Sigvard Joensen, f. 1780) 
Kristian á Fløtti ( Christian Sigvardsen, f. 1833) varð valdur til  røktingarmann í 1865 og røktaði, til hann doyði við áttamannafarinum  "Samløguni" í 1884.  
í Jógvansstovu: 
Andras í Jógvansstovu ( Andreas Christiansen, f. 1748) 
Óli í Jógvansstovu ( Ole Olesen, f. 1780). Óli var føddur í Vestmanna,  men kom sum smádrongur av Strondum til Gjáar og varð uppfostraður í  Jógvansstovu.
  Andras í Jógvansstovu ( Andreas Olsen). Andras var føddur í 1815 og  doyði í 1865.  
Sjúrður í Jógvansstovu ( Sivert Andreasen, f. 1861) varð valdur til  røktingarmann, stutt áðrenn hann doyði við áttamannafarinum "Samløguni"  í 1884. Pápi hansara, Andras, doyði í 1865, og tá var Sjúrður bara 4 ára  gamal, so í tíðarskeiðinum frá 1865 og til Sjúrður fór at røkta, hevur  eingin úr Jógvansstovu røktað. 
Her kann verða lagt aftrat, at ein av grundunum til at Debus ( Óli Debes,  f. 1858) fór at røkta var, at fyrsta kona hansara var úr Jógvansstovu.  Hann er helst farin at røkta í 1880unum. Tá ið hann var valdur, fór valið  fram Uppi á Tjørnini.  
í Stovuni: 
Óli Debes, f. 1856. 
Sofus Debes, f. 1896.  
Frá 1865 røktaðu Stovu-Pól, Olrik á Rætt, Pætur í Sámalsstovu og Kristian  á Fløtti saman. Stovu-Pól varð valdur til formann, men tann siðurin - at  velja ein av røktingarmonnunum til formann - verður ikki brúktur longur.  
Óli Andrias á Rætt, Kristian á Rætt, Sofus Debes og Jógvan í Sámalsstovu  ( og eftir hann Símun í Sámalsstovu) røktaðu saman.   Frá tí at Símun í Sámalsstovu flutti til Havnar í 1944 ella 1945, hava  so verið tríggir røktingarmenn, til val av nýggjum røktingarmonnum fór  fram í 1962.  
 scan0029
Brøðurnir Olrik og Hans
Við valið í 1962 vórðu hesir valdir: Pól Sigurd Kristiansen (f. 1928)  varð valdur fyri pápa sín, Óla Andrias, men Pól hevur tó gingið í  haganum frá barnsbeini av. Olrik Kristiansen ( f. 1917) kom fyri  Sofus Debes. Sofus Sivertsen (f. 1928) kom í staðin fyri Símun í  Sámalsstovu, og Sofus røktaði, til hann doyði í 1975.  
Saman við Kristiani á Rætt vórðu nú aftur fýra røktingarmenn.  Í 1967 varð Hans Kristiansen (f. 1924) valdur fyri Kristian á Rætt, men  Hans hevði gingið í haganum í mong ár fyri ta tíð. 
Frá 1975, tá ið Sofus Sivertsen doyði, til 1990 vórðu so aftur tríggir  røktingarmenn, tí eingin varð valdur aftan á Sofus Sivertsen. Tann 24. november 1990 var fyrsti hagafundur eftir útskiftingina, og tá varð Pætur Matras (f. 1941) valdur til røktingarmann, og teir tríggir brøðurnir Olrik, Hans og Pól Sigurd hildu fram.  Á hagafundi 27. august 2001 var Kjartan Kristiansen valdur til røktingarmann fyri Hans Kristiansen, Óli Andrias Kristiansen fyri Olrik Kristiansen og Jóhan Kristiansen fyri Pól Sigurd Kristiansen, meðan Pætur Matras helt fram.
Røktingarmenninir høvdu nógvar uppgávur, og tað ráddi um at fylgja  væl við seyðinum.Vit taka eitt dømi: 
Óli Andrias, ið hevði gingið í haganum frá barnsbeini av, plagdi at  siga, at misti ein ær lambið av armóð í bønum um várið, so var  rættast at taka hana um heystið. Men misti ær lambið av armóð  uttan fyri garðin, bilti harafturímóti ikki - hon kundi setast  viðaftur.  
Burturi í haga  
Vit settu einum av teimum fýra røktingarmonnunum henda spurningin:  Fylgir tú nakrari ávísari leið, tá ið tú ert burturi í haga? 
Hann greiðir soleiðis frá: 
Eg fari altíð niðan á Barm, út um Tjørnina, og gangi tvørtur við Eggini  og so norð móti Urð. Oftast fari eg á Múla. Vanliga fari eg so oman á  Flatin og so niðan við Rógvugili, meðan eg kiki yvirum - og yvir á Rivið.  Tað gamla var so at ganga niðan um Keldurnar, so man sær seyðin norðan  fyri Fjall og niðan móti Hálsinum. Man má minnast til altíð at ganga undir  seyðinum, so hann sleppur undan tær niðaneftir. 
Oman fyri Keldurnar verður so farið um Rógvugil og norð móti Húsinum.  Síðan gangi eg um Dalin og komi heim aftur um Hálsin. 
Tað veldst um so mangt. Gongur tú í haganum fyri at læra at kenna seyðin,  ella tað er í lembing, so gongur tú til hvønn seyð, og tað tekur langa  tíð, so tá gongur tú bara, sum best ber til. 
Í lembingini plaga røktingarmenninir at býta seg sundur. Ein fer á Dalin,  meðan hinir eru heimanfyri.  Í lembingini kanst tú gera ilt verri við at fara í hagan í illveðri.  Tú órógvar seyðin, sum hevur funnið sær skýli. Teir gomlu søgdu, at  friðurin er bestur í haganum. 
Undir vanligum umstøðum - vanligum líkindum - liggur seyðurin lágt  tíðliga um morgunin og fer niðan móti fjallinum um kvøldið, so hann  man koma oman aftur um náttina.
 Ringur dagur á Dalinum  
Tað var 22. november í 1919, at Óli Andreas, Kristian á Rætt  ( og Stoffur?) og Sofus Debes, sum so mangan, fóru á Dalin. Tað var  hampuligt kavaveður, men meðan teir vóru staddir niðarlaga á Dalinum  brast hann knappliga á við stormi og kavaroki. Sjálvandi avgjørdu  teir beinan vegin at fara til hús, og teir settu kós móti Hálsinum.  Teir sóu nærum ikki fram um nøsina, so tað gekk ógvuliga seint, og  teir vóru heldur ikki vísir í, um teir vóru á rættari leið. Sum frá  leið, hildu teir, at nú mundu teir vera nakað nær Hálsinum. Teir  royndu at ganga eitt sindur til síðis fyri at vita, um teir ikki komu  fram á okkurt, ið teir kendu. Sigast má, at væl var mett, tí teir gingu seg mestsum á Tarvastein, og glaðir vóru teir, tí nú vistu teir, at teir  vóru komnir so snórabeint á Hálsin, og at nú vóru teir slopnir úr øllum  vanda.
  Men so var ikki - fonnin á Hálsinum var so stór, at teir mundu ikki  komið um hana. Teir stríddust har eina tíð, men so eydnaðist tað Óla  Andreasi at sleppa um hana og fáa drigið hinar báðar aftan á sær.  So hildu teir undan brekkuni, og á Mjóhjalla lá eisini ein stór fonn,  men teir komu í øllum góðum at húsum. Glaðir vóru teir - og bygdarfólkið  við - og Sofus bjóðaði báðum oman í Stovuna til snaps, so teir sum  skjótast skuldu fáa varma aftur í kroppin.
Ringur vetur  
Øll hava vit hoyrt um tann ringa veturin 1947, men veturin 1978-79  var eisini ringur. Tann veturin kom kenningaseyðurin inn sum vanligt,  men tað gjørdist eisini neyðugt at taka ein part av felanum inn. Avgjørt  varð at líkna felaseyðin út á eigararnar, soleiðis at eigarin tók eina  ær ella tveir gjólingar upp á gyllinin. Hálvan februar varð ein hálv ær  býtt á gyllinin, og seinast í mars varð aftur ein hálv ær býtt. Hevði  felaseyðurin ikki verið tikin inn, hevði nógv doyð. 
Svend, Jóhannes, Benadikt og Karl Jacob (1988)
Fyri at føða eina felaær inni skuldi tú fáa eitt lamb afturfyri, og um  heystið vórðu 20 felaseyðir til býtis, tá ið eigararnir høvdu fingið  samsýningina fyri at passa felan inni. Sostatt kann man siga, at tað  komu 100 úr felanum tað árið.   
Tráður - hegn  
Fyrr fór nógvur seyður útav um veturin á Ambadali. Serliga ringt var  niðri á Róini og niðri á Flatinum, tí høgættarvindurin tók Róánna og  oysti hana upp á aftur Dalin, so tað frysti alt til her niðri. Uppi við  Gjógv var eisini ringt.  
Teir gomlu royndu at gera nakað við hetta við at "avhegna" Eggina.  Einki hegn fekst, so teir settu bara styttir niður og spentu einar  seks tráðir ímillum. Hetta var ein hjálp, men tað riggaði einki serliga  væl, tí seyðurin kreyp í millum tráðirnar. Eingin veit við vissu, nær  hesin tráðurin kom. Teir elstu menninir í bygdini minnast væl tráðin,  og teir siga, at hann er komin fyri teirra tíð. 
Tað lá so gott sum eingin omanrættarseyður í Eggini fyrr - bara nakrir eiðisseyðir. Men í 1960unum, tá ið Olrik fór at røkta, varð seyður  sleptur í Eggina, og tað hevur verið vanligt síðani. Tær í Eggini eru  allar úr Túninum (fylgið nevnist Tær í Túninum). Tær liggja í Eggini  frá tíðliga í juni til seinast í september mánaði.  
Hóast eingin við vissu veit at siga, nær "tráðurin" varð uppsettur, so  verða vit av og á í dagligari talu mint á hann, tí enn verður tosað um  seyð, sum liggur í Eggini, at hann liggur uttan fyri "tráðin". Og enn  hoyrist røktingarmaðurin rópa undir rakstri: "Roynið at meta seyðin norð  móti tráðnum!"   
Neytini  
Um aldarskiftið vita vit um, at tað lógu 56 kýr og 15 ungneyt á Dalinum.  Tað var frítt at hava kúgv og lata hana ganga í haganum um summarið. Neytini, ið gingu Fyri oman Rætt, vóru kallað Omansneyt, og tey, ið gingu á Suðurhelvt  og Dalinum, vóru kallað Niðansneyt. Tað vóru væl fleiri Omansneyt enn Niðansneyt, og tí fóru eigararnir Fyri oman Rætt at tosa um at gera nakað við hetta, tí hesin  ójavnin var ikki hildin at vera so góður fyri hagan. Hetta førdi so til ta sonevndu Neytakontraktina, ið kom í gildi í 1935. Neytakontraktin segði tað, at tá ið neytini fóru út um várið, skuldu tey liggja annan hvønn dag á Fløtum og/ella í Dalinum og annan hvønn dag Fyri oman Rætt - fram til 10. juni. Frá 10. juni til 20. juli skuldu tey bara liggja Fyri oman Rætt, og frá 20. juli til 1. oktober skuldu tey so liggja bara á Fløtum og/ella í Dalinum. Tann 20. juli blivu neytini  sostatt rikin av Ambadali og heim um marknahegnið. Aftan á 1. oktober gingu tey so aftur annan hvønn dag hvørjumegin, til tey komu á básin.  
Tað verður ofta tosað um, hvørt neytini vóru góð ella ring fyri hagan.  Vit fara ikki her at gera nakra niðurstøðu um tað, men bert vísa á, at  áseyðatalið er munandi hækkað í øllum høgunum, síðani neytini vórðu  avtikin.  
Eigarin Fyri Oman Rætt hevur eisini notið gott av tí hækkandi  áseyðatalinum, tí í 1965 vórðu tikin 80 á skurð og 60 á klipping í  felanum, og tað hevði ikki hent seg fyrr. 
Síðani er tað heilt vanligt at taka 80 á skurð og 80 á klipping. Í 1986  vórðu 100 tikin á skurð og 80 á klipping, og tað hevur heldur ikki verið  óvanligt hesi seinastu árini.  
Sáttmáli
Aar 1865, den 9. September, blev, i Overværelse af Sysselmanden og  Kaldsmanden, af samtlige Ejere og Besiddere af Haugeparten foroven Rat  ved Gjov angaaende deres Hauge og dets Bestyrelse, oprettet følgende   
Contrakt: 
Da der i Haugeparten foroven Rat ved Gjov bestaaende af 5 Marker,  have indfanget sig flere Misbrug angaaende Røgt og Gjærning, Udførelse  af fælles Arbeider, m.v., have samtlige Ejere og Besiddere forenet sig  om, med fælles Overenskomst efter Stemmetal og Ejendom at afgøre de  vigtigste Punkter paa følgende Maade:  
1. Søjdemændene skulle for Fremtiden i Regelen vælges af samtlige Ejere  og Besiddere efter Ejendomsret eller saadanne Regler som ved Lovgivningen  maatte blive bestemte og Ingen skal herefter have Ret til selv at sætte  sig til Søjdemand, eiheller skal nogen af Søjdemændene være berettiget  til paa egen Haand at udnævne en Anden i sit Sted, medmindre han af  største Delen af Ejerne efter Marketal bliver lovligen samtykt. Derimod  skal det ikke være forment en Søjdemand paa Grund af Sygdom eller andet  uomgaaeligt Forfald at have en god Mand i sit Sted. 
2. Da der, paa Grund af Mangel paa Orden i Haugen, i stedet for de 4  Søjdemænd, som fra gammel Tid ere bestemte at forestaa Haugen, for  Tiden findes 5 Søjdemænd og at følgelig større Antal af Røgtingelam end  samtykt saaledes ogsaa gaar i Haugen, saa blev af Flertallet af Ejerne  bestemt, at følgende 4, navnlig: 
Poul Debes, 
Joen Ulrik Christiansen, 
Christian Sivertsen og 
Peter Pauli Joensen,  skulle for Fremtiden være de rette Søjdemænd i Haugen og skal den 5.,  Hans Peter Jacobsen, der selv for nogen Tid siden selv har bekjendt sig  fritaget, fratræde og i denne Høst aftage sine 3 gaaende Røgtingelam; i  modsat Fald skulle de være for??? til Haugen. 
3. Disse 4 Søjdemænd skulle udføre de fra gammel Tid med denne Røgt  forbundne Arbeider og Pligter, saasom: 
røgte Haugen forsvarligen og holde Søjden gaaende paa de rette Steder,  holde fremmed Søjd ude af Haugen, tage op og hjembære Dødsøjdene, føre  Opsyn med at ingen ulovlig Kjending gaar i Haugen, samt agte Gjærdet  forsvarligen med videre. 
4. Af de herstedes valgte Søjdemænd skal Poul Debes være Formand, og  skal det som saadan være hans Pligt, efter Aftale og Overenskomst med  de øvrige Søjdemænd, at bestemme den passende Tid til Fjældgang og alle  i Haugen forefaldende Arbeider, ligesom det og paaligger ham at give  Ejerne den fornødne Tilsigelse derangaaende. 
5. Fjældgang og øvrige Arbeider ved Haugen udføres saaledes, at der for  hver 5 Gylden afgives en Mand til Arbeide, altsaa i det hele 16 Mænd paa  følgende Maade:
1. Part = 15 Gl. Frederik Joensen       3 mænd          
                            Rasmus Danielsen
2. Part = 15 Gl. Jacob Poulsen          
                            Heine Joensen 2 mænd
                            Hans Pauli Poulsen
3. Part = 15 Gl. Joen Jacobsen          
                            Frederik Joensen
                            Joen Joensen 1 mand
                            Joen Siversen 1 mand
4. Part = 15 Gl. Christian Hansen       1 mand          
                            Hans P. Jacobsen 2 mænd
                            Christian Siversen
5. Part = 15 Gl. Joen Peter Joensen      1 mand
                            Andreas Olsen 1 mand
                            Christian Poulsen 1 mand
6. Part = 5 Gl.  Joen Peter Joensen           
                          Johannes Poulsens Enke 1 mand
                           Christian Poulsen
                                                  ------------ Ialt = 16 Mænd
Forsaavidt flere ere samlede under Eet, skal det være nok at give  Tilsigelse til Een af disse og skal denne være pligtig at afgjøre det  Videre med dem, han er tilfælles med. 
6. Skulle nogen af de saaledes tilsagte Mænd uden lovligt Forfald  udeblive og eiheller skaffe en Anden i sit Sted, naar han har faaet  rigtig Tilsigelse til Arbeide, da skal Formanden i hans Sted leie en  anden Mand og skal den Udeblevne betale 4 ? i Dagløn til den som udfører  Arbeidet paa hans Vegne, hvilken Dagløn, i Mangel af villig Betaling  uden Lovmaal og Dom, skal kunne udpantes fra den Skyldige. 
7. Forsømme Søjdemændene nogen af de dem paahvilende Pligter, da skulle  de erstatte Haugens Ejere den Skade, som ved deres Forsømmelse ---  opstaar, efter billig Ansættelse. Befindes der oftere forsømmelige eller  visse Udueligheder, kunne de uden videre afsættes af Ejerne og Andre  sættes i deres Sted. 
8. Som Løn for deres Arbeide skulle Søjdemændene have Ret til hver at  have 3 Kjendingeær gaaende i Haugen. Naar en Gimbre tilsættes, skulle  de ikki være pligtige at aftage den gamle Ær førend Høsten efter at  Gimbren er tilsat. 
9. Ingen skal have Ret til at slaa Græs i Byrget til privat Brug, men  samme skal ligge til Faarene. Derimod er det Ejerne tilladt, til fælles  Brug, at slaa Hø i Byrget, navnligen til Hjælp for Haugens Faar. 
10. Eiheller skal Nogen have Ret til at skjære Tørv paa Dalen, medmindre  alle Ejerne deri er enige. 
Efter at denne Contrakt var oplæst, vedtoge samtlige de Mødte samme  som rigtig i Eet og Alt, hvorefter de underskreve Protokollen.  
Frederik Joensen         Rasmus Danielsen             Joen Joensen
Navnið  
Tann hvassa røðin oman frá Svartbakstindi verður nevnd Sáttarenni,  og hagaparturin ber sama heitið.
Ymsar metingar eru um upprunan til navnið. Onkur heldur - og tað ljóðar rættuliga skilagott, tí her er so gott útsýni um allan hagan - at her hava funnings- og gjáarmenn gjørt semju (sátt) undir býtinum bygdanna millum.
okn.kvg h.psd 01 copy
- Ein onnur frásøgn sigur, at einaferð var ein træta um eini ella onnur ognarviðurskifti millum gjáar- og funningsmenn øðrumegin og kunoyingar hinumegin, men teir gjørdu semju (sátt) uppi í Sáttarenninum.
Funningsmenn og gjáarmenn skuldu lata kunoyingum fimm vanlig skinn á hvørjum ári. Skinnini, ið vanliga vórðu nevnd Kunoyarskinnini, skuldu ikki vera minni enn eina alin í fýrkant. Tey fimm Funningsskinnini skuldu latast úr Funningslíð, meðan tey fimm Gjáarskinnini skuldu vera av Suðurhelvt.
- Skipanin við Kunoyarskinnunum hevur hildið sær uppi í mong  Harrans ár.  
Nú er hon avløgd, men fólk við Gjógv, sum í dag eru á miðjum aldri,  minnast væl skipanina í verki. 
- Viðmerkjast kann, at J. Símun Hansen í bók síni um Kunoyar sókn á bls. 40 viðger Kunoyarskinnini og vísir á aðrar keldur.
Samanumtikið vísir hetta okkum, at tað verður helst ómøguligt at fáa greiði á, hvussu henda aldargamla skipan við Kunoyarskinnunum er komin í lag.
----  
Dánjal Klein skrivaði staðanøvn niður í 1946. Um navnið Sáttarenni sigur hann soleiðis:
"Hetta navn kann hava tríggjar týdningar.
Sáttarenni er høgt fjall, ið liggur mitt í haganum. Sátt kann týða gott, sera gott - vala seyður, sum gongur har. Kann eisini týða sáttmáli - og sótt t.d. bráðsótt. Teir gomlu brúktu viðhvørt orðið sátt - sáttarseyður - valagóður seyður o.s.fr. Haldast kann, at navnið er komið av tí, at hesin hagin frælsar sera góðan seyð".
  
- Á vestursíðuni á Kalsoynni - í hagaparti, ið hoyrir til bygdina Húsar - eru einar skorar, ið vera nevndar Sáttarskorar. Heimildarmaður av Húsum greiðir okkum frá, at skorarnar eru besta lívlendið, ið hoyrir til bygdina. Her renna okkum orðini hjá Dánjali Klein í huga, tá ið hann sigur, at orðið sátt eisini hevur merkingina gott.
Heimildarmaður okkara av Húsum nevnir eisini, at hann heldur, at Sáttarskorar hava ligið frammarlaga í huganum á monnum, tá ið teir har á leiðini býttu í millum kongs og ogn - gjørdu semju.
- Eingin niðurstøða verður gjørd um upprunan til navnið, hóast mangt bendir á, at sátt (semja) ella sátt (góðska) sýnast at ganga aftur í teimum ymisku frásøgnunum.
Í sambandi við sjálvt haganavnið kann vera lagt aftrat, at í vanligari talu millum eldri menn hoyrir tú mangan (oftast) bendingarvillu, tá ið navnið verður framborið.
Rættur og vanligur framburður: "Í dag eru teir á fjalli í Sáttarenni". Skeivur og vanligur framburður: "Í morgin fara teir í Sáttarenna".
Í staðarnavninum Heimi í Enni er henda villan ikki at hoyra. Har verður sagt: "Teir eru Heimi í Enni!" ella "Teir fara Heim í Ennið!"
Villan hevur møguliga okkurt við samansetingina av kvennkynsorðinum sátt at gera.
Hagaparturin  
Í hagabýtinum millum Gjógv og Funning fekk Gjógv Sáttarenni. Hví Gjógv fekk Sáttarenni, nær hetta hevur verið, og hvussu býtið fór fram, er ikki gott at siga.
Ein kelda sigur seg hava hoyrt frá gomlum fólki, at gjáarmenn fingu Sáttarenni, tá ið teir býttu fyri ross. Funningsmenn skuldu fáa fimm rossafrælsir í Dalinum. Fýra av rossunum skuldu vera arbeiðsross, meðan tað fimta skuldi vera reiðrarhestur.
Reiðrarhesturin skuldi brúkast til at reiða embætismenninar millum bygdir. Býtið fór fram undir Skeggjanøvini, og sum gamal siður var, hildu teir í skeggið á hvørjum øðrum, sum prógv fyri at avgerðin skuldi vera líka føst sum skeggið á høkuni. Seinni vildu funningsmenn skifta Sáttarenni um við Ytru Gongu í Funningslíð, og funningsmenn ynsktu, at markið skuldi ganga heim ímóti Uppsalaryggi. Gjáarmenn søgdu tað, at teir lótu ikki Sáttarenni, uttan teir fingu allan Uppsalarygg, men tað vildu funningsmenn ikki, og soleiðis bleiv tað.
Avtalað varð eisini gjørd um torv undir Sondunum. Funningsmenn og gjáarmenn fingu lov at skera hjá hvørjum øðrum, men sá tað út til, at torvið fór at minka, so skuldu funningsmenn geva seg undan, men tað sá út at vera nokk av torvi hjá báðum pørtum.
 satdjsig Medium
Andor, Dánjal Jákup og Sigurd í Hoygarðinum
Funningsmenn og gjáarmenn hava verið ósamdir um markið millum Sáttarenni og Inni í Haga fyri Innan og markið millum Sáttarenni og Hús fyri Heiman. Fyri Innan stóðst ósemjan um Skipagjósoyruna. Gjáarmenn kannaðu sær alla Oyruna við teirri grundgeving, at áin í gomlum døgum hevði runnið innan fyri Oyruna. Úrskurðurin ásetti, at Skipagjósoyran hoyrdi til hagapartin Inni í Haga.
Ósemjan fyri Heiman móti Húsi snúði seg um, hvussu markið skuldi ganga úr Tungusporanum í fjallið. Funningsmenn pástóðu markið at ganga eftir Lægdá og úr ánni í beina linju niðan í Svartbakstind. Gjáarmenn pástóðu markið at ganga úr Tungusporanum, eftir Vombini og í Marknastíggin og tínæst eftir røðini innan fyri Húsaskor. Úrskurður varð gjørdur 23.07. 1974, og hann ásetti, at markið gongur úr Tungusporanum í beina linju í røðina innan fyri Húsaskor og haðani eftir røðini í fjallið.
Tann 28.04.1976 setti Matrikulstovan tað endaliga markið. Fyri Matrikulstovuna møttu Ólavur Clementsen og Hans Thomsen. Fyri Sáttarenni møttu Pætur Joensen, Sigurd Niclasen og Andor Sivertsen. Fyri Hús møtti Sámal Petur Petersen.
Matrikulstovan lýsir markið soleiðis: Markið fer av Blámansfjalli eftir enninum millum Húsaskor og millum Skornar niður í ein stóran stein í urðini undir enninum, har marknamerki er sett í steinin. Haðani fer markið í beina linju í ein lágan eystan umleið 470 m í nýggjan marknavarða, har marknamerki er sett. Haðani í somu beinu leið umleið 370 m í nýggjan marknavarða, har marknamerki er sett. Haðani 103 m oman í Tungusporan, har marknamerki er sett, og varði laðaður. Ljósá og Ljóságjógv eru síðani mark millum hesar hagapartar.
Hagaparturin Sáttarenni, sum saman við Fløtum og Líðini hoyrdi til Suðurhelvt, er 404 ha. Í sambandi við útskiftingina, ið kom í gildi 1. nov. 1990, varð upplýst, at áseyðatalið í tí nýggja haganum skuldi vera 190.
Áseyðatalið í Sáttarenni 2012 togar upp ímóti 200.
Fylgi
Lítið hevur verið at hoyrt um seyðafylgi í Sáttarenni, men í gomlum  døgum vóru hesi fylgini:   
1) Tær á Ljósádali - frá Lægd og omaneftir,  
2) Tær í Lægd,  
3) Tær Oman Heyggj,  
4) Tær undir Hvannarókini - og niðan móti Oknadalsskarði og  
5) Tær á Kvígandali.
Kenning  
Av gomlum skjølum sæst, at áðrenn Funningur og Gjógv býttu hagarnir sundur í millum bygdirnar, hevur ein partur av Sáttarenni verið kenning og ein partur feli. Hvussu stórur, ið hvør parturin var, er ikki greitt.
Frá tí at hagaparturin kom at hoyra til Gjógv, hevur hann megin- partin av tíðini ligið í felag, men av og á varð tosað um at býta ein part í kenning, tí tað kom so mikið lítið til býtis úr Sáttar- enni í mun til hinar hagarnar við Gjógv.
Í 1947 mestsum ruddaðist hagin. Nøkur ár seinni doyði aftur nógvur seyður - tá røktaðu funningsmenninirTummas Eli Juul og Steingrímur Funding. Tað vóru kanska fyrst og fremst Sjúrður á Rætt og Sofus Debes, ið gingu undan til at fáa ein part býttan í kenning.
Fyrru ferð, ið atkvøtt varð um kenningina, var fleirtalið ímóti, men í 1953 varð aftur roynt, og tá var fleirtal fyri kenningini.
Ein góðan dag varð so farið á fjall at býta í kenning, men tá ið komið varð inn í Sáttarenni, var so nógvur ísur í brúnum, at Sjúrður á Rætt mælti frá at fara at reka. So varð vent aftur til Gjáar, og tað var ikki so væl dámt av øllum, hóast avgerðin var skilagóð. Brýr og stíggir ísa skjótt av, so hetta var hvørki fyrsta ella síðsta ferð, at Sáttarennisfjallið varð útsett av hálku.
 odreid copy
Á Reiðgøtu 1990 (taka kenningina inn) - Símun, Jóhan, Jákup, Óli, Kári og Neli
Sum áður sagt, vóru 120 gyllin á Suðurhelvt, og ein ær varð býtt í kenning upp á gyllinin. Tá ið kenningin varð býtt, var ov lítið av seyði, so summir eigarar máttu sjálvir seta við, tí tað skuldi eisini vera eitt sindur av felaseyði til brundseyðir og annað.
Eigararnir høvdu seinni hug at minka um felaseyðin, tí teir vóru bangnir fyri, at felaseyðurin kom at ganga út yvir kenningina. Eina ferð bleiv felaseyðurin tikin so nógv niður, at bara 29 ær blivu eftir, og tá stóð á at fáa líkinda brundseyðir úr felanum, og tí blivu av og á kenningarlomb tikin til brund.
Ból  
Tað eru fá ból í Sáttarenni, og gomul eru tey heldur ikki. Teir gomlu munnu ikki hava hildið, at tað hevur verið so stórt brúk fyri bólum, tí har eru so nógv nátúrlig skýli. Í Ovaru Hvilvtini eru grótgarðar laðaðir - átøkir gróthúsum - til lívd. Ein slíkur garður er stutt innan fyri Ljósá og ein inn móti Ólavsøkugjógv uppi undir Selasheygabrúnni. Her kann leggjast aftrat, at oftari søkir seyðurin sær skýli undir sjálvari brúnni enn undir grótgørðunum. Á Selasheygabrúnni eru tvey ból: Annað er beint innan fyri Ólavsøkugjógv, meðan hitt stendur á tí hægsta miðskeiðis millum Mjóstígsá og Blæingsgjógv. Eldri menn halda, at neyvan hevur seyðurin tikið hesi bólini, tí her er so veðurringt, at seyðurin heldur stoytir longri oman undan óveðri. Í Breytahjalla er eitt ból, og tað stendur stutt heiman fyri Blæingsgjógv. Bólið hevur ein vong omanúr. Heim ímóti Ólavssøkugjógv eru skýli laðað upp av grótgørðum. Hesi skýli eru átøk teimum, ið eru í Ovaru Hvilvtini. Niðri á bakkanum inn móti Skipagjógv stóð eitt ból - og seinni eitt hús - sum nú er farið í vegin. Einki ból hevur verið í Trøðni ella á Høvdanum. Góð skýli eru í Ólavssøkugjógv, undir einum lofti oman fyri Høvdan og innan fyri Mjóstígsá, so tað man hava verið óneyðugt við bólum her.
Rættir  
Tann gamla rættin var í Trøðni, og hetta plássið var so væl egnað fyrr. Har var lætt at koma til sjógvin, og var seyðurin komin oman í Trøðna, var hann sum í pottinum. Onkuntíð fór rættin av brimi, og eftir at kenningin kom í 1953, vaks áseyðatalið so nógv, at rættin gjørdist ov lítil. Í 1972 varð víðkað um rættina, og síðan oman móti sjónum stoypt, og betonskilarúm vórðu sett í hana. Samstundis varð vaskirættin gjørd oman fyri rættina. Síðstu ferð, ið regluliga varð rikið í gomlu rætt, var á várgongu í 1987. Á skurðfjallinum 1987 varð tann nýggja rættin tikin í brúk. Hon stendur við vegin stutt innan fyri Mjóstígsá.
Samstundis varð nýtt seyðahús gjørt áfast við rættina heimanífrá. Í 1996 varð eitt sindur skoytt upp í rættina inneftir, og samstundis varð nýtt seyðahús gjørt áfast við rættina innanífrá.
 lukkaf copy
Sigvør, Fríðgerð og Daniella
Seyðahús  
Umframt tey bæði seyðahúsini, ið, sum áður nevnt, eru bygd við ta nýggju rættina oman fyri vegin ávikavist í 1987 og 1996, so vóru 4 onnur seyðahús. Øll hesi seyðahúsini eru komin fyrrapartin í 1970unum. Húsið í Trøðni kom í 1971, meðan raðfylgjan av hinum trimum er eitt sindur ógreið.
Líkamikið, eitt hús stóð eitt sindur innan fyri Brøðrinastein, men tað fór so illa undir vegagerðini, at tað var mestsum avdankað, og eina ódnarnátt tók ein hvirla húsið út á fjørðin, so bara pettir av betongveggjunum standa eftir. Eitt hús stóð beint heiman fyri Skipagjógv - niðan fyri vegin. Tað varð niðurtikið undir vegagerðini, og í staðin fyri tað, varð eitt nýtt hús bygt har inni oman fyri vegin í 1990. Tað fjórða húsið stóð á Selasheygabrúnni - tætt innan fyri Ljósá. Tað var í ringum standi, og varð rivið niður í 2008.
Rakstur  
Fjalldagurin í Sáttarenni var strævin. Aftansvarsul varð givin kvøldið fyri, og tú fekst samstundis at vita, hvussu farast skuldi. Tað vóru tríggir møguleikar : 1) við bát frá Gjógv, 2) til gongu allan vegin ella 3) til gongu til Funnings og so við bát inn á rættina.
Varð farið til gongu, so var tað gamal siður at steðga á Gullheygnum í Húsi. Teir gomlu fóru so tíðliga frá húsum, at tað kom ofta fyri, at teir sótu á Gullheygnum og bíðaðu eftir lýsing.
Varð farið við bát, so fylgdist øll fjallskipanin av rættini. Summir fóru niðan gjøgnum Ólavsøkugjógv, meðan summir fóru í gjøgnum stíggin heiman fyri gjónna. Soleiðis varð hildið fram niðaneftir - stundum í gjøgnum gjónna, stundum ikki - til allir samlaðust uppi á Selasheygabrúnni. Har skipaði man seg. "Eg plagi at vera fyri Innan". "Eg plagi at fara heimeftir". "Eg plagi at vera á Oknadali". Soleiðis kundi verða tikið til, tí enn vóru tær føstu ódnirnar ikki heilt burturdotnar.
Annars var tað soleiðis, at seks mans fóru inneftir, einir fýra / fimm  heimeftir og einir fýra / fimm niðaneftir. 
Sum vit vita um, hevur fyri tað mesta verið gingin ein gonga, men eina tíð, tá ið illa gekst at reka, vórðu tvær gongur gingnar. Tá róku teir Lægd og Ljósádal í fyrru gongu, meðan Oknadalur og Kvígandalur komu í seinnu gongu. Fyri Oman Rætt, í Dalinum og á Fløtum vóru børn ofta við á fjalli uttan at vera fyri mann, men so var sjáldan í Sáttarenni, tí hagin var so óhøgligur. Teir, ið fóru inneftir, gingu heilt inn á markið á Kvígandali. Har skipaðu teir seg, og ein av teimum fór heim á Oknadal og setti seg uppi undir brúnni miðskeiðis undir Hvannarókini. Hann skuldi stoyta tann seyðin, ið kom ímóti honum undan Oknadalsskarði. Heimi á Ljósádali varð gingið niðan við markinum og so niðan í Lægd, og maðurin í Ongisrókini hevði somu uppgávu sum maðurin undir Hvannarókini. Hann skuldi sita í Ongisrókini, nakað heimi á Ljósádali - við nakrar stórar steinar uppi undir brúnni - og skuldi stoyta seyðin, sum kom ímóti honum úr Lægd.
Maðurin Uppi við Gjógv skuldi ansa eftir, at seyðurin, sum kom av  Ljósádali, ikki skuldi seta tann vegin niðan á Oknadal.  
Maðurin í Heyggi var ongatíð í frið. Hann skuldi ansa eftir, at eingin seyður stóð eftir um Heyggj, og hann skuldi eisini ansa eftir, at eingin seyður kom niðan aftur heimanífrá. Um Heyggj er so hulið, so maðurin má alla tíðina ganga aftur og fram.
Tá ið so allur seyðurin kom oman av dølunum, varð rikið beint omaneftir.   
Tað var gjarna ikki nakar trupulleiki at fáa seyðin oman av dølunum, men á Reiðgøtu - "millum Gjáirnar" - mátti ansast serliga væl eftir. Her heldur brúgvin, so seyður kundi fara niður móti brúnni og verða standandi har. Tað var umráðandi at hava staðkent fólk har, tí ofta kundi tað koma fyri, at onkur ókendur stillaði seg har at blaka bøkkar niður yvir seyðin. Tað endaði bara við tí, at seyðurin leyp á og slapp. Nei, her var bara eitt at gera, og tað var at fáa seyðin spakuliga upp við lagaligheit og lata hann sleppa niðan við aðrari gjónni - oftast tí innaru - og so tvørtur um gjónna, so skjótt sum farandi var um hana. Var seyðurin styggur, var ógvuliga ringt at fáa hann niðan við gjónni og innum, tí hann hevði óbestan hug at halda móti fjallinum.
Síðani var bara at reka alt oman í Breytahjalla og oman móti sjónum. Teir innaru menninir róku so heim við Sjónum, heim um Ólavsøkugjógv og heilt heim í Hvilvtina. Síðani varð seyðurin rikin inn eftir brúnni oman fyri Trøðna, og so mátti hann mestsum leypa niður av í einum staði, men seinni varð nakað sprongt burtur her, so lættari var at koma niður.
Kortini var hesin raksturin ikki hildin at vera nóg góður. Seinni varð so ein viðtøkugarður gjørdur innarlaga úr brúnni oman fyri Hvilvtina og oman á brúnna niðri við Trøðna, soleiðis at seyðurin ikki longur slapp heim í Hvilvtina. Rikið varð so móti hesum viðtøkugarðinum og stoytt oman móti rættini. Tað allar mesta fór í gjøgnum stíggin heiman fyri Ólavssøkugjógv, meðan nakað kundi fara í gjøgnum sjálva gjónna, so tann maðurin, ið var komin heim við Sjónum, stóð altíð innan fyri ánna og forðaði og beindi tann seyðin heim í Trøðna.
Tað hevur altíð rikist verri fyri Innan enn fyri Heiman. Ymsar orsøkir kunnu vera til tað. Hagin er so dánaður, at hann gerst breiðari og breiðari, longri oman tú kemur fyri Innan, og tí verður tað eisini longri og longri millum menninar. Altíð varð sagt við teir heimaru menninar: "Gevið tykkum inneftir, tá ið tit koma oman!" Sjáldan vórðu hesi boðini nóg væl fylgd, tí oftast varð farið beint omaneftir. Eisini er tað so hulisligt nógva staðni í Sáttarenni, serliga fyri Innan, og av tí sama stendur ofta seyður eftir.
Heim við Sjónum gekk ein maður, og tann, sum var honum næstur, gekk eftir rundingini, tá ið komið var nakað heim. Hann mátti ansa væl eftir, tí ofta kundi seyður fara í Lúsatorvuna ella stilla seg undir okkurt høvd ella onkran kneysa.
Leggjast kann aftrat, at tað var styggur seyður í Sáttarenni, so tað  gekst ofta illa at reka.   
Ódnir  
Frá gamlari tíð hava fastar ódnir eisini verið í Sáttarenni, men tær munnu vera burturdotnar so við og við, men teir, sum vóru vanir at ganga á fjall her, fóru gjarna aftur og aftur í somu ódn. Á Suðurhelvt vóru, sum áður nevnt, 120 gyllin, og sum í hinum báðum høgunum var fjallskipanin 15, soleiðis at tað var ein hálvmørk (8 gyllin) til hvønn mann - ella hvørja ódn.
Seyðabýtið við Gjógv hevur, tað vit vita um, altíð verið fimtingsbýti. Teir 120 gyllinir vóru skipaðir í fimtingar, soleiðis at 24 gyllin - 3 fjallmenn ella 3 ódnir - vóru í hvørjum fimtingi. Fimtingarnir á Suðurhelvt vóru: Jákupsstovufimtingurin, Sjúrðarstovufimtingurin, Fløttafimtingurin, Ólastovufimtingurin og Ormurin.
Ódnirnar vóru skipaðar soleiðis, at tann, ið átti hægstu ódnina í Sáttarenni, átti lægstu ódnina í Líðini, ella øvugt. Roynt hevur verið at funnið fram til allar ódnirnar, men bara ódnirnar í Ólastovufimtinginum eru fullfíggjaðar. Hinar eru meir ella minni farnar í gloymskuna, men kortini taka vit tað við, ið enn livir eftir:
Tær tríggjar ódnirnar í Ólastovufimtinginum vóru: Teir í Sámalsstovu, og seinni teir hjá Petur Kristjani, vóru í Ongisrókini. Teir á Rætt vóru Uppi við Gjógv. Ólastova, og seinni Gortra, átti ódnina um Heyggj.
Pól Jóhannes á Bø átti ódnina undir brúnni á Oknadali, so hann gekk um, og Jógvansstova var millum Heyggj og Pól Jóhannes á Bø. Hoygarðurin og Gøtu-Jógvan vóru eisini í hesari hálvmørkini, so teir vóru á Oknadali, og onkuntíð gekk Kristjan í Hoygarðinum um á Oknadali.
Fyri Innan, á Kvígandali og har á leið, vóru Nýggjustova, Jákupsstova,  Dánjal í Bíggjarlagnum og Debus. 
Fyri Heiman, á Ljósádali og í Lægd, vóru Sjúrðastova (seinni Geil) og Fløttur. Røktingarmaður úr Funningi gekk um í Lægd, og næstur honum kom so Sjúrðastovumaðurin (seinni Geilarmaðurin).
Seinni er Jákupsstova farin at ganga fyri Heiman, tí Dia í Jákupsstovu (Heini Andreas Joensen, f. 1889) plagdi at ganga um fyri Heiman saman við Peri í Andrasarstovu (Per Juul Thomsen, f. 1830), úr Funningi, ið var røktingarmaður. Lagt kann verða aftrat, at røktingarmenninir úr Funningi vóru altíð á Ljósádali.
Jóan Pauli í Lon og Jákup í Stólpa plagdu at fara inn gjøgnum Breytahjalla, og teir fóru ikki niðan á dalarnar. Tá ið gongan kom oman, sótu teir og forðaðu í liðinum á tí garðinum, ið er heiman fyri Høvdan - innan fyri Ólavsøkugjógv.
Samgonga  
Røktingarmenn úr Svínáum vóru altíð til samgongu, men teir fingu ikki  samgongulamb. 
Røktingarmenninir úr Funningi vóru eisini til samgongu í Svínáum, og teir fingu samgongulamb úr Svínáum. Maður kom til gongu av Eiði til Funnings um morgunin við samgonguboðum.
Onkur spurdi Jóhan Klode, um tað ikki var drúgt at leiða lambið úr Svínáum til Funnings. Jóhan svaraði: "Bara høvdið vendir norðureftir, gongur onkran veg."
Haftseyður  
Tá ið alt var latið upp í haft, varð farið av rættini. Rikið varð heim um Ljósá, gjøgnum Kálvhaga og heim móti gomlu Húsarætt. Haðani varð rikið upp gjøgnum ein vánaligan stíggj upp í Urðarhjalla. Úr Urðarhjalla varð farið upp gjøgnum Áarstíggj, heim gjøgnum Haghjalla, heim á Kleiv og til Funnings. Síðani gekk leiðin gjøgnum bygdina, niðan gjøgnum Hóvabrekku, fram við Skarðánni, á Gjáarskarð og so til Gjáar. Túrurin tók vanliga einar fýra tímar.
 satolsen copy
Kristian í Lon, Jógvan Sofus, Eldbjørn og Gubbi (1990)
 
Stíggjurin úr Kálvhaga og upp í Urðarhjalla er so mikið vánaligur, at viðhvørt varð farið úr Kálvhaga og upp í Urðarhjalla gjøgnum Klokkustíggin, ið er beint heiman fyri Ljósá, tí hann er nógv betri at ganga.
Sjálvt um tað kundi vera bátsveður til Funnings, dámdi teimum eldru líka væl at reka haftseyðin allan vegin til Gjáar, tí teir søgdu tað, at seyðurin vildi so illa ganga eftir at hava ligið bundin í bátinum.
Viðhvørt varð seyðurin býttur á fløttinum oman fyri húsini hjá Kristiani á Rætt, men fyrr býttu teir á Lítlafløtti - niðan fyri húsini hjá Klæmint Juul.
Mannagøtan - sum var smøl - gekk heim handanvegin, og niðan fyri gøtuna var eisini valling - smáir fløttir, ella teigalendi, ið sóu út til at hava verið brúkt til korn.
Klokkustíggjurin  
Nú vit nevndu Klokkustíggin, er tað kanska ikki av leið at endurgeva eina avgamla søgn, ið møguliga gevur okkum greiði á, hví stíggjurin eitur Klokkustíggjurin:
Grind var á Funningsfirði, men hvussu teir stríddust, fingu teir hana ikki inn um Grynnuna. Nú vóru góð ráð dýr, og onkur helt, at teir skuldu fara til Funnings eftir kirkjuklokkuni. Sum ætlað so gjørt. Teir bóru klokkuna inn í henda stíggin og settu seg at ringja við henni. Hvussu tað gekst við grindini, meldar søgnin einki um, men tá fekk stíggjurin navnið Klokkustíggjurin.
Røkt  
Sáttarenni var óhøgligur hagi hjá gjáarmonnum, so tað vóru fyri tað mesta funningsmenn, ið røktaðu, og tað hava vanliga verið tveir røktingarmenn. Vit hava roynt at spurt okkum fyri, hvussu langt aftur vit kundu koma, hvørjir hesir menn vóru, og hvørjir ið hava røktað saman.
Úrslitið sær soleiðis út:  
Fríðrikur í Gomlustovu (Frederik Joensen , f. 1823), úr Funningi. Fríðrikur velti einaferð kál á Høvdanum, men tað vísti seg ikki at rigga so væl. Hildið verður, at seyðurin gjørdi enda á tí.
Per í Andrasarstovu (Per Juul Thomsen, f. 1830), úr Funningi. Per og  Fríðrikur hava røktað saman. 
Hans í Atustovu (Hans Johannesen, f. 1864), úr Funningi. Dávur (Joen David Juul, f. 1875), úr Funningi. Hans og Dávur røktaðu saman. Dávur gavst í 1952.
Jóhan Klode (f. 1883), úr Funningi. Hann búði í Atustovu og tók við í 1931 eftir Hans, sum doyði sama árið. Jóhan røktaði saman við Dáva til 1952. Sjúrður á Rætt (Sjúrður Christiansen, f. 1887), frá Gjógv. Hann fór at røkta í 1952 aftan á Jóhan, og Sjúrður røktaði til 1956.
Sjúrður var tá ein eldri maður, og langt er at ganga frá Gjógv inn í Sáttarenni. Hann hevði verið røktingarmaður í Líðini, og tá ið hann varð valdur sum røktingarmaður í Sáttarenni, tók hann soleiðis til: "Nú fari eg úr brattlendinum á slættlendið." Sum oftast gekk hann um Funning og inn eftir Hjøllunum, men við hvørt fór hann í erva yvir undir Eiðisskarð, upp um Vatndalsskarð og so niður á Ljósádal.
Thomas Eli Juul, f. 1906, úr Funningi. Hann fór at røkta aftan á Dáva fyrst í 1950unum og røktaði saman við Sjúrði á Rætt og Kristiani Hansen, úr Funningsfirði (og Meinhardi Hansen) til 1966.
Kristian Hansen, f. 1900, úr Funningsfirði, fór at røkta í 1956, aftan  á Sjúrð á Rætt. Hann røktaði saman við Thomas Eli. 
Kristian røktaði, til hann doyði í 1964, men tey seinastu árini var hann so plágaður av sjúku, at sonur hansara, Meinhard Hansen, f. 1943, røktaði fyri hann. Meinhard helt kortini fram til 1966. Tað var Petur Pauli Joensen, f. 1907, (vanliga nevndur Stóri-Petur), ið skeyt Kristian upp sum røktingarmann.
Heimanvert Ólavssøkugjógv - oman fyri vegin - var so ringt at ganga, at seyður bara slapp niður, men ikki upp. Um veturin kundi deyðseyði liggja har, sum var farin á glið á helluni. Kristian og Meinhard boraðu og skutu har, so nú er ein hampuligur stíggjur millum Hvilvtina og Ovaru Hvilvt.
Steingrím Funding, f. 1915, úr Funningi, varð valdur og fór at røkta í 1966, tá ið Thomas Eli gavst, og hann legði frá sær í 1979. Andor Sivertsen, f. 1932, úr Funningi, varð valdur og fór at røkta í 1966, tá ið Meinhard Hansen í Funningsfirði gavst. Andor og Steingrím røktaðu saman til 1979.
Petur Sofus Juul , f. 1929, úr Funningi, varð í 1979 valdur til røktingarmann aftan á Steingrím Funding. Hann var røktingarmaður til uttangarðsútskifitingin kom í gildi í 1990, men tey seinastu árini var hann so mikið heilsubrekaður, at sonur hansara, Petur Páll Juul, f. 1964, røktaði fyri hann. Petur Sofus (og Petur Páll) røktaði saman við Andori.
lukkafattini copy
 Dánjal Jákup, Ásfinn, Sofus og Sjúrður
Aftan á útskiftingina í 1990 fóru Dánjal Jákup Joensen og Ásfinn Sigvardsen at røkta saman við Andori. Andor røktaði, til hann doyði í 1998. Jógvan Nónsgjógv var í "hálvtíðarstarvi" sum røktingarmaður frá 2006 til 2010.
Røktingarlønin (2011) er 5 miðallomb og 3 hagalomb í part, meðan "hálvtíðarstarvið" gav 5 miðallomb. 
Hagalamb er tað besta lambið, ið er, tá veðragjólingar eru uppgjørdir.
 img 3746 copy
Kristian hjá Andori og Jógvan á Fløtti
Torv  
Sáttarenni er seragott torvpláss, bæði uppi á dølunum og niðari. Funningsmenn skóru nógv torv her í gomlum døgum, meðan gjáarmenn als einki skóru, tí torvheiðarnir lógu so langt frá bygdini, og gjáarfólk høvdu høgligari torvheiðar enn hesar.
Gjáarfólki man ikki hava dámt nakað serliga væl henda torvskurðin hjá funningsmonnum, tí í 1930unum royndu teir at steðga hesum torvskurðinum. Tá skóru bara nakrir heilt fáir mans her, men gjáarmenn fingu viðhald, og funningsmenninir vórðu uppsagdir.
Leggjast kann aftrat, at samstundis skóru funningsmenn í Gjáarhaganum uppi undir Sondum, men teir vórðu ikki uppsagdir. Undir Sondunum høvdu funnings- og gjáarmenn ta avtalu, at her kundu teir skera hvør um annan. Avtalað var eisini, at minkaði torvið so mikið, at tað var ov lítið til báðar partar, so skuldu funningsmenn víkja, men har var so mikið nógv torv, at tað kom ongatíð upp á tal. - Teir skóru hvør um annan í sátt og semju.
 
Seyðafrælsir
Einaferð vóru tveir brøður undir Reyni í Funningi, Per og Jóannes. Teir áttu hvør sítt frælsi í Sáttarenni. Annar av teimum fór inn í Stovu í Funningi, og har var so annað frælsið. Hesir báðir Per og Jóannes eru nevndir í manntalslistanum 1801. Tá er Per 30, og Jóannes 23 ár.
Í arvaskiftinum eftir foreldur teirra, sum er til skjals, er einki nevnt um frælsini, men tá var heldur eingin hagi, sum eitur Sáttarenni.
Hitt frælsið varð verandi undir Reyni. Gamli Pætur - Peder Johannesen, føddur 1803, sonur fyrrnevnda Jóannes, átti tað. Hann gav abbasoninum tað sum navnagávu í 1868. Abbasonurin æt Peder Pedersen (1868-1908), róptur Petur undir Reyni. Hetta frælsið hevur so verið í familjuni. Tey, sum hava átt tað síðani, eru fyrst Elsebeth Johanne Petersen (Debes), f. 1865, frá Gjógv.  So hevði   Jákup í Hvanngarðinum, Jákup Petersen, f. ??, tað, so Elsebeth Dahl, f. ??? og nú Jonna Dahl, f..
Húsini undir Reyni vóru um tað mundið roknað sum eitt hús, men onkuntíð millum 1801 og 1834 eru tey farin í tvey. Roykstovan og okkurt aftrat bleiv við at eita undir Reyni. Har búði Jóannes, meðan glasstovan og kanska okkurt aftrat fekk navnið inni í Stovu. Tað var áðurnevndi Per, sum fekk tann partin. Hann var giftur við Súsonnu Malenu Knudsdatter, av Eiði.
Tá ið Jóan Petur Knudsen, Jóan Petur inni í Stovu, doyði í 1922 fór alt, sum hann átti, á uppboðssølu, eisini Sáttarennisfrælsið.
Suðurhelvt við Gjógv hevði gjørt av at keypa og sendi Jógvan í Sámalsstovu suður til Havnar at bjóða. Komin til Funnings lógu boð fyri honum, at kúgvin hjá honum lá deyð á básinum - hekk á bandinum. Hann mátti so oman aftur til Gjáar at fletta kúnna.
Boð fóru so suður til Havnar, til sorinskrivaran, sum var uppboðshaldari, um at Suðurhelvt vildi keypa frælsið. Teir søgdu eisini, hvussu nógv teir vildu bjóða.
Jóannes í Katrinastovu, í Funningi, sum var giftur við Onnu Sofíu inni í Stovu, sum var ein av arvingunum, bjóðaði ímóti Suðurhelvt.
Tá ið hann gavst, spurdi Jens Christian Dahl hann, um hann ikki bjóðaði meira. Nei, hann helt, tað var blivið nóg dýrt.
"Kann eg so bjóða?" spyr Jens Christian.
"Ja, gjarna fyri mína skuld".
Tað gjørdi hann so og átti hægsta boð.
Seinni sama dag møtti Jens Chr. Justenesi á Grótheyggi, sum var giftur við Siggu Mariu, eisini innan úr Stovu. Hann bað tá Jens Chr. selja sær frælsið, men tað vildi hann ikki.
Nógv ár seinni, tá teir gjørdu vegin av Eiði til Funnings og Gjáar, segði ein eldri eiðismaður frá, at hann frá barnsbeini hevði hoyrt eiðismenn tosa um, at tað var størsta bragd, sum var gjørt har á leið, at ein einsamallur funningsmaður skuldi kunna køva alla Suðurhelvt við Gjógv. 
Varðar  
Varðar eru úr Funningi og inn í Funningsfjørð, og teir vóru bestir at ganga eftir, tí tá kundi man ikki ganga niðri við sjógvin.
Tann fyrsti stendur í Tummasarstíggi, og tann næsti stendur á Gjáarkjaftinum - við Hagagjógv. So stendur ein á Gjótustígnum og ein á Selasheygabrúnni tætt innan fyri Ljósá.
Tveir standa í Ovaru Hvilvt, og ein beint innan fyri Ólavsøkugjógv - oman fyri vegin. Einir tveir standa eftir enn í Breytahjalla - ein innan fyri ta nýggju rættina og ein miðskeiðis millum rættina og Blæingsgjógv. Tann seinasti varðin stóð við Rossastíggin - stutt heiman fyri Skipagjósoyruna - men hann er farin í vegin. Haðanífrá kundi gangast inn við sjónum, so ikki var neyðugt við fleiri varðum. Teir flestu av hesum varðum standa so nøkurlunda uppi, so tað hevði ikki havt so nógv upp á seg at hjálpt upp á teir, so teir kundu staðið sum minnisvarðar um farna tíð.
 

 Harur

Sáttarenni er ikki nakar góður haruhagi. Vit hava einki yvirlit yvir gongdina, men síðani 1967 hava Osvald á Klá  og Jónsvein Mikkelsen, Toftum, skotið harur her. Osvald doyði 01.04.2006, og Jónsvein gavst at skjóta í 2009. Tað besta árið fingu teir einar 45 harur, og tað ringasta árið bert 1. Miðalár fingu teir einar 20-30 harur.